Les Bókina!
/Viðtal við Vilhjálm við Hoygil:
Bókin um tað góða varð givin út síðsta hósdag og í hesum sambandi havi eg sent høvundinum Vilhjálmi við Hoygil nakrar spurningar, tað vil siga, í grundini sendi eg hesar spurningarnar til Carl Jóhan Jensen, tí hesin er kontaktmaður hjá fyrrnevnda - nakað sum Clark Kent er tað hjá honum sjálvum Superman ella enn verri, tí Vilhjálmur við Hoygil er ein bókmentaligur huldumaður, sum eingin livandi minnist seg at hava sæð. Men her eru svarini, eg fekk. Eg helt Bókina um tað góða vera fyrstu útgávu hjá Vilhjálmi við Hoygil, so mín fyrsti spurningur snúði seg um hetta.
KP: Hevur tú altíð viljað verið rithøvundur ?
VvH: Hvat skal eg siga ...hatta er sum at spyrja hann sjálvan í erva um, um hann altíð ætlaði sær at verða Várharra...ha?
KP: Hvaðani kom hugskotið til Bókina um tað góða? Kanst tú greiða frá tilgongdini ?
VvH: Nú er bókin, sært tú, ikki eftir meg, men eftir henda sálaða prentaran K....og hví eg ikki nevni mannin við sínum fulla navni....Harragud les bókina, so sært tú hví...umdömið er nú einaferð umdömið eisini í deyðanum...men eg helt kortini, at hetta handritið var ein so sjáldsom og sermerkt samtíðarheimild, at tað hevði verið bæði synd og skomm, um tað bara lá og dró stöv á seg onkustaðni...ella hvarv út í tað talgildu gloymskuna sum so mangt annað.
Ein skrivandi maður
KP: Hvussu føldist tað, tá Sprotin játtaði at geva hesa fyrstu bók tína út?
VvH: Ja, nú setur tú meg enn eina ferðina í klípu...eg noyðist taka aftur í hatta, eg segði í áðni… um Várharra, ha… tí álvaratos, tað hevur verið sovorðin ágangur móti mær so leingi, sum eg ikki ynski oman yvir nakran annan...summi sáa enntá iva um, annaðhvört eg eri til… hvat dámar tær?… eg skal bara vera onkur, siga tey, sum Karl Jóhan Jensen hevur spunnið upp… og hetta sjabbið um mína ikki-veran… hesin ivin…ja, hann nívir viðhvört, nívir so fast, at í gjáranáttina droymdi meg …og ikki fyrstu ferð heldur… at eg í roynd og veru ikki var til… ja, tað er kaldur dreymur at vakna við...men sum eg aftur og aftur havi sagt og endurtikið upp í saman á Fjasbókarsíðuni hjá mær (Viljálm við Hoygil) so eri eg til og væl tað… ættaður av Strondum (tó at eg ikki havi sett mín fót har síðani eina ferð í fýrsárunum)…. eg eri níggju og hálvtrýss ára gamal og ógiftur og barnleysur (tað eg veit). Eg tók MA prógv í enskum máli og bókmentum frá lærda háskúlanum í New Castle up on Tyne, tað var í hálvfemsunum, men las eisini trúarsögu eitt skifti seinast í hálvfjerðsárunum í Keypmannahavn og áðrenn tað guðfröði eitt ár á Fróðskaparsetrinum. Í fleiri ár undirvísti eg til skiftis á Kambsdali og í Hoydölum. Men ikki nóg mikið við tí, eg havi eisini, í skjótt tretivu ár verið skrivandi maður og havi greitt fleiri bökur úr hondum um bókmentafröðilig evni…. slóðbrótandi verk í föroyskum samanhangi, tori eg at siga, m.a. um skaldskapin hjá Hans Marius Ejdesgaard… og um hann er ritgerð mín frá seinast í fýrsárunum „Hitt ævinliga gonguverki/ ein greining við derridianskari avbygging í baksýni“ (Forlagið Skalið, 1990). Somuleiðis havi eg, helst sum tann einasti, skrivað um Richard B. Thomsen í avbyggingarligum anda, men eisini viðgjört nýggjari hövundar eitt nú Ólav í Beiti. Seinasta bók mín, ið kom út á prenti, var ein ritgerð um rithövundaverkið hjá Valdemar Poulsen „Osvald – ein avbygging av föroyska samfelagnum“ (Forlagið Skalið, 1993). Sum sagt fleiri verk liggja longu eftir meg á föroyskum máli…góðum föroyskum máli…. Kortini hevur mær ongantíð verið unt at koma á tann tignarstigan í føroyskum bókhandlum, har landalæra, matgerð, skipbrot og politiskt sjálvreyp trónaðu ovast fyri seinastu jól….Ja, hvussu mær var við, spyrt tú, tá ið Sprotin tók við handritinum…ja, tað er nú ein söga fyri seg…eg noyddist allan vegin til Vestmanna við handritinum, ætlaði at fáa stjóranum tað í hendur persónliga … hesum Jonhardi Mikkelsen…hetta var beint eftir páskir og eg var eitt stutt rend heima tá…og har standi eg so í túninum hjá honum við Hornaveg har norðuri í oysregni og sveittur eftir at hava togað meg niðan alla hesa longu brekkuna frá bussinum… men hvat… eg komi til stongdar dyr og eg knúgvi bæði á úthurð og vindeygu, men tað var alt í sama navni, stongt og stongt…so stongt, at eg hugsaði við mær, at hiðani mátti eg helst so nakkalangur avstað aftur… men dekan fari, tá birtist hann knappliga, hesin Jonhard sum sagt, sum ein skuggi úr hesi kjarrtjúknini, sum er um húsini hjá honum, oman fyri sum niðanfyri…og har stendur hann fyri mær, murgurin, reyðdæmdur, júllutur og eitt sindur hokin við einum turrum bógvi í hondini…ja, tað var sum tá ið deyðin fyrstu ferð vísir seg fyri riddaranum í Sjeynda innsiglinum, filminum hjá Bergman, og riddarin spyr: „Hvör er tú?“…so ovfarin, so örkymlaður sá forlagsstjórin út…men tað er nú mín lagna…tað er tað…tíverri…konufólk og hvör maður spyr: „Hvör ert tú?“ …er tað lögið, ha, at meg so ofta droymir, at eg ikki eri til…at eg föli meg at vera, sum teir siga enskum: a figment of anothers imagination….men gaman í Jonhard gevur bókina út…hann sigur seg enntá dáma bókina…men eg ivist í um tað ikki bara er tí, at tað ikki er eg sum havi skriva verkið sjálvt…bara inngangin.
Føroyskar bókmentir
KP: Hvat heldur tú um føroyskar bókmentir? Er nakar føroyskur høvundur, sum hevur gjørt tær mun?
VVH: Eg havi longu nevnt nakrar omanfyri... annars? Ja, Jóanes Nielsen kunnu kravlítlir lesarar sjálvandi hava gleði av, men Tórodd Poulsen havi eg ongantíð skilt og má bara smílka at teimum, sum halda upp á, at nakað skil er í hansara sokallaða skaldskapi. Karl Jóhan Jensen var einaferð ein toluligur ummælari, men so gav hann seg upp til sjálvreyp og málkrongl ...tað er tað...
KP: Tú ert útiseti – hvussu er at skriva um Føroyar og um føroyska samfelagið, tá mann hevur verið burturstaddur í so mong ár. Ber tað yvirhøvur til? Blívur tað ikki óautentiskt?
VvH: Skilgrein hugtakið “útiseti” fyri mær...ha? Halda tit álvaratos, sum ganga mentanarliga útideyð her í regni og útsynningsroki, at tað ikki ber til at vera “autentiskur” föroyingur bara tí, at tu velur at búgva uttanlands...harragud og mín sáligheit...takið tykkum um reiggj...forbannað...
KP: Kanst tú greiða frá tínum framtíðarætlanum?
VvH: Ja, tað kann eg so skjótt svara tær: Nei.