Tvinnir eru kostirnir...
/SÍÐSTA GREININ Í RØÐINI MENTANARVAL 2015
Tað verður stórur munur á mentanarpolitikkinum alt eftir hvørja samgongu vit fáa. Vinnur gamla samgongan, skal Kringvarpið ikki vita sær nakran góðan í tinginum, vinnur gamla andstøðan, verður støðan hjá Kringvarpinum og hjá hinum miðlunum hinvegin styrkt.
Í einari yrking hjá Tóroddi Poulsen stendur, at “Veðrið eigur orð”. Tað sama má sigast um list og mentan, sum av sonnum er eitt evni, sum genererar orð - ikki minst í døgunum áðrenn eitt val. Síðstu vikurnar hava umboð fyri teir politisku flokkarnar her í Dimmalætting svarað uppa tíggju spurningar um mentan, list og mentanarpolitik. Í skrivandi stund veit eg ikki hvørja stjórn vit fáa og tað er serstakliga spennandi, tí har er munur á hvat flokkarnir ætla og vilja mentanarpolitiskt. Øll svar innihalda eitt ávíst mát av teirri áðurnevndu so sera væl meinandi mentanargleðini sum er nakað, ið bæði listafólk og listaaktørar skimma ígjøgnum og síðan gloyma ongantíð ov skjótt, tí hetta hevur ikki nógv uppá seg og fær ongan ítøkiligan týdning.
Uppbyggjandi list
Ítøkiligar tykjast hinvegin ætlaninar hjá summum flokkum at einskilja Kringvarpið. Miðflokkurin (Vilhelm Hendrik í Skálanum svaraði) vil snøgt sagt av við Kringvarpið og heldur, at privatar rásir við uppbyggiligum tilfari heldur skulu stuðlast. Yvirhøvur eru svarini hjá Miðflokkinum so mikið ógvuslig, at mann ikki má hopa, at tann flokkurin fær nakað at skula hava sagt um mentanarpolitikk. At siga seg bert vilja stuðla uppbyggjandi og lyndismennandi list er meinlíkt ræðuliga mentanarpolitikkinum hjá nazistiska propagandamálaráðharranum Joseph Gbbels, sum eftir øllum at døma ikki brýggjaði seg um ótálmaða og “sjúkliga” ekspressionismu ella sonevndan nekaratónleik (tað var framúrskarandi jazztónleik, sum hann sipaði til). Við sínum útsøgnum vísir Miðflokkurin eina fullkomiliga vantandi virðing fyri armslongdarregluni við tað, at flokkurin loyvir beinleiðis politiska uppíblanding í mun til listina.
Privatisering
Fólkaflokkurin (Hanus Samró svaraði) fer ikki so langt sum til at privatisera Kringvarpið, men heldur tó, at kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið. Hetta er í roynd og veru tað sama sum at einskilja Kringvarpið. Eg skilji, at eitt alment kringvarp er ein tornur í eyganum hjá liberalismuni, tað vil so vera, og føroyska kringvarpið er ikki tað einasta í norðanlondum, sum verður ákært fyri vinstrahallar sympatiir av teimum, sum ynskja at fáa tað at tagna. Í einum demokratiskum vælferðarsamfelag sum okkara er sjálvur tankin um at droppa eitt alment Kringvarp so svakur og so ómentaður, at eg fáa kaldasveitta við tankan. List kann vera góð marknaðarføring fyri landið heldur vinnuáhugaði Fólkaflokkurin, sum sýnir stórt álit á fakfólkum í spurningi 2,3 og 4, tað er upp til fakfólk, hvør skal hava listastuðul. Álitið er eftir øllum at dømaikki tað sama til fakfólkini, tá tað snýr seg um listaliga dygd: “Hvat er dygdarlist? Hvør definerar, hvat dygdarlist er og ikki? Tað er ómøguligt, tí fólk eru ymisk. Tað finst ikki ein felags definitión av dygdarlist. Tað er upp til hvønn einstakan. Tað er ikki uppgávan hjá Fólkaflokkinum at siga, hvat fólk meta sum dygdarlist, tí tað er upp til tey sjálvi.”
Konservering
Sambandsflokkurin ætlar ikki einskiljing, men tað ljóðar sum um, at okkurt slag av uppdragandi óheftnisskeiði er í væntu hjá teimum í Sortudíki, kemur Sambandsflokkurin í samgongu. Bjørn Kalsø svarar og sigur, at Sambandsflokkurin tekur undir við at Kringvarp Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og ynskir ikki at privatisera Kringvarpið, men “ásannar at stovnurin hevur verið í tungum sjógvi. Álitið á stovnin hevur av somu orsøkum fingið eitt skot fyri bógvin... Kringvarpið (skal) virka óheft bæði av politisku skipanini vinnuligum áhugamálum...”. Annars vísa svarini frá Birni Kalsø, at hann er konservativur við áhuga fyri at varðveita. Svarini vísa somuleiðis, at hann hevur verið mentamálaráðharri og hevur ávíst innlit í mentamál, hann er t.d. kunnigur um týdningin av, at føroysk listafólk taka lut í listabiennalum uttanlands. Svarini frá Nýggjum Sjálvstýri (frá Erhard Jacobsen) siga kanska meira um svararans egna áhuga sum landsbókasavnsleiðari enn um flokkin, t.d. denturin, ið verður lagdur á bókasavnsøkið.
Framfýsin mentanarpolitikkur
Tað er einki at taka seg aftur í, at eftir svarunum at døma, sýna Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin størst framfýsni í mun til mentanarpolitikkin saman við Framsókn. Bæði Tjóðveldi (Høgni Hoydal svaraði) og Javnaðarflokkurin (Rigmor Dam svaraði) eru samd um økja stuðulsjáttanina til list og at styrkja Kringvarpið og hinar miðlarnar. Javnaðarflokkurin leggur dent á, at listin er fræls. Framsókn (Hanna Jensen svaraði) ynskir eisini at styrkja Kringvarpið, men ynskir at endurskoða gjaldsháttin, eisini mentanargrunnurin skal endurskoðast. Samanumtikið tykjast Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava ein seriøsan hugburð í mun til mentanarpolitikk, hesir flokkar nevna fleiri góð dømi um ymisk øki, sum trongja til styrk og optimering. Hetta eru t.d. musikkskúlaskipanin, Føroya Symfoniorkestur, listarligar útbúgvingar, listprýðing, Tjóðpallin osfr., men nú mugu vit síggja hvussu leikur fer, hvør ið vinnur og hvørjum mentanarpolitiskum visiónum, vit skulu fylgja komandi árini.