Rigmor Dam er mentamálaráðharri
/Rigmor Dam er 43 ár úr Havn, útbúgvin lærari og hevur starvast sum blaðfólk, m.a. á Sosialinum. Síðstu fýra árini er hon vorðin kend sum tað slagið av politikara, sum ikki er bangin fyri at halda fast uppá síni hjartamál.
Hon er Havnarkona við stórum H og Javnaðarkona við líka stórum J - abbin eitur Petur Mohr Dam og so er hon eisini takk og lov serstakliga list- og mentanaráhugað og sæst í heilum til sjónleikir, framsýningar, upplestur, konsertir osfr.
Hjartaliga til lukku við týdningarmesta landstýrissessinum, Rigmor, og góðan byr.