Mentan og list fáa eina kerliga hond

Í síðstu viku varð eitt samgonguskjal undirskrivað við gleðiliga nógvum tilsipingum til lista- og mentanarøkið, sum kundi bent á, at lista- og mentanarøkið endiliga fer at fáa ta virðing, sum økið hevur uppiborið. Vit hava eisini fingið ein spildurnýggjan mentamálaráðharra. Hon eitur Rigmor Dam.

Rigmor Dam er 43 ár og úr Havn, hon er útbúgvin lærari, men hevur í mong ár starvast sum blaðfólk, m.a. á Sosialinum. Fyri nokk so nógvum árum síðani vóru vit starvsfelagar á útisetablaðnum Oyggjaskeggja, sum helt til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Har var Rigmor ritstjóri, tá hevði hon forrestin við nokk so nógv kreativ fólk at gera, umframt yvirritaðu vóru í minsta lagi tríggir yrkjarar og rithøvundar í blaðbólkinum. Nógv ár eru runnin í ánna síðan, og síðstu fýra árini hevur Rigmor sitið í løgtinginum fyri Javnaðarflokkin og hesi árini í andstøðu er hon vorðin kend sum tað slagið av politikara, sum ikki er bangin fyri at halda fast uppá síni hjartamál. Hon er Havnarkona við stórum H og Javnaðarkona við líka stórum J - abbin eitur ikki Petur Mohr Dam fyri einki, men list og mentan er henni somuleiðis í holdi borið, hon hevur fingið tónleikin inn við móðurmjólkini, tí tað er eftir ommuni, klaverleikaranum Rigmor Restorff Rasmussen, at hon er uppkallað, hon kemur frá einum heimi við klaver og listarligum og politiskum tilviti. Men umframt slekt og alt hatta har, so er Rigmor Dam í grundini ein serstakliga list- og mentanaráhugaður persónur, sum í heilum sæst til sjónleikir, framsýningar, upplestur, konsertir osfr.

 

 

Trongir til eina kerliga hond

 

Tá eg tosaði við hana í telefon, helt hon fyri, at listaumhvørvið trongir til eina kerliga hond, tí tað hevur verið forsømt leingi. Sostatt vísir hon, at hon og samgongan hava í hyggju at halda orð viðvíkjandi ætlanunum í samgonguskjalinum um at hækka listastuðulin. Men tað er fyrst og fremst samskifti, sum nýggi mentamálaráðharrin tosar um, Rigmor Dam heldur, at hennara týdningarmesta uppgáva er at stinga fingurin í moldina, seta seg í samband við fólk, lurta eftir fólkunum í listaumhvørvinum og hoyra teirra meiningar og tørv, men hvør verður fyrsta uppgávan: “Nú fari eg fyrst og fremst at vita hvat gongur fyri seg í mentamálaráðnum, hvørji mál liggja á láni osfr.Tað ber ikki til at koma har sum ein bulldosari, eg má spyrja meg fyri fyrst.”

 

 

Framfýsnar ætlanir

 

Hon ljóðar hólig, landsstýriskvinnan í mentamálum, men ætlanirnar eru sera ambitiøsar og fevna eitt nú um eina neyðuga umskipan av Kringvarpsgjaldinum. Tað gjørdist greitt, at hetta er alneyðugt, nú privatisering av Kringvarpinum var uppi at venda í fyrrverandi samgongu. Rigmor Dam er sera spent uppá at byrja arbeiðið í landstýrinum og serliga at vera ein partur av samgonguni, sum hon sjálv lýsir sum eina sera framfýsna og progressiva greipu, sum raðfestir list frammarlaga.

 

List og mentan raðfest

 

Og tað sæst longu á samgonguskjalinum, kanska serliga á fylgiskjalinum, at list og mentan verða raðfest: “Mentan og miðlar. Samgongan vil stuðla frælsari list, dygdarlist, listaspírum og frælsu pressuni, sum átaka sær at bjóða veruleikanum og valdinum av. Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt. Føroyska málið verður stimbrað, og málpolitisk tilmæli verða sett í verk. Framleiðsla av tilfari til børn á føroyskum verður raðfest. Vit skulu hava ein greiðan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, og teknmál skal viðurkennast sum móðurmál hjá deyvum og hoyriveikum. Miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast. Samgongan vil uppraðfesta játtanina til mentanar og listastuðul umframt at umskipa stuðulin og fyrisitingina av honum. Tá tað almenna byggir, verður ávísur brotpartur av íløguni markaður til listprýðing. Filmsgrunnurin skal halda fram, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk. Musikkskúlatilboðið skal styrkjast, og arbeiðast skal við at stovna listaskúla fyri ung. Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi”

 

Mentanin størri virðing

Vit eru als ikki von við at vera forkelað við mentanar- og listaumrøðu í samgonguskjølum, so eg haldi, at vit mugu fegnast nú tað tykist sum, at økið endiliga fær størri virðing ikki bara frá nýggju landstýriskvinnuni, men eisini frá allari samgonguni. Hesin varhugi varð váttaður, tá tann eini av floksformonnunum, Høgni Hoydal undir framløguni av samgonguskjalinum tosaði um mentan og list, hann hevði yrkislistina á orði og hann nevndi bæði Symfoniorkestrið og Tjóðpallin og hetta má alt fatast sum eitt positivt signal. Men nýggi mentamálaráðharrin hevur rætt í, at listaumhvørvið sum heild treingir til umskipan, stuðul og fokus. Tað er harðliga tiltrongt. Vit fara at ynskja landsstýriskvinnuni í mentamálum góða eydnu og góðan byr.