Øssur Johannesen framsýning á Museum Ovartaci

Fríggjadagin 28.august klokkan 15 letur ein framsýning upp við myndum hjá Øssuri Johannesen á Museum Ovartaci. Ovartaci er eitt kombinerað listasavn og psykiatriskt søguligt savn, sum liggur í Risskov Psykiatriske Hospital í Århus.

Øssur Johannesen er av Glyvrum, men býr og arbeiðir í Keypmannahavn. Hann var bara 23 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu serframsýning í Listsavni Føroya og síðan hevur hann havt serframsýningar og verið við í bólkaframsýningum í Føroyum og uttanlands. Hann er fjøltáttaður listamaður, umframt at vera myndlistamaður er Øssur Johannesen eisini yrkjari, tónaskald og tónleikari. Hansara myndaheimur er dapur á tremur av líðing, longsli og deyða. Hann lýsir tragiskar lívslagnur og knýtir hesar lýsingar við visiónir av Jesusi, demonum og einglum. Listamaðurin er hugtikin av náttúrunar mátti, av frummegini hjá mánanum og sólini og trøunum, men eisini girndarhugur og kærleikslongsul eru partar av hansara myndaheimi. Øssur Johannesenhevur sjálvur nevnt nógvar listarligar fyrimyndir, eitt nú russiska listamannin Chaim Soutine, men eisini norðurlendskar listamenn; Edvard Munch, Sámal Joensen Mikines, Carl Fredrik Hill, Svend Wiig Hansen, Kurt Trampedach og ikki minst William Skotte Olsen, sum hevur havt stóra ávirkan. Fleiri av figurunum í málningunum hjá Øssuri Johannesen hava t.d. gloriur á sama hátt sum Skotte Olsen brúkti gloriur til sínar persónar. Men samstundis sum tað ber til at síggja íblástur ymsastaðni frá í myndunum hjá Øssuri Johannesen, kemst ikki uttanum hvussu serstakar tær eru - í eini kategori fyri seg og í summum brøgdumnema tær hugtakið outsiderart. Tær nýggju myndirnar eru meira surrealistiskar enn tær hava verið áður hjá listamanninum, men myndirnar eru enn ekspressionistiskar. Framsýningin á Museum Ovartaci er opin til 29.november.



Symfoni nummar tvey hjá Sunleif frumframførd í kvøld

 

I kvøld klokkan sjey verður ein føroysk symfoni framførd og tað er ikki gerandiskostur, men hetta er symfoni nr 2 hjá Sunleif Rasmussen "The Earth Anew", ið verður frumframførd í nýggja konserthúsinum í Helsinki! Sunleif fekk sum kunnugt norðurlendsku tónleikavirðislønina fyri sína fyrstu symfoni, Oceanic Days, sum var liðug í 1995. Tjúgu ár seinni er Sunleif Rasmussen ein bæði royndur og kendur tónasmiður, sum hevur skrivað nógv ymisk verk. Hansara Symfoni nr 2 er liðug, 202 síður av nótum liggja á netinum til øll at lesa. Symfoniin er bygd á norrønu gudalæruna, soleiðis sum hon er lýst í Snorra-Eddu um Yggdrasil træið, sum røkkur heilt upp í himmalin og hevur tríggjar røtur, sum vaksa ymsan veg. Tann eina vaksur inn í Helheim, ein onnur vaksur inn í Jotunheim og hin triðja vaksur inn í Ásgarð.

Bíleggingar

Sunleif Rasmussen hevur úr at gera. Umframt symfoniina, sum Helsinki Philharmonic Orchestra bílegði í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Jean Sibelius, arbeiðir hann uppá fleiri aðrar uppgávur, eina obokonsert fyri Odense Symfoniorkestur í sambandi við 150 ára hátíðarhaldið fyri føðingardagin hjá Carl Nielsen. Frumframførslan verður 30.oktober í ár. Sunleif er somuleiðis í holtur við at skriva eitt verk til Norðurlendskir Tónleikadagar, sum verða í Keypmannahavn í september, Ursula Andkjær Olsen skrivar tekstin. Hann hevur eisini fingið eina bílegging frá danska kórinum Camerata í sambandi við teirra 50 ára føðingardag, sum eftir ætlan fer at framføra verkið í desember í ár.

Størsta verkið

Nýggja symfoniin er saman við fjórðu symfoniini hjá Jean Sibelius á skránni á sjálvari byrjanarkonsertini til heystskránna hjá Helsinki Philharmonic Orchestra. Tá nú nýggja symfoniin verður framførd í kvøld, er talan um størsta verkið hjá einum føroyingi, sum er framført uttanlands. Verkið varar ein tíma og verður framført við stórum orkestri undir leiðslu av John Storgårds, 80 manns mannskóri og við tveimum heimskendum sangsolistum, Bo Skovhus bariton og Cyndia Sieden koloratursopran. Góða eydnu øll somul - hevði ynskt, at eg var í Helsinki í kvøld.

 

Hans Pauli Olsen riddari av 1.stig

 

Listamaðurin Hans Pauli Olsen er vorðin riddari av danabrók, tað var hann longu í 2000, men nú hevur hann fingið ta fornemma Ridder af 1.grad heiðurin. Á sjeytifimm ára føðingardegnum hjá Margretu drottning, boðaði danska kongshúsið frá, at hon fór at heiðra nøkrum lista- og mentafólkum við riddarakrossinum, og mánadagin fekk føroyski listamaðurin riddarakrossin av 1.stig. Hans Pauli Olsen er kendur myndahøggari bæði í Føroyum og í Danmark, har hann hevur búð í nógv ár. Hann fevnir í síni list bæði um tað siðbundna við veruleikakendum standmyndum, sum eitt nú vísa hvussu ómetaliga góður handverkari hann er, men honum dámar eisini at eksperimentera og at spæla sær við hugtakið standmynd. 

 

Menniskjað sum myndevni

Hans Paula Olsen dámar væl hetta føroyska orðið fyri skulptur "Stand-mynd", og hann eksperimenterar til dømis við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar. Myndevnisliga er tað fyrst og fremst menniskjað, sum hugtekur hann, og seinastu útivið 30 árini hevur hann gjørt tær allarflestu av standmyndunum, minnisvarðum og monumentum, sum hava verið reist í Føroyum. Í 1997 gjørdi hann portrettmyndir av Margretu drottning og Heindriki prinsi. Hans Pauli Olsen hevur úr at gera fyri tíðina. Leygardagin var fernisering í Bispegaarden í Kalundborg, har Hans Pauli Olsen og bróðurin, grafikarin Marius Olsen hava felagsframsýning. Hans Pauli er somuleiðis við á einari portrettframsýning á Frederiksborg Slot, har hann hevur fimm portrettmyndir við av sær og brøðrum sínum. 27.september verður hann at síggja her í Føroyum, tá verður hann við á Heystframsýningini í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn.

 


Familjuleikurin HEKSIRNAR

 

Leygarkvøldið 29.august verður lekurin Heksirnar frumsýndur á Tjóðpallinum.

Hesin leikurin er um heksir. Av teimum, sum eru til.

RÆTTULIGAR HEKSIR

Í ævintýrum plaga heksir altíð at vera í fjákutum, svørtum hatti, í svørtum kappa, og tær flúgva á kustaskafti.

Men hetta er onki ævintýr.

Sjálvur havi eg tvær ferðir sæð heksir.

Fyrru ferð slapp eg heilskapaður undan, men seinnu ferð gekk verri...

Men tá saman um kemur eri eg enn á lívið, so sjáldsamur eg annars síggi út.

Men lat okkum byrja frá byrjanini ...

Leygardagin 29. august verður fyrsta sýning av familjuleikinum “Heksirnar”, eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini.

Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í somu sýning. Afturat sær hevur Kristina fingið Hansinu Iversen at gera pallmynd og búnar. Tað er ein royndur leikarahópur, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Katarinu Nolsøe, Lauru Joensen, Páll Danielsen, Sóley Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Petur Meinhard E. Andersen og Nicolaj Falk.  Fleiri teirra sleppa at royna seg í fleiri leiklutum.

Handan pallin hava Kristina ogHansina havt Turpin Nap. Djurhuus, ið ljóssniðgevur og Jón McBirnie, ið ger ljómyndina. Hetta er ein leikur, ið krevur nógvar tekniskar “finessir”, búnar, hár og smyrsl og nógv annað, og tí partinum hava Mikkjal Arge Galán, Katrin Bonde, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Milja Hanusardóttir, Brandur Patursson, Símun Pauli Hansen, Birgir Djurhuus og Atli K. Jensen tikið sær av.

 

Sýningar :

Leygardag          29.08 kl. 18.00 premiera  ÚTSELT
Sunnudag           30.08 kl. 16.00
Mánadag             31.08
Týsdag                01.09 kl. 18.00
Mikudag              02.09 kl. 18.00
Hósdag               03.09 kl. 18.00
Fríggjadag          04.09 kl. 18.00
Leygardag          05.09 kl. 15.00
Sunnudag           06.09 kl. 15.00
Mánadag             07.09
Týsdag                 08.09 kl. 18.00
Mikudag               09.09 kl. 18.00
Hósdag                10.09 kl. 18.00
Fríggjadag           11.09 kl. 18.00

Atgongumerki á www.tjodpallur.fo

Ónostalgisk Operation Valentine

Hetta sær rættiliga nostalgiskt og hugnaligt út, mátin, vit vórðu móttikin í Sjónleikarhúsinum til Operation Valentine fríggjakvøldið, men latið tykkum ikki lumpa; hetta er ikki vandaleys hugnalig nostalgi. Leikurin er á sama hátt sum heitið á leikbólkinum Det Ferösche Compagnie bara at síggja til afturlítandi. Í veruleikanum er talan um eina sera ónostalgiska, nútíðarliga, garvilla, progressiva listarliga tulking av einum serstøkum tiðarskeiði í Føroyum og um allan heim.

 Úr ummæli, sum kemur í Dimmalætting 28.august:

 “Frá einari eitt sindur leitandi byrjan við storytelling, har leikararnir standa í Sjónleikarhúsinum og greiða frá tí, sum kundi verið hent her fyri nógvum árum síðani, verður ljósið sløkt og tá blívur tað ordiliga spennandi. Sum heild eru myrkur og avskeplan týdningarmiklir partar av úttrykkinum í Operation Valentine, bæði í ljóði og myndum. Leikurin tykist ikki nostalgiskur, hann er modernaður og progressivur í síni uppseting. Scenografiin er eins einføld og hon er genial, ein grøn presending er høvuðsrekvisitt, og hon verður brúkt við sama leikandi lætta hugflogi, sum tá børn spæla sær undir løkum og seingjarklæðum, ið eru við at verða løgd saman.”

Inntil 6.september verður leikurin sýndur týsdag til leygardag kl.20.00. Sunnudag kl. 17.00

(ongin sýning mánakvøld)

Bert stutta tíð.

Atgongumerki á 200,- kunnu bíleggjast við at skriva til:

information.dfc@gmail.com - skriva navn, nøgd, tlf.nr.

List og mentan eru meira enn samfelagsins sjampanjusurkl

Týski nazioddamaðurin Hermann Göring skal eina ferð hava sagt, at hoyrdi hann orðið mentan, so avtryggjaði hann sín revolvara. Í veruleikanum er talan tó um eina replikk úr einum sjónleiki hjá Hanns Johst frá 1933. Og tó, at orðið mentan neyvan fær nakran at gera byrsuna skotklára í dag, so kann júst hetta orðið framvegis geva mongum politikara hervilig herðindi fyrst av fjáltrutum, flákrandi eygum og stórorðaðum orðaskreytum, ið avdúka, at ítøkiliga vitanin um økið ikki er tann stóra. Hugburðurin mótvegis mentan er ómetaliga jaligur, samstundis sum virðingin ikki tykist vera tann heilt stóra. Eitt ofta endurgivið svar frá Winston Churchill kom uppá ein fyrispurning frá hansara krígsmálaráðharra, ið skeyt upp at spara pening innan mentanarøkið. Churchill skal hava sagt: “Hvørjum berjast vit tá fyri, um ikki fyri mentanini?”. Men mentan er eitt stórt og torgreitt hugtak, sum bæði verður brúkt um atburð og vanar hjá einstaklingum og samfelagsbólkum og um eitt serligt slag av mentanarligari menning. Mentan/list er um somu tíð eitt so mikið alfevnandi og smalt fyribrigdi, sum siður er at leggja til síðis í valstríðnum fyri síðani at taka tað fram aftur í sigursrøðum, tá mergjaðar yrkingar verða siteraðar og tá yndisligir tónar floyma yvir sigursfegnir áhoyrarar.

Hetta er skeivt. Mentan og list eiga at vera integreraðir partar av einari og hvørjari floksskrá og ikki bara sum eitt skjótt orðað uppískoyti á síðstu síðu. Mentanarráðharrasessurin eigur ikki at vera tann bíligasti av ráðharrasessunum, men tann dýrasti. Hugsið tykkum bara, hvat tað er, hesin sessur stendur fyri. Mentamálaráðharrin sleppur at umboða tað føroyska málið, søguna, hús og bygningar, byggilistina, myndlistina, filmslistina, tónleikin, bókmentirnar, sjónleikin, dansin, matin, umframt skúla, kirkju og ítrótt, men politikarin skal fyrst og fremst taka sær av mentanarpolitisku rammunum, ikki av innihaldinum. Ein mentamálaráðharri kann til eina og hvørja tíð savna seg um og leggja dent á ávís øki, men hann ella hon má ongantíð gloyma armslongdarregluna. Tað er so mangan staðfest hvussu stóran týdning mentan og list hava bæði fyri menningina av einstaka borgaranum og fyri menningina av samfelagnum sum heild. List og mentan eru ikki bert samfelagsins sjampanjusurkl, men sjálvur grundvøllurin hjá okkum øllum, sum vit mugu vera tilvitað um og sum vit mugu fara við á tilvitaðan hátt. Samstundis eru bæði mentan og list serstakliga óstøðug hugtøk, sum krevja, at vit alla tíðina meta um og endurmeta støðuna. At tað yvirhøvur ber til í dag at skúgva friðingarkrøv viðvíkjandi Skansanum til viks kemst kanska av, at vit ikki í nóg stóran mun hava gjørt vart við hetta serliga fornminni og stóra týdningin, sum tað hevur. Á sama hátt er eingin mentanarstovnur í samfelagnum friðaður, tí raðfestingin skiftir alla tíðina sambært nútíðini. Hetta er sum tað eigur at vera, men vit mugu vera tilvitað, so at tilvildin ikki gerst ráðandi innan føroyska mentanarøkið.

 

 

Eivør fær fimm stjørnur í Gaffa

Útgávan Bridges hjá Eivør Pálsdóttir skorar heilar fimm stjørnur (av seks) í ummæli á donsku heimasíðuni gaffa.dk. Har verður staðfest, at “Eivør er ein tann mest virtuosa singer-songwritarin í Europa, ein eminentur sangskrivari, ið megnar bæði sum sangskrivari og við síni rødd at forloysa sítt egna tilfar á serstakan hátt. Hon er eitt við tónleikin, trúverduga til staðar og vokalt ódarvað sjálvt tá tilfarið tykist krevjandi. Hennara musikalitetur, hennara sangrødd, alt við hennara list er gásarholdselvandi og ekstraordinert”. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri púra samd. Í ummælinum, sum stóð at lesa í februar her á Listaportalinum og í Dimmalætting skrivaði eg um útgávuna, at “hon er svallig sum eitt summarlot. Tónleikurin er í støðum sorgblíður, men sum heild er útgávan merkt av einum serstøkum lættleika - tað tykist so ófatiliga lætt og ómakaleyst, tað heila, áhoyrarin kennir seg kínda av yndisligu tónunum, borna uppi av sterku løgunum og so er tað tann krystalklára, reina røddin, sum floymir út yvir áhoyraran, so at einki annað er at gera enn at geva seg inn undir hana og njóta ta gjøgnumførdu leskandi musikalsku upplivingina... Bridges er ein so mikið samanhangandi og væl framleidd heild, at lurtarin hugsar ikki um tað í byrjanini, men í veruleikanum er hetta ein serstakliga samansett tónleikaútgáva. Samstundis sum pláss er til fólkatónleikaligt einfeldi og vokalu megina hjá Eivør og til akustisk instrument av ymiskum slag, fyllir elektroniska síðan nógv. Og samstundis sum hetta er lættur poppur, sum eg rokni við og vóni fer at verða nógv spældur í Kringvarpinum, er talan um dygdargóðar kompositiónir av tí seriøsa slagnum við undirliggjandi mynstrum av tónaendurtøkum, sum stuðla uppundir huglagið í løgunum. Eivør hevur neyvan sungið betur og meira nuanserað enn á hesari útgávuni. Sum lurtari sleppur tú at uppliva eina rødd, sum er í javnvág við seg sjálva og við sítt umhvørvi, ein kensluborin, rørandi og skyggjandi rein rødd í fulkomnum tamarhaldi, sum í glæsiligum løtum gevur okkum varhugan av sterka og ótamdu orkuverkinum aftanfyri. Teir 9 sangirnir á útgávuni eru satt at siga alt ov skjótt lidnir, men tað ber altíð til at byrja umaftur, tí her er av sonnum nógv at lurta eftir. Hjartaliga til lukku, Eivør við ummælinum, eg gleði meg at hoyra komandi útgávuna Slør. 

Mentanarval 2015

Mynd: Tóroddur Poulsen: Onga viðmerking (2012)

Mynd: Tóroddur Poulsen: Onga viðmerking (2012)

Um minni enn ein mánaða skulu vit á val. Hetta kunngjørdi Kaj Leo Holm Johannesen í síni løgmansfrágreiðing á ólavsøku, sum ikki hevði nógv meira enn tríggjar reglur til yvurs fyri listini. Tær snúðu seg um, at tað er herligt, at Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways og Mentamálaráðið hava stovnað eina sonevnda flogbrúgv, eina stuðulskipan, har listafólk kunna søkja stuðul til flogferðir. Og víst er tað bæði gott og tiltrongt við einari tílíkari skipan, sum landið eigur ein fjórðing av. Vit fegnast við løgmanni, men í veruleikanum fær listaumhvørvið ikki brúkt hurráróp og herðaklapp til serliga nógv. Tað, sum listafólk og vit øll harafturímóti hava størstan tørv á, eru seriøsar mentanarpolitiskar visiónir og viljin til at fremja tær í verki, tí fara Dimmalætting og Listaportalurin komandi tíðina at seta mentanarpolitikk á breddan.

Tó at skotbráið kanska tykist eitt sindur knapt nú fleiri fólk eru langt av landið skotin og halda summarfrí, munu flestir flokkar hava verið greiðir yvir tað leingi, at val er í hondum og væntandi eru teir eisini fyrireikaðir uppá val við dagførdum floksskráum. Í skrivandi løtu er valstríðið ikki ordiliga komið í hæddina, so tað er ikki til at siga hvørji høvuðsevnini verða, men skulu vit fylgja Jørgen Niclasen, og hann plagar at duga at snúgva sær politiskt, so verður valið grundleggjandi hugsjónarligt soleiðis at skilja, at tað fer at snúgva seg um vinstrapolitikk móti høgrapolitikki. Sambært fíggjarmálaráðharranum snýr tað seg um antin at taka tær pragmatisku loysnirnar, sum geva okkum best lønandi úrslitini ella at lata landið upp í hendurnar á einum sosialistiskum eksperimenti. Andstøðan heldur hinvegin, at loysnirnar hjá samgonguni eru eins stuttskygdar og tær eru grammar og at tær fara at geva okkum og okkara børnum stórar trupulleikar í framtíðini. Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, styrkin hjá andstøðuni er kanska tann sama sum hennara veikleiki; hennara hugsjónarliga tign og reinu hendur (umframt eyðsædda ósemjan um ríkisfelagsskapin), menhatta við ideologiunum er í grundini áhugavert og ikki so einfalt sum mann skuldi hildið. Tað var í teirri fyrstu formansrunduni í sjónvarpinum, at Jørgen Niclasen tosaði um ta vinstravendu andstøðuna og hetta var kanska serliga provokerandi í mun til ein flokk sum Framsókn. Mær vitandi plagar liberalisma ikki at verða staðsett á vinstravonginum, í øllum førum ikki í Europa. Sjálvt um sjónarmiðini t.d. í mun til samkyndar borgarar jú eru sera liberal, er Framsókn ein grundleggjandi borgarligur flokkur við stórari trúgv uppá ta fríu kapitalismuna, frælsi til vinnuna, uttan tey stóru sosialu trygdarnetini. Tí tóktist útsøgnin hjá Jørgen Niclasen eitt sindur løgin, men veruleikin er ofta marghátligur, t.d. gjørdi formaðurin í Framsókn, Pól Michelsen hin vegin vart við, at fiskivinnu- og fíggjarpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum einamest minnur um kommunistiskan planbúskap við greiðum fyrimunum fyri ein ávísan útvaldan skara. Hetta verður neyvan síðstu ferð í valstríðnum, at slíkar ákærur verða at hoyra, tað er upp til veljaran sjálvan at fyrihalda seg kritiskt til valfleskið og at kunna seg um hvat teir ymisku flokkarnir standa fyri bæði hugsjónarliga og í veruleikanum.

Vit ætla eisini at kanna hvar flokkarnir standa, tá tað kemur til mentan og list. Hesi eiga at vera integreraðir partar av einari og hvørjari floksskrá og ikki bara sum eitt skjótt orðað uppískoyti á síðstu síðu. Til tað eru list og mentan alt ov týdningarmiklir partar av okkara felagsskapi. Listin og mentanin eru ikki bert samfelagsins sjampanjusurkl, tað er sjálvur grundvøllurin hjá okkum øllum, sum vit mugu vera tilvitað um. Tí fara vit í komandi bløðum at spyrja umboð frá øllum flokkum, sum stilla upp til Løgtingsvalið 2015 tíggju spurningar um teirra mentanarpolitisku ætlanir og visiónir.

 

Still, pen og meinaleys

Ólavsøkuframsýningin 2015

 

 

Ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2015

Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum var bara opin í seks dagar í ár, hon læt aftur longu 2.august og mann má av sonnum beundra bæði kuratorin Oggi Lamhauge og Listafelagið, at tey tíma og orka alt stríðið við at skipa og seta eina framsýning upp, sum skal takast niður bert seks dagar aftaná.

Satt at siga er tað ein avbjóðing at vera kritikari av somu framsýning, sum ein sjálv hevur kuraterað fleiri ferðir. Hinvegin, so havi eg innlit í teirserligu trupulleikar, sum kunnu standast av serliga ólavsøkuframsýningar-formatinum. Frægast man vera nú sum altíð, at vera erlig og tá má eg tíverri viðganga, at tann nú søguliga Ólavsøkuframsýningin 2015 ikki er ein framsýning, eg fari at sakna. Eitt er, at framsýningarupplivingin var eitt sindur ørkymlandi m.a. orsakað av, at eg ikki fann  út av skeltingini, tað stendur t.d í skránni, at frágreiðing stendur við verkini hjá Ole Wich, hana fann eg ikki við fyrsta verkið, heldur ikki, tá eg spurdi starvsfólkini, men størsti trupulleikin við framsýningini var óivað mangulin uppá góð listaverk.

 

Sami leistur

Leisturin hjá Ólavsøkuframsýningini var tann sami í ár sum í fjør og fyrra árið. Listafelagið biðjur ein kurator um at skipa fyri framsýningini. Hann biðjur nøkur yrkislistafólk um at senda verk inn. Harumframt kunnu øll onnur senda inn tilfar, sum síðan verður sensurerað. Hetta úrslitaði í ár í, at 48 fólk sendu 340 verk inn, og burtur úr hesum vóru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk. Tey innbodnu listafólkini í ár vóru Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Jóna Rasmussen og Rikhardur Valtingojer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi eru biðin um at hava orðið “fláir” í huga og hava gjørt verk úr ymiskum tilfari so sum torvi, ull, leypum, tómum pakkitilfari umframt meira siðbundnum málningum og grafikki. Kuratorurin er sjálvur listamaður, men hevur einki verk við á framsýningini sjálvur - hetta er sum tað eigur at vera.

 

Jóhan Martin Christiansen

Stillfør framsýning

Samanumtikið tykist framsýningin væl skipað. Hon hevur eitt stillført brá, og við onkrum undantaki er hon sum heild merkt av jarðlitum og grátónum t.d. í grafisku myndunum hjá Rikhardur Valtingojer. Í gongini og aftan fyri veggin, har sum Grafiski Verkstaðurin helt til, tóktust verkini meira blandað í litum og stíli. Okkurt verk hekk eitt sindur uttan fyri samanhang, men tað vil so vera, tá verk hjá so nógvum ymiskum fólkum verða sett saman. Rikhardur Valtingojer er eysturríkskur listamaður, sum hevur búð í Íslandi ein mansaldur og sum í mong ár starvaðist á íslendska listaakademinum, har hann m.a. hevur verið lærari hjá Oggi Lamhauge. Hansara smáu, døkku mezzotintuprent eru merkt av formligum neyvleika, hetta er greidliga ein listamaður, ið leggur stóran dent á handverksligar dygdir. Handarørslurnar eru alt annað enn veipandi, myndirnar eru stillar og stýrdar, myndevnini eru organisk og surrealistisk, og litirnir eru fáir í teimum eitt sindur gamalsligu myndunum hjá Valtingojer. Við síðuna av hanga tvey verk hjá Jóhan Martin Christiansen, og tó at tey eru størri í vavi, er eisini okkurt friðarligt og inntonkt yvir hesum verkunum. Grundtilfarið er eyðmjúkt, tað eru vanligar toyblæur, sum eru seymaðar saman og litaðar við blekki, víni, olju, kaffi osfr. Vit hava sæð líknandi verk áður á Ólavsøku- og Várframsýningum, og í løtuni hevur sami dugnaligi listamaður framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við einum stórum verki. Hansara verk eru poetisk, heitini eru ábendandi og vísa okkum á okkurt, ið endurtekur og fjalir seg: “Repeated Passages. Hidden Faces”.

Edward Fuglø

Merkið – bygt upp av handilsvørum

Tá er verkið hjá Edward Fuglø øðrvísi spektakulert. Tað er Merkið bygt upp sum trídimensionel kollasja av handilsvørum, av dósum, mjølpakkum, ketjupdunkum, blæupakkum, sjokulátaplátum osfr., ið er skipað eftir teimum trimum litunum í okkara flaggi. Niðri undir stendur skrivað heitið á verkinum Nation Building. Verkið riggar væl í framsýningarhølinum og ikki minst á plakatini og á verklistanum, men tykist ikki nógv meira djúphugsin enn ein góð skúlaverkætlan, tó at hon er meira umfatandi og væl størri í vavi. Trímyndin hjá Kára Svensson er stór og dekorativ, tær smáu litríku brotamyndirnar hjá Finnleif Mortensen eru frægari enn hansara stóru verk, tí mann sær ikki líka væl ta ósmædnu kopieringina av myndunum hjá Zachariasi Heinesen, og so hevur Elin Josefina Smith eina gula sjálvsmynd við á framsýningini, sum er hugtakandi í sínum upprunakenda einfeldi og ekspressivu styrki. Amariel Norðoy hevði heilar fimm myndir við í ár, sum í høvuðsheitum eru bláar og grønar við reyðum og gulum litfarrum í landslagslýsingum, sum tykjast rættiliga gamaldags. Okkurt meira scenografiskt verk á framsýningini var stuttligt, t.d. Høsnarhúsið hjá Líggjasi á Váli Smith og Eli Smith og Dreymarúmið hjá Rakel Helmsdal. Eisini Guðrið Poulsen hevði nøkur av sínum keramisku Minnisrúmum við á framsýningini.

 

Ole Wich

Meinaleys amatørisma og ull

Ólavsøkuframsýningin er amatøranna spælipláss og henda sannroynd var váttað aftur í ár, soleiðis er tað bara, og tað er spell, tá nú næstan eingin av áhugalistafólkunum bjóðaðu uppá verk, sum høvdu nakað uppá seg listarliga. Fittar, litfagrar myndir av naivt teknaðum konum og dekorativ mynstur fáa ikki øði í nakran, eins og the- og kaffikannur við theposum við kvinnunøvnum ella smáir bundnir figurar heldur ikki gera nøkrum fortreð. Hvørki handverksliga ella hugsjónarliga vóru hesi verkini sannførandi. Okkurt verk var kanska stuttligari enn hini; klippmyndin hjá Bjørg Jacobsen við heitinum “Úss” var fitt, men har var nógv á Ólavsøkuframsýningini, sum var so vánaligt, at tað var ikki hyggjandi uppá í tjóðarlistasavni okkara. Í mun til evnið fláir vóru tað kanska tey verkini, sum vórðu gjørd burtur úr óvanligum tilfari, ið vóru mest áhugaverd, t.d. verkið hjá Jógvan Biskopstø, ið rættiliga ítøkiliga varð sett saman av eini torvrúgvu og haka á gólvinum og einari pappírsmynd við skuggakenda merkinum av brendum torvi. Av einari ella aðrari orsøk vórðu verkini hjá Ole Wich framsýnd hvør sítt stað, eg helt, at verkið Gullaldarmynd stóð eitt sindur trongt í durinum. Gullaldarmynd var sett saman sum ein ullaroyggj á hegnpelum. Hitt verkið hjá Ole Wich var sett saman av einum lortaleypi, steini og reipi og nevndist Støðan. Henda samfelagskritiska viðmerkingin stóð øðrvísi rúmliga miðskeiðis í framsýningarrúminum, men bæði verkini hingu væl saman eisini við evninum og vístu á ymsar tíðarfláir í føroysku samleikamyndini. Sum heild var ólavsøkan í ár ein heldur slættlig uppliving listarliga sæð, har sosial atlit og hugni verða tikin fram um listarlig atlit – hetta er ikki bara galdandi fyri Ólavsøkuframsýningina, eisini sangurin á Tinghúsvøllinum tykist snúgva seg um at fáa so nógv fólk við sum til ber í staðin fyri at fáa góðan kórsang burturúr. Kanska er tað áhugavert hjá framsýningarluttakarum at vera við, men Ólavsøkuframsýningin var ikki serliga spennandi hjá áskoðarum at síggja í ár. Tað er fínt at fylgja gomlum siði soleiðis, at áhugalistafólk sleppa inn um gáttina hesa einu ferðina um árið, spurningurin er tann sami í ár sum áður - um ikki vit kunnu loyva okkum at hækka hesa gáttina, so at hon er samsvarandi góðu gongdini og vaksandi dygdini innan føroyska list.

Elin J.Smith

 

Kvæði í list Framúrskarandi verk - Misjavnt úrval

Í sambandi við altjóða kvæðaráðstevnuna, Ballad Conference, sum verður í Havn dagarnar 20.-24. juli, skipar Listasavnið fyri einari áhugaverdari listaframsýning við verkum, sum á onkran hátt eru gjørd við íblástri úr kvæðum. Framsýningin hongur uppi inntil 30.8.2015. 

 

Hugskotið at knýta eina listaframsýning evnisliga uppí eina kvæðaráðstevnu er upplagt, tí myndevnið, kvæði og føroyskur dansur hevur verið nógv brúkt í føroyskari myndlist. Nógv verður gjørt burtur úr miðlingini, sum eisini verður hugsað altjóða við tekstum um verkini á enskum og tað er eisini gott. Tíverri er úrvalið á framsýningini í Listasavninum heldur smalt, lutfalsliga fá listafólk eru umboðað og dygdin er heldur misjøvn. Tey bestu og frískligastu verkini á framsýningini gjørdi William Heinesen fyri skjóttt trýss árum síðani til tann tá spildurnýggja Kommunuskúlan í Havn. Hin høvuðsframsýnarin á framsýningini er Astri Luihn, sum hevur rættiliga nógv verk við og harumframt eru nøkur fá verk hjá ávikavist, Olivuri við Neyst og Janusi Kamban, umframt Edward Fuglø, Ingi Joensen, Emil Krause og Sámal Joensen-Mikines, ið hava eitt verk í part við á framsýningini.

 Hugtakandi myndarelieff

Tey útskornu myndarelieffini, sum William Heinesen gjørdi við góðari, praktiskari hjálp frá soninum, Zachariasi Heinesen, hava síðani 1956 hingið í samkomuhøll Kommunuskúlans, har ættarlið eftir ættarlið av skúlabørnum hava eygfarið tær dramatisku hendingarnar á teimum málaðu plátunum. Eg minnist sjálv við takksemi onkra konsert frá mínum barndómi, hvørs tónar vórðu dramatiskt ríkaðir - serliga av teirri veldugu høvuðsmyndini av Sjúrði í bardaga við drekan og av tí snilda, men svikaliga Regini smiði á svørtum hesti í forgrundini, tað var  hann, sum umvældi gandasvørðið fyri Sjúrð. Sjálvan drekabardagan, har Sjúrður á hesti sínum Grana herjar á drekan, síggja vit bara í tveimum smáum forarbeiðum, eini vatnlita- og kritmynd og einum klippi, sum ikki hava somu dramatisku styrki sum stóra myndin í Kommunuskúlanum. Hini relieffini eru horisontal og tey eru øll við á framsýningini, merkiliga óslitin av hesum barnaeygunum, sum í túsundatali hava hugt at teimum. Tey tykjast so merkiliga frísk og nýggj, litsamansetingarnar eru framdar við sama framúrskarandi koloristiska yvirskoti, sum sæst aftur í klippmyndunum hjá Williami Heinesen og tað er ein sonn fragd at skoða hesi monumentalu verkini av ný í nýggjum stað. Myndevnini eru øll úr Sjúrðarkvæðunum, og snúgva seg altso um hetjuna Sjúrð Sigmundarson, og hansara stríð fyri at hevna deyða pápa sín, at bjarga heiminum, at drepa Frænarormin og vinna gullskattin.

WH - Sannførandi myndlistamaður

 Einfaldi og dekorativi stílurin í veggjamálningunum minnir um arts & crafts listina og hevur greiðar frásagnarligar dygdir. Listamaðurin hevur týðiliga hugsað um, at verkini skuldu hava námsfrøðiligt árin, men tað ger ikki verkini minni sannførandi listarliga sæð, farið í Listasavnið og hyggið at litsamansetingunum, rútmuni í konturstrikuni, dynamikkinum í kompositiónunum. William Heinesen fyllir enn í dag, 24 ár eftir deyða sín, sera nógv í okkara fínmentanarligu tilvitsku. Ei undur í tí, men kanska er okkara virðingarótti fyri honum til hindurs fyri okkara fatan av hansara myndlist. Kanska er tað júst alstóra virðing fyri hansara metingum, sum hevur við sær, at vit blíva við at stigbenda hansara listarliga virksemi og uppí saman endurtaka, at hann var fyrst og fremst rithøvundur og síðani kurator, ummælari, mentamaður og so eisini bílætamakari mest orsakað av, at tíð og umstøður kravdi tað av honum. Hetta var nakað, sum hann sjálvur legði stóran dent á. Tá eg standi framman fyri Kommunuskúlaprýðingini í Listasavninum í dag er einki framíhjávinnuligt yvir arbeiðnum. Kanska hava allir hansara leiklutir verið týdningarmiklir høvuðsleiklutir. Myndirnar í Listasavninum eru í øllum førum sannførandi, góð listaverk.

 

Samtíðarverk

Sambært tekstunum, sum hanga í framsýningarrúminum, er evnið tað sama í røðini Jesus á Glitrarheiði, sum Astri Luihn hevur málað í 2006. Hesar myndirnar eru abstraktar og ímynda stríðið millum tað góða og tað ónda av ljósi í myrkri. Á hinum vegginum hanga nakrar smærri, fýrkantaðar myndir, har Astri Luihn hevur tikið støði í føroysku bindingamynstrunum, sum sambært einum teksti knýta sambandið millum fortíð og ta skapandi nútíðina á sama hátt sum kvæðini knýta okkara tíð saman við tí farna. Teir 18 smáu málningarnir eru nýggir og teir eru hongdir upp á ein hátt, soleiðis, at teir líkjast bindingarmynstrum. Myndirnar innihalda blá og svørt, abstrakt flótandi skap og lomvigar, sum er ein signaturmynd hjá m.a. Astri Luihn - Kári Svensson hevur eisini brúkt stempulkendar fuglalýsingar í summum málningum. Hin røðin eitur “Tað søgdu honum villini fuglar”. Hon er frá 2004 og snýr seg evnisliga um Brynhildartátt í Sjúrðarkvæðunum. Astri Luihn hevur tilsamans tríggjar røðir av myndum við á framsýningini, ein tílík yvirumboðan undir liðini á Williami Heinesen krevur eftir mínum tykki eitt hægri listarligt støði enn tað, sum hesar myndirnar umboða.

Ein óvæntað gleði

Tey flestu munu kenna inniligu standmyndina hjá Janusi Kamban av Dansiringinum frá 1956, sum í nógv ár hevur staðið við inngongdina til Føroya Banka. Hetta er eitt upplagt verk at hava við á einari framsýning sum hesari, fólkalívslýsingin hjá Emil Krause kann eisini hugsast at vera relevant listasøguliga sæð og tað sama kann sigast um ekspressiva dansiringin hjá Mikines, sum lýsir dramaið í kvæðinum. Fotomyndin hjá Inga Joensen frá 1983 av einari gentu í føroyskum klæðum, sum fær sær eina pylsu á ólavsøku, er góð bæði fagurfrøðiliga, men eisini innihaldsliga, tí hon fangar ein mentanarligan dupultleikan millum fortíð og nútíð “Aftan á dansin”. Eina óvæntaða gleði á framsýningini fekk eg á framsýningini av at síggja myndina hjá Olivuri við Neyst Dansur frá 1999, sum er myndað av bjørtum litum og kubistiskum formum, sum savnast av einum avlongum ringi, sum er skorin niður í myndaflatan og sum á hugtakandi hátt ber fram kensluna av grundleggjandi felagsskapi og samanhangi í dansinum.

Likkan er lend

Aftanfyri endaveggin í framsýningarsalinum hongur hálvan níggju metur langa verkið hjá Edward Fuglø The Seagull Has Landed frá 2012, sum Skúlin við Ósánna í Klaksvík eigur. Evnið er mánalendingin út frá einum føroyskum sjónarhornið; eitt føroyskt flagg verður plantað á mánanum og nakrir rúmdarmenn sláa ring. Skemtiligt spoyskni hómast í samansetingini millum altjóða mánalendingina og føroyskan heimføðisleika. Tíverri er verkið heldur stórt til veggin í Listasavninum, har tað hongur og tí hongur tað illa, partvíst á skák út frá vegginum. Speisemið minnir eitt sindur um hugburðin í teimum heilt øðrvísi, grafisku myndunum hjá Tóroddi Poulsen við heitunum “Meðan vit læra jørðina føroyskan dans” og “Tá vit hava lært jørðina føroyskan dans”, sum eg haldi, at Listasavnið eigur, og sum kundu verið upplagdar til framsýningina Kvæði í list. Eg komi eisini í tankar um áhugaverda installatiónsverkið Kvæðabrot, sum Vígdis Petersen framsýndi á Den Frie í 1999, men fleiri onnur verk høvdu somuleiðis verið relevant og eg haldi yvirhøvur, at framsýningin hevði verið betur, um hon fevndi breiðari .

Veitslukent G við stórum V

G-festivalurin er ein ordans tónleikaveitsla við líka stórum V sum G. Í løtum tóktust tónleikurin at kalla sekunderur í mun til tað sosiala – til veitsluna.  Tá mann hevur notið blíðskapin til eina tílíka góða veitslu, kann tað tykjast heldur smáligt at koma afturumaftur, men ljóðtrupulleikarnar kundi eg gott verið fyriuttan á G 2015.

 

Náttúran hevur stóran týdning fyri G-festivalin. Eg havi ikki verið í Syðrugøtu síðan síðsta festival, og fyrstu minuttirnir ganga við at fata stórsligna landslagið, grasgrønu fjøllini og málandi útsýnið út á vágna við bátum, sluppum og fegnum fólkum, sum svimja á sjónum. Umhvørvið er heilt ómetaliga vakurt. Eg valdi mær leygardagin til G-festival og flóðin fríggjakvøldið serveraði mær onkrar eyka musikalskar møguleikar. Orsakað av broytingum í skránni bar til at hoyra bæði Eivør og Teitur, sum eru millum míni yndislistafólk. Men fyri meg og fleiri onnur byrjaði festival-leygardagurin bókmentaliga við einum tiltaki, sum forlagið Eksil hevði í Tøting. Eg haldi sum heild, at tað er gleðiligt við tílíkari listarligari rúmligheit, at pláss er fyri aðrari list enn fyri tónleikinum á einum tílíkum festivali. Har var sjónleikur og filmur og ein alternativur pallur, umframt bókmentatiltakið. Bókmentatiltakið byrjaði í Tøting við, at Vónbjørt Vang beyð vælkomin vegna forlagið Eksil, og greiddi frá hvat skuldi henda á tiltakinum. Skal eg vera heilt erlig, hevur mær altíð dámt betur at lesa yrkingar enn at hoyra tær lisnar, men tílík poesi-tiltøk hava sínar sosialu heimildir. Tað er stuttligt og áhugavert at koma saman við øðrum við sama áhuga.

Fyrsti upplesari var Eleanore Livingstone, ið er skotskur yrkjari, ummælari og ritstjóri. Harumframt er hon forkvinna fyri altjóða poesifestivalin StAnza – Scotlands International Poetry Festival, ið verður hildin í St. Andrews í Skotlandi á hvørjum ári. Eleanor Livingstone hevur givið út bøkurnar Even the Sea (Red Squirrel Press, 2010), sum hon var innstillað til London New Poetry award fyri. Tað er áhugavert at lurta, tá tú ikki kennir ein yrkjara frammanundan, men ikki bara sum at siga tað at minnast tað tilfar, mann bert hevur hoyrt eina ferð. Eg minnist best ta síðstu yrkingina, sum hon las, sum snúði seg um síðsta kongin í Fife, ein hetjulig huglagsmynd úr fyrndini við tjóðskaparligum tóna.

 

Náttúra og Konsept 

Danski yrkjarin Sebastian Cordes gav fyri fimm árum síðan út dokumentarfilmin Life and Times of Don Rosa. Ungi maðurin var eitt sindur óupplagdur, segði seg hava  timburmenn, men hann las allíkavæl onkra yrking úr savninum, En endnu uvidendes dagbog, sum hann debuteraði við í 2013. Síðani løgdu Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen fram teirra felags verkætlan, sonevnda konseptyrking og konseptlist kallað Desembermorgun, sum tekur støði í mánaðinum desember. Náttúran tykist hava fingið eina endurreisn í føroyskari poesi. Kim Simonsen las upp meðan Jóhan Martin Christiansen sýndi fram film við kavaflykrum. Savnið, ið er partvíst skrivað í Føroyum og uttanlands kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst. Havboturin og sandurin/ har livandi tarin,/ flytir seg í slow-motion,/ aftur og fram sum sveiggjaði hann í vindi,/ bíðar eftir fyrsta morgninum við svartakálk./ Náttarfrost sum skal leggja seg rundan um røturnar á trøðunum,/ krúpa eftir bulinum,/ sum eitt menniska,/ ið reisir seg aftur aftaná fallið./ Frostið skal glasera greinar./ Tey fáu bløðini sum eru eftir/ skulu detta tung til jarðar,/ meðan vindurin skræðir í takrennur./ (Kim Simonsen).

 

Lítið skump við stórum árini

Næsta innslag var somuleiðis áhugavert - tað var ein yrking hjá Jóhan Martin Christiansen, sum varð lisin upp á føroyskum samstundis sum hon kundi lesast á enskum á einari mynd, sum varð varpað upp á veggin. Myndin ímyndaði Nólsoynna, men við løgnum perspektivi sum tá eitt barn tekur myndir og uttan at vita tað klippur tað ovasta ella tað niðasta av myndevninum av. Tað er øðrvísi tilvitað, tá tað er Jóhan Martin Christiansen, sum avger perspektivið, og árinið av hesum lítla skumpinum í mun til okkara vanliga útsýni var poetiskt og rørandi saman við yrkingini. Jóhan Martin Christiansen er kanska meira kendur sum myndlistafólk. Herfyri hevði hann framsýningina DRESS í Steinprenti.

 

Kvinnulív

Steðgurin fór við at standa í bíðiraði til wc og síðan kom Sissal Kampmann framat mikrofonini. Hennara fyrsta savn kom í 2011 Sissal Kampmann, er føroyskur yrkjari, ið hevur útgivið fýra yrkingasøvn síðani 2011. Í 2012 fekk hon Debutantvirðisløn Klaus Rifbjergs frá Danska Akademinum. Hennara yrkingar lýsa kvinnulív, onkrastaðni hóma vit ræðuliga øði sum frá eini Penthesileu í hevndarhuga, men ritverkið fevnir breiðari um menniskjalívið við tilveruligum hugsanum um deyðan, um svik og um tíðina sum tilveruliga grundtreyt. Anatomiski, biologiski kroppurin er við, men tað er  heilin, tilvitskan við sínum upplivingum og minnum, sum stýrir øllum, eisini ymiskum veruligum og óveruligum  rúmum úr gerandisdegnum, úr minnunum og úr dreymum og dulviti. Fyrst og fremst er talan um nakrar suverenar og sofistikeraðar, poetiskar orðingar, sum vóru góðar at hoyra leygardagin á G.

 Rátt sandpappír

Tekstirnir hjá Daniellu Andreasen eru á leið líka sofistikeraðir sum sandpappír. Setningarnir hjá henni eru eins og náðileysir smáir pílar, sum raka tann mest harðmøraða lurtaran beint í hjartað. Søgan um lítla barnið og óttafulla morguntúrin gjøgnum eitt brennivínsrakt heim við tómum fløskum, fullum øskubikarum og spýggj, er alt annað enn fjálg. Barnaperspektivið minnir meg um okkurt, sum danski høvundurin, Vita Andersen skrivaði í sjeytiárunum, men so leingi sum tilveran tíggjar sær so sosialrealistisk sum hon nú einaferð ger, blíva tílíkar bókmentir við at vera serstakliga viðkomandi. Upplesturin hjá Rúna Weihe var óvæntaður á ymiskan hátt, fyri tað fyrsta, tí hann las upp á donskum og fyri tað næsta, tí yrkingarnar vóru rættiliga áhugaverdar. Rúni Weihe er arkitektur í Keypmannahavn, hann útgevir skaldsøguna Mursejler í september, og arbeiðir uppá sítt fyrsta yrkingasavn, ið vónandi kemur út skjótt. Rúni Weihe skrivar á donskum, tí hann hevur búð nógv niðri, men hann tosar føroyskt og dugir at skriva á føroyskum, so hvør veit hvat spennandi kann spyrjast burturúr: Jeg koger mine æg/ et efter et/ indtil bakken er tom/ for lydens skyld/ som en nykogt elkedel/ alt vand fordampet/ for duftens skyld/ så tørt/ jeg gider ik knep nu/ kan du ik se opvasken/ (Rúni Weihe).

Foto: Finnur Justinussen

Eivør

Úr Tøting fór leiðin oman á tað festliga festivaløkið. Eg hoyrdi partar av fleiri konsertum, men miðsavnaði meg serliga um tríggjar framførslur, fyrst var tað konsertin hjá Eivør Pálsdóttir á sandinum, sum eg hevði glett meg til. Og tað hevði eg eisini alla orsøk til, eg havi eftirhondini upplivað hana á fleiri konsertum og framførslum annars. Eivør Pálsdóttir er eitt heilt serligt norðurlendskt sangfyribrigdi, tað er líka við, at mann minnist fyrstu ferð mann hoyrdi hana, men hon er nógv meira enn bara ein vøkur ung kvinna við góðari sangrødd. Hon er ein framúrskarandi sangskrivari, hetta prógva ikki minst hennara seinastu útgávur, sum eisini vórðu væl umboðaðar á konsertini. Hon sang bæði meistaraliga og kristalreint eitt nú sangir sum Bridges og Boxes, men upplivingin, sum eg hevði glett meg til, at standa á sandinum í Syðrugøtu og verða yvirfloymd av svalliga tónleikastreyminum frá Eivør og hennara framúrskarandi tónleikarum, kom ikki. Fyrst var bassurin so mikið hart frá, at hann domineraði ljóðmyndina í óklæðiligan mun. Samanborið við hennara vanligu megi hoyrdist røddin hjá Eivør eins og ein viðfáningur og gittaraljóðið druknaði somuleiðis. Eg stóð á sandinum beint við har sum ljóðtøkningurin helt til, og eg veit ikki hvat feilti. Men aftan á hálvfimta lag fekk eg so ilt í oyruni, at eg ikki tordi at standa har meira. Stødd uppi yvir sandinum helt eg, at ljóðliga javnvágin var heldur frægari. Hounds of love hjá Kate Bush er blivin ein av signatursangunum hjá Eivør og hann var aftur hesa ferð á skrá og væl móttikin av mannamúgvuni. Men í fleiri sangum órógvaðu ýl sum tá mikrofonirnar eru ov hart frá, og tað var ómetaliga spell.

Knút Jarnskor

Teitur

Bíðiraðið til wc við spæliplássið var so langt og drúgt, at Teitur Lassen hevði spælt bæði fyrsta og næsta sangin, tá eg endiliga náddi vegin fram. Men eg hoyrdi, at hann spældi fleiri sangir frá teirri fínu útgávuni, Story Music frá 2013 Eg varð eitt sindur ørkymlað í fyrstani av, at áhoyrararnir rundan um meg tosaðu so hart saman. Tað var sum um vit øll vóru í ball og maðurin, sum kýtti seg á pallinum bara var eitt hugnaligt ljóðspor í okkara veitslu. Men áhoyrararnir vóru sjálvandi meira fokuseraðir longur inni móti pallinum og høvuðspersónurin var greidliga við uppá tað. So við og við fóru fólk at syngja við og eg lat meg yvirtala av góða lagnum og sang so lystiliga við í slagarum sum Havnin er ein lítil bygd og Øll halda eg eri ríkur/ men eg eigi ikki eitt oyra”, Josephine og Louis Louis, og tað gjørdist ein herlig og fjálg konsertuppliving.

 

Mitt í verðini

 Komin oman aftur á sandin varnaðist eg, at vatnstøðan hækkaði javnt og samt, men tað sama gjørdi lagið á vaksandi fólkamongdini á tí alsamt minkandi sandinum í Syðrugøtu. Eisini ljóðgóðskan tók at batna. Mær hevur ongantíð longst eftir farnari tíð og eg havi ongantíð hildið fortíðina verið betur enn nútíðina. Tí eri eg eisini nokk so mistrúgvin, tá eitt orkestur skal spæla, sum eg seinast hoyrdi í 1994 á Roskilde, tað var forrestin á sjálvum degnum, tá sangarin í bólkinum fyllti 20 ár. Talan er sjálvandi um danska bólkin Dizzy miss Lizzy við Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, sum tíbetur vilja annað og meira enn at lena seg aftur á gomul brøgd. Bólkurin var ein tann best dámdi og mest seljandi donsku tónleikabólkunum í hálvfemsunum og á konsertini fingu vit eisini tey flestu av gomlu hittunum Love is a losers game, 11.07, Waterline og Silverflame serverað við sannføring, men teir spældu eisini nýggj løg og alt var merkt av góðum tónleikaligum førleikum, dynamikki og orku. Ljóðjavnvágin var nógv betur enn fyrr um kvøldið og hækkandi brimið legði eyka dent á viðspælaraleiklutin hjá teirri undurføgru náttúruni. Eina løtu var tað sum vóru vit øll Lost inside a dream har á sandinum. Jú, bólkurin, sum í síni tíð umboðaði eina Beatlesbleyta, danska versión av grungetónleikinum, spælir serstakliga væl anno 2015. Eingin orsøk til at dvølja við fortíðina, eg gleði meg longu til G 2016. 

Listamannahúsið á Dalatrøðni

 Frá dreymi til veruleika

Í mong ár hava listafólk droymt um ein listafólkabústað í Havn. Myndahøggarin, grafikarin og stjóri Listasavnsins, Janus Kamban, sáli, hevur gjørt henda dreym til veruleika og hósdagin í síðstu viku var høvi á fyrsta sinni hjá almenninginum at síggja Listamannahúsið á Dalatrøðni.

Tað er nevndin í Listafelagnum, sum stendur fyri húsinum og húsaumvælingini og sum bjóðaði til almenna samkomu í húsunum hjá Janusi Kamban. Síðstu ferð, eg var inni har, át eg døgverða saman við listamanninum, sum ikki er til meira. Eg var ongantíð gerandisgestur í hesum húsunum, men tær ferðirnar, eg vitjaði Janus Kamban hava týdning, tí hann hevði stóran týdning. Hann var livandi listasøga. So fyri meg var tað ein rørandi, men góð hátíðarløta at trína inn í  Listamannahúsið á Dalatrøðni.

Røður

Nevndin fyri grunnin, sum altso er tann sama sum nevndin í Listafelagnum hevur brúkt peningin í búnum til at seta húsini í stand soleiðis, at tey nú eru klár at brúka hjá listafólki -  hetta í tráð við tað sum Janus ynskti. Formaður Listafelagsins, Hilmar Høgenni legði fyri við at greiða frá hugskotinum hjá Janusi Kamban og at lesa eitt brot úr bókini hjá Gunnari Hoydal um Janus Kam. Síðani tók Julianna Klett, eksekutor fyri búgvið hjá Janusi Kamban og kassameistari í Listafelagnum yvir og greiddi frá ætlanunum fyri húsið, og at virksemið longu er farið í gongd; eitt listafólk flytur inn í næstum. Hon nevndi, at listafólkini ætlandi skulu bera útreiðslurnar av húsinum, sum eru mettar at vera 4.000 krónur um mánaðan. Tó at hetta fyri summi ikki er nøkur stór upphædd, má miðast eftir at fáa onkran annan enn listafólkini at bera kostnaðin. Hetta kundi verið uppløgd iløga hjá Tórshavnar Kommunu. Eisini hugsi eg, at ein legatskipan skal setast á stovn. Men hetta kann jú koma seinni, nú er húsið í hvussu er veruleiki og tað er í sær sjálvum framúr gott.

Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevði eina sera áhugaverda røðu, har hann hugleiddi um sítt samband við Janus Kamban og tær mongu løturnar í ljósa atelierinum. Hann greiddi eisini frá listini hjá Janusi Kamban, t.d. standmyndum, sum standa inni í atelierinum, m.a. teirri kendu standmyndini, “Drongur tekur seyð” frá 1980. Arkitekturin var eisini til staðar, Palli Gregoriussen greiddi frá um sítt vinarlag og samstarv við Janus og hvussu hann hevði bygd húsini eftir ynskjum listamansins. Listamannahúsið á Dalatrøðni kann gerast okkum øllum ein stórur fongur, tí tað ríkar um møguleikarnar hjá listafólkunum og tað var tað, sum Janus Kamban ynskti. Hann kendi meir enn onnur til teir trupulleikar, sum listafólk kundu uppliva og skrivar soleiðis í sínum testamenti:


”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”.

 

  

Arnold Ludvig Sextet í Reinsarínum

Bassúrmælingurin Arnold Ludvig gav í 2013 út fløguna Voyages við Arnold Ludvig Sextet, fríggjakvøldið 7. august klokkan 21 kemur hann í Reinsaríið við hesum framúr vælspælandi bólki at luttaka á Summartónum.

Arnold Ludvig Sextet eru Mariane Bitran (flute), Simon Spang-Hanssen (saxophone), Alain Apaloo (guitar), Marko Martinovic (piano), Niclas Campagnol (drums).

Eystur og vestur í Sirkus

Upplestur í Sirkus

Leygarkvøldið 1. august kl 21 er upplestur í Sirkus við føroyskum og indiskum høvundum. Talan er um føroysku Carl Jóhan Jensen, Sólrun Michelsen, Rúna Weihe og indaran H. S. Shivaprakash.

 
H. S. SHIVAPRAKASH er yrkjari, leikritahøvundur og professari á JNU (Jaharwarlal Neru University). Hann er viðurkent skald og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt listarliga virksemi. Aftrat hesum er hann yogi og lærir frá sær í hesi fleiri túsund ára gomlu indisku vísindini. Tað er í sambandi við eitt yogaskeið, at hann er komin til Føroyar. Formaður rithøvundafelagsins, Ludvík á Brekku sigur hettar vera ein gyltan møguleika at hoyra tann tjóðskaparliga og mentanarliga munin á skaldskapi, tá Vestur møtir Eystri.

Gott og drúgt dragshow

Eg kann ikki siga, at eg sá tað stóra av siðamisbrotum ella sjúkligheitum á dragshowinum, ið varð framført fyri fullsettum sali í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Og eg gangi bara út frá, at stóra talið av fólkum, sum útvandraði úr salinum undir framførsluni,var orsakað av møði heldur enn av øði, tí showið vardi góðar 3 tímar. Tað, sum eg sá í gjárkvøldið, vóru nøkur herlig fólk, sum afturvið festliga svingandi tónleiki skemtaðu sær óført við at framføra fyri fegnum áskoðarum, sum í meðal vóru væl yngri enn vit áskoðarar í Norðurlandahúsinum plaga at vera. Tað er kanska eitt sindur turrisligt at staðfesta, men Norðurlandahúsið er altso ein sera  krevjandi pallur, og tað merkist, tá amatørar fara á tann pallin. Tað er ógvuliga sympatiskt, og vit halda við teimum, men tað blívur ov drúgt, ov umstendiligt og fjasut, tó í støðum var dragshowið listarliga áhugavert og so hevur tað sum kunnugt fingið stóran kynspolitiskan týdning. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum og leiðara tess, Sif Gunnarsdóttir, at hon tók ímóti showinum og allari Pride-vikuni sum heild við styrki til at standa ímóti Jenisi av Rana, Jógvani av Lakjuni og øðrum drag-forskrektum, fjølbroytnisfornoktandi moralskum uppstødum. Tað vóru tey bæði, Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein, sum stóðu fyri at presentera luttakararnar og tað gjørdu tey væl, útklødd sum ávikavíst ljósareyður einhyrningur úr Sodoma og verðinsmaðurin Sunleif úr Gomorra. Fyrsta dragdrottningin, grønlendska Nuka var í grundini rørandi, - Nuka er slóðbrótari fyri Gay Pride í Nuuk, tað er í sær sjálvum eitt bragd., og filmsbrotini úr Grønlandi vóru vøkur, men fyri ein performara, hvørs evni fyrst og fremst ganga út uppá at mima afturvið Beyoncé, var tað innslagið heldur drúgt. Tær báðar íslendsku damurnar vóru herligar, Iwona Kok framførdi eina stuttliga og barmfagra versión av sanginum Trøllabundin hjá Eivør, og Dennis Agerblad Band vóru bæði stuttligir, hugtakandi, rørandi og eisini alt í verðini ov drúgvir. Teir fóru næstan ikki av pallinum aftur og tað var eitt sindur spell, tí eitt meira komprimerað show hevði bæði givið betri listarliga góðsku og fingið meira futt í okkum áskoðarar. Pallurin var einfaldur, effektivur og eyðkendur fyri Dennis Agerblad, tað vóru bara nakrir snórar og kjólar, sum hingu á snórunum. Búnarnir vóru sera originalir og herliga langt úti við stórum týdningi fyri ta ofta absurdu framførsluna. Tá Dennis Agerblad Band var gott, var tað ordiliga gott og fekk meg at hugsa um hvussu stóran týdning málið hevur. Fyrsta og síðsta innslagið hjá bólkinum vóru til dømis á føroyskum. Tað ber jú til, av tí, at Dennis Agerblad er føroyingur, hann var tann dugnaligi miðdepilin í framførsluni, ið byrjaði sum jokaraklæddur marsmaður, og eg haldi, at hann sum heild kundi tosa meira føroyskt á framførsluni í Norðurlandahúsinum. Tí málið hevur sera stóran týdning, tað er umráðandi at fáa føroysk orð inn í málið, sum eitt nú snúgva seg um gender bending - kynssnaring. Tað er áhugavert at eygleiða hvussu øðrvísi ymisk orð ljóða á føroyskum enn á enskum, vit eru nógv meira von við tær ensku og donsku orðingarnar, sum fara framvið, meðan tær føroysku standa stillar og raka, og tað er í grundini ordiliga gott at hoyra ramligt dragføroyskt. Síðsta innslag endaði við einum niðurlagi, har tikið verður upp í saman: ”Mogga Mogga Mogga meg í reyvarholið. Pula Pula Pula meg í høvdið”. Og, nei, tað er ikki øgiliga subtilur lyrikkur, og vinkonan helt, at ”Gilla” eisini var eitt gott orð, tá tað endiliga skal vera, men hetta var jú ein ítøkiliga provokerandi partur av einari stuttligari framførslu, sum í støðum nam tað vulgera, men sum eisini á neyðugan hátt setti fyribrigdið normalitet á breddan. Tað skal vera pláss fyri okkum øllum í samfelagnum og eg haldi, at tað hevur eydnast sera væl hjá LGBT at seta hetta málið á dagsskrá eina heila Pride-viku. Til lukku við tí. Og soleiðis væl og virðiliga upphitað kunnu vit gleða okkum til Pride mánadagin. Síggjast í Gundadali!

 

FRONTAL - fernisering 18.juli 2015

 

Røða: Kinna Poulsen

Myndir: Mikkjal Andersson og Rigmor Dam.

Meðan eg havi gingið hesa vikuna og hongt upp og rokast við framsýningina her, hevur fitt av fólki hugt inn. Steinprent er blivin ein týdningarmikil føroyskur mentanarstovnur og eitt miljø fyri listafólk og listaáhugað. Tey vitjandi hava reagerað sera ymiskt uppá framsýningina, og sjálvandi generaliseri eg eitt sindur, tá eg sigi, at ferðafólkini eru tey, ið hava verið mest bilsin og kløkk av framsýningini, meðan føroyingarnir hava virkað meira forvitnir og áhugaðir. Men hetta kemst sjálvandi eisini av, at tey føroysku vitjandi í nógvum førum eru eitt slag av "homies", sum hava upplivað hópin av teimum tilsamans 53 framsýningunum, sum hava verið her í Steinprenti – henda framsýningin, Summarframsýningin FRONTAL er hin fýroghálvtrýssinstjúgunda her á staðnum.

Hvørki list ella listafatan eru stationer fyribrigdi, tíbetur og tað er ómetaliga spennandi at fylgja við í stóru menningini á økinum. Í hesi menning eru tað listafólkini, sum ganga á odda og vit skulu sum samfelag gera teirra umstøður optimalar so at tey kunnu halda áfram við at ganga fremst.

Men skuldi onkur tykkara verið so heppin á hesari framsýningini at undrast, at ivast, at hugsa “hvat ER hatta fyri nakað?” ella "er hetta list?" um okkurt av verkunum, so er tað jú ikki so galið, tí tað kann vera eitt tekin um heilaaktivitet, um menning og framgongd. Tað haldi eg í hvussu er. Eg havi heilt einfalt valt verk til hesa framsýningina, sum mær dámar og sum eg haldi hava eitt altjóða støði. Støðan er so mikið góð í føroyskari list, at eg fyri tað kundi valt fýra onnur listafólk, sum eisini eru á sama høga støði.

Tey, sum mynda hesa framsýningina eru Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Rannvá Kunoy og Hanni Bjartalíð. Bara Hansina er til staðar  her í dag, hini eru langt av landi skotin, Tóroddur býr í Danmark, Hanni býr í Finnlandi, Rannvá býr í Onglandi og Hansina býr her í Havn.  Listafólkini eru sera ymisk, men formelt kunnu vit siga, at verkini hjá listakvinnunum eru nonfigurativ, meðan menninir arbeiða á øðrvísi hátt við einum slagi av figuratión og við akkumulerandi myndevnum, súkklum, skøltum ella gløsum. Myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru abstraktar við ríkum assosiatiónsmøguleikum. Summi halda hennara myndir vera eitt sindur torførar og afturlætnar, men í veruleikanum eru tær víðopnar fyri teimum assosiatiónum, sum móttakarin leggur niður í tær. Um tit halda, at tann eina myndin minnir um eina portrettmynd av onkrum slag, ja so er tað kanska meiningin hjá listakvinnuni. Tað er bara torført at halda myndevninum føstum, tað flytir seg undan fatanini. Onkur hevur nevnt myndirnar hjá Hansinu Iversen minimalar, kanska í týdninginum, at tað er lítið á løriftinum hjá henni, tað passar ikki heilt Sjónvarpsmaðurin, sum interviewaði meg helt, at myndirnar vóru heilt ómetaliga einfaldar, men í grundini er talan um sera kompleksar samansetingar av rundleittum skapum í alskyns litum. Í nýggjastu prentunum tykist myndarúmið at kalla stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini, men sum allíkavæl javnviga og prógva hvussu framúrskarandi koloristur, Hansina Iversen er.

Eg havi lagt nakrar bøkur í glasmontruna við denti á altjóða tekstir á enskum, donskum og fronskum, men har eru eisini nakrar yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, sum eg haldi undirbyggja og lýsa hugsunarháttin í hansara myndlist. Til dømis ein yrking sum “Hesar Frøknutu Nætur” – bara at finna uppá ein tílíkan setning... Hesar Frøknutu Nætur, har stóri alheimurin og myrka náttin verður umskapað til eina meira yvirskoðiliga frøknuta veru. Umframt trý grafisk høvuðsverk hevur Tóroddur Poulsen eisini 18 vatnlitamyndir við á framsýningini, sum eru dømi um tann einastandandi meldurin av hugskotum, sum hesin listamaðurin hevur, næstan óansæð hvørja listagrein talan er um. Í einari lítlari A4 tekning opinberar seg eitt heilt ríkidømi av hugskotum, sum var talan um eina stóra skaldsøgu, og hetta sama er galdandi fyri hinar akvarellurnar, ið eisini eru um at bresta av hugmyndum og hugsanum.

Sjálvt um myndirnar hjá Hanna Bjartalíð hava okkurt spontant og fittligt yvir sær, er talan um djúptøka list. Hanni Bjartalíð dugir so ómetaliga væl sjálvur at lýsa hvat tað er, sum hann ger listarliga. Eg tosaði við hann í telefon í gjár, eg spurdi um hvat fyri tøkni, hann hevur brúkt í myndunum og hann svaraði, at talan er um eitt slag av bygdum myndum. Og hyggja vit at myndunum, eru tær uppá fleiri mátar bygdar. Ítøkiliga eru byggilutir settar á løriftið, umframt avíspetti osfr. sum í einari kollasju. Men myndevnini sipa eisini til hansara trídimensionella verk. Har eru t.d. fleiri rúm í myndunum og ymisk opilsi, sum vit kunnu kaga inn í.

Við hesari framsýningini fagna listini og listafólkunum og tykkum listaáhugaðu. Vit hava nógv at gleðast um – í gjár læt Listafólkabústaðurin hjá Janusi Kamban upp, hetta kann t.d. gerast ein sannur fongur hjá teimum mongu fínu listafólkunum, sum búgva uttanlands, og harvið kann tað gerast ein fongur hjá okkum øllum, serliga um eitt legat verður stovnað í sambandi við húsið.

Ja, enn er nógv eftir at gera, men ikki í dag. Alt hevur sína stund og í dag er stund at feira. Vit feira summarið, listina, listafólkini og sjálvan listaáhugan, sum er grundleggjandi. Takk fyri hann og gott summar.


  

 

Ólavsøkukabarettin 2015

Halló, kæra harkalið!

Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í endanum av juli.

Henda stutta freist hevur tó havt við sær, at Løgtingið noyðist at koma saman í ótíð fyri at venja fetini til skrúðgonguna á Karlamagnusarbreyt, og at trappan hjá Lenu helst ikki verður liðug til tíðina.

Men fellið ei í fátt! Tí vit vita øll, at hetta eru bara smábagatellir, sum í síðsta enda eru týdningarleysar. Tað er jú bara eitt, sum ein verulig ólavsøka við virðing fyri sær sjálvari ikki kann vera fyri uttan, og tað er – ja, onkur hevur kanska longu lisið yvirskriftina – Ólavsøkukabarettin!

Aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin nevniliga høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið fólk at flent (les: OMG!).

Tað krevur sín mann og umleið annaðhvørt ár kvinnu at standa fyri einari ólavsøkukabarett. Og teir, sum í ár hava átikið sær hesa stóru uppgávu, eru vælkendu, vøkru og royndu leikararnir: Mike, Jákup Wardum, Petur Meinhard Ellebye Andersen og Búi Rouch, við hjálp frá Dáva Djurhuus og Prozac.

Tað kann væl vera, at Visjón 2015 ikki ordiliga bleiv til nakað, og at tað einasta, vit nú hava at síggja fram til, er ein nýggj ístíð. Men tað skal í øllum førum ikki forða okkum í at hátíðarhalda okkara tjóðardag, flenna saman og minnast buldruta árið, ið fór.

Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið!

 

Við kvøðu,

 

Ólavsøkukabarettin 2015

Det Ferösche Compagnie við nýggjum leiki: Operation Valentine

Føroyski    sjónleikarabólkurin    Det    Ferøsche    Compagnie    (DFC)    fer    í    summar    undir    eina    nýggja  forkunnuga    sjónleika-verkætlan  í  Sjónleikarahúsinum    í    Havn.  

Krígsárini 1940-45 undir lupp.

Allur    heimurin    broyttist    undir    II.    veraldarbardaga    og    okkara    lítlu    oyggjar    í    norðuratlantshavi    sluppu heldur    ikki    óskalaðar.    13.    apríl    í    ár    vóru    75    ár    liðin,    síðani    bretsku    hermenninir    stiðju  fótin á land í Føroyum.    Operation    Valentine,    sum    bretska    hersetingin    kallaðist,    setti    mong,    mong    spor  í føroysku    tilvitskuna    og    samleikan,    bæði    mentanarliga,    hugsjónarliga,    tjóðskaparliga,    kensluliga    og eisini    og    ikki    minst    á    kærleiks-víðvøllinum.   

Ongantíð    áður    hevur    hetta    so    týðandi    tíðarskeið    fingið    leiklistarliga    viðgerð    –    uttan    sjálvsagt skemtiligu    scenurnar    í    Havnarmyndum    í    80’unum    við    Kára    Petersen    sum    herovasta    og    munnu    fleiri  enn    minnast    replikkina    ”Eggs    for    choclate”.    Nú    fer        DFC    at    varpa    ljós    á    Operation    Valentine    og kunnu    vit    longu    byrja    at    gleða    okkum.    DFC    hevur    leitað    sær    heimildafólk,    sum    enn    liva    og    sum    hava greitt    frá    upplivingum    sínum    frá    krígsárunum.    Hesar    samrøður    og    hetta    drúgva    kanningararbeiði hevur    sett    nógvar    nýggjar    spurningar    fram    um    hetta    so    týðandi    tíðarskeið    í    føroyskari    søgu.

Nú    er    bólkurin    farin    inn    í    arbeiðsrúmið    og    sum    altíð    hjá    DFC    verður    arbeitt    við    tilfarinum    í    einum kollektivum    skapanar-anda, har  hvør einstakur lutur, hvørt tað eru tónar, tekstur,    ljós, ljóð, leikur, pallur    fáa    somu    tyngd.    Hesa    ferð    hevur    DFC    fingið    íslendska    leikstjóran    Egill    Pállson    at    seta leikin saman    í    eini    vallaragongd,    har    áskoðarin    fer    eina ógloymandi    ferð    aftur    í    tíð    inn    í    Sjónleikarahúsið í Havn,    sum    nettup    hevði    ein    serstakliga    týðandi    leiklut    í    hesi    herseting. Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn í døgunum frá 21. august til 6.september 2015. Leikurin hevur 16 ára aldursmark.   

Det Ferösche Compagnie eru Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Jens L. Thomsen, Kirsten    Helgadóttir og umframt    Egill    Pállsson er í hesu verkætlan ljóssniðgevin    Sonja    Lea    úr Danmark    við og Gunnvá Zachariasen, sum er samskipari.

 

KONSEPT: YRKING & LIST - Bókmentatiltak á G!

Forlagið Eksil skipar fyri yrkingaupplestri á G! í Tøting leygardagin klokkan 16-17.30.

Við eru yrkjarar frá Skotlandi, Danmark og Føroyum.

Tey sum lesa og upptraðka eru:

 

Eleanor Livingstone (Skotland).

 

Sebastian Cordes (Danmark).

 

Kim Simonsen  & Jóhan Martin Christiansen (Fo).

 

Sissal Kampmann (Fo).

 

Daniella Andreasen (Fo).

 

Rúni Weihe (Fo).

 

Eisini leggja Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen fram savnið og samstarvið innan konseptyrking og konseptlist, Desemburmorgun, ið er eitt savn, sum Kim Simonsen hevur skrivað, savnið tekur støði í mánaðinum desembur. Desemburmorgun er konseptuel yrking, ið verður flutt yvir í náttúruyrking, nakað, ið ikki er heilt vanligt í føroyskum bókmentahøpi.

Savnið er partvíst skrivað í Føroyum og uttanlands. Meðan Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt upprunalist til savnið. Savnið/fjølmiðlaverkið kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst

 Um høvundarnar:

 Eleanor Livingstone (Skotland) er ein skotskur yrkjari, ritstjóri. Hon er eisini stjóri fyri altjóða poesifestivalin StAnza – Scotlands International Poetry Festival, ið verður hildin árliga í St. Andrews í Skotlandi. Hon hevur útgivið Even the Sea (Red Squirrel Press, 2010), har hon var innstillað til London New Poetry award. Aðrar bøkur hjá henna eru m.a. The Last King of Fife (HappenStance, 2005), A Sampler (HappenStance, 2008) sum ritstjóri Skein of Geese (The Shed Press, 2008) and Migraasje: Versions in Scots and Shetlandic (Stravaigers, 2008).  

Kim Simonsen er yrkjari og granskari, hann er ph.d. í bókmentum og arbeiðir við Universitið í Amsterdam. Hann hevur skrivað fimm bókur og í 2014 vann hann M. A. Jacobsensa Virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri. Hann er týddur og er við í antologium á  hálenskum, portugiskiskum, donskum og enskum m.a. Hann  hevur lisið við festivalar í Skotlandi, Makedonia, Danmark, Svøríki, Noreg og í Hollandi.  

Jóhan Martin Christiansen er listafólk, høvundi og yrkjari. Hann er BFA /MFA, Malmö Art_ Academy í Svøríki. Hann hevur haft framsýningar í nógvum londum, seinast í Danmark, Føroyum og í Svøríki. Seinastu útgávur eru m.a.:  DRESS Kinna Poulsen, Maria Bordorff, Jóhan Martin Christiansen & Rannvá Kunoy Documentation of exhibition (DRESS, Steinprent)/self-published artist book & In a Perpetuate Transformation Olga Zolin & Kell Johan Frimor, Printer’s Proof Edition.

Sissal Kampmann, er føroyskur yrkjari, ið hevur útgivið fýra yrkingasøvn síðani 2011. Í 2012 fekk hon Klaus Rifbjergsa Debutantvirðisløn frá Danska Akademinum. Hon hevur útgivið Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini (Forlagið Eksil 2011, Endurtøkur (Forlagið Eksil, 2012), 4D (Forlagið Eksil, 2013), Hyasintið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2014).

Sebastian Cordes (1988) er dani. Hann er BA í heimspeki. Í 2010 gjørdist hann viðurkendur fyri dokumentarfilmin Life and Times of Don Rosa. Hann debuteraði við yrkingasavninum En endnu uvidendes dagbog (Heart Planet 2013).

Daniella Andreasen er føroyskur yrkjari og bloggari. Daniella er kend fyri at hava lagt ógvusligar, ósensureraðar og øðrvisi søgur og yrkingar á sín blogg. Hon hevur eisini lisið upp ymisk støð, m.a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Fyrsta bókin hjá henni Dilemma útkom í 2011. Í heyst útgevur hon næstu bókina Fragmentir (Forlagið Eksil 2015).

Rúni Weihe er lesandi í keypmannahavn, hann arbeiðir uppá sína fyrstu bók, eitt yrkingasavn sum vónandi kann koma út í heyst.