Modernað og framfýsin Operation Valentine

Det Ferösche Compagnie livdi av sonnum upp til sín leiklut sum tann eksperimenterandi enfant terrible bólkurin innan føroyskan sjónleik til frumframsýningina av Operation Valentine í Sjónleikarhúsinum síðsta fríggjakvøld.

Myndir: Beinta á Torkilsheyggi

Eg mátti satt at siga ordiliga berja meg upp úr teirri fríggjadagstølandi sofuni fyri at fara oman í Sjónleikarhúsið, har eg eitt sindur gronut byrjaði við at staðfesta fyri mær sjálvari, at har luktaði av gomlum klæðum. Onnur vóru meira við uppá nostalgiina og tóku gleðiliga ímóti tí heita temunninum í fína gamla tekoppinum við gullkanti, sum okkum stóð í boði. Fyrikomandi damurnar í svørtum kjóla við hvítum fyriklæði bjóðaðu te og bisquit í forhøllini, har Krígssavnið eisini hevur eina lítla framsýning við áhugaverdum myndum og lutum frá tíðarskeiðnum undir øðrum veraldarbardaga. Áskoðararnir práta og hyggja at myndunum, men so brádliga fara hurðarnar inn í salin upp og teir báðir leikararnir, Kristina Sørensen Ougaard og Kjartan Hansen bjóða vælkomin. Á veg inn fáa allir áskoðararnir ein posa við onkrum, sum skal brúkast í leikinum. Á henda hátt verða vit øll statistar ella partar av hesum leikinum, sum ikki er ein vanligur leikur við kronologiskari hendingagongd, men meira ein samansett kollasja við ymiskum smáum brotum, har søguligar hendingar verða lýstar sum sketsjir, installatiónir, skuggaleikir frá tí lutfalsliga veruleikakenda til meira symboltunga og surrealistiska list.

Ein grøn presending

Frá einari eitt sindur leitandi byrjan við storytelling, har leikararnir standa í Sjónleikarhúsinum og greiða frá tí, sum kundi verið hent her fyri nógvum árum síðani, verður ljósið sløkt og tá blívur leikurin ordiliga spennandi. Sum heild eru myrkur og avskeplan týdningarmiklir partar av úttrykkinum í Operation Valentine, bæði í ljóði, óljóði og myndum. Leikurin tykist ikki nostalgiskur, hann er beint tvørturímóti modernaður og progressivur í síni uppseting. Scenografiin er eins einføld og hon er genial, ein grøn presending verður ein høvuðsrekvisitt, sum verður brúkt hugfarsliga og við sama leikandi lætta hugflogi, sum tá børn spæla sær undir løkum og seingjarklæðum, ið eru við at verða løgd saman. Eksperimenterandi leikbólkar hugsa ikki altíð so nógv um mageligheitina hjá áskoðaranum, eg minnist enn ilt aftur á sitiumstøðurnar í kommandandørhúsinum. Operation Valentine er hinvegin als ikki so drúgvur, at tað gerst nakar trupulleiki, at vit áskoðarar forvæntast at sessast á gólvinum og annars standa og fylgja við í hvar tað gongur fyri seg í hølunum. Men øll síggja ikki líka væl alt, sum gongur fyri seg, t.d. niðri undir pallinum, har ein vælupplagdur Eyðun Johannesen sigur frá. Tað týdningarmesta er í øllum førum at hoyra hann, og her haldi eg, at ljóðið kundi verið eitt lítið sindur harðari frá.

 

Antikríggsinstallatión

Ljóð og ljós hava yvirhøvur stóran týdning fyri huglagið t.d. í dapra og kenslunemandi partinum, har nøvnini á øllum teimum mongu føroysku skipunum, sum fórust undir øðrum veraldarbardaga verða lisin upp meðan stóra grøna presenningin verður ímynding av týning í altetandi havinum. Eg var faktist ikki greið yvir, at so nógv skip og menniskju vórðu rakt av krígnum her í Føroyum. Náðileysi upplesturin virkar sera sterkt, pallmyndin er eins og ein antikríggs-listainstallatión, eg komi í tankar um sangin, sum Edwin Starr einaferð sang við retoriska spurninginum: War what is it good for absolutely nothing!

Loysing

Hetta er ein site-specific dokumentarisk montaga, sum tað stendur í leikskránni og miðlingin er fjølbroytt. DFC fáa lív í bæði kend og ókend í fortíðini, bæði Winston Churchill og Thorstein Petersen trína fram á pall sum skuggamyndir og leikurin gongur við fúkandi ferð. Eg hugsi, at tað er ein fyrimunur hjá áskoðarunum at kenna til søguligu hendingarnar kring Fólkaatkvøðuna í 1946. Hugburðurin sýnist heldur enn ikki loysingarligur ella var tað bara premierukvøldið, tá meginparturin av áskoðarunum eftir øllum at døma vóru sjálvstýrissinnaðir. Eg skal ikki avdúka alt, ið gongur fyri seg í Operation Valentine, men tað riggar sera væl, mátin, sum hølini verða brúkt, eisini umskaringin millum tað teatralska rúmið og tað vanliga, veruliga rúmið. Áskoðararnir eru viðleikarar, men millum áskoðararnar eru eisini nøkur við sjónleikaraligum uppgávum. Hetta er ikki ein vanligur sjónleikaraleikur. Sjálvt um dugnaligu sjónleikararnir inkorperera søguligar persónar, eru tey samstundis eisini tey sjálvi, Kjartan og Kristina og tað sama er galdandi fyri áhugaverdu sangarinduna, Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, hvørs órógvandi, syrgiliga og óhugnaliga framførsla av Góða mamma eg vil sova og We´ll meet again fer at sita leingi eftir í minninum.

Farið í Sjónleikarhúsið

Det Ferösche Compagnie hava saman við heimildarfólki og Egill H.A. Pálsson, leikstjóra, Sonja Lea ljóssniðgeva, Jens Ladekarl Thomsen ljóðsniðgeva og Kirstin Helgadóttir pallsniðgeva megnað at skapa eina víðgongda, nútíðarliga tulking av einum serstøkum søguligum tíðarskeiði í Føroyum, henda tulkingin er stuttlig, rørandi, fjasut, álvarslig og syrgilig, men fyrst og fremst, so er hon listarliga viðkomandi. Farið tessvegna í Sjónleikarhúsið, Operation Valentine verður at síggja fram til 6.september.