Silja Strøm hevur opið hús í Janusarhúsi
/
Í morgin, fríggjadagin 28.august klokkan 15 býðst høvi at kaga inn í atelierið hjá dugnaligu listakvinnuni Silju Strøm. Tað er Listafelag Føroya, ið bjóðar til opið hús í Listamannhúsunum á Dalatrøðni í Klokkaragøtu 42.
Silja Strøm hevur í august mánaða sum tann fyrsta starvast í listamannahúsunum, sum Janus Kamban hevur latið til listafólk at brúka. Listafelag Føroya hevur heitt á Silju Strøm um at bjóða fólki inn at síggja og hoyra, hvat hon fæst við. Hon hevur játtað at hava opið atelier seinnapartin fríggjadagin 28. august kl. 15 til 18. Listakvinnan er ein av teimum áhugaverdu listafólkunum úr yngra ættarliðnum, hon er útbúgvin í Glasgow School of Art og hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Virðislønina til ung listafólk og Gávugóðs úr Grunni Thorvalds av Steinum. Silja Strøm er m.a. í ferð við at arbeiða fram í móti eini serframsýning í Steinprenti, sum vit kunnu gleða okkum til. Hon arbeiðir bæði figurativt og abstrakt í frásagnarligum søgum uttan nakra defineraða hendingagongd. Listarliga er hon áhugað í relatiónum millum fólk og teirra umhvørvi.
Silja Strøm í Steinprenti
Hendan myndin er frá 2011
Ein herlig mynd frá 2010