Mótmæli á einum markamóti
/Vit hava vitað av tí leingi, at prestarnir í føroysku fólkakirkjuni eru ymiskir og at summir teirra eitt nú eru ímóti uppafturgiftu. Hesum hava vit vitað av í nógv ár. Tað, sum øll vit mongu syndafullu tá mugu gera, um vit ynskja Guds signing í mun til hjúnarlag er, at vit spyrja teir humanistisku prestarnar um at fremja uppgávuna, og teir hava ovmikið at gera, tí vit eru altso nokk so nógv, sum ikki ordiliga kunnu liva upp til allýsingina hjá ávísum prestum av røttum livihátti. Soleiðis hevur støðan verið í mong ár. Vit hava leingi livað við einari ósemju í fólkakirkjuni, vit hava tigandi góðtikið støðuna, tí tað hevur borið til orsakað av vælviljanum hjá nøkrum fevnandi, arbeiðsamum prestum, sum tíverri eru í støðugum vanda fyri at gerast strongdir av yvirarbeiði. Eg havi alla mína tíð goldið mín kirkjuskatt við gleði, tí mín fólkakirkja hevur stóran týdning fyri meg sum tann rúmligi, kristiligi grundvællurin, hon er í okkara samfelagi. Allíkavæl verða prestar eftir øllum at døma javnan settir í hesa somu fólkakirkju, sum eru so mikið fundamentalistiskir, at teir nokta at útføra týdningarmiklar kirkjuligar handlingar orsakað av persónligari sálarórógv og anfektilsum.
Tað er væl møguligt, at summir av hesum nevndu prestum verða við í bønartiltakinum, sum verður á Vaglinum í dag. Í veruleikanum fevnir bønartiltakið um alla vikuna, har verður biðið fyri øllum møguligum og mikudagsevnið avdúkar hvat tað í veruleikanum snýr seg um, tað verður biðið fyri, at Løgtingið verjir hjúnalagið og ófødda barnið. Hetta er fyrst og fremst ein reaktión ímóti mannarættindastríðnum hjá LGBT, sum endiliga hevur fingið tiltrongdan vind í seglini, sum krevur sjálvsøgd borgarlig rættindi fyri samkynd, men hvørs krøv einki hava við kirkjuna at gera, LGBT krevur ikki at giftast í samkomu ella kirkju. Allíkavæl hava vit nú eitt virðisstríð innan fólkakirkjuna, sum sæst greidligt í vøkru, rúmligu røðuni, sum Marjun Bæk hevði fyri Pride skrúðgonguni 27, juli í ár og í væl ljómandi, men harðrenda svarinum frá Bergi D.Joensen, har hann sigur seg fegin vilja møta samkyndum, tvíkyndum og transkyndum og samstundis tekur teirra møguleika fyri kynsligum sambandi frá teimum: “Sambært kristnu trúnni, er kynslívið givið av Gudi sum nakað sera dýrabart; so dýrabart, at tað má hava besta karmin. Karmurin um kynslívið – kristiliga sæð – er hjúnalagið. Og hjúnalagið er ein maður og ein kvinna, soleiðis, sum fedrarnir lærdu okkum. Hjúnalagið er við øðrum orðum ein skipan frá skapanini. Tí er samkynt hjúnalag, leysagifta, ótrúskapur og pornografi eitt háð ímóti hesi Gudgivnu skipan”.
Ein av fyriskiparunum av bønartiltakinum á Vaglinum segði í sjónvarpinum herfyri, at bønin er ein roynd at fáa landið meira andaligt sum eitt andsvar móti humanismuni, sum floymir yvir landið. Humanisma og upplýsing verða vanliga ikki mett at vera vandamál í okkara parti av heiminum, vit skulu langt burtur til fundamentalistisk prestastýri fyri at finna henda sama hugburðin. Men er bøn ikki grundleggjandi góð og væl meinandi? Jú upprunaliga er bønin inniligt og vakurt úttrykk fyri viðurskifti millum einstaklingin og Gud, sum gongur fyri seg inni í einingi í kamarinum, tá biðið verður til faðirin, sum er í loyndum.
Men bønin kann eftir øllum at døma eisini brúkast alment, trúttandi og tiktandi og tað er ikki í lagi. Tí mótmæli eg bønartiltakinum, sum verður á Vaglinum í Havn í dag. Og tó at tiltakið ikki er fyriskipað av fólkakirkjuni, útstillar tað ein trupulleika, sum vit borgarar og rindarar av kirkjuskatti hava og hava havt í mong ár og sum vit ikki eiga at finna okkum í meira.