Góð bókaløta í Reinsarínum
/Poul Guttesen tók myndirnar
Hølini í gamla Reinsarínum hóska ómetaliga væl til mentanartiltøk, har er hugnaligt sum á eini fjálgari café, men støðið er seriøst, áhoyrararnir lurta væl bæði eftir orðum og tónum.
Orð og Tónar kallast eitt samstarv millum Sprotan og Reinsaríið, sum er karmurin kring bókaframløgur, upplestur og tónleikaframførslur. Tað byrjaði í vár og tiltøkini hava verið væl vitjað. Tað sama var galdandi hetta hóskvøldið, eg var og forvitnaðist, hugnaligu hølini vóru fullsett og væl tað. Tvær bøkur vórðu viðgjørdar, nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen; Bókin um tað góða og Karitas – við ongum heiti eftir Kristín Marju Baldvindsdóttir, sum Gunvør Balle hevur týtt úr íslendskum.
Tað góða
Poul Guttesen beyð vælkomin vegna forlagið Sprotan og presenteraði eina eitt sindur fjálturstungna Dorit Hansen. Tað segði hon í hvussu er sjálv at hon var, eyðsýnliga vegna ovurhonds virðingarótta fyri viðtalsevninum, høvundanum Carl Jóhan Jensen, tað vísir seg, at Vilhjálm við Hoygil ER eitt dulnevni, eisini sjálvt um Hoygil bæði hevur Facebook profil, hevur gjørt viðtal við Dimmalætting og alt. Men Dorit Hansen nýttist ei at stúra, tí har gekk alt upp á stás hjá henni bæði við hugleiðingini um tær ávikavist torføru og løttu bøkurnar hjá Carl Jóhan Jensen og við áhugaverdu samrøðuni við høvundan um ta nýggju bókina. Dorit Hansen helt, at Bókin um tað góða er so deiliga løtt at lesa og at skilja. Millum annað spurdi hon høvundan um tað góða, nýggja bókin eitur jú Bókin um tað góða og hon helt tað vera áhugavert eftir sum bæði Ó- Søgur um djevulskap og Eg síggi teg betur í myrkri í stóran mun tykjast miðsavnaðar um óndskap. Carl Jóhan Jensen greiddi frá, at tað góða er eitt hugtak, sum hann heldur vera áhugavert, tí tað ikki altíð er eintýðugt og tí tað ofta kann snarast yvir í okkurt ótespiligt. Eisini er ein í nýggju bókini, sum missir trúnna uppá tað góða. Ein annar áhugaverdur spurningur snúði seg um bygnaðin í bókunum hjá Carl Jóhan Jensen, hetta, at tær eru kaleidoskopiskar, býttar upp í tíð á ein hátt, sum summi halda vera ørkymlandi. Carl Jóhan Jensen tosaði um, at tað ikki endiliga skuldi vera so lætt, at hann vildi hava bókmentir sum eru list og list er meira fleirtýdd og kompleks enn flaksandi politikkur, greiddi hann frá sum svar uppá ein annan spurning. Evnaríki sjónleikarin Hans Tórgarð las síðani eitt brot burtur úr bókini, sum var bæði skemtiligt og álvarsligt.
Karitas – við ongum heiti
Samrøðan, sum Lydia Didriksen hevði við Gunnvør Balle um týðing hennara av íslendsku bókini Karitas – við ongum heiti var somuleiðis sera áhugaverd. Henda bókin, ið var íslendska uppskotið til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í 2006, snýr seg um íslendsku kvinnuna Karitas Jónsdóttir og nertir tættir í íslendskari kvinnusøgu, sum minnir heilt nógv um støðuna í Føroyum. Eitt av evnunum, sum verða viðgjørd í bókini er sostatt kvinnufrígering, men listafólkalív og vantandi virðingin, sum mong teirra hava upplivað ikki minst afturi í tíðini, verða eisini viðgjørd. Sum svar uppá hví hon týddi bókina, svaraði Gunnvør Balle, at tað var ein so góður mótsetningur til alt tað politiska flaksið uttan nevniverda ávirkan: “Týðingin er mín, hana ávirki eg einsamøll” segði týðarin. Gunnvør Balle helt eisini, at okkum sum heild tørvar kvinnuligar hetjulýsingar í okkara bókmentum. Og so skiltist tað eisini, at vit kunnu byrja at gleða okkum til seinna bindið av Karitas – við ongum heiti, tí Gunnvør Balle er farin í holtur við at týða tað.
Oyðan
Benjamin Petersen stóð fyri at levera tónarnar á tiltakinum og tað gjørdi hann sum altíð væl, hugtakandi og stuttligt at hoyra hansara morðballadu, sum fekk meg at hugsa um orðingina “morð og ballada” og tað var hugtakandi enn einaferð at hoyra tað fína sigurskvæðið hjá tí svikna í Oyðini. Samanumtikið var tað eitt ómetaliga hugnaligt kvøld á Reinsarínum og sum skilst er ætlan um at halda fram við tiltøkunum eina ferð um mánaðan í heyst og vetur. Næsta Orð og tónar kvøldið er longu lagt til rættis at vera í Reinsarínum 17. sept. Tá verður Glasbúrið, eitt stuttsøgusavn hjá Sámal Soll, ið kemur út í næstum, viðgjørt og Finnur Koba stendur fyri tónleikinum.