Listarlig herbúgving

Ein hugleiðing um listina undir ABDH

Valúrslitið gjørdi tað greitt, at vit fáa eina stjórnarlagsbroyting í Føroyum nú meirilutin av føroyska fólkinum eftir øllum at døma hevur vent høgravenda, borgarliga rákinum bakið. Vit fara at hyggja í bakspeglið og líta aftur á tíðina til tess at kanna hvat høgrarákið førdi við sær á listarliga økinum.

nnan lista- og mentanarøkið vóru árini saman við ABDH samgonguni - ella sum hon rættiliga skjótt og kreativt varð doypt av politiskum mótstøðufólkum; BADH samgongan - merkt av øktari aktivismu og list við politiskum boðskapi. Hetta er partvíst knýtt at gongdini í heiminum, øktu politiseringini av mentanini og mongu mótmælunum, sum komu í halaferðini á fíggjarkreppuni.  

 

 Pussy Riot

Vladimir Putin var settur í forsetaembætið í Russlandi á vári í 2012 og við honum komu strangari lógir, sum raktu grundleggjandi mannarættindi. Í Russlandi mótmæltu tey, men tá feministiska listakollektivið Pussy Riot skipaðu fyri happening inni í teirri ortodoksu Kristkirkjuni í Moskva, var tað ovboðið hjá russiska stýrinum, sum handtók tríggjar limir í bólkinum fyri óflíggjaskap (hooliganismu). Improvisatoriski punkbólkurin Pussy Riot var grundlagdur í Moskva í august 2011, tríggjar mánaðar áðrenn Bjørn Kalsø gjørdist mentamálaráðharri í Føroyum undir aðru samgonguni við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni. Handtøkan av Pussy Riot fekk nógv uppmerksemi kring heimin, tí tað snúði seg um so grundleggjandi rættindi sum talufrælsi, politiskt og listarligt frælsi. Ein rúgva av listafólkum um allan heim stuðlaðu Pussy Riot og kravdu, at tær tríggjar, Maria Aljokhina, Jekaterina Samutsevitj og Nadjesjda Tolokonnikova skuldu leyslatast. Listabloggurin bjóðaði øllum føroyskum listafólkum til eisini at stuðla og sýna samhuga og ein rúgva av listafólkum vóru við í tiltakinum, sum endaði við einari framsýning, ið Inger Smærup Sørensen skipaði saman við Amnesty Føroyar og sum læt upp í Stephansons Húsi á Kongabrúnni í Havn 12. oktober 2011 Tey mongu mótmælini kring allan heim løgdu trýst á Putin og Pussy Riot blivu leyslatnar, men tað tók sína tíð. Úr fongslinum skrivaði síðstnevnda opið bræv til slovenska filosofiprofessaran og mentanarkritikaran Slavoj Zizek"Tú siterar Marx: ein sosial skipan, sum koyrir føst og rustar kann ikki yvirliva. Men her eri eg í gongd við at arbeiða mína fongsulsrevsing av í einum landi, har tey 10 fólkini, sum stýra størstu sektorunum innan fíggjarkervið, øll hoyra til elstu vinirnar hjá Vladimir Putin. Onkrum hevur hann lisið saman við, onkrum hevur hann íðkað ítrótt saman við og aðrir aftur eru gamlir KGB-starvsfelagar. Er hetta ikki ein sosial skipan, sum er koyrd føst? Er hetta ikki ein feudal skipan?" https://www.youtube.com/watch?v=ALS92big4TY

 

Listin og LGBT

LGBT Føroyar rørslan er nógv vaksin síðan stovnanina í 2011 – tað var longu í 2003, at Friðarbogin, felag fyri føroysk samkynd, var stovnað, men rørslan hevur av álvara fingið ind í seglini síðstu árini við Eiler Fagraklett á odda. Annars hevur Ole Wich arbeitt nógv og leingi móti føroyskari homofobi í listarligum verkætlanum sum t.d. homoFObia frá 2006, ið var partur av einari størri verkætlan á heimasíðu hansara. Men tað var altso undir ABDH samgonguni, at samkynda sakin gjørdist mainstream í Føroyum; 27. juli 2012 tóku meira enn 5.000 fólk lut á teirri triðju Faroe Pride skrúðgonguni í Havn. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal framførdu. Dagin áðrenn læt framsýningin Hvat er natúrligt? upp í hølunum hjá Østrøm á Skálatrø, ið tvinnaði altjóða gransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa samkynd- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Framsýningin og fyrilestrar um samkyndleika í list og bókmentum var ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt fyribrigdi í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið. LGBT hevur støðugt brúkt tónleik og list í stríðnum fyri hugburðsbroytingum og á framsýningini luttóku Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Astrid Maria McDonald, Beinta av Reyni, Ditte Mathilda Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrikur á Heygum, Hansina Iversen, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen, Herdis Jakobsen, Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Holm Mortensen og Silja Strøm. Eitt av teimum luttakandi listafólkunum, Hansina Iversen flutti seg frá sínum vanliga nonfigurativa myndamáli við lýsandi, dekorativa málninginum av tveimum ásttiknum flugum, appilsinreyðar á knallgrønari grund við bjørtum gulum kanti. Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir umorðaði eitt myndevni hjá Williami Heinesen í síni mynd av tveimum litføgrum, forelskaðum ryssum, og Marianna Mørkøre fekk eitt hjarta burtur úr síni fínu grafisku lýsing av vespum. Hesi verkini og onnur við vórðu bíløgd til framsýningina, sumviðgjørdi og fagnaði fjølbroytni.

 

Listaboykott

Á fíggjarlógaruppskotinum ABDH samgonguni skiltist, at nýggi mentamálaráðharrin hevði í hyggju at fremja eina skerjing av játtanini hjá Mentanargrunni Føroya uppá 20 prosent. Og meðan listafólk ógvaðust um støðuna, sóust myndir av mentamálaráðharranum á bókamessu í Göteborg í flottum selskapi við júst somu rithøvundum og listafólkum, sum hann hevði í hyggju at minka stuðulsmøguleikarnar hjá. Reaktiónin kom í fleiri umførum. Í Degi og Viku fríggjakvøldið 2.november 2012 mæltu Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen til einki minni enn eitt listaboykott. “Har er einki samsvar er millum hvat listafólkini gera fyri Føroyar og hvat Føroyar gera fyri listafólkini" helt Sunleif Rasmussen m.a. og Teitur Lassen tók undir við honum í einum boykotti av almennu Føroyum. Sunleif mælti øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyr til tess at mótmæla skerjingunum av íløgum landsins í mentan og list:Vit vilja ikki luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!”. Tá danski forsetismálaráðharrin Helle Thorning-Schmidt var í Føroyum nýttu Sunleif og Teitur høvið at skipa fyri einari happening í Sandagerði 19.juni í 2013, ið var hugsað sum eitt mótmæli undir herrópinum: Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum! Listaboykottið, ið fevndi um tiltøk, ið vóru fyriskipað av landsstýrinum, fekk undirtøku av langtyvir hundrað listafólkum og vardi í meira enn tvey ár, tað var avblást 15.januar í 2014, og tá var horvna mentanarmilliónin komin afturíaftur.

Jan Andersson tók myndina

 Eistrastríðið

Í november 2012 luttók Tóroddur Poulsen í einari listaframsýning í Steinprenti við steinprentum í bókini Avbyrgingar og í hesum sambandi gjørdi Finnur Koba eina samrøðu við hann til Dag og Viku, har listamaðurin hótti við at skræða nossini undan mentamálaráðharranum, skuldi hesin ditta sær at koma til framsýningina, og hetta varð nógv viðmerkt millum fólk. Tá Tóroddur Poulsen stutta tíð seinni fekk mentanarvirðislønina handaða í Spaniastovu í Klaksvík, mundu fleiri stuttleika sær yvir støðuna, eisini vóru røddir frammi um, at Tóroddur Poulsen átti at boykotta virðislønarhandanina, at hann hevði sagt nei takk til pengarnar um tað vóru nøkur nossir í honum og so framvegis í denn dur, viðmerkingarnar luktaðu langan veg av vantandi virðing fyri listini, at mann ikki unnir listafólkum stuðul og virðislønir. Yrkingarsavnið Heimvitisferðin hjá Tóroddi Poulsen kom út í oktober í 2012 og prógvaði, at avantgarduyrkingin ikki er vorðin heilt tannleys enn. Í øllum førum stóðst mikið kjak um bókina.  Heimvitisferðin er ein hugsað ferð í heimføðisliga helvitisbýnum Havnini onkuntíð í nærmastu framtíð. Verkið inniheldur samfelagskritikk, og er harumframt ein listarlig, bókmentalig konstruktión. Í fyrstu yrkingini leitar tann burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina, og tað er so ógvuliga skjótt, at Heimvitisferðin gerst átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/ grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum stórar logar av eldi...". Sum í guddómligu komediuni hjá Dante á sinni reika vit og pínast í inferno og leita okkum til reinsingar í purgatorio saman við øðrum ræðuligum lagnum. Vit kenna onkrar dreymakendar, surrealistiskar ímyndir aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest originala samtíðaryrkjara, men her er alt blandað saman og nakað væl meira ítøkiligt enn tað plagar. Nakrar fáar yrkingar eru abstraktar, bygdar upp um formligar mótsetningar, meðan aðrar yrkingar eru prosakendar og konkretar við marrukendum lýsingum av ymiskum, ið fyriferst ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Skálatrøð, í Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er støðugt og ørligt í bókini, tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi gongdini í veruleikans heimlandi. Føroyingar hava tað alt annað enn lætt. Har standa "ferðaleiðaraskrokkar... og selja skræddar/ bøkur" í Gamla Bókhandli, har Kunningarstovan jú húsast. Politikarar hava fingið óblíða viðferð áður í bókum og myndum hjá Tóroddi Poulsen, men nú ber av; Havnin, og samfelagið alt kring Tinghúsið verður lýst sum depraverað og upployst av materiellari egoismu, grammleika, makreli og olju. Í støðum líkist Heimvitisferðin einum politiskt motiveraðum savni, har vónbrotið yvir høgrarák og grunnskygni í Føroyum merkist týðuliga. Øll fáa av koyrlinum, serliga tey, sum stjórna landi og býi og tað vil siga tað sama sum, at løgmaður og borgarstjórin fáa hvør sína yrking, mentamálaráðharrin fær forrestin sína yrking seinni í yrkingarsavninum Einglasuð (2013):

"aftur og aftur/ flytir hon/ fingrarnar/ fyri hann/ á tangentunum/ hann skal læra/ at spæla/ dukka mín er blá/ hann dugir stevini/ í føroyskum dansi/ og hevur lisið/ søren og mette/ hann hevur sitið/ í leypinum/ hjá langabba/ og gitt gátur/ og samstundis talt/ seks hundrað og seks og trýss/ seyðasparl í øllum túnunum/ í heimbygdini/ hann skal verða/ mentamálaráðharri"

 

Hevndarhugað Vendetta

Um várið 2012 kom Vendetta, fimta útgávan hjá bólkinum 200, sum var sjáldsama væl teimað í mun til fólkastemningin beint tá. Hetta var hvøss, ovursint og skemtilig politisk list, sum samstundis er dømi um hvat tað er, sum listin megnar fram um aðrar miðlar. Vendetta merkir hevnd og hevndin var fyrst og fremst ætlað landsins stjórn og avgerðum hennara um flatskatt, pensiónsskatting, parkering av etiskum málum, hækking av blokkinum osfr. Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting eru limir í Føroya óndasta punkorkestur, sum kanska ikki ordiliga er eitt punkorkestur um hugsað verður um subkulturella fyribrigdið punk, sum kyknaði í sjeytiárunum. Serstaka samanrenningin millum ein rútmiskan og væl funderaðan akademikara, ein góðan og royndan tónleikara og ein væl hugsandi reklamumann í tónleikabólkinum 200 snýr seg líka nógv um rocknroll, tónleikagleði, satiru og samfelagssinni, men formliga er talan sjálvandi um íblástur frá punkrokkinum. Sangirnir eru sostatt stuttir, larma illa og tekstirnir eru politiskir og uppreistrarsinnaðir. 200 eru bestir, tá teir eru álvarsliga fúkandi illir og hevndarhugaðir, sum í lagnum Vendetta, ið er eitt av feitastu rockløgunum á útgávuni. Samstundis er hetta eitt tað beiskasta lagið:

TAÐ STEÐGAR IKKI HER

VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ

VENDETTAIN ER HER

VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ

FØLA TIT TYKKUM TRYGGAR, EG SIGI TYKKUM HETTA

SO LÆTT SKULU TIT IKKI SLEPPA

LURTIÐ NÚ VÆL OG SKILJIÐ HETTA

TIT SKULU FØLA FÓLKSINS VENDETTA

Ein so beinleiðis hóttan hevði verið at kalla kriminell í øðrum høpi enn tí listarliga. Men í listini kunnu vit loyva okkum meira og tað er sum áður nevnt ikki bara í Føroyum, at høvið verður nýtt. Várið 2012 setti Günther Grass sína nógv umrøddu atfinning av Ísrael upp sum yrking um somu tíð sum 200 brúktu tónleikin til at húðfleingja føroyska samfelagið við serligum atliti til ABDH samgonguna. Vendettaútgávan varð seinni brúkt sum útgangsstøði hjá trimum listafólkum, sum gjørdu eitt steinprent hvør burtur úr trimum av sangunum á Vendetta. Claus Carstensen brúkti Miðfingurin til Miðflokkin, Jóhan Martin Christiansen tók støði í B-A-D-H meðan Hansina Iversen valdi tann meira kerliga Við love skulu vit land byggja. Gulu myndirnar vóru partar av Ólavsøkuframsýningini 2014, sum yvirritaða skipaði fyri, og sum m.a. miðsavnaði seg um politiska list. Randi Samsonsen hevði trý fín tekstilverk við á framsýningini, harav tvey høvdu broderaðan tekst við útsagnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen um piparnøtur og tað, sum hann ongantíð hevði sagt.

 

 Óð og indignerað list

Eg havi verri enn so nevnt alt, sum gekk fyri seg av list undir júst fráfarnu ABDH samgonu, men kanska nóg mikið til at kunna staðfesta, at øði og indignatión hava víst seg at vera fruktagóðar kenslur, tá tað snýr seg um listarliga skapan. Ég havi ikki skrivað nógv um sjónleik, men evnið í summum leikum, sum eru framførdir seinastu árini hava verið sosialrealistiskir og hava snúð seg um menniskju á samfelagsins botni, hetta var t.d. galdandi fyri Myrkursins børn, sum Súsanna Torgarð skrivaði og leikstjórnaði í 2013. Skemtileikurin Vit eiga ikki eitt oyra vit lata ikki eitt oyra eftir Dario Fo er upprunaliga frá hálvfjersunum, men tá hann varð framførdur um heystið í 2014, tóktist samgongan onkursvegna blandað inn í leikin - í øllum førum í høvdinum á áskoðaranum. Kanska er eisini vert at nevna, at ikki alt gekk fyri seg í teimum stovnum og konserthøllum, sum list vanliga gongur fyri seg. Røðan, sum Carl Jóhan Jensen helt á Vaglinum í Havn 25.apríl 2012 var kanska ikki nøkur flaggdagsrøða, tað helt hann í hvussu er sjálvur fast uppá, kanska var hon eitt sterkt listarligt ískoyti, sum var púra ógloymandi fyri øll, ið lurtaðu. Hitt Føroyska Skjaldraveldi var og er somuleiðis politisk list uppdaterað til Facebook. Framførslan hjá Hanus G.Johansen á Hertak Vaglið tiltakinum í 2011 av Føroyar mín móðir var somuleiðis ein ómetaliga sterk listarlig uppliving, og neyvan er alt komið út enn av tilfarinum, sum er skrivað undir ABDH samgonguni.

 

 Framtíðarútlit bjørt og dýr

Við einari CEF samgongu kunnu vit rokna við, at nógv fer at henda á mentanarøkinum, men hetta krevur fyrst og fremst, at íløgan verður hækkað rættiliga nógv, tí ein tílík umskipan av økinum, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja upp til, kostar pengar. Javnaðarflokkurin er størsti flokkur, hann hevur fingið mandat til at føra sínar ætlanir út í verki, og tessvegna kunnu vit gleða okkum til, at ferð verður sett á arbeiðið við Tjóðpallinum, at játtanin til Mentanargrunn Landsins verður tvífaldað, so at eitt nú yrkislistafólk kring alt landið kunnu søkja og røkja áramálsett størv við vanligum setanartreytum, at Søvn Landsins verða endurskoðað, og bóka- og onnur søvn verða uppraðfest kring landið, at Háskúlin fær munandi betri karmar og so kunnu vit her á Dimmalætting eisini gleða okkum, tí Javnaðarflokkurin ætlar, at miðlarnir skulu hava betri kor. Eitt mentanar- og listaráð Føroya skal skipast til at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir til mentan og list og ráðgeva politiska myndugleikanum - og at styrkja játtanirnar til tær ymsu listagreinarnar. Tjóðveldi man fara at taka undir við hesum, tí á teirra mentanarætlanarlista er eisini Tjóðpallur, savnsøki, umframt Musikkskúlaskipanin og Føroya Symfoniorkestur. Eisini skulu mentanar- og listaútbúgvingar styrkjast sum heild sum lærugreinir í fólka-, mið­náms, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum og harumframt skal føroyska málið styrkjast á øllum økjum. Framsókn er somuleiðis við uppá eina umskipan av lista- og stuðulspolitikkinum og góðar karmar til Tjóðpall og Symfoniorkestur og tey nevna eisini kreativar vinnur og serliga filmslistina. Framsókn hevur ambitiøsar og dýrar ætlanir um at stimbra filmslistina við at fáa í lag ein filmsgrunn, filmshús og eina sonevndu afturberingarskipan til útlendsk filmsframleiðslufeløg. Framsókn hevur eisini í  hyggju eitt krav um, at ávísur brotpartur av íløguni til ný- og útbygging av almennum bygningum o.ø. byggiverkætlanum skal brúkast til listprýðing á sama hátt sum tað longu verður gjørt í Tórshavnar Kommunu og í Eysturkommu.

Vit hava ein nýggjan listarligan veruleika í Føroyum og so fáa vit at síggja hvørja ávirkan hetta hevur á listina komandi fýra árini. Vónandi verður listin framhaldandi hvøss, kritisk og neyv, sjálvt um karmarnir hjá listini helst fara at verða betur nú enn nakrantíð áður, um altso ætlanir og lyftir hjá andstøðuflokkunum verða hildin - tað verður spennandi at fylgja við.