Gressiliga góður gívraleikur

 

Heksirnar, sum í hesum døgum tíggja sær og leika í á Tjóðpallinum eru sjáldsama óreinar, men sjálvt um tær eru veruligar livandi heksir, sum hata børn so nógv, at tær brúka alla sína tíð at finna upp á ræðuligar mátar at gera av við tey, so er talan eisini um ein sera stuttligan og undirhaldandi familjuleik, sum tit mugu síggja á Tjóðpalli Føroya í ein fart, helst áðrenn øll hava fingið hala og í øllum førum áðrenn tað er ov seint.

Leikurin er ein umskriving hjá David Wood av vælumtóktu barnabókini hjá Roald Dahl The Witches. Laura Joensen hevur týtt leikin til føroyskt við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini. Leikurin snýr seg um ein stakkals foreldraleysan drong, sum býr hjá ommu sínari og sum uttan at ætla tað, endar mitt í stóra ársfundinum hjá heksunum og sum harvið av óvart hoyrir um teirra ófatiliga óndu stórætlanir fyri børnini í Onglandi. Haðani gongur tað við tann spentan ál, eg skal ikki avdúka alt, men søgan er so mikið ósentimental, fitt og fantasifull, at hon minnir um okkurt, sum eitt barn kundi funnið uppá. Har kann alt henda. Samstundis er søgan óhugnalig, andstyggilig, klók og sorgblíð á ein sera óhollywoodskan hátt soleiðis at skilja, at vit ikki kunnu vænta okkum ta forkromaðu og meiningsfullu loysnina, sum upploysir allan tvídrátt. Heldur uppliva vit í leikinum eina ásannan av lívsins grundkonfliktum.

 

Undirhaldandi leikur

Tað er Kristina Sundar Hansen, sum hevur leikstjórnað hendan um somu tíð spennandi, stuttliga og hugfarsliga leikin. Kristina er sjónleikari, men hevur eisini verið leikstjóri, tá Náttarherbergið hjá Maxim Gorkij var settur upp á Tjóðpallinum, og í 2013 kom hennara sjálvsæviliga dramayrking Sár á Sál út, sum hon leikstjórnaði, tá yrkingin varð framførd á Tjóðpallinum. Leikurin Heksirnar er fyrsti barnaleikur, sum Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, og hon hevur í hesum sambandi fingið listakvinnuna Hansinu Iversen at gera scenografi. Aftrat sjónleikinum verður filmur lýstur uppá bakveggin á pallinum afturvið eini ljóðmynd soleiðis sum tað verður nógv brúkt innan leiklistina fyri tíðina og harumframt er tann ítøkiliga pallmyndin lutfalsliga einføld við plássi til ævintýr og hugflog. Pallprinsippið við skápunum riggar væl og minnir meg eitt sindur um tað flúgvandi kuffertið í Tivoli í Keypmannahavn, har tú fært innlit í ævintýruniversið hjá H.C.Andersen úr einum kuffertið, sum flytir seg runt millum fleiri pallmyndir. Tann góði tímin, sum leikurin varar, gongur skjótt, børnini eru væl undirhildin og sleppa bæði at ógvast og at gnisa og har er eisini okkurt til tey vaksnu, sum kunna dusa sær við fantastiska portrettinum av einari etandi óndari, eiggiligari meginheks í skapilsinum av einum væl smurdum Hans Tórgarð í stuttum, smølum niðurdeili og stilettum við sexutum yvirbrá á la Marlene Dietrich og stuttligum filmssitatum frá stóra diktatorinum hjá Charlie Chaplin. Megingívurin er ein sonn einaveldisfrúa við hartil hoyrandi týskum tónalagi, tað er at kalla klassiskt, at lúsakjálkin er týskur, eg veit ikki um hetta er nakað, sum fer at broytast nú Týskland vísir seg at vera heimsins rúmligasta land í mun til støðuga streymin av ólukkuligum flóttum. Omman hjá Lauru Joensen er herliga ósentimental, politiskt ókorrekt, stórroykjandi og rúmlig, og Jákup Dahl Wardum dugir væl at spæla lítil, stóroygdur og skilagóður drongur, men leikarahópurin er yvirhøvur góður. Fleiri av leikarunum spæla fleiri leiklutir og skifta millum at vera t.d. drongur, mús og heks og tað gongur sum eftir ánni hjá teimum.

 

Sorgblítt og ósentimentalt

Leikurin økir ferðina móti endanum og viðhvørt er tað rein slapstick komedia við stuttligum reyvafalli og tá eru børnini í salinum um at flána. Mær dámdi væl leikin serliga tann um somu tíð sorgblíða og ósentimentala hugburðin. Tað er jú einaferð soleiðis í tí ordiligu verðini, at har doyggja summi viðhvørt, og hetta verður staðfest og endurtikið í leikinum, sum eisini nertir ta syrgiligu sannroynd, at summi altso eru ónd og órein. Men sjálvt um mann kanska verður noyddur at liva eitt heilt annað lív enn tað, mann upprunaliga ætlaði, so er tað kanska ikki so galið kortini, um bara mann hevur onkran, sum er góður við ein. Tað er einfaldi og erligi boðskapurin í leikinum - um bara kærleikin er har, so er alt í lagi,

 HEKSIRNAR Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen. Pallmynd og búnar: Hansina Iversen. Tónleikur: Jákup Dahl Wardum. Koreografi: Búi Rouch. Ljóssetan: Turpin Napoleon Djurhuus. Ljóðmynd: Jón McBirnie. Leikarar eru Jákup Dahl Wardum: Drongurin. Laura Joensen: Omman. Nicolaj Falck: Løgfrøðingurin, hovmeistari, sjómaður. Katarina Nolsøe: Frú Jenkins, læknin, froskur, ymiskar heksir. Hans Tórgarð: Meginheksin. Páll Danielsen: Harra Jenkins, høvuðskokkur. Sóley Danielsen: Demonstratiónsheks, froskur, ymiskar heksir, rødd kamargenta. Petur Meinhard Ellebye Andersen: Bruno Jenkins, ymiskar heksir. Seymað búnar: Katrin Bonde. Hár og smyrsl: Marjun Olsen. Milja Hanusardóttir: Plakat. Ljós og ljóðfólk: Baldur Meitil.