List til gerandis- og veitslubrúk

Listaupplivingar kunnu vera góðar og ringar, tað kann vera veldugt at fara til eina listaframsýning ella film ella sjónleik, tónleik ella lesa eina nýggja bók á fyrsta sinni, men millum mínar bestu listaupplivingar eru tær óvæntaðu. Tær, sum stinga seg upp í gerandisdegnum, tá eg gangi ymsastaðni í býnum, arbeiðsplássinum ella hvar tað kann vera. Í gjár var ein góður dagur í so máta. Eg spákaði mær gjøgnum eina heystliga Havn, regngráa við lýsandi gulum bløðum og inni í Steinprenti helt tað gula fram í prentunum hjá Zven Balslev og John Kørner og í herligu skallamyndini hjá Hanna Bjartalíð, sum minnir meg á deyðan og at lívið er ein glæsilig veitsla, sum eg eri boðin við í. Tóroddur Poulsen hevur málað nakrar fínar vatnlitamyndir, tað eru tostatrø av ymiskum slagi, eitt grindatostatræ við blóðfargaðum havi. Uppiá hongur ein spildurnýggj framúrskarandi mynd hjá Julie Sass, sum tekur abstraktión upp á eitt hægri støði. Eg gangi løtu seinni inn á gólvið í Bank Nordik – har hava tey fingið tvær stórslignar myndir í kantinuna at hanga, ta einu málaði Hansina Iversen. Tá eg komi niðan í Hoydalar hevur mín yndisgrafittiskrivari sett heilar 3 lepar upp á einum útvaldum stað og har er nógv at lesa og at hugsa um. Í morgin letur Bank Nordik upp fyri almenninginum og leygardagin letur Heystframsýningin upp á Skipasmiðjuni, so nógv er at gleða seg til umframt ta góðu gerandislistina. 

Grindatostatræ

Julie Sass

Tóroddur Poulsen 

Hansina IVersen

John Kørner gjørdi hesi bæði prentini við tveimum føroyingum

John Kørner gjørdi hesi bæði prentini við tveimum føroyingum

Flotta plakatin, sum Tróndur Patursson gjørdi til heystframsýningina

Flotta plakatin, sum Tróndur Patursson gjørdi til heystframsýningina

Grafitti í Hoydølum

Grafitti í Hoydølum

Tað er Fríða Matras Brekku, sum hevur broderað og sett saman nøkur verk í Steinprenti


Altjóða flog og heimlig provinsialisma

Seinastu tíðina havi eg hugsað nokk so nógv um bygdasligheit. Eg havi verið ein fínan túr í Transylvania, sum onkursvegna speglaði mítt egna samfelag uppá fleiri mátar, eisini føroysku bygdasligheitina. Í Listasavninum í Tirgu Mures í Transylvania eru myndir, ið minna um Matisse, Monet, Cézanne, Picasso og Van Gogh, tó at eingin teirra er umboðaður á listasavninum Í Tirgu Mures. Har satsa tey meira lokalt júst  sum vit gera í Føroyum, men har hava tey mongu byggilistarligu stílsløgini og ornamenteringin av kirkjum og miðaldarbýum hóast alt altjóða flog. Í Føroyum hava vit bara lokala, føroyska list og hetta ávirkar sjálvandi samlaða góðskustøðið. Sjálvandi er tað ikki bíligt at keypa ein Van Gogh, men tað er allíkavæl løgið, at vit so at siga bara hava føroyska list í Føroyum. Tað er kanska áhugavert hjá ferðafólki, men hvat við okkum, sum búgva her? Í Føroyum eru listaupplivingarnar avmarkaðar - í øllum førum gerandisdagar. Okkara børn uppliva bara føroyska list, tað er avmarkandi í sær sjálvum, og verður ikki minni avmarkandi av, at føroysk list bara hevur hundrað ár á baki. Spurningurin er so bara um hetta elvir til ein avmarkaðan hugsunarhátt?

Sambært Sprotanum merkir bygdasligur nakað tað sama sum heimføðisligur. Tað er bygdasligt at halda Klaksvík vera meira bygdasliga enn Havnina og óansæð um tú ert í New York, kunnu lokaløkini har eisini tykjast bygdaslig, tí tað liggur til okkum at savnast í yvirskoðiligum bólkingum. Á útlendskum máli verður tosað um provinsialismu og har verður sipað til okkurt lokalt, decentralt, men eisini okkurt, sum er smáborgarligt og stuttskygt. Bygdasligheitin kann eisini vera sjálvsnøgd, býttislig, full av fordómum, men eisini hugnalig og so var Jante, sum vit kenna frá heimskendu Jantelógini í bókini hjá Axel Sandemose “En flyktning krysser sitt spor”, ein bygd. Sosialt tekur Jantelógin útgangsstøði í einum ávísum norðurlendskum varsemi í sambandi við at sipa til egna eydnu ella at hálova eydnuni hjá øðrum. Vit skulu ikki hava tað ov gott ella reypa ov illa, tí dramblæti er falli næst. Og tí er tað lítillætið, sum oftast verður havt á lofti sum allarbesta dygdin t.d. tá talan er um Ingálv av Reyni, sjálvt um hansara stórsligna myndlist er alt annað enn lítillátin. Hon er larmandi, hástór og armveipandi áhugaverd. Tað kunnu vit eitt nú staðfesta í nýggja Bank Nordik bygninginum, har ein stór mynd hjá Ingálvi av Reyni hongur í forhøllini. Bygningurin er ómetaliga væl eydnaður, men fyri nógv er tað provokerandi, at hann ikki er meira lítillátin enn hann er.

 

Orsøkirnar til, at bygningurin skal vera lítillátin hevur eftir øllum at døma okkurt við mangulin uppá Tjóðpall og mentanarbygningar yvirhøvur at gera, og so snýr tað seg um fíggjarkreppuna; bankarnir skulu skamma seg og lata vera við at vera ov flottir, skilst. Eg eri ómetaliga fegin um, at bygningurin er so vakur sum hann er, eins og eg fegnist um øll væl eydnað arkitektonisk verk í mínum heimbýi og í øðrum býum, sum eg vitji. Eg elski at eygleiða perfektu javnvágina og ótrúliga modernitetin í gamla SAS hotellinum í Keypmannahavn, sum Arne Jacobsen teknaði og sum í síni tíð skapti mikla øsing millum fólk, ið hildu, at háhús vóru ódonsk. Sama øsing var aftur, men í minni mát, tá Arne Jacobsen seinni teknaði danska tjóðbankan.

Tjóðbankin í Keypmannahavn

Nú heldur onkur, at rundbygningar og glasbygningar eru óføroyskir, tað kann væl vera, men eg kann vissa øll um, at nýggi Bank Nordik bygningurin hevur altjóða flog. Og altjóða flog eigur at kunna vera føroyskt og vinna á okkara viðføddu provinsialismu, eisini um talan er um ein glasbygning uttan flagtekju. Vit duga ofta at síggja tað, tá útlandið sigur okkum, at okkara listafólk eru fantastisk, tí vita vit, at William Heinesen, Rannvá Kunoy, Eivør, Teitur, Barbara í Gongini, Annika Hoydal, Sunleif Rasmussen, Tóroddur Poulsen, Sakaris Stórá, Eyðun Johannesen, Sámal Blak og fleiri onnur av okkara listafólkum eru framúrskarandi.

Eg haldi, at vit skulu turka dundrið úr eygunum og hyggja at Bank Nordik bygninginum uttan bygdasligar fordómar. Tá ber til at staðfesta, at vit hava fingið eitt ómetaliga væl eydnað arkitektoniskt bygningsverk, sum sømir seg einum høvuðsstaði. Bygningurin liggur framúrskarandi væl og fellur vakurt inn í lendið uppi yvir R.C.Effersøesgøtu, men eg viðmæli øllum at fara inn í bygningin og har uppliva tann jarðbundna, vinarliga, skynsama og opna dámin í rúminum. Her ræður skynsemi og modernitetur, tað sæst á tilfarsvalinum, á tí ljósa trænum og vakra betonginum og á einfalda bygnaðinum, og sjálvt um høgt er til loftið, eru ljóðviðurskiftini góð uttan tað øgiliga ekkóið, sum plagar at fylgja við slíkum umstøðum. Hyggið sjálvi inn á gólvið í Bank Nordik, har er almenn móttøka fríggjadagin 2.okt. klokkan 15-17.   

 

Brot úr einari av mongum áhugaverdum altartalvum í  Brasov

Eitt vakurt gamalt kirkurúm

Ein rundkoyring

Ein rundkoyring

Kirkjuveggur í Brasov

Kirkjuveggur í Brasov

BANK NORDIK - Byggilist og myndlist

Fríggjadagin komandi bjóðar Bank Nordik øllum áhugaðum til móttøku í nýggja høvuðssætinum á Oknavegi í Havn. Her er okkurt at gleða seg til, eg havi eina myndareportasju í Dimmalætting frá bygninginum, sum kemur sama fríggjadag (2.okt). Eg havi sjálv verið eitt lítið sindur involverað í verkætlanini – ikki í byggilistarliga partinum, men eg eri sloppin at velja út nøkur høvuðsverk úr stóra savninum hjá Bank Nordik, ið skulu hanga í nýggja bygninginum. Í samráð við Árna Ellefsen, stjóra, Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen arkitekt og við hjálp frá Magnus Vincent Andersson eru vit farin undir eina tilgongd, har fleiri verk eru umrammað. Úrslitið er heilt fantastiskt. Tá hesar modernaðu myndirnar hjá m.a. Ingálvi av Reyni, Tommy Arge og Sámal Joensen-Mikines sleppa úr teimum tungu gullrammunum, sum tær hingu í, hendir ein sonn revitalisering við teimum. Tað er eins og litirnir ordiliga sleppa framat. Eisini rigga teir gráu listarnir, sum Magnus V.Andersson gjørdi sera væl bæði til myndirnar og modernaða úttrykkið í Bank Nordik bygninginum. Eg seti nøkur myndadømi inn her og viðmæli annars øllum at støkka inn á gólvið í nýggja bygninginum.

 


Ein ólýsandi kensla

Myndir:  www.helsinkikanava.fi

Verkið The Earth Anew Symfoni no 2 hjá Sunleif Rasmussen er uttan iva størsta bragd, sum nakar føroyskur einstaklingur hevur megnað at avrika á útlendskum mentanarpalli. Dimmalætting hevur fingið orð á fagnaða tónaskaldið av Sandi, sum er sera fegin um, at tað gekk so væl við framførsluni av hansara aðru symfoni - eina løtu var hann nokk so nervøs...

Sunleif Rasmussen er fyri stuttum afturkomin úr Helsinki, har The Earth Anew varð frumframførd og mikið fagnað, bæði av teimum, sum tóku lut í framførsluni, men eisini av ummælarum, hvørs rósandi greinir benda á, at symfoniin er serstakliga væl eydnað. Hon er tikin upp á fløgu, sum kemur út um eitt hálvt ár.

 

Sangir um steinar og skapan

Sunleif Rasmussen er føddur og uppvaksin á Sandi fyri 54 árum síðani og tað man ikki vera ov nógv at siga, at hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan tónleik. Tað er til dømis hann, sum skrivaði ta fyrstu operuna og ta fyrstu symfoniina, sum vann norðurlendsku tónleikavirðislønina og sum harvið setti Føroyar á samtíðartónleikaliga heimskortið. Sjálv má eg siga, at Sunleif Rasmussen hevur havt alstóran týdning fyri musikalska dannilsið hjá mær og mongum øðrum. Eg gloymi ongantíð ta ferðina, tá Sunleif fyri mongum árum síðani troppaði upp í Ólavsøkukórinum við "Syngjandi grót", sum var so vónleyst løgin og modernaður, at hampafólk høvdu bestan hug at geva upp at fara heim. Men kórfólk hava eisini ein serligan ans fyri skemti, so tað gjørdist stuttligt og tað endaði við, at sangurin varð framførdur. Fyri meg og onnur við var júst hetta vakra, stilla verkið ein opinbering at hoyra, og tá Sunleif Rasmussen í 2009 stjórnaði Ólavsøkukantatina, ið tvinnaði fortíð og nútíð saman í eini framførslu á Tinghúsvøllinum við kórsangi, kingosangi, kvæði, solosang við percussion, elgittar og elektroniskum tónleiki, vóru tey flestu samd um dygdirnar hjá tónaskaldinum. Hann hevur m.a. skrivað nøkur av teimum bestu føroysku kórverkunum. Sangir sum "Skærur vindur", "Gras", "Kvøldvísa" um Summarmála", "Døgg" og "Við eina vøggu" eru framúrskarandi og varandi verk. Tað síðstnevnda skrivaði Sunleif Rasmussen til yrking hjá Karsten Hoydal, ið endar við fyrijáttandi reglunum "tá út í oyðu flúgva orð/ at skapa alt av nýggjum". Skapan og endurskapan er sostatt eitt evni, sum Sunleif Rasmussen hevur fingist við evnisliga áður. Eg havi spurt hann nakrar spurningar og byrjaði við at spyrja hvussu tað kendist at sita har í stóra, nýggja konserthúsinum í Helsinki og lurta, meðan eitt heilt symfoniorkestur, eitt stórt manskór og heimskendir solistar tulka tað, sum hann hevur brúkt ár um at skriva.

 

Uppskakandi frumframførsla

SR: Tað kendist sera nervapirrandi! Lat meg bara siga tað sum tað er, at frumframførsludagurin var mentalt sera buldrutur. Eina løtu helt eg, at alt eg hevði gjørt, var nakað lort. Tosaði við Michalu (t.e. Michala Petri) um tað, og hon meinti, at tað var allur ivin í skapanartilgongdini og arbeiðinum við symfoniini, ið samlaði seg júst hendan dagin. Men allir tónleikarar, sangarar, solistar og dirigentur komu við jaligum meldingum, so eg hevði í veruleikanum einki at ræðast. Tað er ein ólýsandi kensla, at merkja øll hesi menniskjuni gera sítt allar besta til tess at geva nýggja verkinum lív. Kann ikki forklára slíka kenslu!

sunleif2.jpg

KP: Kanst tú greiða frá tilgongdini í sambandi við nýggja verkið. Hvussu ber tað til, at tú fekst hesa uppgávuna?

SR: Eg var staddur í London, har BBC Symphony Orchestra spældi eitt av mínum verkum undir leiðslu av John Storgårds. Aftaná konsertina spurdi hann um eg hevði hug at skriva symfoni nr. 2, um hann og Helsinki Filharmonikararnir bíløgdu hana! Og svarið var sjálvandi játtandi, beinanvegin! Hann hevði eisini hugskoti til at symfoniin skuldi verða eitt tvíburðaverk til verkið “Kullervo” eftir Sibelius. Hetta verkið er skrivað fyri stórt orkestur, mannskór, ein sopran og ein bariton solist. Hugskotið at skriva til tekstir úr Edduni var eisini hansara. Storgårds hevur nú verið høvuðsleiðari fyri Helsinki Filharmonikararnar í skjótt 8 ár, og tá ið hann tók við, setti hann sær fyri at bíleggja nakrar symfoniir. Áðrenn meg hava ávikavist danska tónaskaldið Per Nørgård og bretska tónaskaldið Peter Maxwell Davies skrivað eina symfoni hvør.

 

Heimsins skapan

KP: Heimsins skapan, undirgangur og endurskapan eru ikki hissini evni at taka upp listarliga, og eg billi mær inn, at tað hoyrist á tónleikinum, teirri vulkansku byrjanini, at tær mongu uppafturgangandi tónarøðirnar minna um spríkjandi gosfjøll. Er tað ein tilvild, at eg fái tílíkar nattúruassoiatiónir ella hevur tú hugsað tilvitað um hetta?

SR: Ja, eg havi hugsað nógv um hvussu tónleikurin skal vera. Tað var skjótt eg datt fram á tekstir um Yggdrasil, lívsins træ, og við tí kom eg fram til, at symfoniin skuldi snúgva seg um at vera menniskja á jørðini. Eg eri av tí romantisku fatan, at menniskja og náttúra eru eitt og tað sama. At vit eru náttúrunar børn. Náttúran hevur síni gosfjøll og menniskjan hevur síni. Innan í okkum menniskjum eru verjuskipanir (t.d. immunverjan), og uppaftur aðrar skipanir, ið loypa á verjuskipanina, og soleiðis eisini í menniskjans sálarliga og sosiala lív. Fyri mær var tað umráðandi at fáa fram tey ekstremu útmørkini. Myrkrið og ljósið, og bæði í senn. Tað ógvusliga og ljóta, og blíða og vakra. Og at hetta skuldi vera so víðgongt, sum eg nú einaferð evnaði at gera tað. Sera vakurt, sera myrkt, og sera ógvisligt osfr. Og eisini lá tað mær á sinni, at fáa føroyska kvæða og kingotónan inn í melodiska tilfarið. Hetta tí tað er partur av aldargamlari tónleikatraditión, líkasum Edda-tekstirnir.

Lyriskt og episkt verk

Eg nevni, at verkið í ógvisligheit næstan minnir um Carmina Burana hjá Carl Orff, sum er bygt á 24 yrkingar frá miðaldarsavninum Cantiones profanæ cantoribus et choris cantandæ comitantibus instrumentis atque imaginibus magicis og spyrji Sunleif um ikki okkurt er, sum minnir um, sjálvt um The Eart Anew er heilt øðrvísi enn Carmina Burana, og Sunleif gevur mær rætt í, at hansara verk á sama hátt er lyriskt og episkt um somu tíð og síðani spyrji eg hann hvaðani hugskotini koma til hansara verk.

SR: Tað er tað tey nevna, “ein góður spurningur”. Eg síggi skapandi tilgongdina, sum eina ferð, ið gevur inntrykkum úttrykk. So helst er skapandi tilgongdin eitt úrslit av upplivingum og lívsroyndum. Hetta er sera torført at greiða frá. Fyrst fái eg eina heildarmynd av verkinum. Hon er bæði sera óítøkilig og ítøkilig í senn. Ein ímynd av heild, men uttan smálutir. Síðan kemur ein intuitiv tilgongd, har tónleikatilfar verður funnið og skrivað. Skrivingin er sera konkret, har verða smálutirnir settir saman til eina heild. At finna loysnir á praktiskum spurningum, og á skapanrsíðuni er eitt ping pong spæl millum intuitión og konstruktión.

Modernað primitivisma

KP: Ummælarar og viðmerkjarar undrast á og fegnast um ógvusligheitina í nýggju symfoniini. Eg dugi ikki serliga væl finskt, men gjøgnum google translate havi eg funnið út av, at finski ummælarin Hanu Ilari Lampila er hugtikin, hann heldur symfoniina vera spektakulera og manandi við vulkanskari megi. Í Helsingin Sanomat skrivar hann, at The Earth Anew umboðar eina modernaða primitivismu, har náttúran er í øllum, og so heldur hann, føroyski upprunin hjá tónaskaldinum hoyrist. Ert tú samdur við honum í hesum?

SR:  Sum eg svaraði tær í øðrum spurningi, so havi eg medvitað nýtt tónatilfar, ið líkist kvæða- og kingoløgum, tó uttan at man kennir nakað ávíst lag aftur. Og er hetta helst orsøkin til orðingina “Modernað Primitivisma”, um man sær gomlu kvæða og kingoløgini sum primitiv, men her latin í modernaðan ham. Hetta er gott hoyrt og beinrakið skrivað av ummælaranum, tí tað hevur verið mín ætlan. Hendan symfoniin er tí meira føroysk um tú vil, enn tann fyrra, har eg royndi at fjala allan føroyskan uppruna. Leggjast kann aftrat, at kvæða- og kingoløgini vóru amboð at utvinna eitt annað og meira sofistikerað modernistiskt tónamál.

 

Góður tónleikur at syngja

KP: Sangarin Bo Skovhus heldur, at tín tónleikur er góður fyri røddina at syngja, er hetta nakað, tú leggur dent á, tá tú skrivar tónleikin?

SR: Ja, tað er vist. Summi tónaskøld verða løgd undir at skriva óneyðuga torført fyri røddina. Men eg kenni eitt sindur til sangteknikk, og kann tí skriva torføran, men sangbæran tónleik fyri røddir. Báðir solopartarnir vóru sera torførir, men skrivaðir við sangtekniskum brillum. Koloratursopranurin, tann heimskenda Cyndia Sieden segði, at hetta var ein av torførastu leiklutum, hon hevur sungið, men sjálvt tann ringasti tónin lá so væl, at tað kendist lætt hjá henni. Eisini var tað sera heppið, at eg fekk fríðar hendur frá orkestrinum at velja sangarar, so eg kundi hava hesar ávísu sangarar í oyrunum, meðan eg skrivaði. Tað sama hildu kórsangararnir og dirigentur teirra. Tónleikurin er torførur men sangbærur.

 

Byrjanin

KP: Nær byrjaði tú at skriva tónleik og hví?

SR: Mamma mín hevur altíð sagt, at um hon skuldi hava meg at gerast róligan, tá eg var pinkubarn, var bert neyðugt at seta tónleik frá. Men tað, eg minnist best var, at í sjeyti árunum kom ein ungur maður úr Fuglafirði at verða læraravikarur á Sandi. Hann búði hjá okkum. Hesin Jónsvein Poulsen sáli spældi trombon í Fuglafjarðar hornorkestrið og hevði spælt bass í Sillyboys. Hann lærdi meg at spæla eitt sindur á gittara og lærdi meg nótar. Her byrjaði áhugin fyri tónleiki av álvara. Og við hesum fekk tónleikurin av álvara tak á mær. Fekk við hesum eisini førleika at festa tónleik á blað, og var tað í hesari tíðini, tá eg var umleið 15 ára gamal, at eg byrjaði at skriva tónleik.

KP: Hvussu gert tú, tá tú skrivar tónleik? Situr tú við klaverið ella telduna ella samstarvar tú við tónleikarar?

 SR: Fyrstu tankarnir eru sera abstraktir, men geva eina heildarmynd av verkinum. Síðan brúki eg klaverið rættiliga nógv at finna fram tónatilfar. Um eg ikki skrivi fyri klaver ella sang, brúki eg klaverið sera lítið í tilgongdini at skriva tónleikin. Teldu brúki eg bert at reinskriva tónleikin. Mær dámar sera væl at samstarva við tónleikarar, antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Í symfoniini óbeinleiðis, hetta tí eg kendi tey ikki persónliga, men eg kendi sum sagt væl sangrøddirnar.

 

Íblástur

KP: Fært tú íblástur frá øðrum tónaskaldum ella øðrum tónleiki?

SR: Eg fá íblástur alla staðni frá. Eisini frá øðrum tónaskøldum. Eri eitt gjøgnumført hoyri/lurti menniskja. Longu sum barn minnist eg, at eg lá í síða grasinum og lurtaði eftir ljóðum. Ljóðum, ið vóru tætt hjá og eisini fjarum ljóðum. Men eg kann eisini umseta tað eg síggi til tónleik. T.d. havi eg altíð verið sera hugtikin av ljósspælinum í vatni og sjógvi. Síggi tað sum eitt sera kompliserað rútmuspæl.

KP: Er onnur list enn tónlistin av týdningi fyri tín tónleik?

SR: Av aðrari list havi eg altíð fingið íblástur av at lesa yrkingar, og hyggja eftir málningum.

 

Avbjóðandi tónleikur

KP: Tú byrjaði innan tann sonevnda rútmiska tónleikin, hevur hetta nakran týdning ella ávirkan í mun til tann tónleikin, tú skrivar í dag?

SR: Ja, eg hugsi meira medvitað um, at geva tónleikinum eitt rútmiskt “drive”. Hetta hoyrist í stórum pørtum av nýggju symfoniini, og kemur at hoyrast meira og meira í framtíðar verkum.

KP: Samtíðartónleikur kann vera avbjóðandi fyri áhoyrarar og eg veit, at fólk hava ógvast um tín løgna tónleik í øllum førum fyrr í tíðini. Hugsar tú nakrantíð um áhoyrararnar, tá tú skrivar tónleikin? Hvat skal áhoyrarin gera fyri at fata tín tónleik?

SR: Eg hugsi ikki um áhoyrarar í skapanartilgongdini. Tá hugsi eg um at gera eitt hugskot til veruleika. Men sum heild havi eg altíð áhoyrarar í huga. Munur á list og brúkslist er, at listin vendir sær til hin einstaka, meðan brúkslistin vendir sær til eina ávísa fjøld. Tó so, at eg sum listamaður ynski, at so nógvir einstaklingar sum til ber dáma min tónleik. Eg haldi, at mín tónleikur onkursvegna er sum tilveran og náttúran, sera kompleksur. Og mín tónleikur hevur sítt egna tónamál, so áhoyrarin noyðist at læra seg, ella ogna sær hetta tónamálið, við at lurta eftir tónleikinum umaftur og umaftur. Fleiri og fleiri halda tó, at mín tónleikur, hóast kompleksur, er blivin meira áhoyraravinaligur, um tú vil. Haldi ikki at man skal gera sær tankar um at fata tónleik, tí tónleikur er rein abstraktion. Í grundini er eitt opið og fordómsfrítt sinni helst besta amboðið, at lurta eftir mínum og líknandi tónleiki við.

 

 

 

 

Mentan og list fáa eina kerliga hond

Í síðstu viku varð eitt samgonguskjal undirskrivað við gleðiliga nógvum tilsipingum til lista- og mentanarøkið, sum kundi bent á, at lista- og mentanarøkið endiliga fer at fáa ta virðing, sum økið hevur uppiborið. Vit hava eisini fingið ein spildurnýggjan mentamálaráðharra. Hon eitur Rigmor Dam.

Rigmor Dam er 43 ár og úr Havn, hon er útbúgvin lærari, men hevur í mong ár starvast sum blaðfólk, m.a. á Sosialinum. Fyri nokk so nógvum árum síðani vóru vit starvsfelagar á útisetablaðnum Oyggjaskeggja, sum helt til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Har var Rigmor ritstjóri, tá hevði hon forrestin við nokk so nógv kreativ fólk at gera, umframt yvirritaðu vóru í minsta lagi tríggir yrkjarar og rithøvundar í blaðbólkinum. Nógv ár eru runnin í ánna síðan, og síðstu fýra árini hevur Rigmor sitið í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin og hesi árini í andstøðu er hon vorðin kend sum tað slagið av politikara, sum ikki er bangin fyri at halda fast uppá síni hjartamál. Hon er Havnarkona við stórum H og Javnaðarkona við líka stórum J - abbin eitur ikki Petur Mohr Dam fyri einki, men list og mentan er henni somuleiðis í holdi borið, hon hevur fingið tónleikin inn við móðurmjólkini, tí tað er eftir ommuni, klaverleikaranum Rigmor Restorff Rasmussen, at hon er uppkallað, hon kemur frá einum heimi við klaver og listarligum og politiskum tilviti. Men umframt slekt og alt hatta har, so er Rigmor Dam í grundini ein serstakliga list- og mentanaráhugaður persónur, sum í heilum sæst til sjónleikir, framsýningar, upplestur, konsertir osfr.

 

 

Trongir til eina kerliga hond

 

Tá eg tosaði við hana í telefon, helt hon fyri, at listaumhvørvið trongir til eina kerliga hond, tí tað hevur verið forsømt leingi. Sostatt vísir hon, at hon og samgongan hava í hyggju at halda orð viðvíkjandi ætlanunum í samgonguskjalinum um at hækka listastuðulin. Men tað er fyrst og fremst samskifti, sum nýggi mentamálaráðharrin tosar um, Rigmor Dam heldur, at hennara týdningarmesta uppgáva er at stinga fingurin í moldina, seta seg í samband við fólk, lurta eftir fólkunum í listaumhvørvinum og hoyra teirra meiningar og tørv, men hvør verður fyrsta uppgávan: “Nú fari eg fyrst og fremst at vita hvat gongur fyri seg í mentamálaráðnum, hvørji mál liggja á láni osfr.Tað ber ikki til at koma har sum ein bulldosari, eg má spyrja meg fyri fyrst.”

 

 

Framfýsnar ætlanir

 

Hon ljóðar hólig, landsstýriskvinnan í mentamálum, men ætlanirnar eru sera ambitiøsar og fevna eitt nú um eina neyðuga umskipan av Kringvarpsgjaldinum. Tað gjørdist greitt, at hetta er alneyðugt, nú privatisering av Kringvarpinum var uppi at venda í fyrrverandi samgongu. Rigmor Dam er sera spent uppá at byrja arbeiðið í landstýrinum og serliga at vera ein partur av samgonguni, sum hon sjálv lýsir sum eina sera framfýsna og progressiva greipu, sum raðfestir list frammarlaga.

 

List og mentan raðfest

 

Og tað sæst longu á samgonguskjalinum, kanska serliga á fylgiskjalinum, at list og mentan verða raðfest: “Mentan og miðlar. Samgongan vil stuðla frælsari list, dygdarlist, listaspírum og frælsu pressuni, sum átaka sær at bjóða veruleikanum og valdinum av. Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt. Føroyska málið verður stimbrað, og málpolitisk tilmæli verða sett í verk. Framleiðsla av tilfari til børn á føroyskum verður raðfest. Vit skulu hava ein greiðan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, og teknmál skal viðurkennast sum móðurmál hjá deyvum og hoyriveikum. Miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast. Samgongan vil uppraðfesta játtanina til mentanar og listastuðul umframt at umskipa stuðulin og fyrisitingina av honum. Tá tað almenna byggir, verður ávísur brotpartur av íløguni markaður til listprýðing. Filmsgrunnurin skal halda fram, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk. Musikkskúlatilboðið skal styrkjast, og arbeiðast skal við at stovna listaskúla fyri ung. Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi”

 

Mentanin størri virðing

Vit eru als ikki von við at vera forkelað við mentanar- og listaumrøðu í samgonguskjølum, so eg haldi, at vit mugu fegnast nú tað tykist sum, at økið endiliga fær størri virðing ikki bara frá nýggju landstýriskvinnuni, men eisini frá allari samgonguni. Hesin varhugi varð váttaður, tá tann eini av floksformonnunum, Høgni Hoydal undir framløguni av samgonguskjalinum tosaði um mentan og list, hann hevði yrkislistina á orði og hann nevndi bæði Symfoniorkestrið og Tjóðpallin og hetta má alt fatast sum eitt positivt signal. Men nýggi mentamálaráðharrin hevur rætt í, at listaumhvørvið sum heild treingir til umskipan, stuðul og fokus. Tað er harðliga tiltrongt. Vit fara at ynskja landsstýriskvinnuni í mentamálum góða eydnu og góðan byr. 

 

Veitslan; - Øvuta kvøldmáltíðin

Vit hava hoyrt um Veitsluna í miðlunum, og í eina tíð hava vit eygleitt hesi hugagóðu fólkini, lærd og leik, sum hava ætlað sær at skipa fyri veitslu í lutfalsliga nýggja mentanarskálanum Løkshøll í Runavík. Tað er illa framkomandi fyri akførum, nú tað nærkast frumsýningartíð, og í ganginum og inni á Bókasavninum við Løkin, har hin virkni Svend saman við Ásbirni og Pæturi fær alt at glíða, er tjúkt í fólki. Hevur tú hug á onkrum søtum undir góman ella einari øl, so eru stundir til tað, og tað kennist hesa løtuna, sum speirekandi urbana bergmálið úr miðstaðnum - um turrgelda bíbliubeltið - er horvið sum døgg fyri sól.

Tórbjørn Jacobsen

Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær. Tað kennist í rákinum og sjóðanini millum manna, at hepna verkætlanin og mentanaríløgan Løkshøll í kvøld fer at forloysa eina megi, sum onkursvegna hevur ligið bundin niður síðani vælmaktsdagarnar í Glyvra bio. Havi ikki lisið handritið enn, tíansheldur sæð kykmyndina, men hesa løtuna kenni eg á mær, at býurin í kvøld fer at missa sín jomfrúuliga moydóm aftur. At list á høgum stigi aftur gerst ein partur av kringumstøðunum, og tørvur er sanniliga á tí, skal býurin gerast ein býur ímillum aðrar býir. Tað fer ein flógvur ylur niður ígjøgnum mergin á mær. Eri saman við so mongum øðrum ein sera fegin maður, nú grindin inn í sjálva høllina verður latin upp á víðar veggir. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, og fólk eru komin úr øllum landinum, úr ymsum heraðshornum, til eina rára og komandi stórhending.

Kulturredaktørurin Kinna hevur heitt á ein leikmann um at bera tykkum sína eygleiðing hetta kvøldið, av leiki og huglagi, tí fær hon ikki eitt professionelt ummæli, soleiðis sum ein listarligur serfrøðingur kundi togað og drigið træðrirnar uppúr og sett teir saman aftur, úr komplexa høpinum, litterert og leiklistarliga, og sum vit leikfólk ongan ástøðiligan møguleika hava fyri at skyna á og seta orð á. Tí skal hetta ikki takast fyri meiri enn tað, sum ein miðal hampa áskoðari í fullsettari høll fekk burturúr substansielt og í undirhaldi.

 

Heilaga kvøldmáltíðin

Symbolikkurin sker í eyguni í somu stund, sum pallurin kemur undan kavi. Eitt langborð við 13 stólum. Ein nýtestamentligur gjóstur fer ígjøgnum kroppin. Verður hetta pallurin á ella í pallinum, har hitt viðkvæma, oyðandi og sálarliga drepandi fyribrigdið, kynslig misnýtsla av børnum, verður sett í perspektiv? Fái hesa løtuna accosiatiónir til frægu altartalvuna hjá navnanum Torbjørn Olsen í Haldarsvíkar kirkju, - og Da Vinci málningarnir í suðurlondum, av heilagu kvøldmáltíðini, verða manaðir fram handan skallabeinini hesa løtuna. Tað er eyðsýnt, at Marita leikstjóri og senografurin Tormod hava latið seg inspirerað av einum tvey túsund ára gomlum og mikið kendum palli, nú leikstjórin skuldi viðgera eitt evni, sum vit øll vita er ein skitin og skaðiligur partur av okkara menniskjansligu og samfelagsligu undirskóg. Eisini á okkara leiðum. Eitt ovurstórt vandamál, ið nógv fokus er á í okkara tíð, og sum hevur gott av at vera visualiserað ígjøgnum listarligu sjóneykuna hjá einum yrkisleikstjóra, saman við leikum og lærdum leikarum á palli.

 

Føðingardagsveitsla

Tað er føðingardagur. Hin rímiliga múgvandi Helgi, ið hevur otað seg upp ígjøgnum kapitalistiska systemið, við egnari megi, og er komin til fæ, ognir og vald, fyllir ár. 65. Ongin ivast um hansara tamarhald á støðuni. Formaliseraður sum yvirklassadrongur í eini frímúraralosju. Alt sær so tilforlátiligt og kliniskt reint út á skræðuni, hann er harrin í húsinum, aristokraturin, fjølskyldunnar patriarkur, sum øll laga seg eftir, og hvørs boðum øll onkursvegna rætta inn eftir. Helgi situr har so tilknappaður. Rankur, við einum eitt lítið sindur hoverandi andlitsbrái. Hetta er sonurin, maðurin, pápin, verfaðirin og abbin. Og hansara slóðir tykjast so ovurreinar. Komi at hugsa um timburmannin úr Nazareth, sum segði við hin ivandi Tummas (Jóhannes 14;6): “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” Kortini skurrar okkurt í huglagnum frá byrjan, sum ber boð um, at veitslufólkið gongur í einum ørandi minubelti, har alt kann henda.

 

Ein sannleiksrøða

Atferðin hjá summum teirra, ið eru veitslugestir, er so sjáldsom, at her ruggar ikki alt rætt. Sálarligur, etiskur og moralskur misvøkstur rýkur frá pallinum niðan í auditoriið, har ein støðugt forvitnari áskoðarafjøld nú rættiliga er vorðin partur av leikinum. Sonurin Mikkjal var ikki boðin, men kom kortini. Atburður hansara ávarpar frá byrjan hví so er, og táið hann og konan Maria tveita dressið og skekarnar av sær, og fara undir eina kynsliga samlegu á pallinum, og fáa fulnað bæði, í eini orgasmiskari eksplosión, júst sum føðingardagurin skal byrja hvørja løtu, tekur hvørt eftir øðrum. Familjunnar Jesus-figurur, sum situr miðskeiðis fyri langborðinum, við seks fjølskylduapostlum hvørju megin við, dragnar í mæti, tá sonurin Kristian tekur orðið. Tað, sum skuldi verða tann stóra løtan, táið elsti sonurin í besta veitslulagi skuldi hevja faðirin upp til skýggini, gerst byrjanin til ein fullkomnan ruðuleika, sum ongin aftur fær tamarhald á. Hann sigur seg hava skrivað tvær røður til hátíðarhaldið hjá pápanum, eina á eitt grønt ark og hina á eitt gult, og patriarkurin sleppur sjálvur at gera av, hvørja røðu sonurin skal flyta fram. Hann velur ta grønu, og tað er byrjanin til, at eldur veksur úr eimi. Ragnarrokið byrjar, tá avdúkingin verður borðreidd fyri allari familjuni, fyri opnum tjaldi, at pápin støðugt og áhaldandi misnýtti børnini kynsliga, m.a. Kristian og dóttrina Lindu, í uppvøkstrinum. Í einum splittsekundi er Jesus-figururin í familjuni vorðin ein øvutur Frelsari, sum hvørki er vegurin, sannleikin ella lívið, men heldur ein perfidur pædofilur grísur, og onkursegna kennist tað sum at veitslunnar Judas, sonurin Kristian, átekur sær frelsaraleiklutin, og gerst tað stóra órædda sannleikavitnið. Og tað er ikki kostnaðarleyst.

 

Upploysn

Snildisliga er leikurin lagdur inn í eitt føroyskt veitsluhuglag, áskoðarin kennir seg aftur í miljønum, tí fá duga so væl at halda veitslu, og at ballast saman, sum føroyingar, við røðum, práti og serliga felagssangi. Onkur er í føroyskum tjóðbúna, og alt hetta brigdið verður fullgjørt, táið hin dementi abbin (ein vælleikandi Sonne Smith) upp í saman aftur, sum í 90ára føðingardegnum, er fult og heilt avmarsjeraður við sínum tápuligu og ørvitiskendu enturtøkum. Tað gongst illa hjá borðfútanum at halda skil á eskaleringini í høpisloysinum, drukkið verður til ta stóru medaljuna, og hóast hann skipar fyri einum roykisteðgi, einum andarhaldi í ørskapinum, sum kanska kann fáa veitsluna á rættkjøl aftur, so verður so nógv konsumerað av tí váta slagnum, at onki tamarhald er á nøkrum longur. Alt fer í upploysn. Nú veit eg ikki hvussu nógv teir veruligu lærusveinarnir høvdu drukkið fyri 2 túsund árum síðani, men tú fært ikki latið vera við at hugsa um Lukas 22;45: “Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega.”

 

Avdúkað rot

Hetta er leikurin um kynsligu misnýtslu teirra vaksnu av børnum og ungum fólki. Sannleikin er ofta illa lýddur, verður tikið til, og táið Kristian (avleitt navn av Kristusi) skræðir mascaruna av pápanum, og hesin áður so perfekti samfelagsborgarin stendur spillnakin eftir sum eitt skarn, sum hevur verið atvoldin til so miklan trega hjá børnunum, at dóttirin Linda m.a. tók lívið av sær, tá sæst inn á rotið bein aftur, tá opinberast fyri okkum ein menniskjansligur veikleiki, ið vit øll mega fyrihalda okkum til, og sum vit sum samfelag mega gera alt fyri at lúka burtur – verandi og komandi uppvaksandi ættarliðum til frama. Leikurin sýnir serstakliga væl hvørji kor sannleikin hevur í mun til t.d. eitt familjuhierarki. Fleiri teirra í veitsluni kenna sannleikan, men látast sum um, at hendan deyðssyndin ikki er til í umhvørvinum, og avdúkaði alfaðirin brúkar tað vanliga psykopatiska afturmaningarkynstrið, í royndini at liva víðari, sum um onki var hent, táið hann undir fýra eygum roynir at knúsa avdúkandi sonin við einum psygologiskum knock-outi, men tað miseydnast partvíst ella heilt. Sympatiin liggur hjá sannleikanum og soninum, sum gerst uppaftur máttmeiri, táið deyða dóttirin og systurin, í einglalíki, kemur ímillum teirra aftur eina løtu, og velur lívið hinumegin deyðan, heldur enn at liva við ræðuligu faðirligu misbrotunum jarðarmegin lívið.

Bráðliga er leikur lokin, og eg spyrji konuna eftir klokkuni. Slakir tveir tímar eru spolaðir uppá lívshespuna hesa løtuna, og kortini kendist tað ikki so, hetta var bara sum eitt splittsekund, tí megin í leikinum hevur fult og heilt sogið teg inn í sítt egna univers. Tað kennist á fjøldini, at fyriskiparar og leikarar hava rakt í solar plexus. Totalt. Eitt serstakliga viðkomandi evni er sett á pall, og pallurin í ella á pallinum er hegnisliga valdur, tí fá kenna sum føroyingar meginmyndirnar í bíbilskum tekstum. Øvuta kvøldmáltíðin er komin at enda.

Allir leikarar, ongin nevndur og ongin gloymdur, komu serstakliga væl frá sínum leiklutum. Eftir at hava sæð leikin, havi eg lisið handritið, sum Kristanna Winther Poulsen hevur týtt úr donskum, og tað er hon komin væl frá, men at tað hevur eydnast Maritu Dalsgaard at fáa so stóra list burturúr hesum handritinum, tað sigur ikki so lítið um hennara framúr evnir sum leikari og instruktørur. Av 6 møguligum gevi eg sum leikmaður og vanliga óvitandi áskoðari leikinum 6 stjørnur. Ikki minni fegin eri eg um, at vit á Skálafjørðinum við hesum leikinum hava lyft okkum upp í eina heilt aðra listarliga sferu enn frammandunan, bara mentanarskálanum Løkshøll og hjáliggjandi mentanarstovni-num, Bókasavninum við Løkin, fyri at takka.

Hetta er leikurin, ið øll eiga at síggja.

 

Listarlig herbúgving

Ein hugleiðing um listina undir ABDH

Valúrslitið gjørdi tað greitt, at vit fáa eina stjórnarlagsbroyting í Føroyum nú meirilutin av føroyska fólkinum eftir øllum at døma hevur vent høgravenda, borgarliga rákinum bakið. Vit fara at hyggja í bakspeglið og líta aftur á tíðina til tess at kanna hvat høgrarákið førdi við sær á listarliga økinum.

nnan lista- og mentanarøkið vóru árini saman við ABDH samgonguni - ella sum hon rættiliga skjótt og kreativt varð doypt av politiskum mótstøðufólkum; BADH samgongan - merkt av øktari aktivismu og list við politiskum boðskapi. Hetta er partvíst knýtt at gongdini í heiminum, øktu politiseringini av mentanini og mongu mótmælunum, sum komu í halaferðini á fíggjarkreppuni.  

 

 Pussy Riot

Vladimir Putin var settur í forsetaembætið í Russlandi á vári í 2012 og við honum komu strangari lógir, sum raktu grundleggjandi mannarættindi. Í Russlandi mótmæltu tey, men tá feministiska listakollektivið Pussy Riot skipaðu fyri happening inni í teirri ortodoksu Kristkirkjuni í Moskva, var tað ovboðið hjá russiska stýrinum, sum handtók tríggjar limir í bólkinum fyri óflíggjaskap (hooliganismu). Improvisatoriski punkbólkurin Pussy Riot var grundlagdur í Moskva í august 2011, tríggjar mánaðar áðrenn Bjørn Kalsø gjørdist mentamálaráðharri í Føroyum undir aðru samgonguni við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni. Handtøkan av Pussy Riot fekk nógv uppmerksemi kring heimin, tí tað snúði seg um so grundleggjandi rættindi sum talufrælsi, politiskt og listarligt frælsi. Ein rúgva av listafólkum um allan heim stuðlaðu Pussy Riot og kravdu, at tær tríggjar, Maria Aljokhina, Jekaterina Samutsevitj og Nadjesjda Tolokonnikova skuldu leyslatast. Listabloggurin bjóðaði øllum føroyskum listafólkum til eisini at stuðla og sýna samhuga og ein rúgva av listafólkum vóru við í tiltakinum, sum endaði við einari framsýning, ið Inger Smærup Sørensen skipaði saman við Amnesty Føroyar og sum læt upp í Stephansons Húsi á Kongabrúnni í Havn 12. oktober 2011 Tey mongu mótmælini kring allan heim løgdu trýst á Putin og Pussy Riot blivu leyslatnar, men tað tók sína tíð. Úr fongslinum skrivaði síðstnevnda opið bræv til slovenska filosofiprofessaran og mentanarkritikaran Slavoj Zizek"Tú siterar Marx: ein sosial skipan, sum koyrir føst og rustar kann ikki yvirliva. Men her eri eg í gongd við at arbeiða mína fongsulsrevsing av í einum landi, har tey 10 fólkini, sum stýra størstu sektorunum innan fíggjarkervið, øll hoyra til elstu vinirnar hjá Vladimir Putin. Onkrum hevur hann lisið saman við, onkrum hevur hann íðkað ítrótt saman við og aðrir aftur eru gamlir KGB-starvsfelagar. Er hetta ikki ein sosial skipan, sum er koyrd føst? Er hetta ikki ein feudal skipan?" https://www.youtube.com/watch?v=ALS92big4TY

 

Listin og LGBT

LGBT Føroyar rørslan er nógv vaksin síðan stovnanina í 2011 – tað var longu í 2003, at Friðarbogin, felag fyri føroysk samkynd, var stovnað, men rørslan hevur av álvara fingið ind í seglini síðstu árini við Eiler Fagraklett á odda. Annars hevur Ole Wich arbeitt nógv og leingi móti føroyskari homofobi í listarligum verkætlanum sum t.d. homoFObia frá 2006, ið var partur av einari størri verkætlan á heimasíðu hansara. Men tað var altso undir ABDH samgonguni, at samkynda sakin gjørdist mainstream í Føroyum; 27. juli 2012 tóku meira enn 5.000 fólk lut á teirri triðju Faroe Pride skrúðgonguni í Havn. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal framførdu. Dagin áðrenn læt framsýningin Hvat er natúrligt? upp í hølunum hjá Østrøm á Skálatrø, ið tvinnaði altjóða gransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa samkynd- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Framsýningin og fyrilestrar um samkyndleika í list og bókmentum var ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt fyribrigdi í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið. LGBT hevur støðugt brúkt tónleik og list í stríðnum fyri hugburðsbroytingum og á framsýningini luttóku Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Astrid Maria McDonald, Beinta av Reyni, Ditte Mathilda Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrikur á Heygum, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen, Herdis Jakobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen og Silja Strøm. Eitt av teimum luttakandi listafólkunum, Hansina Iversen flutti seg frá sínum vanliga nonfigurativa myndamáli við lýsandi, dekorativa málninginum av tveimum ásttiknum flugum, appilsinreyðar á knallgrønari grund við bjørtum gulum kanti. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir umorðaði eitt myndevni hjá Williami Heinesen í síni mynd av tveimum litføgrum, forelskaðum ryssum, og Marianna Mørkøre fekk eitt hjarta burtur úr síni fínu grafisku lýsing av vespum. Hesi verkini og onnur við vórðu bíløgd til framsýningina, sumviðgjørdi og fagnaði fjølbroytni.

 

Listaboykott

Á fíggjarlógaruppskotinum ABDH samgonguni skiltist, at nýggi mentamálaráðharrin hevði í hyggju at fremja eina skerjing av játtanini hjá Mentanargrunni Føroya uppá 20 prosent. Og meðan listafólk ógvaðust um støðuna, sóust myndir av mentamálaráðharranum á bókamessu í Göteborg í flottum selskapi við júst somu rithøvundum og listafólkum, sum hann hevði í hyggju at minka stuðulsmøguleikarnar hjá. Reaktiónin kom í fleiri umførum. Í Degi og Viku fríggjakvøldið 2.november 2012 mæltu Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen til einki minni enn eitt listaboykott. “Har er einki samsvar er millum hvat listafólkini gera fyri Føroyar og hvat Føroyar gera fyri listafólkini" helt Sunleif Rasmussen m.a. og Teitur Lassen tók undir við honum í einum boykotti av almennu Føroyum. Sunleif mælti øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyr til tess at mótmæla skerjingunum av íløgum landsins í mentan og list:Vit vilja ikki luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!”. Tá danski forsetismálaráðharrin Helle Thorning-Schmidt var í Føroyum nýttu Sunleif og Teitur høvið at skipa fyri einari happening í Sandagerði 19.juni í 2013, ið var hugsað sum eitt mótmæli undir herrópinum: Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum! Listaboykottið, ið fevndi um tiltøk, ið vóru fyriskipað av landsstýrinum, fekk undirtøku av langtyvir hundrað listafólkum og vardi í meira enn tvey ár, tað var avblást 15.januar í 2014, og tá var horvna mentanarmilliónin komin afturíaftur.

Jan Andersson tók myndina

 Eistrastríðið

Í november 2012 luttók Tóroddur Poulsen í einari listaframsýning í Steinprenti við steinprentum í bókini Avbyrgingar og í hesum sambandi gjørdi Finnur Koba eina samrøðu við hann til Dag og Viku, har listamaðurin hótti við at skræða nossini undan mentamálaráðharranum, skuldi hesin ditta sær at koma til framsýningina, og hetta varð nógv viðmerkt millum fólk. Tá Tóroddur Poulsen stutta tíð seinni fekk mentanarvirðislønina handaða í Spaniastovu í Klaksvík, mundu fleiri stuttleika sær yvir støðuna, eisini vóru røddir frammi um, at Tóroddur Poulsen átti at boykotta virðislønarhandanina, at hann hevði sagt nei takk til pengarnar um tað vóru nøkur nossir í honum og so framvegis í denn dur, viðmerkingarnar luktaðu langan veg av vantandi virðing fyri listini, at mann ikki unnir listafólkum stuðul og virðislønir. Yrkingarsavnið Heimvitisferðin hjá Tóroddi Poulsen kom út í oktober í 2012 og prógvaði, at avantgarduyrkingin ikki er vorðin heilt tannleys enn. Í øllum førum stóðst mikið kjak um bókina.  Heimvitisferðin er ein hugsað ferð í heimføðisliga helvitisbýnum Havnini onkuntíð í nærmastu framtíð. Verkið inniheldur samfelagskritikk, og er harumframt ein listarlig, bókmentalig konstruktión. Í fyrstu yrkingini leitar tann burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina, og tað er so ógvuliga skjótt, at Heimvitisferðin gerst átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/ grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum stórar logar av eldi...". Sum í guddómligu komediuni hjá Dante á sinni reika vit og pínast í inferno og leita okkum til reinsingar í purgatorio saman við øðrum ræðuligum lagnum. Vit kenna onkrar dreymakendar, surrealistiskar ímyndir aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest originala samtíðaryrkjara, men her er alt blandað saman og nakað væl meira ítøkiligt enn tað plagar. Nakrar fáar yrkingar eru abstraktar, bygdar upp um formligar mótsetningar, meðan aðrar yrkingar eru prosakendar og konkretar við marrukendum lýsingum av ymiskum, ið fyriferst ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Skálatrøð, í Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er støðugt og ørligt í bókini, tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi gongdini í veruleikans heimlandi. Føroyingar hava tað alt annað enn lætt. Har standa "ferðaleiðaraskrokkar... og selja skræddar/ bøkur" í Gamla Bókhandli, har Kunningarstovan jú húsast. Politikarar hava fingið óblíða viðferð áður í bókum og myndum hjá Tóroddi Poulsen, men nú ber av; Havnin, og samfelagið alt kring Tinghúsið verður lýst sum depraverað og upployst av materiellari egoismu, grammleika, makreli og olju. Í støðum líkist Heimvitisferðin einum politiskt motiveraðum savni, har vónbrotið yvir høgrarák og grunnskygni í Føroyum merkist týðuliga. Øll fáa av koyrlinum, serliga tey, sum stjórna landi og býi og tað vil siga tað sama sum, at løgmaður og borgarstjórin fáa hvør sína yrking, mentamálaráðharrin fær forrestin sína yrking seinni í yrkingarsavninum Einglasuð (2013):

"aftur og aftur/ flytir hon/ fingrarnar/ fyri hann/ á tangentunum/ hann skal læra/ at spæla/ dukka mín er blá/ hann dugir stevini/ í føroyskum dansi/ og hevur lisið/ søren og mette/ hann hevur sitið/ í leypinum/ hjá langabba/ og gitt gátur/ og samstundis talt/ seks hundrað og seks og trýss/ seyðasparl í øllum túnunum/ í heimbygdini/ hann skal verða/ mentamálaráðharri"

 

Hevndarhugað Vendetta

Um várið 2012 kom Vendetta, fimta útgávan hjá bólkinum 200, sum var sjáldsama væl teimað í mun til fólkastemningin beint tá. Hetta var hvøss, ovursint og skemtilig politisk list, sum samstundis er dømi um hvat tað er, sum listin megnar fram um aðrar miðlar. Vendetta merkir hevnd og hevndin var fyrst og fremst ætlað landsins stjórn og avgerðum hennara um flatskatt, pensiónsskatting, parkering av etiskum málum, hækking av blokkinum osfr. Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting eru limir í Føroya óndasta punkorkestur, sum kanska ikki ordiliga er eitt punkorkestur um hugsað verður um subkulturella fyribrigdið punk, sum kyknaði í sjeytiárunum. Serstaka samanrenningin millum ein rútmiskan og væl funderaðan akademikara, ein góðan og royndan tónleikara og ein væl hugsandi reklamumann í tónleikabólkinum 200 snýr seg líka nógv um rocknroll, tónleikagleði, satiru og samfelagssinni, men formliga er talan sjálvandi um íblástur frá punkrokkinum. Sangirnir eru sostatt stuttir, larma illa og tekstirnir eru politiskir og uppreistrarsinnaðir. 200 eru bestir, tá teir eru álvarsliga fúkandi illir og hevndarhugaðir, sum í lagnum Vendetta, ið er eitt av feitastu rockløgunum á útgávuni. Samstundis er hetta eitt tað beiskasta lagið:

TAÐ STEÐGAR IKKI HER

VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ

VENDETTAIN ER HER

VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ

FØLA TIT TYKKUM TRYGGAR, EG SIGI TYKKUM HETTA

SO LÆTT SKULU TIT IKKI SLEPPA

LURTIÐ NÚ VÆL OG SKILJIÐ HETTA

TIT SKULU FØLA FÓLKSINS VENDETTA

Ein so beinleiðis hóttan hevði verið at kalla kriminell í øðrum høpi enn tí listarliga. Men í listini kunnu vit loyva okkum meira og tað er sum áður nevnt ikki bara í Føroyum, at høvið verður nýtt. Várið 2012 setti Günther Grass sína nógv umrøddu atfinning av Ísrael upp sum yrking um somu tíð sum 200 brúktu tónleikin til at húðfleingja føroyska samfelagið við serligum atliti til ABDH samgonguna. Vendettaútgávan varð seinni brúkt sum útgangsstøði hjá trimum listafólkum, sum gjørdu eitt steinprent hvør burtur úr trimum av sangunum á Vendetta. Claus Carstensen brúkti Miðfingurin til Miðflokkin, Jóhan Martin Christiansen tók støði í B-A-D-H meðan Hansina Iversen valdi tann meira kerliga Við love skulu vit land byggja. Gulu myndirnar vóru partar av Ólavsøkuframsýningini 2014, sum yvirritaða skipaði fyri, og sum m.a. miðsavnaði seg um politiska list. Randi Samsonsen hevði trý fín tekstilverk við á framsýningini, harav tvey høvdu broderaðan tekst við útsagnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen um piparnøtur og tað, sum hann ongantíð hevði sagt.

 

 Óð og indignerað list

Eg havi verri enn so nevnt alt, sum gekk fyri seg av list undir júst fráfarnu ABDH samgonu, men kanska nóg mikið til at kunna staðfesta, at øði og indignatión hava víst seg at vera fruktagóðar kenslur, tá tað snýr seg um listarliga skapan. Ég havi ikki skrivað nógv um sjónleik, men evnið í summum leikum, sum eru framførdir seinastu árini hava verið sosialrealistiskir og hava snúð seg um menniskju á samfelagsins botni, hetta var t.d. galdandi fyri Myrkursins børn, sum Súsanna Torgarð skrivaði og leikstjórnaði í 2013. Skemtileikurin Vit eiga ikki eitt oyra vit lata ikki eitt oyra eftir Dario Fo er upprunaliga frá hálvfjersunum, men tá hann varð framførdur um heystið í 2014, tóktist samgongan onkursvegna blandað inn í leikin - í øllum førum í høvdinum á áskoðaranum. Kanska er eisini vert at nevna, at ikki alt gekk fyri seg í teimum stovnum og konserthøllum, sum list vanliga gongur fyri seg. Røðan, sum Carl Jóhan Jensen helt á Vaglinum í Havn 25.apríl 2012 var kanska ikki nøkur flaggdagsrøða, tað helt hann í hvussu er sjálvur fast uppá, kanska var hon eitt sterkt listarligt ískoyti, sum var púra ógloymandi fyri øll, ið lurtaðu. Hitt Føroyska Skjaldraveldi var og er somuleiðis politisk list uppdaterað til Facebook. Framførslan hjá Hanus G.Johansen á Hertak Vaglið tiltakinum í 2011 av Føroyar mín móðir var somuleiðis ein ómetaliga sterk listarlig uppliving, og neyvan er alt komið út enn av tilfarinum, sum er skrivað undir ABDH samgonguni.

 

 Framtíðarútlit bjørt og dýr

Við einari CEF samgongu kunnu vit rokna við, at nógv fer at henda á mentanarøkinum, men hetta krevur fyrst og fremst, at íløgan verður hækkað rættiliga nógv, tí ein tílík umskipan av økinum, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja upp til, kostar pengar. Javnaðarflokkurin er størsti flokkur, hann hevur fingið mandat til at føra sínar ætlanir út í verki, og tessvegna kunnu vit gleða okkum til, at ferð verður sett á arbeiðið við Tjóðpallinum, at játtanin til Mentanargrunn Landsins verður tvífaldað, so at eitt nú yrkislistafólk kring alt landið kunnu søkja og røkja áramálsett størv við vanligum setanartreytum, at Søvn Landsins verða endurskoðað, og bóka- og onnur søvn verða uppraðfest kring landið, at Háskúlin fær munandi betri karmar og so kunnu vit her á Dimmalætting eisini gleða okkum, tí Javnaðarflokkurin ætlar, at miðlarnir skulu hava betri kor. Eitt mentanar- og listaráð Føroya skal skipast til at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir til mentan og list og ráðgeva politiska myndugleikanum - og at styrkja játtanirnar til tær ymsu listagreinarnar. Tjóðveldi man fara at taka undir við hesum, tí á teirra mentanarætlanarlista er eisini Tjóðpallur, savnsøki, umframt Musikkskúlaskipanin og Føroya Symfoniorkestur. Eisini skulu mentanar- og listaútbúgvingar styrkjast sum heild sum lærugreinir í fólka-, mið­náms, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum og harumframt skal føroyska málið styrkjast á øllum økjum. Framsókn er somuleiðis við uppá eina umskipan av lista- og stuðulspolitikkinum og góðar karmar til Tjóðpall og Symfoniorkestur og tey nevna eisini kreativar vinnur og serliga filmslistina. Framsókn hevur ambitiøsar og dýrar ætlanir um at stimbra filmslistina við at fáa í lag ein filmsgrunn, filmshús og eina sonevndu afturberingarskipan til útlendsk filmsframleiðslufeløg. Framsókn hevur eisini í  hyggju eitt krav um, at ávísur brotpartur av íløguni til ný- og útbygging av almennum bygningum o.ø. byggiverkætlanum skal brúkast til listprýðing á sama hátt sum tað longu verður gjørt í Tórshavnar Kommunu og í Eysturkommu.

Vit hava ein nýggjan listarligan veruleika í Føroyum og so fáa vit at síggja hvørja ávirkan hetta hevur á listina komandi fýra árini. Vónandi verður listin framhaldandi hvøss, kritisk og neyv, sjálvt um karmarnir hjá listini helst fara at verða betur nú enn nakrantíð áður, um altso ætlanir og lyftir hjá andstøðuflokkunum verða hildin - tað verður spennandi at fylgja við.

 

 

 

Gressiliga góður gívraleikur

 

Heksirnar, sum í hesum døgum tíggja sær og leika í á Tjóðpallinum eru sjáldsama óreinar, men sjálvt um tær eru veruligar livandi heksir, sum hata børn so nógv, at tær brúka alla sína tíð at finna upp á ræðuligar mátar at gera av við tey, so er talan eisini um ein sera stuttligan og undirhaldandi familjuleik, sum tit mugu síggja á Tjóðpalli Føroya í ein fart, helst áðrenn øll hava fingið hala og í øllum førum áðrenn tað er ov seint.

Leikurin er ein umskriving hjá David Wood av vælumtóktu barnabókini hjá Roald Dahl The Witches. Laura Joensen hevur týtt leikin til føroyskt við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini. Leikurin snýr seg um ein stakkals foreldraleysan drong, sum býr hjá ommu sínari og sum uttan at ætla tað, endar mitt í stóra ársfundinum hjá heksunum og sum harvið av óvart hoyrir um teirra ófatiliga óndu stórætlanir fyri børnini í Onglandi. Haðani gongur tað við tann spentan ál, eg skal ikki avdúka alt, men søgan er so mikið ósentimental, fitt og fantasifull, at hon minnir um okkurt, sum eitt barn kundi funnið uppá. Har kann alt henda. Samstundis er søgan óhugnalig, andstyggilig, klók og sorgblíð á ein sera óhollywoodskan hátt soleiðis at skilja, at vit ikki kunnu vænta okkum ta forkromaðu og meiningsfullu loysnina, sum upploysir allan tvídrátt. Heldur uppliva vit í leikinum eina ásannan av lívsins grundkonfliktum.

 

Undirhaldandi leikur

Tað er Kristina Sundar Hansen, sum hevur leikstjórnað hendan um somu tíð spennandi, stuttliga og hugfarsliga leikin. Kristina er sjónleikari, men hevur eisini verið leikstjóri, tá Náttarherbergið hjá Maxim Gorkij var settur upp á Tjóðpallinum, og í 2013 kom hennara sjálvsæviliga dramayrking Sár á Sál út, sum hon leikstjórnaði, tá yrkingin varð framførd á Tjóðpallinum. Leikurin Heksirnar er fyrsti barnaleikur, sum Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, og hon hevur í hesum sambandi fingið listakvinnuna Hansinu Iversen at gera scenografi. Aftrat sjónleikinum verður filmur lýstur uppá bakveggin á pallinum afturvið eini ljóðmynd soleiðis sum tað verður nógv brúkt innan leiklistina fyri tíðina og harumframt er tann ítøkiliga pallmyndin lutfalsliga einføld við plássi til ævintýr og hugflog. Pallprinsippið við skápunum riggar væl og minnir meg eitt sindur um tað flúgvandi kuffertið í Tivoli í Keypmannahavn, har tú fært innlit í ævintýruniversið hjá H.C.Andersen úr einum kuffertið, sum flytir seg runt millum fleiri pallmyndir. Tann góði tímin, sum leikurin varar, gongur skjótt, børnini eru væl undirhildin og sleppa bæði at ógvast og at gnisa og har er eisini okkurt til tey vaksnu, sum kunna dusa sær við fantastiska portrettinum av einari etandi óndari, eiggiligari meginheks í skapilsinum av einum væl smurdum Hans Tórgarð í stuttum, smølum niðurdeili og stilettum við sexutum yvirbrá á la Marlene Dietrich og stuttligum filmssitatum frá stóra diktatorinum hjá Charlie Chaplin. Megingívurin er ein sonn einaveldisfrúa við hartil hoyrandi týskum tónalagi, tað er at kalla klassiskt, at lúsakjálkin er týskur, eg veit ikki um hetta er nakað, sum fer at broytast nú Týskland vísir seg at vera heimsins rúmligasta land í mun til støðuga streymin av ólukkuligum flóttum. Omman hjá Lauru Joensen er herliga ósentimental, politiskt ókorrekt, stórroykjandi og rúmlig, og Jákup Dahl Wardum dugir væl at spæla lítil, stóroygdur og skilagóður drongur, men leikarahópurin er yvirhøvur góður. Fleiri av leikarunum spæla fleiri leiklutir og skifta millum at vera t.d. drongur, mús og heks og tað gongur sum eftir ánni hjá teimum.

 

Sorgblítt og ósentimentalt

Leikurin økir ferðina móti endanum og viðhvørt er tað rein slapstick komedia við stuttligum reyvafalli og tá eru børnini í salinum um at flána. Mær dámdi væl leikin serliga tann um somu tíð sorgblíða og ósentimentala hugburðin. Tað er jú einaferð soleiðis í tí ordiligu verðini, at har doyggja summi viðhvørt, og hetta verður staðfest og endurtikið í leikinum, sum eisini nertir ta syrgiligu sannroynd, at summi altso eru ónd og órein. Men sjálvt um mann kanska verður noyddur at liva eitt heilt annað lív enn tað, mann upprunaliga ætlaði, so er tað kanska ikki so galið kortini, um bara mann hevur onkran, sum er góður við ein. Tað er einfaldi og erligi boðskapurin í leikinum - um bara kærleikin er har, so er alt í lagi,

 HEKSIRNAR Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen. Pallmynd og búnar: Hansina Iversen. Tónleikur: Jákup Dahl Wardum. Koreografi: Búi Rouch. Ljóssetan: Turpin Napoleon Djurhuus. Ljóðmynd: Jón McBirnie. Leikarar eru Jákup Dahl Wardum: Drongurin. Laura Joensen: Omman. Nicolaj Falck: Løgfrøðingurin, hovmeistari, sjómaður. Katarina Nolsøe: Frú Jenkins, læknin, froskur, ymiskar heksir. Hans Tórgarð: Meginheksin. Páll Danielsen: Harra Jenkins, høvuðskokkur. Sóley Danielsen: Demonstratiónsheks, froskur, ymiskar heksir, rødd kamargenta. Petur Meinhard Ellebye Andersen: Bruno Jenkins, ymiskar heksir. Seymað búnar: Katrin Bonde. Hár og smyrsl: Marjun Olsen. Milja Hanusardóttir: Plakat. Ljós og ljóðfólk: Baldur Meitil.

Rigmor Dam er mentamálaráðharri

Rigmor Dam er 43 ár úr Havn, útbúgvin lærari og hevur starvast sum blaðfólk, m.a. á Sosialinum. Síðstu fýra árini er hon vorðin kend sum tað slagið av politikara, sum ikki er bangin fyri at halda fast uppá síni hjartamál.

Hon er Havnarkona við stórum H og Javnaðarkona við líka stórum J - abbin eitur Petur Mohr Dam og so er hon eisini takk og lov serstakliga list- og mentanaráhugað og sæst í heilum til sjónleikir, framsýningar, upplestur, konsertir osfr. 

Hjartaliga til lukku við týdningarmesta landstýrissessinum, Rigmor, og góðan byr.

Samtíðar listakvinnur - fyrilestur við Lisbeth Bonde

Myndin er eitt steinprent hjá Kathrine Ærtebjerg, sum verður við á framsýningini Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum 24.oktober.

Mikukvøldið 16. september kl. 19:30 verður fyrilestur í Listasavni Føroya.

Tey seinnu árini er tað vorðið alt meira alment viðurkent, at kvinnulig listafólk hava latið, og í størri mun lata, týðandi íkast til listasøguna á sama stigi sum menninir. Tær báðar framsýningaraktuellu listakvinnurnar, Júlíana Sveinsdóttir og Ruth Smith, eru framúr góð dømi um hetta. Kortini eru kvinnuligu samtíðarlistafólkini framvegis langt minni sjónlig í flestu framsýningarhølum og -skráum enn teirra mannligu starvsfelagar, hóast fleiri kvinnur enn menn í dag leita sær inn á akademiini. Haraftrat verða fleiri verk eftir kvinnur enn menn tikin við á sensureraðar framsýningar, har listafólkini senda inn ónevnd. Tíbetur eru støðugt fleiri listakvinnur á veg fram. 

Fyrilesturin er um nakrar av teimum mest áhugaverdu listakvinnurnar úr Føroyum og Danmark. Fleiri av teimum arbeiða við nýggjum miðlum ella ganga nýggjar leiðir við kendum miðlum, og fleiri av teimum hava sett sjøtil á eina altjóða yrkisleið. 

Listakvinnurnar úr Føroyum eru Rannvá Kunoy og Hansina Iversen og úr Danmark Kirstine Roepstorff, Kathrine Ærtebjerg, Ann Lislegaard, Tove Storch, Randi & Katrine og Lilibeth Cuenca Rasmus. 

Savnið letur upp kl. 19. 

Frá framsýning hjá Rannvá Kunoy í Sveis


Tvær sterkar

Fríggjadagin 11.september læt upp framsýningin Tvær sterkar við tekningum og oljumálningum hjá tveimum sterkum listakvinnum at síggja í Listasavni Føroya.

Talan er um verkini hjá íslendsku listakvinnuni Júliánu Sveinsdóttir (1889–1966 ) og okkara egnu Ruth Smith (1913–1958). Hetta er ein ferðaframsýning, sum kemur úr listasavninum, Kjarvallstaðir í Íslandi og sum fer á Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, tá hon er liðug í Listasavninum 1.november í ár. Listakvinnurnar báðarhava brotið upp úr nýggjum í hvør sínum landi við at velja sær listina sum vinnuveg, og báðar eru vaksnar upp í fjarløgdum bygdum, Júliána Sveinsdóttir á Heimaey og Ruth Smith í Suðuroy. Báðar gingu, sum siður var tá hjá bæði føroyskum og íslendskum listafólkum, á kunstakademinum í Keypmannahavn og báðar búleikaðust í danska høvuðsstaðnum í mong ár - innilagstar undir øðrum veraldarbardaga.

 

Listarligur skyldskapur

Men eisini listarliga hava tær báðar listakvinnurnar okkurt til felags. Myndevnisliga savna tær seg um tað, sum tær eygleiða, báðar hava málað sjálvkritiskar sjálvsmyndir, umframt heimliga landslagið í ávikavist Suðuroy og Heymey og kyrrlutamyndir. Báðar listakvinnurnar mála koloristiskt við bjørtum mótsetningslitum. JúliánaSveinsdóttir var eitt sindur eldri enn Ruth Smith, og hon er serliga kend fyri sínar landslagsmálningar, sum veittu henni Eckersbergmedaljuna frá danska akademinum í 1947. Ruth Smith untist færri liviár enn hjá íslendska starvsfelagnum og hennara samlaða verk er ikki so øgiliga stórt. Okkara fyrsti kurator, William Heinesen hevur greitt frá hvussu ringt tað var at fáa tilfar frá Ruth Smith, sum var so ótrúliga sjálvatfinningarsom og sum altíð ivaðist í um myndirnar vóru nóg góðar. Hjá Ruth Smith snúi listin seg fyrst og fremst um at eygleiða, um at síggja litir og skap. Eingin ivi er um, at Ruth Smith hevði áhuga fyri fronsku impressionistunum og at ein listamaður sum Paul Cézanne man hava havt eitt heilt serligt pláss í hennara hjarta. Tað síggja vit á mátanum, hon ofta byggir upp myndflatan í fasettum og fýrkantum. Allíkavæl hava fleiri av hennara myndum eitt kensluborið, ekspressivt árin, serliga í sjálvsmyndunum frá 1950´unum, har áskoðarin kennir seg skoða inn í sjálva sálina hjá listakvinnuni. Hesar myndir eru fullfíggjað, koloristisk meistaraverk, ið eru merkt av sera nágreiniligum innliti í viðurskifti, sum hava við litir og andstøðulitir at gera. Skjótu, óstillu penslastrokin fáa myndflatan til at skelva av lívi. Listakvinnan lýsir seg sjálva ikki við sjálvgleði, men við rannsakandi, atfinningarsomum eygum. Kuraterað framsýningina hevur listfrøðingurin Hrafnhildur Schram. 

Tað góða og tað ónda eru í hvørjum øðrum

Bergur Djurhuus Hansen

Nýggja skaldsøgan eftir Carl Jóhan Jensen er um okkara longsil eftir tí góða, og hon fer at verða nógv lisin

Fyri tíggju árum síðan gav Carl Jóhan Jensen út eina stóra skaldsøgu um tað ónda, “Ó- søgur um djevulskap”. Nú hevur hann skrivað eina skaldsøgu um tað góða, nevnd “Bókin um tað góða”. Nýggja skaldsøgan skal tó ikki lesast eins og hon fullfíggjar ella hvørkisger ta fyrru, tí hóast hon við sínum mongu marrukendu dreymum og neyvu dagfestingum líkist henni, er hon nógv øðrvísi. “Bókin um tað góða” er lutfalsliga stutt (238 síður) og løtt at lesa (ivaleyst lættasti tekstur, Carl Jóhan hevur givið út í bók), og hon hevur ein høvuðspersón, sum er mest sum ov vanligur ella ov menniskjaligur. Hendingarnar í henni fara fyri ein stóran part fram í Havnini í dag og í einum umhvørvi, sum flestu lesarar munnu kenna aftur. Støð og persónar úr nútíðini í Havn eru við í hendingagongdini, t.d. Gamli Bókhandil, SMS-torgið, Statoil-støðin í Gundadali (nú: Effo), Sirkus, Mimir, Føroyamálsdeildin, felagsskapurin Hesuferð, Kjartan Hoydal, Ingun í Skrivarastovu, Jógvan Isaksen, Jóanes Nielsen, Ebba Hentze sála, Turið Sigurðardóttir, Steinbjørn B. Jacobsen sáli, Ingvør Nolsøe, John Dalsgarð, Birgir Kruse, Uni Arge og Carl Jóhan Jensen sjálvur (men stavaður við K, Karl). Dømini um tilsipingar til fyribrigdi og persónar úr føroyska samfelagnum, serliga Havnini, er nærum óteljandi. “Bókin um tað góða” er bæði ein speisk lýsing av okkara tíð og ein heimspekilig kanning av tí góða. Talan er í grundini um tvey evni í einum og tískil um tveir ella kanska tríggjar møguligar lesihættir: tann eina søgan er løtt at skilja og undirhaldandi, hin søgan krevur eitt sindur av umhugsni. Lesarin kann við øðrum orðum gera av, um skaldsøgan skal lesast eitt sindur einfalt sum ein speisk samfelagslýsing ella sum ein skaldslig viðgerð av heimspekiligum spurningum – ella sum bæði tvey.

Viljálm við Hoygil og prentarin

Byrjað verður við inngangi, har greitt verður frá, at rithøvundurin, nevndur Viljálm við Hoygil, hevur fingið eitt handrit sendandi frá einum prentara. Prentarin, sum ongantíð verður nevndur við navni, hevur ætlanir um at skriva bøkur, ið veruliga skulu gera mun. Hann hevur longu givið út okkurt smávegis, og hann hevur áhaldandi heitt á rithøvundin fyri at fáa hann at hjálpa sær við handritinum til eina bók um tað góða. Fleiri ferðir rennir rithøvundurin seg í prentaran í miðbýnum í Havn, men hann tímir ikki at flættast við hann og ger einki við handritið, fyrr enn hann í útvarpinum hoyrir, at prentarin er deyður. Tá sleppur lesarin at lesa handritið til skaldsøguna um tað góða, sum prentarin hevur skrivað. Talan er sostatt um eina skaldsøgu í skaldsøguni.

Prentarin og K.

Høvuðspersónur í skaldsøguni hjá prentarunum er K., sum minnir um prentaran sjálvan, men K. arbeiðir sum bókhaldari á prentsmiðju uppi á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, og alt tykist ganga honum ímóti. Unnustan, Hildigarð, fer frá honum og kastar saman við einari kvinnu, sum tey bæði hava kent rættiliga væl frammanundan, Gunnhild. Tær flyta í íbúð í Berjabrekku. Sjálvur má K. finna seg til rættis í eina kjallaraíbúð á Tinghúsvegnum, og hann er illa plágaður av ringum dreymum hvørja nátt. Hansara tilverugrundarlag og alt hansara fatanarstøði er burtur, men ikki bara tað, hann melur runt í Havnini, høvuðsstaðnum í einum landi, har einki tykist hava veruligan týdning og einki tykist gera mun. Stutt eftir, at Hildigarð er farin frá honum, verður hann sagdur úr starvi á prentsmiðjuni. Stjórin er systkinabarn hansara, so K. verður ikki einans svikin av unnustuni, hann kennir seg misskiltan og sviknan av øllum, og tilveran tykist honum vónleys. Men sum bókhaldari hevur hann atgongd til pengar, og hann flytur sær 3 mánaðarlønir og fer niður á evropeiska meginlandið at leita eftir tí góða. Eins og K. í kendu skaldsøguni hjá Kafka, “Prosessin”, er K. í “Bókini um tað góða” endaður í einum tilveruligum meldri, sum hann ikki fær fóta sær í.

Søgur í søguni

Søgan um K. fer fram í tíðarskeiðinum umleið mai til oktober 2011. Søgan um Viljálm við Hoygil (inngangurin) er eitt sindur afturlítandi og hugleiðandi, men fer fram í 2015. “Bókin um tað góða” er sostatt um hendingar, sum fara fram í Føroyum her og nú, men tilsipingar og aðrar smáar søgur í skaldsøguni gera tíðina í henni rúmliga. “Bókin um tað góða” er sum hesar russisku dukkurnar (Babushka) sum í sær hava eina minni dukku, sum so aftur hevur í sær eina minni dukku o.s.fr., t.v.s. høvuðssøgan letur upp fyri øðrum, smærri søgum, sum so aftur hava í sær minni søgur, og fleiri av hesum eru hugtakandi. Tað er eins og bygnaðurin endurspeglar leitanina hjá tí ólukkuliga og neyðstadda K. Tær mongu tilsipingarnar til aðrar tekstir skapa eisini ein serligan drátt í huganum á lesaranum. Sambandið við Kafka er longu nevnt, men harumframt eitur t.d. kvinnan, sum K. leitar til í Antwerpen, Anna Livia, eins og alfevnandi kvinnan í stóru skaldsøguni “Finnegans Wake” eftir James Joyce (har er hon umframt kvinna ein ævigt rennandi á). Í innganginum ger Viljálm við Hoygil sær eisini hugsanir um handritið hjá prentarunum og vísir á bæði rithøvundar og verk, sum hann heldur handritið vera í ætt við.

Tað góða

Eins og tað ónda er tað fullkomna góða ein úrtøkilig hugsan, eitt hugtak, sum lítið hevur við okkara ítøkiliga lív at gera. Tann, sum altráur vil vera góður, kann lættliga gerast óndur. Høvuðspersónurin í skaldsøguni hjá prentaranum, K., vil fegin finna fram til aðaltáttin í tí treytaleyst góða, og tað elvir til eina rúgvu av trupulleikum. Endin í skaldsøguni skal ikki avdúkast her, men skaldsøgan er tølandi væl sett saman. Carl Jóhan Jensen megnar at halda eina javnvág millum kámar, heimspekiligar spurningar og ítøkiligar, politiskar og menniskjaligar veikleikar í okkara tíð. Tað er ikki nógv at finnast at í skaldsøguni, men tað er kanska eitt sindur løgið, at rithøvundurin Viljálm við Hoygil gevur út eina skaldsøgu, sum ein annar (t.e. prentarin við ongum navni) hevur skrivað, men at stílurin kortini, t.v.s. skrivihátturin, hjá teimum báðum er tann sami – báðir skriva á leið sum Carl Jóhan Jensen. Kanska hevur Carl Jóhan Jensen ikki gáað um tað, ella kanska er tað eitt poeng, at teir skulu spegla sær í hvørjum øðrum. K. hyggur t.d. beint í ein spegil, tá hann vaknar úr ringum dreymum, og nógv í skaldsøguni bendir á Carl Jóhan Jensen sjálvan sum eitt slag av høvuðspersóni ella rættari: hann er sum ein sundurálaður høvuðspersónur í síni egnu skaldsøgu, tí hann er ikki beinleiðis til staðar, men hann hómast her og har.

Carl Jóhan Jensen og Viljálm við Hoygil

“Bókin um tað góða” tykist í fyrstu atløgu ikki hava Carl Jóhan Jensen sum rithøvund. Navnið á honum stendur ikki har, sum tað eigur at standa, hvørki á permuni ella á tittulblaðnum. Einans í kolofonini (undir upplýsingum um rættindi) er navnið Carl Jóhan Jensen at finna. Viljálm við Hoygil stendur sum útgevari á tittulblaðnum, og har stendur eisini, at hann “skrivaði formæli”. Fleiri hava kanska lagt merki til, at hesin Viljálm við Hoygil longu undan útgávuni av skaldsøguni hevur livað sítt egna lív, t.d. hevur hann havt egnan profil á Facebook, og fyri viku síðan var samrøðu við hann í Dimmalætting (21/8 2015). Men høvuðspersónurin í søguni um tað góða, sum hesin Viljálm við Hoygil gevur út, er K., eins og Carl Jóhan Jensen í søguni sjálvari verður stavaður við K. Aðrar ábendingar um eitt samband við Carl Jóhan Jensen eru t.d., at K. arbeiðir á prentsmiðju uppi á Karlamagnusarbreyt (Carl Jóhan Jensen verður av javnaldrum nevndur Carli). Harumframt er Viljálm við Hoygil, tá hann endaliga letur handritið hjá prentarunum frá sær, staddur í Kumbria í Onglandi, har hann býr á Keswick Road. Um vit brúka myndina við russisku dukkunum aftur, so er Carl Jóhan Jensen sjálvur tann fyrsta og størsta dukkan, tí við einum heilt serligum slag av cameo appearance er hann sjálvur við í skaldsøguni og í einari samrøðu við lesaran um tað, sum skaldsøgan snýr seg um. Onnur nøvn í skaldsøguni, sum benda á veruligar persónar, kundu verið løgd afturat í hesum sambandi, t.d. eitur stjórin á prentsmiðjuni á Karlamagnusarbreyt Christian Petur og verður vanliga nevndur Se Pe. Tað minnir um navnið á gamla fíggjarleiðaranum á Dimmalætting, Petur F. Christiansen sála, sum millum manna var nevndur Petur F. Navnið Viljálm við Hoygil kann eisini styttast til tvey v og eitt h, t.v.s. WH, og kanska hevði júst WH verið væl egnaður sum millumgongumaður í einari skaldsøgu, sum fyri tað mesta fer fram í Havnini, men Viljálm við Hoygil líkist honum ikki á nakran hátt. Umframt sjálva søguna – ella søgurnar – eru í skaldsøguni ein rúgva av slíkum smáum merkiligum farleiðum, og lesarin kann velja at fylgja teimum og kanna tær ella lata vera. “Bókin um tað góða” viðger álvarslig evni, men hevur eisini hug at spæla við lesaran.

Frálík skaldsøga

Høvuðsverkið í ritverkinum hjá Carl Jóhan Jensen er fyribils – og uttan iva – “Ó - søgur um djevulskap”. Men nýggja skaldsøgan, “Bókin um tað góða”, fer at verða hansara mest lisna, tí hon er bæði besnissað, argandi, gátufør, bundin í nútíðina og lutfalsliga løtt. Fyri hendan lesaran var hon sum ein góður snapsur ein kaldan vetrardag.      

 

  

Góð bókaløta í Reinsarínum

Poul Guttesen tók myndirnar

Hølini í gamla Reinsarínum hóska ómetaliga væl til mentanartiltøk, har er hugnaligt sum á eini fjálgari café, men støðið er seriøst, áhoyrararnir lurta væl bæði eftir orðum og tónum.

Orð og Tónar kallast eitt samstarv millum Sprotan og Reinsaríið, sum er karmurin kring bókaframløgur, upplestur og tónleikaframførslur. Tað byrjaði í vár og tiltøkini hava verið væl vitjað. Tað sama var galdandi hetta hóskvøldið, eg var og forvitnaðist, hugnaligu hølini vóru fullsett og væl tað. Tvær bøkur vórðu viðgjørdar, nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen; Bókin um tað góða og Karitas – við ongum heiti eftir Kristín Marju Baldvindsdóttir, sum Gunvør Balle hevur týtt úr íslendskum.

Tað góða

Poul Guttesen beyð vælkomin vegna forlagið Sprotan og presenteraði eina eitt sindur fjálturstungna Dorit Hansen. Tað segði hon í hvussu er sjálv at hon var, eyðsýnliga vegna ovurhonds virðingarótta fyri viðtalsevninum, høvundanum Carl Jóhan Jensen, tað vísir seg, at Vilhjálm við Hoygil ER eitt dulnevni, eisini sjálvt um Hoygil bæði hevur Facebook profil, hevur gjørt viðtal við Dimmalætting og alt. Men Dorit Hansen nýttist ei at stúra, tí har gekk alt upp á stás hjá henni bæði við hugleiðingini um tær ávikavist torføru og løttu bøkurnar hjá Carl Jóhan Jensen og við áhugaverdu samrøðuni við høvundan um ta nýggju bókina. Dorit Hansen helt, at Bókin um tað góða er so deiliga løtt at lesa og at skilja. Millum annað spurdi hon høvundan um tað góða, nýggja bókin eitur jú Bókin um tað góða og hon helt tað vera áhugavert eftir sum bæði Ó- Søgur um djevulskap og Eg síggi teg betur í myrkri í stóran mun tykjast miðsavnaðar um óndskap. Carl Jóhan Jensen greiddi frá, at tað góða er eitt hugtak, sum hann heldur vera áhugavert, tí tað ikki altíð er eintýðugt og tí tað ofta kann snarast yvir í okkurt ótespiligt. Eisini er ein í nýggju bókini, sum missir trúnna uppá tað góða. Ein annar áhugaverdur spurningur snúði seg um bygnaðin í bókunum hjá Carl Jóhan Jensen, hetta, at tær eru kaleidoskopiskar, býttar upp í tíð á ein hátt, sum summi halda vera ørkymlandi. Carl Jóhan Jensen tosaði um, at tað ikki endiliga skuldi vera so lætt, at hann vildi hava bókmentir sum eru list og list er meira fleirtýdd og kompleks enn flaksandi politikkur, greiddi hann frá sum svar uppá ein annan spurning. Evnaríki sjónleikarin Hans Tórgarð las síðani eitt brot burtur úr bókini, sum var bæði skemtiligt og álvarsligt.

Karitas – við ongum heiti

Samrøðan, sum Lydia Didriksen hevði við Gunnvør Balle um týðing hennara av íslendsku bókini Karitas – við ongum heiti var somuleiðis sera áhugaverd. Henda bókin, ið var íslendska uppskotið til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í 2006, snýr seg um íslendsku kvinnuna Karitas Jónsdóttir og nertir tættir í íslendskari kvinnusøgu, sum minnir heilt nógv um støðuna í Føroyum. Eitt av evnunum, sum verða viðgjørd í bókini er sostatt kvinnufrígering, men listafólkalív og vantandi virðingin, sum mong teirra hava upplivað ikki minst afturi í tíðini, verða eisini viðgjørd. Sum svar uppá hví hon týddi bókina, svaraði Gunnvør Balle, at tað var ein so góður mótsetningur til alt tað politiska flaksið uttan nevniverda ávirkan: “Týðingin er mín, hana ávirki eg einsamøll” segði týðarin. Gunnvør Balle helt eisini, at okkum sum heild tørvar kvinnuligar hetjulýsingar í okkara bókmentum. Og so skiltist tað eisini, at vit kunnu byrja at gleða okkum til seinna bindið av  Karitas – við ongum heiti, tí Gunnvør Balle er farin í holtur við at týða tað.

 Oyðan

Benjamin Petersen stóð fyri at levera tónarnar á tiltakinum og tað gjørdi hann sum altíð væl, hugtakandi og stuttligt at hoyra hansara morðballadu, sum fekk meg at hugsa um orðingina “morð og ballada” og tað var hugtakandi enn einaferð at hoyra tað fína sigurskvæðið hjá tí svikna í Oyðini. Samanumtikið var tað eitt ómetaliga hugnaligt kvøld á Reinsarínum og sum skilst er ætlan um at halda fram við tiltøkunum eina ferð um mánaðan í heyst og vetur. Næsta Orð og tónar kvøldið er longu lagt til rættis at vera í Reinsarínum 17. sept. Tá verður Glasbúrið, eitt stuttsøgusavn hjá Sámal Soll, ið kemur út í næstum, viðgjørt og Finnur Koba stendur fyri tónleikinum.



Tvinnir eru kostirnir...

SÍÐSTA GREININ Í RØÐINI MENTANARVAL 2015

Tað verður stórur munur á mentanarpolitikkinum alt eftir hvørja samgongu vit fáa. Vinnur gamla samgongan, skal Kringvarpið ikki vita sær nakran góðan í tinginum, vinnur gamla andstøðan, verður støðan hjá Kringvarpinum og hjá hinum miðlunum hinvegin styrkt.

Í einari yrking hjá Tóroddi Poulsen stendur, at “Veðrið eigur orð”. Tað sama má sigast um list og mentan, sum av sonnum er eitt evni, sum genererar orð - ikki minst í døgunum áðrenn eitt val. Síðstu vikurnar hava umboð fyri teir politisku flokkarnar her í Dimmalætting svarað uppa tíggju spurningar um mentan, list og mentanarpolitik. Í skrivandi stund veit eg ikki hvørja stjórn vit fáa og tað er serstakliga spennandi, tí har er munur á hvat flokkarnir ætla og vilja mentanarpolitiskt. Øll svar innihalda eitt ávíst mát av teirri áðurnevndu so sera væl meinandi mentanargleðini sum er nakað, ið bæði listafólk og listaaktørar skimma ígjøgnum og síðan gloyma ongantíð ov skjótt, tí hetta hevur ikki nógv uppá seg og fær ongan ítøkiligan týdning.

 

Uppbyggjandi list

Ítøkiligar tykjast hinvegin ætlaninar hjá summum flokkum at einskilja Kringvarpið. Miðflokkurin (Vilhelm Hendrik í Skálanum svaraði) vil snøgt sagt av við Kringvarpið og heldur, at privatar rásir við uppbyggiligum tilfari heldur skulu stuðlast. Yvirhøvur eru svarini hjá Miðflokkinum so mikið ógvuslig, at mann ikki má hopa, at tann flokkurin fær nakað at skula hava sagt um mentanarpolitikk. At siga seg bert vilja stuðla uppbyggjandi og lyndismennandi list er meinlíkt ræðuliga mentanarpolitikkinum hjá nazistiska propagandamálaráðharranum Joseph Gbbels, sum eftir øllum at døma ikki brýggjaði seg um ótálmaða og “sjúkliga” ekspressionismu ella sonevndan nekaratónleik (tað var framúrskarandi jazztónleik, sum hann sipaði til). Við sínum útsøgnum vísir Miðflokkurin eina fullkomiliga vantandi virðing fyri armslongdarregluni við tað, at flokkurin loyvir beinleiðis politiska uppíblanding í mun til listina.

Privatisering

Fólkaflokkurin (Hanus Samró svaraði) fer ikki so langt sum til at privatisera Kringvarpið, men heldur tó, at kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið. Hetta er í roynd og veru tað sama sum at einskilja Kringvarpið. Eg skilji, at eitt alment kringvarp er ein tornur í eyganum hjá liberalismuni, tað vil so vera, og føroyska kringvarpið er ikki tað einasta í norðanlondum, sum verður ákært fyri vinstrahallar sympatiir av teimum, sum ynskja at fáa tað at tagna. Í einum demokratiskum vælferðarsamfelag sum okkara er sjálvur tankin um at droppa eitt alment Kringvarp so svakur og so ómentaður, at eg fáa kaldasveitta við tankan. List kann vera góð marknaðarføring fyri landið heldur vinnuáhugaði Fólkaflokkurin, sum sýnir stórt álit á fakfólkum í spurningi 2,3 og 4, tað er upp til fakfólk, hvør skal hava listastuðul. Álitið er eftir øllum at dømaikki tað sama til fakfólkini, tá tað snýr seg um listaliga dygd:Hvat er dygdarlist? Hvør definerar, hvat dygdarlist er og ikki? Tað er ómøguligt, tí fólk eru ymisk. Tað finst ikki ein felags definitión av dygdarlist. Tað er upp til hvønn einstakan. Tað er ikki uppgávan hjá Fólkaflokkinum at siga, hvat fólk meta sum dygdarlist, tí tað er upp til tey sjálvi.”

Konservering

Sambandsflokkurin ætlar ikki einskiljing, men tað ljóðar sum um, at okkurt slag av uppdragandi óheftnisskeiði er í væntu hjá teimum í Sortudíki, kemur Sambandsflokkurin í samgongu. Bjørn Kalsø svarar og sigur, at Sambandsflokkurin tekur undir við at Kringvarp Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og ynskir ikki at privatisera Kringvarpið, men “ásannar at stovnurin hevur verið í tungum sjógvi. Álitið á stovnin hevur av somu orsøkum fingið eitt skot fyri bógvin... Kringvarpið (skal) virka óheft bæði av politisku skipanini vinnuligum áhugamálum...”. Annars vísa svarini frá Birni Kalsø, at hann er konservativur við áhuga fyri at varðveita. Svarini vísa somuleiðis, at hann hevur verið mentamálaráðharri og hevur ávíst innlit í mentamál, hann er t.d. kunnigur um týdningin av, at føroysk listafólk taka lut í listabiennalum uttanlands. Svarini frá Nýggjum Sjálvstýri (frá Erhard Jacobsen) siga kanska meira um svararans egna áhuga sum landsbókasavnsleiðari enn um flokkin, t.d. denturin, ið verður lagdur á bókasavnsøkið.

 

 Framfýsin mentanarpolitikkur

Tað er einki at taka seg aftur í, at eftir svarunum at døma, sýna Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin størst framfýsni í mun til mentanarpolitikkin saman við Framsókn. Bæði Tjóðveldi (Høgni Hoydal svaraði) og Javnaðarflokkurin (Rigmor Dam svaraði) eru samd um økja stuðulsjáttanina til list og at styrkja Kringvarpið og hinar miðlarnar. Javnaðarflokkurin leggur dent á, at listin er fræls. Framsókn (Hanna Jensen svaraði) ynskir eisini at styrkja Kringvarpið, men ynskir at endurskoða gjaldsháttin, eisini mentanargrunnurin skal endurskoðast. Samanumtikið tykjast Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava ein seriøsan hugburð í mun til mentanarpolitikk, hesir flokkar nevna fleiri góð dømi um ymisk øki, sum trongja til styrk og optimering. Hetta eru t.d. musikkskúlaskipanin, Føroya Symfoniorkestur, listarligar útbúgvingar, listprýðing, Tjóðpallin osfr., men nú mugu vit síggja hvussu leikur fer, hvør ið vinnur og hvørjum mentanarpolitiskum visiónum, vit skulu fylgja komandi árini.

 

Sunleif stórliga fagnaður fyri nýggja verkið

Sunleif Rasmussen fær framúr góð skoðsmál fyri sína aðru symfoni. Finski ummælarin Hanu Ilari Lampila greiðir frá í blaðnum Helsingin Sanomat, at The Earth Anew umboðar eina modernaða primitivismu, har náttúran er í øllum eins og føroyski upprunin hjá tónaskaldinum hoyrist. Ummælarin kallar symfoniina fyri spektakulera og manandi við vulkanskari megi. Tað tykist, sum finski ummælarin er sera hugtikin, men ummælið er á finskum og sjálvt um google translate er gott at taka til, so hevði eg lættari við at lesa ummælið hjá Mats Liljeroos, sum tykist púra skotin í nýggju symfoniini. Hon er raffinerað og hugtakandi, heldur hann í ummælinum, sum stendur á heimasíðuni HBL.fi. Ummælarin greiðir frá sambandinum millum Sunleif Rasmussen og dirigentin John Storgårds, sum í 2006 dirigeraði Oceanic Days, fyrstu symfoniina hjá Sunleif Rasmussen og sum eisini eftir hetta hevur samstarvað við føroyska tónaskaldið fleiri ferð. Og hetta samstarvið er gott, heldur ummælarin, tí við nýggja verkinum trínur Sunleif Rasmussen fram sum eitt tónaskald, sum bæði torir at leggja eina avgjørda frástøðu til ta rationellu modernismuna og harvið ein episkt upplagda heildardramaturgi. Í staðin er talan um eitt melodiskt dragandi, rytmiskt innbjóðandi og klangliga hugtakandi tónleik. Mats Liljeroos skrivar: “Stycket, som bär undertiteln The Earth Anew, är tänkt som en pendang till Sibelius Kullervo och är även skrivet för liknande besättning om orkester, manskör och två solister. Om Sibban föll för Kalevala hämtar Rasmussen, föga överraskande, sin inspiration från Eddan och det är inte vilket intermezzo som helst han tagit fasta på utan världens skapelse ur Ýmir samt världens undergång, Ragnarök, och dess därpå följande pånyttfödelse. Liksom beträffande Kullervo kan den form- och genremässigt sinnade lyssnaren grunna på om stycket är en regelrätt symfoni eller kanske en brett upplagd symfonisk dikt, samt i vilken mån texten påverkar musiken. Är det alltså frågan om regelrätt programmusik eller om symfonisk musik med ett underliggande program? Måhända utesluter det ena inte det andra. Symfonin rör sig i det fascinerande gränslandet genrerna emellan och som idémässigt centrum för det cirka 54 minuter långa verket står världsasken Yggdrasil, som sannerligen fått vara med om det ena och det andra och via sina tre rötter och strävan uppåt även förlänat stycket dess – från den femsatsiga Kullervo avvikande – fyrsatsiga storform. Tre faktorer är, liksom för Sibelius, ständigt närvarande hos Rasmussen: en naturkänsla som närmar sig det panteistiska, en förkärlek för den lokala folkmusikaliska odlingen samt en osviklig känsla för motiv- och formmässig utveckling. Naturen var allestädes närvarande i Rasmussens första symfoni, där folktonen genom bland annat seriella metoder dock abstraherats till ett i det närmaste oigenkännligt plan och formen stundtals onekligen kändes aningen lös i kanterna.Nu har dock pusselbitarna fallit på sina optimala platser och Rasmussen framstår här framför allt som en tonsättare som vågar såväl ta definitivt avstånd från den rationella modernismen som bejaka en mer episkt upplagd helhetsdramaturgi. Framför allt handlar det om en melodiskt attraktiv, rytmiskt engagerande och klangligt fascinerande musik, som lagom provokativt torde kittla även den gängse lyssnarens öra.

Vokalpartierna är designade så att manskören står för de poetiskt reflekterande utsagorna, medan sopran- och barytonsolisten återger den mer konkreta handlingen och visst kändes Cyndia Sieden och Bo Skovhus mitt i prick i sina delvis i salen kringvandrande, superexpressiva roller. Akademiska Sångföreningen och Muntra Musikanter gjorde förbluffande väl ifrån sig i sitt mäkta suggestiva parti, även om det med tanke på helhetsklangen förvisso hade suttit bra med ett dussin herrar till låns från Musikhuskören. Rasmussens enormt raffinerat och ändamålsenligt instrumenterade partitur hade analyserats intill minsta detalj av John Storgårds, som höll den komplicerade apparaten i ett minutiöst säkert grepp. Stadsorkestermusikerna visade än en gång framfötterna i ny musik och gjorde dessutom ovanligt väl ifrån sig i Sibelius fyra, där det var en lisa för öronen att notera hur noggrant Storgårds efterlevde partiturets bokstav utan att förfalla till överdrivet pedanteri.

Og jú, tað er sanniliga gott, at ummælarar eru fegnir um hetta nýggja høvuðsverkið hjá Sunleif Rasmussen, men okkum nýtist ikki bert dúva uppá teirra metingar, tí tað ber til at hoyra hugtakandi, stórfingnu, dramatisku symfoniina, The Eart Anew í leinkinum beint undir her, umframt áhugaverdar samrøður við m.a. dirigentin og við tónaskaldið. Uppá spurningin hvørt hann er Føroya Sibelius, svarar Sunleif, at tað má tíðin vísa. Symfoniin byrjar umleið 1.55.  

Hjartaliga til lukku, Sunleif, vit eru mong, sum eru errin av stóra avrikinum.

http://www.helsinkikanava.fi/www/kanava/sv/videor/video?id=2624

Modernað og framfýsin Operation Valentine

Det Ferösche Compagnie livdi av sonnum upp til sín leiklut sum tann eksperimenterandi enfant terrible bólkurin innan føroyskan sjónleik til frumframsýningina av Operation Valentine í Sjónleikarhúsinum síðsta fríggjakvøld.

Myndir: Beinta á Torkilsheyggi

Eg mátti satt at siga ordiliga berja meg upp úr teirri fríggjadagstølandi sofuni fyri at fara oman í Sjónleikarhúsið, har eg eitt sindur gronut byrjaði við at staðfesta fyri mær sjálvari, at har luktaði av gomlum klæðum. Onnur vóru meira við uppá nostalgiina og tóku gleðiliga ímóti tí heita temunninum í fína gamla tekoppinum við gullkanti, sum okkum stóð í boði. Fyrikomandi damurnar í svørtum kjóla við hvítum fyriklæði bjóðaðu te og bisquit í forhøllini, har Krígssavnið eisini hevur eina lítla framsýning við áhugaverdum myndum og lutum frá tíðarskeiðnum undir øðrum veraldarbardaga. Áskoðararnir práta og hyggja at myndunum, men so brádliga fara hurðarnar inn í salin upp og teir báðir leikararnir, Kristina Sørensen Ougaard og Kjartan Hansen bjóða vælkomin. Á veg inn fáa allir áskoðararnir ein posa við onkrum, sum skal brúkast í leikinum. Á henda hátt verða vit øll statistar ella partar av hesum leikinum, sum ikki er ein vanligur leikur við kronologiskari hendingagongd, men meira ein samansett kollasja við ymiskum smáum brotum, har søguligar hendingar verða lýstar sum sketsjir, installatiónir, skuggaleikir frá tí lutfalsliga veruleikakenda til meira symboltunga og surrealistiska list.

Ein grøn presending

Frá einari eitt sindur leitandi byrjan við storytelling, har leikararnir standa í Sjónleikarhúsinum og greiða frá tí, sum kundi verið hent her fyri nógvum árum síðani, verður ljósið sløkt og tá blívur leikurin ordiliga spennandi. Sum heild eru myrkur og avskeplan týdningarmiklir partar av úttrykkinum í Operation Valentine, bæði í ljóði, óljóði og myndum. Leikurin tykist ikki nostalgiskur, hann er beint tvørturímóti modernaður og progressivur í síni uppseting. Scenografiin er eins einføld og hon er genial, ein grøn presending verður ein høvuðsrekvisitt, sum verður brúkt hugfarsliga og við sama leikandi lætta hugflogi, sum tá børn spæla sær undir løkum og seingjarklæðum, ið eru við at verða løgd saman. Eksperimenterandi leikbólkar hugsa ikki altíð so nógv um mageligheitina hjá áskoðaranum, eg minnist enn ilt aftur á sitiumstøðurnar í kommandandørhúsinum. Operation Valentine er hinvegin als ikki so drúgvur, at tað gerst nakar trupulleiki, at vit áskoðarar forvæntast at sessast á gólvinum og annars standa og fylgja við í hvar tað gongur fyri seg í hølunum. Men øll síggja ikki líka væl alt, sum gongur fyri seg, t.d. niðri undir pallinum, har ein vælupplagdur Eyðun Johannesen sigur frá. Tað týdningarmesta er í øllum førum at hoyra hann, og her haldi eg, at ljóðið kundi verið eitt lítið sindur harðari frá.

 

Antikríggsinstallatión

Ljóð og ljós hava yvirhøvur stóran týdning fyri huglagið t.d. í dapra og kenslunemandi partinum, har nøvnini á øllum teimum mongu føroysku skipunum, sum fórust undir øðrum veraldarbardaga verða lisin upp meðan stóra grøna presenningin verður ímynding av týning í altetandi havinum. Eg var faktist ikki greið yvir, at so nógv skip og menniskju vórðu rakt av krígnum her í Føroyum. Náðileysi upplesturin virkar sera sterkt, pallmyndin er eins og ein antikríggs-listainstallatión, eg komi í tankar um sangin, sum Edwin Starr einaferð sang við retoriska spurninginum: War what is it good for absolutely nothing!

Loysing

Hetta er ein site-specific dokumentarisk montaga, sum tað stendur í leikskránni og miðlingin er fjølbroytt. DFC fáa lív í bæði kend og ókend í fortíðini, bæði Winston Churchill og Thorstein Petersen trína fram á pall sum skuggamyndir og leikurin gongur við fúkandi ferð. Eg hugsi, at tað er ein fyrimunur hjá áskoðarunum at kenna til søguligu hendingarnar kring Fólkaatkvøðuna í 1946. Hugburðurin sýnist heldur enn ikki loysingarligur ella var tað bara premierukvøldið, tá meginparturin av áskoðarunum eftir øllum at døma vóru sjálvstýrissinnaðir. Eg skal ikki avdúka alt, ið gongur fyri seg í Operation Valentine, men tað riggar sera væl, mátin, sum hølini verða brúkt, eisini umskaringin millum tað teatralska rúmið og tað vanliga, veruliga rúmið. Áskoðararnir eru viðleikarar, men millum áskoðararnar eru eisini nøkur við sjónleikaraligum uppgávum. Hetta er ikki ein vanligur sjónleikaraleikur. Sjálvt um dugnaligu sjónleikararnir inkorperera søguligar persónar, eru tey samstundis eisini tey sjálvi, Kjartan og Kristina og tað sama er galdandi fyri áhugaverdu sangarinduna, Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, hvørs órógvandi, syrgiliga og óhugnaliga framførsla av Góða mamma eg vil sova og We´ll meet again fer at sita leingi eftir í minninum.

Farið í Sjónleikarhúsið

Det Ferösche Compagnie hava saman við heimildarfólki og Egill H.A. Pálsson, leikstjóra, Sonja Lea ljóssniðgeva, Jens Ladekarl Thomsen ljóðsniðgeva og Kirstin Helgadóttir pallsniðgeva megnað at skapa eina víðgongda, nútíðarliga tulking av einum serstøkum søguligum tíðarskeiði í Føroyum, henda tulkingin er stuttlig, rørandi, fjasut, álvarslig og syrgilig, men fyrst og fremst, so er hon listarliga viðkomandi. Farið tessvegna í Sjónleikarhúsið, Operation Valentine verður at síggja fram til 6.september.  

 

Komin er heystsins hin dapra tíð

Drakk eg eina øl fyri hvørja ferð, følnað bløð koma fyri í nýggja yrkingarsavninum hjá Øssuri Johannesen, hevði eg fingið kenning áðrenn triðingurin var lisin, og um eg tá yvirhøvur náddi til síðstu yrkingina, hevði tað neyvan verið í seyðahøgum standi. Men tolni lesaran, sum hættar sær ígjøgnum allar tær 150 síðurnar í savninum verður væl samsýntur av einstøkum, døkkum poetiskum gimsteinum, ið gløða ymsastaðni í meldrinum.

Eg havi fyri vana at lesa bøkur í bussinum og taki tí bókina við á veg til arbeiðis Eg taki bussin í tí nú bonkleysa Steinatúni og blaði upp í svørtu bókini TÁ EG HOYRI MÍNI EINSLIGU FÓTAFET MILLUM FØLNAÐU HEYSTBLØÐINI og lesi um tann omnipresenta deyðan, einsemið, myrkrið, um krabbamein, AIDS, sorg, ólukkuligan kærleika og bløðini, sum fella til jarðar á heystartíð. Tá eg nakrar tímar seinni eri á veg oman aftur í býin hevur yrkjaraegið verið á barr, eg lesi um dungar av royktum sigarettum og um tómar ølfløskur og brádliga tykist bókin mær livandi, tá tað beint við Miðlon fer at lukta ramliga av gomlum, royktum sigarettum og av øli. Tað vísir seg at vera umboð fyri hitt mangan skurvuta og klirrandi liðið, sum plagar at sita á áðurnevndu bonkum, og sum dagliga anir í pendulfart í tveyaranum millum Rúsuna og trappuna í Steinatúni. Summi vilja hava tey burturbeind og gloyma, at slík sosial høvuðsreingerð hoyrir ikki demokratiskum samfeløgum til. Eg heilsi uppá ein teirra, hann spyr um bókin er góð, eg sigi, at tað er hon beint nú. Hann sigur, at tað er langt síðani, hann hevur lisið yrkingar.

Niðurundirkomin

Alkoholiseraður og niðurundirkomin er heiti á einari yrking og tað sigur eitt sindur um hvar vit eru stødd í mongum av yrkingunum. Tað er á samfelagsins botni í náttmyrkum barrum og gøtum í Keypmannahavn og í Havn. Yrkjaraegið tykist illa plágað av einsemi, hetta verður staðfest upp í saman, og fleiri staðni tykjast yrkjarin og yrkjaraegið at vera ein og sami persónur. Hesin varhugi kemur m.a. av, at støðini, sum verða nevnd í tekstunum, eru verulig støð í Keypmannahavn, har sum Øssur Johannesen býr og hevur búð og har hann ferðast í býarrúminum. Ein outsider artist er ein listamaður, sum onkursvegna arbeiðir uttan fyri ta etableraðu skipanina. Tað ber ikki ordiliga at siga hetta um Øssur Johannesen, eitt nú eigur Listasavn Føroya fleiri av hansara myndlistaverkum, ið eisini prýða permuna á bókini Sekel, listasøgubókini hjá Listasavninum. Øssur Johannesen var bara 23 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu serframsýning í Listsavni Føroya og hann hevði í 1990´unum fleiri serframsýningar, bæði heima og uttanlands. Eg minnist eitt nú eina framsýning við linoprentum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn miðskeiðis í hálvfemsunum, harav fleri av prentunum vóru við á eini framsýning, sum eg skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í 2012.

Daprar yrkingar

Tematiskt eru myndirnar hjá Øssuri Johannesen lutfalsliga fábroyttar at kalla monomanar í teirra uppafturtøku av ræðuligari sorg og sálarkvøl, sum kemur av sosialum og sálarligum, tað kann snúgva seg um sjálvmorð, kríggj, kúgan, avrætting, fasismu, sálarsjúku ella einsemi. Yrkingarnar eru á sama hátt fábroyttar. Øssur Johannesen hevur skrivað yrkingar í nógv ár, tær fyrstu vóru almannakunngjørdar í fløgubóklingum, tann seinasta hevði skap sum eitt yrkingarsavn við einari fløgu í og nú er so eitt yrkingarsavn komið uttan tónleik ella upplestur, sum Tutl hevur givið út. Øll tey følnaðu heystbløðini og einsemið eru dømi um, at yrkjarin dyrkar tað dapra og í hesum sæst onkur líkskapur við Janus Djurhuus, sum fyri úti við hundrað árum síðani yrkti regluna í yvirskriftini. Men yrkingarnar hjá Øssuri Johannesen eru als ikki eins mentaðar, formfastar og klassiskt bygdar. Yrkingarhátturin er nógv meira primitivur, orðatilfarið fábroytt og klisjéirnar nógvar og patetiskar; skuggar eru tungir, sorg er pínufull og fet eru einslig. Har er lítið og einki av rím, rútman er óreglulig, men merkt av endurtøkum, sum í støðum gevur yrkingunum ein ekstatiskan tóna. Onkra staðni minnir tað skrivaða um eitt slag av ótilvitaðum orðastreymi, einum stream of consiousness, sum yrkjarin skrivar niður júst sum tað fellur honum inn, eina staðni stendur ein lýsing av arbeiðsháttinum: “SUM BLØÐINI FELLA TIL/ JARÐAR AV TRÆNUM/ UM HEYSTIÐ/ SOLEIÐIS FELLA YRKINGARNAR/ NIÐUR TIL MÍN/ AV NÁTTARHIMMALINUM/ OG ALT EG SKAL GERA/ ER AT SKRIVA TÆR NIÐUR...”. (s.12)

Vøkur bók

Fagurfrøðiliga er talan um eina vakra bók, eitt hondskrivað A5 skrivihefti við reglum, sum á autentiskan hátt hongur saman við innihaldinum, og sum er lætt at lesa. Tá ein bók verður givin út av einum plátufelag, er kanska ikki upplagt at lasta tey fyri vantandi rættlestur, akuttan ð-mangul og vantandi redaktionelt arbeiði, og kanska skulu vit júst rósa Tutl fyri at geva hetta yrkingarsavnið út, tí tó, at savnið er ov drúgt, eru her fleiri yrkingar, sum eg ikki vildi verið fyriuttan. Til dømis eru fleiri góðar yrkingar í bókini, sum snúgva seg um forgeingiliga egið í æviga alheiminum, t.d. yrkingin á síðu 69, sum byrjar “TÁ EG DOYGGI”. Eisini eru fleiri áhugaverdar, sterkar, frumkendar yrkingar, har umhvørvið fær gandakendan mátt. Í einari yrking duga fuglar, sól, regn og máni at skyna á hvørji eru livandi og deyð.

 

TÁ EG DOYGGI HVØRVUR

MÍN SKUGGI ÚT Í MYRKU NÁTTINA

TÁ EG DOYGGI ERU IKKI FLEIRI

FÓTAFET AT GANGA HJÁ MÆR

OG HJARTA MÍTT SLÆR EI LONGUR

TÁ EG DOYGGI VERÐI EG

EINSAMALT LÍK UNDIR JØRÐ

OG ORMARNIR ETA MEG INN Á BEIN

ELLA ELDURIN BRENNUR MEG TIL ØSKU

TÁ EG DOYGGI VERÐUR LONGSUL MÍN

SUM EIN FUGLUR IÐ FELLUR AV TRÆNUM

ÍMILLUM FØLNAÐI HEYSTBLØÐ

MEÐAN SÓLIN FER NIÐUR

TÁ EG DOYGGI VERÐI EG SUM GAMAL

SLITIN BÁTUR SUM ÁRALEYSUR

KNÚSAST VIÐ BYGLJUBROTI

MÓTI BERGINUM TÁ EG DOYGGI

HVØRVA MÍNIR TANKAR OG UPPLOYSAST

Í MJØRKANUM TÁ EG DOYGGI

HVØRVUR MÍN TILVITAN VIÐ

VINDINUM OMANFYRI FJØLLINI

TÁ EG DOYGGI HVØRVUR MÍN ANDI

VIÐ SKÝGGJUNUM OMAN FYRI

HAVIÐ

EG

DOYGGI

ER EITT

MENNISKJA

MINNI

TIL Á

JØRÐ

SUM TÓ

FRAMVEGIS

MELUR

RUNT

Í RÚMDINI

(s.69)

 

 

TÁ EG HOYRI FUGLARNAR

SYNGJA Í TRØUNUM Í PARKINI

ÍMILLUM MENNISKJU OG

HOYRI FUGLARNAR SYNGJA Í

TRØUNUM Í KIRKJUGARÐINUM

HUGSI EG KENNA FUGLARNIR

MUN ÍMILLUM TEY LIVANDI

OG TEY DEYÐU TÁ EG SÍGGI

SÓLINA OMANFYRI MENNISKJAMONGDINA

Í BÝNUM TÁ EG SÍGGI SÓLINA

MEÐAN EG ERI Í KIRKJUGARÐINUM

HUGSI EG KENNIR SÓLIN MUN Á TEIM

LIVANDI OG DEYÐU TÁ EG MERKI REGNIÐ

ÍMILLUM MENNISKJUNI Í BÝNUM OG

REGNIÐ Í KIRKJUGARÐINUM HUGSI EG

KENNIR REGNIÐ MUNIN Á TEIM LIVANDI

OG TEIM DEYÐU TÁ EG MERKI VINDIN

ÍMILLUM MENNISKJU Í BÝNUM OG

VINDIN ÍMILLUM GRAVSTEINAR Í

KIRKJUGARÐINUM HUGSI EG KENNIR

VINDURIN MUNIN Á TEIMUM LIVANDI

OG DEYÐU TÁ EG SÍGGI MÁNAN

ÍMILLUM MENNISKJU Í BÝNUM OG

SÍGGI MÁNAN FRÁ KIRKJUGARÐINUM

HUGSI EG KENNIR MÁNIN MUN Á

TEIMUM LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU

TÁ EG SÍGGI TRØINI ÍMILLUM FÓLK

Í PARKINI OG TRØINI Í KIRKJUGARÐINUM

HUGSI EG KENNA TRØINI MUN Á TEIMUM

LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU

TÁ EG SÍGGI STEINARNAR

SUM KIRKJAN ER BYGD AV

OG GRAVSTEINARNAR Í KIRKJUGARÐINUM

HUGSI EG KENNA STEINARNIR MUN Á

TEIMUM LIVANDI OG TEIMUM DEYÐU

Les Bókina!

Viðtal við Vilhjálm við Hoygil:

Bókin um tað góða varð givin út síðsta hósdag og í  hesum sambandi havi eg sent høvundinum Vilhjálmi við Hoygil nakrar spurningar, tað vil siga, í grundini sendi eg hesar spurningarnar til Carl Jóhan Jensen, tí hesin er kontaktmaður hjá fyrrnevnda - nakað sum Clark Kent er tað hjá honum sjálvum Superman ella enn verri, tí Vilhjálmur við Hoygil er ein bókmentaligur huldumaður, sum eingin livandi minnist seg at hava sæð. Men her eru svarini, eg fekk. Eg helt Bókina um tað góða vera fyrstu útgávu hjá Vilhjálmi við Hoygil, so mín fyrsti spurningur snúði seg um hetta.

KP:  Hevur tú altíð viljað verið rithøvundur ?

VvH: Hvat skal eg siga ...hatta er sum at spyrja hann sjálvan í erva um, um hann altíð ætlaði sær at verða Várharra...ha?

KP: Hvaðani kom hugskotið til Bókina um tað góða? Kanst tú greiða frá tilgongdini ?

VvH: Nú er bókin, sært tú, ikki eftir meg, men eftir henda sálaða prentaran K....og hví eg ikki nevni mannin við sínum fulla navni....Harragud les bókina, so sært tú hví...umdömið er nú einaferð umdömið eisini í deyðanum...men eg helt kortini, at hetta handritið var ein so sjáldsom og sermerkt samtíðarheimild, at tað hevði verið bæði synd og skomm, um tað bara lá og dró stöv á seg onkustaðni...ella hvarv út í tað talgildu gloymskuna sum so mangt annað.

 

Ein skrivandi maður

KP: Hvussu føldist tað, tá Sprotin játtaði at geva hesa fyrstu bók tína út?

VvH: Ja, nú setur tú meg enn eina ferðina í klípu...eg noyðist taka aftur í hatta, eg segði í áðni… um Várharra, ha… tí álvaratos, tað hevur verið sovorðin ágangur móti mær so leingi, sum eg ikki ynski oman yvir nakran annan...summi sáa enntá iva um, annaðhvört eg eri til… hvat dámar tær?… eg skal bara vera onkur, siga tey, sum Karl Jóhan Jensen hevur spunnið upp… og hetta sjabbið um mína ikki-veran… hesin ivin…ja, hann nívir viðhvört, nívir so fast, at í gjáranáttina droymdi meg …og ikki fyrstu ferð heldur… at eg í roynd og veru ikki var til… ja, tað er kaldur dreymur at vakna við...men sum eg aftur og aftur havi sagt og endurtikið upp í saman á Fjasbókarsíðuni hjá mær (Viljálm við Hoygil) so eri eg til og væl tað… ættaður av Strondum (tó at eg ikki havi  sett mín fót har síðani eina ferð í fýrsárunum)…. eg eri níggju og hálvtrýss ára gamal og ógiftur og barnleysur (tað eg veit). Eg tók MA prógv í enskum máli og bókmentum frá lærda háskúlanum í New Castle up on Tyne, tað var í hálvfemsunum, men las eisini trúarsögu eitt skifti seinast í hálvfjerðsárunum í Keypmannahavn og áðrenn tað guðfröði eitt ár á Fróðskaparsetrinum. Í fleiri ár undirvísti eg til skiftis á Kambsdali og í Hoydölum. Men ikki nóg mikið við tí, eg havi eisini, í skjótt tretivu ár verið skrivandi maður og havi greitt fleiri bökur úr hondum um bókmentafröðilig evni…. slóðbrótandi verk í föroyskum samanhangi, tori eg at siga, m.a. um skaldskapin hjá Hans Marius Ejdesgaard… og um hann er ritgerð mín frá seinast í fýrsárunum „Hitt ævinliga gonguverki/ ein greining við derridianskari avbygging í baksýni“ (Forlagið Skalið, 1990). Somuleiðis havi eg, helst sum tann einasti, skrivað um Richard B. Thomsen í avbyggingarligum anda, men eisini viðgjört nýggjari hövundar eitt nú Ólav í Beiti. Seinasta bók mín, ið kom út á prenti, var ein ritgerð um rithövundaverkið hjá Valdemar Poulsen „Osvald – ein avbygging av föroyska samfelagnum“ (Forlagið Skalið, 1993). Sum sagt fleiri verk liggja longu eftir meg á föroyskum máli…góðum föroyskum máli…. Kortini hevur mær ongantíð verið unt at koma á tann tignarstigan í føroyskum bókhandlum, har landalæra, matgerð, skipbrot og politiskt sjálvreyp trónaðu ovast fyri seinastu jól….Ja, hvussu mær var við, spyrt tú, tá ið Sprotin tók við handritinum…ja, tað er nú ein söga fyri seg…eg noyddist allan vegin til Vestmanna við handritinum, ætlaði at fáa stjóranum tað í hendur persónliga … hesum Jonhardi Mikkelsen…hetta var beint eftir páskir og eg var eitt stutt rend heima tá…og har standi eg so í túninum hjá honum við Hornaveg har norðuri í oysregni og sveittur eftir at hava togað meg niðan alla hesa longu brekkuna frá bussinum… men hvat… eg komi til stongdar dyr og eg knúgvi bæði á úthurð og vindeygu, men tað var alt í sama navni, stongt og stongt…so stongt, at eg hugsaði við mær, at hiðani mátti eg helst so nakkalangur avstað aftur… men dekan fari, tá birtist hann knappliga, hesin Jonhard sum sagt, sum ein skuggi úr hesi kjarrtjúknini, sum er um húsini hjá honum, oman fyri sum niðanfyri…og har stendur hann fyri mær, murgurin, reyðdæmdur, júllutur og eitt sindur hokin við einum turrum bógvi í hondini…ja, tað var sum tá ið deyðin fyrstu ferð vísir seg fyri riddaranum í Sjeynda innsiglinum, filminum hjá Bergman, og riddarin spyr: „Hvör er tú?“…so ovfarin, so örkymlaður sá forlagsstjórin út…men tað er nú mín lagna…tað er tað…tíverri…konufólk og hvör maður spyr: „Hvör ert tú?“ …er tað lögið, ha, at meg so ofta droymir, at eg ikki eri til…at eg föli meg at vera, sum teir siga enskum: a figment of anothers imagination….men gaman í Jonhard gevur bókina út…hann sigur seg enntá dáma bókina…men eg ivist í um tað ikki bara er tí, at tað ikki er eg sum havi skriva verkið sjálvt…bara inngangin.

 

Føroyskar bókmentir

KP: Hvat heldur tú um føroyskar bókmentir? Er nakar føroyskur høvundur, sum hevur gjørt tær mun?

VVH: Eg havi longu nevnt nakrar omanfyri... annars? Ja, Jóanes Nielsen kunnu kravlítlir lesarar sjálvandi hava gleði av, men Tórodd Poulsen havi eg ongantíð skilt og má bara smílka at teimum, sum halda upp á, at nakað skil er í hansara sokallaða skaldskapi. Karl Jóhan Jensen var einaferð ein toluligur ummælari, men so gav hann seg upp til sjálvreyp og málkrongl ...tað er tað...

KP: Tú ert útiseti – hvussu er at skriva um Føroyar og um føroyska samfelagið, tá mann hevur verið burturstaddur í so mong ár. Ber tað yvirhøvur til? Blívur tað ikki óautentiskt? 

VvH: Skilgrein hugtakið “útiseti” fyri mær...ha? Halda tit álvaratos, sum ganga mentanarliga útideyð her í regni og útsynningsroki, at tað ikki ber til at vera “autentiskur” föroyingur bara tí, at tu velur at búgva uttanlands...harragud og mín sáligheit...takið tykkum um reiggj...forbannað...

KP: Kanst tú greiða frá tínum framtíðarætlanum?

VvH: Ja, tað kann eg so skjótt svara tær: Nei.

Mótmæli á einum markamóti

Vit hava vitað av tí leingi, at prestarnir í føroysku fólkakirkjuni eru ymiskir og at summir teirra eitt nú eru ímóti uppafturgiftu. Hesum hava vit vitað av í nógv ár. Tað, sum øll vit mongu syndafullu tá mugu gera, um vit ynskja Guds signing í mun til hjúnarlag er, at vit spyrja teir humanistisku prestarnar um at fremja uppgávuna, og teir hava ovmikið at gera, tí vit eru altso nokk so nógv, sum ikki ordiliga kunnu liva upp til allýsingina hjá ávísum prestum av røttum livihátti. Soleiðis hevur støðan verið í mong ár. Vit hava leingi livað við einari ósemju í fólkakirkjuni, vit hava tigandi góðtikið støðuna, tí tað hevur borið til orsakað av vælviljanum hjá nøkrum fevnandi, arbeiðsamum prestum, sum tíverri eru í støðugum vanda fyri at gerast strongdir av yvirarbeiði. Eg havi alla mína tíð goldið mín kirkjuskatt við gleði, tí mín fólkakirkja hevur stóran týdning fyri meg sum tann rúmligi, kristiligi grundvællurin, hon er í okkara samfelagi. Allíkavæl verða prestar eftir øllum at døma javnan settir í hesa somu fólkakirkju, sum eru so mikið fundamentalistiskir, at teir nokta at útføra týdningarmiklar kirkjuligar handlingar orsakað av persónligari sálarórógv og anfektilsum. 

Tað er væl møguligt, at summir av hesum nevndu prestum verða við í bønartiltakinum, sum verður á Vaglinum í dag. Í veruleikanum fevnir bønartiltakið um alla vikuna, har verður biðið fyri øllum møguligum og mikudagsevnið avdúkar hvat tað í veruleikanum snýr seg um, tað verður biðið fyri, at Løgtingið verjir hjúnalagið og ófødda barnið. Hetta er fyrst og fremst ein reaktión ímóti mannarættindastríðnum hjá LGBT, sum endiliga hevur fingið tiltrongdan vind í seglini, sum krevur sjálvsøgd borgarlig rættindi fyri samkynd, men hvørs krøv einki hava við kirkjuna at gera, LGBT krevur ikki at giftast í samkomu ella kirkju. Allíkavæl hava vit nú eitt virðisstríð innan fólkakirkjuna, sum sæst greidligt í vøkru, rúmligu røðuni, sum Marjun Bæk hevði fyri Pride skrúðgonguni 27, juli í ár og í væl ljómandi, men harðrenda svarinum frá Bergi D.Joensen, har hann sigur seg fegin vilja møta samkyndum, tvíkyndum og transkyndum og samstundis tekur teirra møguleika fyri kynsligum sambandi frá teimum: “Sambært kristnu trúnni, er kynslívið givið av Gudi sum nakað sera dýrabart; so dýrabart, at tað má hava besta karmin. Karmurin um kynslívið – kristiliga sæð – er hjúnalagið. Og hjúnalagið er ein maður og ein kvinna, soleiðis, sum fedrarnir lærdu okkum. Hjúnalagið er við øðrum orðum ein skipan frá skapanini. Tí er samkynt hjúnalag, leysagifta, ótrúskapur og pornografi eitt háð ímóti hesi Gudgivnu skipan”.

Ein av fyriskiparunum av bønartiltakinum á Vaglinum segði í sjónvarpinum herfyri, at bønin er ein roynd at fáa landið meira andaligt sum eitt andsvar móti humanismuni, sum floymir yvir landið. Humanisma og upplýsing verða vanliga ikki mett at vera vandamál í okkara parti av heiminum, vit skulu langt burtur til fundamentalistisk prestastýri fyri at finna henda sama hugburðin. Men er bøn ikki grundleggjandi góð og væl meinandi? Jú upprunaliga er bønin inniligt og vakurt úttrykk fyri viðurskifti millum einstaklingin og Gud, sum gongur fyri seg inni í einingi í kamarinum, tá biðið verður til faðirin, sum er í loyndum.

Men bønin kann eftir øllum at døma eisini brúkast alment, trúttandi og tiktandi og tað er ikki í lagi. Tí mótmæli eg bønartiltakinum, sum verður á Vaglinum í Havn í dag. Og tó at tiltakið ikki er fyriskipað av fólkakirkjuni, útstillar tað ein trupulleika, sum vit borgarar og rindarar av kirkjuskatti hava og hava havt í mong ár og sum vit ikki eiga at finna okkum í meira. 

Silja Strøm hevur opið hús í Janusarhúsi

                                 

Í morgin, fríggjadagin 28.august klokkan 15 býðst høvi at kaga inn í atelierið hjá dugnaligu listakvinnuni Silju Strøm. Tað er Listafelag Føroya, ið bjóðar til opið hús í Listamannhúsunum á Dalatrøðni í Klokkaragøtu 42.

 Silja Strøm hevur í august mánaða sum tann fyrsta starvast í listamannahúsunum, sum Janus Kamban hevur latið til listafólk at brúka. Listafelag Føroya hevur heitt á Silju Strøm um at bjóða fólki inn at síggja og hoyra, hvat hon fæst við. Hon hevur játtað at hava opið atelier seinnapartin fríggjadagin 28.  august kl. 15 til 18. Listakvinnan er ein av teimum áhugaverdu listafólkunum úr yngra ættarliðnum, hon er útbúgvin í Glasgow School of Art og hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Virðislønina til ung listafólk og Gávugóðs úr Grunni Thorvalds av Steinum. Silja Strøm er m.a. í ferð við at arbeiða fram í móti eini serframsýning í Steinprenti, sum vit kunnu gleða okkum til. Hon arbeiðir bæði figurativt og abstrakt í frásagnarligum søgum uttan nakra defineraða hendingagongd. Listarliga er hon áhugað í relatiónum millum fólk og teirra umhvørvi. 

Silja Strøm í Steinprenti

Hendan myndin er frá 2011

Ein herlig mynd frá 2010