Rannva Kunoy framúr ummæli í London

Bretska gallaríið Saatchi í London fyllir fjøruti ár og hátíðarheldur runda føðingardagin við framsýningini The Long Now, har føroyska listakvinnan Rannva Kunoy tekur lut við sínum eyðkendu lýsandi málningum. Luttakarar eru harumframt Alice Anderson, Olivia Bax, Frankie Boyle, Edward Burtynsky, Peter Buggenhout, André Butzer, Jake Chapman, Mat Collishaw, Dan Colen, John Currin, Jo Dennis, Zhivago Duncan, Olafur Eliasson, Rafael Gómezbarros, Ximena Garrido-Lecca, Damien Hirst, Tom Hunter, Henry Hudson, Alex Katz, Allan Kaprow, Maria Kreyn, Ansel Krut, Christopher Le Brun, Chris Levine, Ibrahim Mahama, Carolina Mazzolari, Jeff McMillan, Misha Milovanovich, Polly Morgan, Ryan Mosley, Chino Moya, Tim Noble, Alejandro Ospina, Steven Parrino, Martine Poppe, Michael Raedecker, Sterling Ruby, Jenny Saville, Petroc Sesti, Conrad Shawcross, Soheila Sokhanvari, John Squire, Dima Srouji, Gavin Turk, Richard Wilson, Alexi Williams Wynn.

Bæði framsýningin, sum Philippa Adams hevur kuraterað og Rannva hava fingið sera góð ummæli. The Wick Culture heldur framsýningina vera framfýsna og skrivar: “The scope is ambitious: two floors, nine major spaces, a mixture of historic works and new commissions, spanning installation, painting and sculpture. It opens with explorations of process and mark-making, via artists such as Alice Anderson, Rannva Kunoy and Carolina Mazzolari, before moving through painting...”. Aesthetic Magazine rósar framsýningini og tess samanhangum: “Material process threads through the show as a recurring motif. Alice Anderson’s copper-wrapped sculptures shimmer like captured data streams, each thread a record of gesture and time. Rannva Kunoy’s luminous canvases evoke cosmic motion, where paint seems to vibrate between substance and light...”. Forbes skrivar: “The Long Now is not just an anniversary; it is a testament to contemporary art’s enduring power to unsettle, inspire and illuminate. It asks us to step outside the immediacy of the present moment and consider the vast arc of time: past, future, and the fragile window of now through which we understand both...” The Wick kallar framsýningina djarva: “Throughout the show, residual themes of climate change, technology, fragility and renewal are threaded via works by, among others, Gavin Turk, Mat Collishaw and Olafur Eliasson – artists who have all been associated with the gallery over the year and have helped define and shape its place as a provocative, experimental space for art. It’s a bold way for Saatchi Gallery to mark forty years—not just by reflecting on forty years of groundbreaking shows, but by looking boldly ahead...” Ummælaranum á London Evening Standard Nearby dámar partar av framsýningini ikki minst verkini hjá Rannvu: “And there is some fine work here from new generations. Rannva Kunoy’s paintings seem to capture shifting light on the surface of the canvases while presenting codes and riddles that bring an inevitable digital eeriness, like Ouija boards”. Ummælarin á Time Out gevur framsýningini fimm stjørnur og heldur málningarnar hjá Rannvu vera framúrskarandi: “However, starting from the very first room, dedicated to mark making and boasting Rannva Kunoy’s marvellous, luminescent, scratch-art-esque works alongside a large-scale Alice Anderson painting, it is consistently a challenge to settle on a favourite piece...”

Longsta dag í summar hevði Rannva Kunoy eina forkunnuga framsýning í Atlantic Airways Aviation Academy á flogvøllinum og tveir dagar seinni í Steinprenti, har hon framsýndi nýggjar málningar. Eg seti nakrar myndir frá framsýningunum inn her.

Framsýningin The Long Now varar inntil 1.mars 2026 og tað kundi verið, at mann skuldi farið ein túr til London at hyggja, tí umframt framúr listaverk hjá Rannvu og øðrum listafólkum er eisini serliga rúminstallatiónin hjá Richard Wilson 20:50 endurskapað – hon skal ikki spoilast her, men upplivast! Tað sama kann forrestin sigast um verkini hjá Rannvu Kunoy, sum eru betri í veruleikanum enn á fotomyndum, tí tær ikki eru fastar í tíð og stað, men upplivast best í rørslu við bylgjandi skærum lit- og ljósskiftum.

https://www.saatchigallery.com/exhibition/the-long-now-saatchi-gallery-at-40

Kinna Poulsen

RÓT – Barbara í Gongini sýnir fram Uppiá

Hon er kend fyri síni slóðbrótandi, kolasvørtu avantgardudesign – leygardagin letur Barbara Í Gongini upp sína fyrstu serframsýning við myndlistaverkum. Framsýningin verður í nýggja framsýningarhølinum Uppiá í Steinprenti.

Tó at nýggju verkini ikki hava nakra brúkslistaliga funktión, kenna vit aftur døkka estetikkin hjá listakvinnuni og sniðgevanum, Barbaru í Gongini, sum í 2017 fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt gløgga og listaliga gávaða verk. Í viðtalum við tíðarrit í Danmark, har hon býr, og altjóða, leggur hon aftur og aftur dent á týdningin, sum tilfarið hevur og at vit mugu virða tilfeingið. Eisini nevnir hon altíð sín føroyska uppruna sum ein savnandi klangbotn í øllum, sum hon ger. Hesin klangur sýnist myrkur og harðbalin, men við einum serligum ansi fyri teimum møguleikum, ið spríkja burtur úr júst avmarkingunum.

Í síni myndlist fer Barbara í Gongini á sama hátt kravlítið og reduktivt til verka við monokromari list. Grundleggjandi rótin í øllum verkinum hjá Barbaru í Gongini er tekningin, sum hon er vend aftur til. Men í staðin fyri at vera varaleikari, amboð ella partur av skapanini hjá klædnapløggum, sleppur tekningin við síni titrandi, rútmisku rørslu nú at folda seg út og verða til sjálvstøðug listaverk - myndir, relieff og standmyndir.

Tilfarið, ið er vatn, grafitt, olja, sandur og pappír er partur av einum ráari, frummyndaligari listahugsan, har rørslan innskrivar seg beinleiðis í tilfarið. Verkini kykna tessvegna millum kropp og ætlan, millum tilfarsligt skilvísi og visuella kanning. Vælkomin til vernissage Uppiá í Steinprenti leygardagin 29.november kl.15-17, har høvi verður at heilsa uppá listakvinnuna og at njóta okkurt gott aftur við listini.

Steinprent & Kinna Poulsen, kurator



Paula og Hans Paula til minnis

Í dag fer Pauli Nielsen til gravar. Og tó, at hann við sínum 82 árum hevur livað tey ár, sum ein maður kann vænta at liva, so er tað mær óskiljandi, at hann er farin. Soleiðis er við nøkrum menniskjum, sum tú hevur ta eydnu at vera uppi á døgum saman við og sum eru so forvitin, so stuttlig, so gløgg, so ómetaliga livandi, at tú valla fært ímynda tær tað øvugta. Soleiðis eru lívsins treytir og soleiðis er eisini við Hans Paula Strøm, sum fór herfyri 77 ára gamal og sum eisini er farin at mangla nakað so forferdiliga illa. Bæði Pauli og Hans Pauli vóru serligir á tann hátt, at teir dugdu at síggja út um egnan tørv og løgdu merki til ta størru myndina - vóru sosialir í orðsins røttu týðing. Báðar havi eg hitt umvegis Steinprent, ið er eitt stað, har mann møtir góðum fólkum. Tað eru nógv ár síðani, at Pauli steðgaði mær í Keypsamtøkuni at siga hvussu stóran týdning tað hevur at málbera seg um tað listaliga og at tað, eg skrivaði og segði hevði týdning fyri seg. Hetta var áðrenn allan heiður og hevði alt at siga fyri meg. Fyri Steinprent vóru bæði Pauli og Hans Pauli dyggir stuðlar, ið saman við Hildur og Gyðju møttu til allar framsýningar og tiltøk. Bæði Pauli Nielsen og Hans Pauli Strøm hava avrikað so mangt, ið ger mun í okkara samfelag – mær gjørdu samrøðurnar við teir stóran mun. Tær fari eg at sakna. Í skrivandi stund arbeiða tey í Steinprenti sum tey plaga. Pressan gongur og hvíta jólaplátan hjá Elvis ljómar frá plátuspælaranum. Einastaðni í húsinum verður ein framsýning til og á verkstaðnum verða komandi gávuprentini til limir í Steinbrá prentað. Alt tað fara vit at gleðast um í næstum á Myndaódn við gløggi og hugna, men hesa ferð verða tveir merkismenn og stuðlar ikki mitt í rokanum. Við hesum fáu orðum og við samkenslu við teimum avvarðandi takki eg vegna Steinbrá inniliga fyri Hans Paula og Paula <3

Kinna Poulsen

Det är vackrast när det skymmer

All den kärlek himlen rymmer

Ligger samlad i ett dunkelt ljus

Över jorden,

Över markens hus

Allt är ömhet

Allt är smekt av händer

Herren själv utplånar fjärran stränder

Allt är nära, allt är långt ifrån

Allt är givet

människan som lån

Allt är mitt och allt ska tagas ifrån mig

Inom kort ska allt tagas ifrån mig

Träden, molnen, marken där jag går

Jag skall vandra -

ensam utan spår

Pär Lagerkvist, 1919

Heiðursgáva Landsins 2025 - takkarrøða

Listin er eitt gandað portur - ein inngongd í annan heim. Og sjálvt um ljósið blendar og er meira dreymakent enn vanligt, er ein kjarna av onkrum kendum - sum hava vit verið her áður - sum vóru vit altíð á veg.

At fáa Heiðursgávu Landsins er stórur heiður – ikki minst hjá einum ummælara – Takk fái innstillingarnevndin og landsstýrismaðurin. – Tað er serliga stuttligt at verða heiðrað á Eiði hiðan eg eri slektað.

At ummæla er at siga tað, mann heldur. Eg haldi ikki tað er so farligt. Eri uppvaksin við tílíkum livandi práti - eisini um list. Í stovuni hjá okkum hekk ein málningur hjá Hans Hansen uppi yvir sofuni. Hann var ofta uppi at venda, tí sjálvt um hann var nokk so abstraktur, tók hann myndevnisligt støði í einum býarlagi í Gongini í Havn og tað vóru tað heilt nógv, sum ikki dugdu at síggja. Og so tosaðu tey um tað. - Pápi mín elskaði málningin og sá upp til Hans í Mikladali og hesa somu listaligu passión havi eg arvað, hon er og hevur verið eitt satt vælsignilsi fyri meg.

Mítt minni knýtir seg í tað lisna og skrivaða orðið – í notur, eg havi gjørt mær og enn geri í eini roynd at fáa skil uppá og grundfesta hetta at vera til. At ummæla er eitt, men eg havi kanska altíð verið okkurt slag av listaskrivara og tá eg var fimm hevði eg lært bókstavirnir og kundi indexera alt millum himmal og jørð frá døgverðarættum til Beatlessangir.

Sum ummælari og miðlari eri eg rundað av einum øðrvísi miðlalandslagi enn í dag, tá fleiri miðlar vóru til og hartil fleiri journalistiskir skarpskjúttar, sum hildu eyga við tað politiska, men eisini við tað mentanarliga; Anna V.Ellingsgaard var millum skarpastu mentanarjournalistar. Saman við henni og fleiri øðrum góðum fólkum hevði eg ta fragd at skriva blaðið Fregnir. Har skrivaði eisini Carl Jóhan Jensen, hvørs ummæli vóru talk of the town. Og um eg ikki altíð var samd í øllum metingum, vóru hesi ummæli altíð tað fyrsta eg las, tá eg fekk fatur á blaðnum. Og so tosaðu vit um tað.

At kuratera framsýningar er kreativt – mann sleppur at spæla. Eg eri inniliga takksom fyri at vera sloppin at nærkast listini á so fjølbroyttan hátt sum eg havi sum lærari, sum rithøvundur, kurator og ummælari. Síðstnevndi leiklutur kann vera einsamallur viðhvørt. Tá tað rekur ímóti er gott at eiga systrar, sum stuðla mær í øllum. Túsund takk fyri Begga og Halldis. Somuleiðis takki eg mínum kæru vinfólkum og familju ikki minst Herlufi og Kristiani. Eg takki eisini hjartaliga starvsfelagum og øllum teimum mongu, eg havi samstarvað við um listina. Ein serlig tøkk til Steinprent og til listafólkini. - Tað er eitt privilegium at arbeiða saman við tykkum.

Nú eg standi her í kvøld, er tað við takksemi, eyðmýkt og einum mildum varhuga av lívsins ringrás, sum Tóroddur Poulsen lýsir so væl í hesari yrkingini, ið eg hervið lesi upp:

Super 8

altíð

er

barndómurin

frammanfyri

sum ein

hundur

togar

sletuna eftir

ísinum

inn í

sólina                                                              TAKK      

Kinna Poulsen                                                            

Mentanarvirðislønir Landsins handaðar

Fríggjakvøldið var árligi mentanarheiðurin handaður í hugnaligu Kolshøll á Eiði. Eg var sjálv millum heiðurslønarmóttakararnar og fyri meg var hetta kvøldið ein serlig uppliving, sum ikki verður gloymd so leingi eg livi. Fyrireikararnir høvdu gjørt sær ómak at skipa kvøldið, so at tað bleiv serligt og sum onkur nevndi aftaná var onkur samanhangur, sum knýtti alt saman.

Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Kinna Poulsen fekk Heiðursgávu landsins og Lea Kampmann fekk Virðisløn til ungt listafólk. Her eru grundgevingar og frálíkar myndir hjá Bjarna Árting Rubeksen, sum eg havi lænt frá KVF.

Í grundgevingini fyri at geva Leu Kampmann stendur: »Við sínum eyðkenda tónleiki hugtekur Lea Kampmann áhoyraran, bæði her heima og uttanlands. Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum. Lea Kampmann varð útbúgvin á Rytmisk Konservatorium í Keypmannahavn í 2024, men longu frá ungum árum hevur hon verið virkin á tónleikapallinum. Fyrsta útgáva hennara, Common Blue, kom út í 2017. Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður. Fyri sínar eyðsýndu gávur og dirvi at skapa tónleik fær Lea Kampmann Virðisløn til ungt listafólk 2025.«

Í grundgevingini fyri at geva Kinnu Poulsen Heiðursgávu landsins stendur:

»Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meiraenn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist. Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands.Ein stóran part av tíðini hevur hon so at siga staðið einsamøll sum ummælari av føroyskari samtíðarlist, og tað hevur kravt fakliga vitan, støðufesti og dirvi.Hon hevur kuraterað listaframsýningar í Føroyum og uttanlands, eitt nú í Keypmannahavn, París og New York. Gjøgnum árini hevur hon skrivað og verið við í fleiri enn 40 bókaútgávum um list. Í 2024 fekk Kinna Poulsen danska heiðurin Årets kunstkritiker 2024. Nýggjasta útgávan hjá Kinnu Poulsen, Í eygnahædd, er bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld. Bókin er ein týðandi eygleiðing av samtíðarlist í Føroyum sett í ein samfelagsligan og listasøguligan samanhang. Fyri bókina fekk hon virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025. Kinna Poulsen er útbúgvin cand.mag. í donskum og listasøgu og hevur í nógv ár starvast sum miðnámsskúlalærari í myndlist. Fyri sítt áhaldandi arbeiði sum ummælari og miðlari av føroyskari myndlist verður Heiðursgáva landsins latin Kinnu Poulsen.«

Foreldrini hjá Bárði Oskarsson tóku í móti Mentanarlønvirðislønini hjá soninum. Í grundgevingini fyri at lata Bárði Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025 stendur:

»Við heimspekiligum hugflogi arbeiðir Bárður Oskarsson við eini undran um, hvussu vit menniskju eru samansett og bera okkum at. Serstakt hegni og hugflog sást longu í fyrstu bókini, Ein hundur, ein ketta, ein mús, ið Bárður Oskarsson bæði skrivaði og myndprýddi, og sum kom út í 2004. Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur.  Fyri bókina Træið fekk Bárður Oskarsson Barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018. Í verkunum fyllir tómleikin ofta eins nógv og sjálvt motivið. Tómleikin er ikki ræðandi, men er eitt høvi at siga frá stillum og vøkrum søgum við hugløgum um einsemi og ørkymlan, ið hvørt mansbarn kennir seg aftur í. Tey minimalistisku andlitsbráini hjá figurunum í bókunum og søgurnar um kaninir og hundar kunnu tykjast einfaldar, men heimurin hjá Bárði er kjølfestur í tí universella og í heimspekiligari undran. Fyri listarliga avrik sítt fær Bárður Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025.«

Listafólkaprát: um málningalist í dag v/ Jens Dam Ziska og Hansinu Iversen

Sunnudagin 23. nov. kl. 15.

Listafólkaprát um málningalist í dag við Jens Dam Ziska og Hansinu Iversen.

Kirstin Helgadóttir er moderator.

Til ber at keypa gott natúrvín og ábit til høvið og tað er ókeypis atgongd til serframsýningina "Eftirmyndir" eftir Jens Dam Ziska.

Savnið er opið frá kl. 11-16.
Serframsýningin "Eftirmyndir" er opin til og við 15. des.

Hjartaliga vælkomin!

Mentanarvirðislønirnar verða handaðar á Eiði

Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at Mentanarvirðislønirnar verða handaðar á Eiði. Tað verður í Kolshøll á Eiði í annaðkvøld, fríggjakvøldið 21. november kl. 20.00.
Virðislønirnar verða latnar listafólkum og mentafólkum, sum í sínum arbeiði hava útint serlig listarlig avrik og hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Tað er landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, ið handar virðislønirnar.


Tríggjar virðislønir verða handaðar:


Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.


Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.


Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Handanin av mentanarvirðislønunum eru ein hátíðarløta fyri okkum øll. Virðislønirnar minna okkum á, hvussu stóran týdning list og mentan hava – í sjálvum sær og sum grundarlag undir sjálvsfatan, felagsskapi og trivnaði. Við mentanarvirðislønunum vil landið sýna virðing og takksemi mótvegis teimum, ið eru við til at gera okkara mentan livandi, sterka og sjónliga, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Tiltakið verður í mentanarhøllini Kolshøll, ið er gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum. Vinarliga møtið í góðari tíð.

Annika Hoydal 80

Í dag, 19.november fyllir tónaskaldið, sangarinnan, leiklistarkvinnan, mentanarmiðlarin - la grande dame Annika Hoydal 80 ár. At liva í átta áratíggju er als ikki øllum beskorið – ei heldur at útinna so nógv sum Annika Hoydal hevur gjørt og framvegis ger. Tí hon hevur ikki á nakran hátt lagt seg oman á laurberjakransarnar at slappa av, men hevur havt fleiri framførslur á m.a. Norðurbryggjuni og í OY í hesum árinum.

Anniku Hoydal kenna tey flestu og vita av, at hon er uppvaksin í Hoydølum og í Suðuramerika og tók sínar fyrstu fet á føroyskum palli longu í 1965, tá hon debuteraði sum sjónleikari í kabaretthøpi. Nøkur ár seinni varð hon – sum fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð – útbúgvin sjónleikari á Statens Teaterskole í Keypmannahavn í 1973. Hennara yrkisleið er bæði drúgv og fjølbroytt og hevur ført hana víða til Skotland, Spania og kring Norðurlond, men mest av øllum hevur hon framført í Danmark og í Føroyum, her hon er ein livandi legenda. Stuttligu, braneggjaðu, men eisini vakru sangirnar saman við Harkaliðnum, praktfullu barnapláturnar og fínu tónleikaligu tulkingarnar av yrkingum hjá Róa Patursson og Williami Heinesen fyri ikki at tala um bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað nógvar av tekstunum í hennara sangum. Hesir sangir hava fyri langari tíð síðani nátt klassikarastatus – mann kann illa ímynda sær eitt gott borðhald uttan Alduna sum felagssang.  

Annika Hoydal hevur fingið stóra viðurkenning – millum annað var hon í 2015 heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt týðandi íkast til føroyska mentan – kortini er hon ongantíð hildin uppat at skapa. Tvørturímóti hevur hon seinastu árini givið út fleiri týðandi verk, og tilsamans hevur hon givið út umleið 15 tónleikaúgávur saman við ymiskum tónleikarum. Í 2024 kom nýggja útgávan Leysir Endar, sum varð tikin upp live í Hoydølum. Torleik Mortensen stóð fyri framleiðsluni – hann hevur eisini framleitt sangin Sorgin, ið kom út í ár.

Annika Hoydal býr og arbeiðir í Keypmannahavn, og kemur lukkutíð javnan til Føroyar fyri at framføra, samstarva og luttaka í ymsum leikverkum og filmsverkætlanum. Anniku Hoydal verður ynskt hjartaliga tillukku við 80 ára degnum við inniligari tøkk fyri tað ríka listaliga avrik, hon hevur lagt eftir seg. Vit gleða okkum til tað næsta...

Kinna Poulsen

Myrk og stuttlig Øskufía

Foto: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Nógv av teimum gomlu ævintýrunum eru í grundini nokk so døpur  – hetta semjast eg og sonurin um, tá vit spáka frá Tjóðpallinum heim til hús sunnukvøldið aftan á leikin um Øskufíu. Ofta er tað onkur ógvislig, ja fatal hending, sum setir gongd á søguna. Søguna um Øskufíu kenna vit – tað er gentan, sum missir mammu sína til deyðan og pápa sín til eina nýggja konu, ið noyðir Øskufíu at halda hús hjá sær og stjúksystrunum ella tað plagar hon at gera – í hesari nýggju uppsetingini heldur gentan seg ikki hava uppiborið betri. Øskufía er eyðvitað fastur táttur av jólahugnanum hjá Disney við denti á tað vakra, litríka og elskuliga. Hjá Dsney hómast ikki stórur áhugi fyri møguleikunum í myrkrinum. Disneyfigurarnir eru so elskuligir so vandaleysir, at teir líksasum ógilda allan óhugna. Uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya av Øskufíu sýnist á ein hátt øvug av Disney, bæði tí hon torir myrkrið, men eisini tí hon er modernað, spælandi og orkumikil.

Tað er franski rithøvundurin og leikstjórin Joël Pommerat, sum hevur skrivað hesa dagførdu Øskufíu-søguna um eina samansettu familju við tínum og mínum børnum, við fáfongd og vaksnum tørvum og eini sorg, sum ongan ugga finnur og sum eingin gandur kann taka burtur. Napoleon Smith hevur týtt leikin úr fronskum til gott føroyskt talumal. Øskufía er ein familjuleikur – sagt verður, at hann hóskar til børn frá umleið tíggju ára aldur. Har eru bæði eg og sonurin í eldra endanum, men vit fingu bæði væl burtur úr leikinum, sum er stuttligur og væl leiktur.

Óluva Heidiardóttir Tvørfoss, sum eg ikki havi upplivað á palli áður, er herlig og sannførandi sum tann sjálvupptikna, snobbuta og dominerandi stjúkmóðirin, ið stýrir sínum húsarhaldi við jarnharðari hond. Teir báðir Hjálmar Dam og Harald Thompson Rosenstrøm eru øgiliga stuttligir sum tær báðar óreinu og býttisligu stjúksystrarnar, sum í heilum arga Øskufíu og gera henni lívið súrt. Kristina Sundar Hansen spælir frásagnarfólkið, ið fær ta tign og rúmd sum tílík eiga at hava í ævintýrum og myndar frásagnarfólkið við eini stuttligari blanding millum eina fitta gamla konu og eina manipulerandi personasju, sum støðugt blandar seg uppí – eitt sindur sum álvaguðmamman í Shrek. Tann æviga formidabla Kristina Sørensen Ougaard spælir Fíu við kroppsligari nærveru, fimi og barnsligum treiskni, meðan forelskaði kloddin av einum pápa er humoristiskt leiktur av Erling Eysturoy, ið eins og hinir persónarnir hevur ein karikeraðan dám. Teir báðir, sum spæla systrarnar, hava dupultan leiklut og spæla ávikavíst álvafljóð og kongasonur – Hjálmar Dam stórtrívist í skemtiliga leiklutinum sum yvirnáttúrlig vera, sprenfull av góðum vilja og ætlanum, men tíverri so púra fyriuttan teir snildu førleikar, sum tílíkar luftigar verur plaga at meistra. Uttan at eg dugi at siga hví, so haldi eg, at leikurin tykist sera franskur og altso rættiliga óamerikanskur – eitt nú kemur sigarettroyking fyri, men huglagið er eisini nokk so franskt, absurd og subversivt.

Estetiskt tykist leikurin samheilur við sínum myrka, harðføra innihaldi og einum avgjørdum vilja til at fyrihalda seg til veruleikan heldur enn til óalítandi gand og hugflog. Pallurin sýnist størri enn vit hava upplivað hann áður, hann er svartur við hvítum strikum á. Scenografiin er supereinføld og eitt sindur Dogville-kend um nakar minnist tann filmin – tað er sum ein teknað skitsa. Hetta sama er galdandi fyri búnarnar, sum fyri tað mesta eru einfaldir og teknaðir við hvítum á svart klæði – hetta riggar til leiklistaligu støðuna, har mann spælir og letur sum um. Tað er ikki frítt, at Freud kemur áskoðaranum til hugs og tann góða gamla móðurbindingin vísir seg eisini at vera ein áleikandi trupulleiki. Myrkrið í ævintýrum er jú ofta orsakað av einari menning, sum er uppsteðgað, tí hon er vorðin órógvað. Bæði Fía og kongasonurin eru steðgað upp í teirra búning. Hon er fratør, tí hon heldur seg hava svikið mammu sína við ikki at minnast hana allatíðina, meðan hann ikki vil tosa við nakran, tí hann bíðar eftir at mamman skal ringja – tað er ikki fyrr enn tey bæði viðurkenna, at mammurnar eru deyðar og farnar, at tey koma víðari. Øskufía er tískil ein leikur sum við skemti og dýpd varpar ljós á sambandið millum børn og foreldur – huglagið er til tíðir eitt sindur álvarsligt og vaksið, men eisini stuttligt og fjákut. Tað er stutt síðan nýggjur stjóri varð settur á Tjóðpallinum – Harald Thompson Rosenstrøm byrjaði 1.apríl í ár. Tá lá føroyska leiklistaøkið í kloyvdum andaleypi orsakað av einum stríði, sum vardi ov leingi. Enn er ov stutt fráliðið til, at tað ber til at taka saman um støðuna og nýggju leiðsluna av Tjóðpallinum. Fyribils er tað stuttligt at síggja nýggja stjóran royna seg á føroyskum palli og at staðfesta, at har er lív í gamla Meiarínum.  

Kinna Poulsen

HANDRIT
Joël Pommerat

TÝÐING
Napoleon Smith

LEIKSTJÓRI
Marfa Gorvits

PALL- OG BÚNASNIÐGEVI
Aleksandr Mokhov

LJÓSSNIÐGEVI
Súni Joensen

LJÓÐSNIÐGEVI
Baldur Meitil

LEIKARAR
Óluva Heidiardóttir Tvørfoss
Kristina Sundar Hansen
Kristina Sørensen Ougaard
Hjálmar Dam
Erling Eysturoy
Harald Thompson Rosenstrøm

BÚNAMAKARI
Anna Kristin Bæk

HJÁLP VIÐ BÚNUM, PALLI OG REKVISITTUM
Elisabeth á Mýrini

PALLSMÍÐ
Janus Brix Kamban
David Geyti
Símun Pauli Hansen
Birgir Djurhuus
Asger Schmidt

HÁR OG SMYRSL
Julia Jacobsen

KOREOGRAFUR
Búi Rouch

VIDEO
Heiðrikur á Heygum

GRAFISKUR SNIÐGEVI
Kirstin Helgadóttir

TØKNINGAR
Alex Sivertsen
Christian Steingrund
Jóhannes Martin Hansen

SAMSKIPARI
Barbara Hentze í Stórustovu

STJÓRI
Harald Thompson Rosenstrøm

TAKK
Gunnhild Mørkøre, skómakari
Beinir Bergsson
Havnar Sjónleikarafelag
Fótbúni
Súsanna Tórgarð
Brúðarlín
Reyði Krossur

Rundskriv um listprýðing verður sett í gildi

Hanni bjartalíð klóta - frá listprýðingini av Glasir

Stjórnarráðini og stovnar undir landinum fáa nú fráboðan frá Almanna- og mentamálaráðnum um, at rundskriv um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum verður sett í gildi.

Endamálið við rundskrivinum er at skipa listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum, so at listprýðing og byggilist verða hugsað sum ein heild, og at ein partur av byggikostnaðinum verður settur av til list frá byrjan av verkætlanini.

- Skipan av listprýðing í almennum byggiverkætlanum var eitt av málunum í samgonguskjalinum, og eg fegnist tí um at vit eru komin á mál við hesum," sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Tað hevur higartil verið tilvildarligt, hvussu nógv hevur verið sett av til listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum. Tað hevur tí leingi verið eitt ynski at fáa skipaðar reglur um listprýðing á nakað sama hátt sum í Íslandi, Noregi og Danmark.

Listprýðing í bygningum er við til at skapa góðar karmar um trivnað, heilsu, arbeiði og læring hjá teimum, ið brúka bygningin. Eitt nú vísa kanningar, at list á sjúkrahúsum og ellisheimum er við til at bøta um heilsustøðuna hjá sjúklingum. Eisini á arbeiðsplássum og skúlum er list við til at økja um og stuðla avriki og trivnaði.

Sambært rundskrivinum skulu byggiverkætlanir hjá landinum, herundir bygningar, skip og aðrar byggiverkætlanir, har samlaði kostnaðurin fyri byggiverkætlanina er 20 mió. kr. ella hægri, og sum almenningurin hevur atgongd til, listprýðast. Rundskrivið verður galdandi fyri bæði nýbygging og størri umvælingarverkætlanir, og rundskrivið verður eisini galdandi fyri listprýðing í eldri bygningum, verður avgerð tikin um at listprýða teir.

Byggiverkætlanir, ið eru gjørdar til fyribils brúk, bygningar, skip og onnur verkløg, sum ikki eru í regluligum brúki hjá fólki, goymslubygningar, og aðrar líknandi byggiverkætlanir, eins og bygningar hjá landinum, ið hýsa bústøðum, eru undantiknar ásetingunum í rundskrivinum.

Listprýðingar av almennum byggiverkætlanum fara sum meginregla at kosta 1,5 % av handverkaraútreiðslunum í einstøku byggiverkætlanini. Er talan um byggiverkætlan til 100 mió. kr., eru handverkaraútreiðslurnar umleið 80 mió. kr. Tá skulu sum meginregla 1,2 mió. kr. setast av til listprýðing.

Umsitingin av skipanini verður løgd til Listasavn Føroya. Listasavnið skal eitt nú ráðgeva byggiánarum um listprýðing og hava skráseting av listprýðingum hjá landinum um hendi.

Nýggju reglurnar um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum koma í gildi 1. juli 2026.

Tilveran hevði jú eitt absolutt tal av døgum...

Framúr BÓK frá Lív Mariu Róadóttir Jæger

Stutta,  ómerkiliga og merkiliga óbundna navnorðið “BÓK” er heitið á nýggju útgávuni hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, ið tó, at hon ikki er nógv størri enn ein pamflett og lættari enn ein sálmabók, inniheldur orð og reglur, sum ekspandera og mynda ein heilan heim av týdningi.

Í fyrstu yrkingini TILVIT snýr tað seg um tey, sum einaferð fóru at verða fødd inn í okkurt tilvitan. Grundparametrini tykjast øvug – frásagnarrøddin er frammanfyri og vit ivast í hvør subjektivi miðdepilin man vera. Tátíð og framtíð verða knýtt saman sum tá børn spæla, meðan tann vitskan, ið upplivar tingini er blivin til fleirtal; eitt kollektivt “tey” í staðin fyri tað vanliga centrallyriska yrkjaraegið. Byrjanarreglan er ævintýrkend eins og einføldu endurtøkurnar um, alt tað, tey fóru at gera, ber brá av onkrum mytiskum, sum samstundis verður barnsligt og samtíðarligt, tá tey aftrat breyðnum eisini tyggja stimorol. Bók er sum ein øvug skapanarsøga, ið byrjar við totalum opinleika – áðrenn ella aftaná, at ein civilisatión er antin skapt ella løgd í oyði – og endar við eini barnahond, sum er í ferð við at loysa ta ómøguligu og stuttligu avbjóðingina, at tekna ein elefant.

Hetta eru góðir dagar hjá listaáhugaðum føroyingum. Vit hava júst vunnið norðurlandavirðislønir fyri bæði film og bókmentir og nú tykist ferð koma á útgávustreymin fram til jóla og til bókadagar. Tá eg hósdagin tók saman um og rósti nýggja bókabragdinum hjá Trygva Danielsen, ynskti eg í allari friðaligheit, at hansara hey:) var eitt yrkingasavn og ikki ein balstýrin skaldsøga uttan síðutøl. Mann skal sum kunnugt ansa eftir hvat mann ynskir sær og longu dagin eftir lá eitt nýtt yrkingasavn í postboksini, tað nýggjasta hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger við 54 yrkingum, ið eru stuttar, tættar, týdningarmiklar, fleirræddaðar og ymiskar. Tær, sum eru lættast hjá mær at skilja, eru lýsingar av myndlistaverkum, meðan tær mest ítøkiligu og at síggja til einføldu yrkingarnar tykjast enigmatiskar, t.d. fantastiska yrkingin um nalvan “...foldaði vevnað um eina hending/ sum ikki kundi gerast um”.

Summar yrkingar verða sagdar innanfrá og uttanífrá í senn við einum dupultum eygnabrá, sum er markleyst opið og barnsligt samstundis sum tað tykist meinkunnugt um tilverunnar ymsu skipanir. Skrivihátturin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er ómetaliga neyvur. Tað er næstan sum verða øll orð vigað á eini gullvekt eisini tær eftirhondini minkandi danismurnar sum til dømis “for stórt”. Eg havi sjálv í nógv ár skrivað “for”, tí “ov” kendist uppgjørt, men fyri meg gjørdist vendingin brádliga skeiv. Kanska var tað tá eg hevði búð heima aftur í Havn í eini tíggju ella fimtan ár. Og møguliga fer hetta eisini at henda hjá Lív, men tað er ikki vist, hennara orð tykjast ikki á nakran hátt tilvildarlig; hon er eyðvitað greið yvir, at orð sum “elefantur” og “plussliga” kunnu Sprotast, men tað vil hon ikki, kanska tí, at tað kann elva til eina ávísa frástøðu millum fyribrigdini og orðini og tað, hon meinar við og her verður tættleikin, autentisiteturin og intensiteturin raðfestur. Í yrkingini HVAL verður undurvakra sjónin av hvalum lýst: “tey sóu djórini kava/ og koma undan aldunum” meðan orðið vatnbumbur stendur kursiverað við síðuna av eins og ein barnslig, ekspressiv viðmerking til tað, sum gongur fyri seg. Longur niðri í yrkingini stendur “hasir hvalir eru fanime ikki í ordan”, ið tykist vera ein tosað viðmerking, sum heldur fram við endurtøkum har lýsingarorðini verða til navnorð “so elegant/ so groteskt/ so blástur so spræn..”. Málið í yrkingunum er sostatt ikki bara frágreiðandi og endurgevandi eins og setningarnir ikki eru vanliga samansettir. Eins og í yrkingum hjá t.d. Tóroddi Poulsen og Ann Jäderlund er teksturin konsentreraður og letur seg skilja spakuliga og í fleiri umførum. Tað loysir seg ikki at búgva seg út til symbolveiðu sum so, har tú finnur og týðir myndamál. Mann kann kanska heldur lesa yrkingarnar spakuliga á sama hátt sum mann sær ein prís (um mann hevur ráð!) fyri síðani at njóta orðini og teir týdningar, sum koma burturúr.

Tað byrjar við tilvitinum og eini hóming av samanhangi millum slektina og okkum. Meðan tað ikki er lætt at finna út av hvør “eg” er, kann kroppurin granskast og hann fyllir nógv í savninum og verður viðgjørdur bæði skrásetandi og njótandi. Tann lítla SEX- suitan í savninum við átta yrkingum um kyn og kropp er nakað av tí vakrasta, eg havi lisið á føroyskum um evnið: “ein hondheit høvd/ ein núgva av feitti/ sum gav seg undan/ tá onkur trýsti varliga har...” (s.46 BÓK)

Tað er áhugavert hvussu sterkar yrkingarnar sýnast visuelt t.d. yrkingin LÆR/ VØRR, har teir ymisku likamlslutirnir nærkast hvørjum øðrum visuelt sum antin liggjandi ella standandi súlur. Upplivandi vitskan er sansandi og vitborin – við støði í likamligum upplivingum verða ymsar uppdagingar gjørdar. Millum reglurnar hómast eitt menniskjaligt víðopið eygnabrá, sum staðfestir og undrast um alt frá likamslutum til nátturu, mentanarlig og listalig fyribrigdi. Tó at vit fáa eina sterka kenslu av eini persónsmensku, sum greiðir frá upplivingum, verður frásøgnin ikki privat men universal. Tað er m.a. orsakað av suverena kondenseraða skriviháttinum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger. Vit eiga nógvar yrkingar um regn á føroyskum um hvussu troyttandi tað er og at tað kann leka á bókasavninum, men vit hava onga heilt sum hesa, sum stendur á síðu 33 í BÓK:

 

REGN

tilveran hevði jú

eitt absolutt tal av døgum

 

men tá tey royndu at telja

var tað sum at

fiska falnar regndropar

uppaftur av váta asfaltinum

 

Bók er ein ómetaliga góð og vøkur bók. Forlagið Eksil eigur rós fyri at ganga uppí at geva út vakrar bøkur, ið eru tilvitaðar um sína egnu estetikk, at fagurfrøði og innihald hanga saman. Sum skilst hevur Lasse Thorning Jæger staðið fyri umbróting og permu og tað hevur hann gjørt væl. Tá tú fært BÓK upp í hendurnar, følir tú alt fyri eitt, at her er listalig kós og samanhangur við tilviti um pappír, lit, format, permugrafikk, skrifttypur og margur. Einki er líkamikið. Tað merkir lesarin, sum av tí sama má gera sær eyka ómak at lesa tað lítla meistaraverkið, ið hartil er stuttflutt og Føroyaprentað.

Útgávutiltak verður fríggjakvøldið 14. november kl. 19 á gamla Kondittarínum, sum liggur á horninum millum Niels Finsens gøtu og Sverrisgøtu í Havn. Til tiltakið framføra hesi saman ein felagsupplestur úr BÓK: Rannvá H. Glerfoss, Lasse T. Jæger, Beinir Bergsson, Lív Maria Róadóttir Jæger. Til útgávutiltakið bjóðar Kim Simonsen vælkomin vegna Forlagið Eksil, og møguleiki verður at keypa yrkingasavnið. Forlagið bjóðar eisini okkurt at drekka.

Kinna Poulsen

Jarðar - eitt viðmæli

Sum kunnugt er henda myrka tíðin hásesong fyri listaupplivingar – ikki minst er nógv at uppliva innan bókmentir, tí nógvar áhugaverdar bøkur koma út. Eg var í gongd við at orða eitt ummæli um eina so sjáldsama vakra bók, men havi lagt hetta til síðis eina løtu fyri at skriva eitt skundmikið viðmæli av framsýningini Jarðir við verkum eftir Maibritt Marjunardóttir og Fríðu Berg í Gallarí Havnará. Framsýningin er góð og letur skjótt aftur. Maibritt Marjunardóttir hevur í longri tíð verið eitt navn, mann hevur lagt til merkis á skiftandi bólkaframsýningum í Listasavninum og aðrastaðni, har hon hevur havt einstøk verk við. Hon er bæði listafólk og sniðgevi, útbúgvin Bachelor of Arts innan tekstildesign á Designskolen Kolding og cand.design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Hennara verk er partur av nýmaterialistiska rákinum í føroysku samtíðarlistini. Tað snýr seg um listaverk hvørs týdningur í stóran mun kyknar í sjálvum tilfarinum og handverkinum og tað merkir í hesum føri, at støði verður tikið í tóvirki, sum kortini verður umsitið konseptuelt, installatoriskt og skulpturelt. Hennara rúminstallatión Anhedonia frá 2024, ið varð skapt til frálíku framsýningina, Træðrir, sum Kirstin Helgadóttir kurateraði í Listasavni Føroya, riggar næstan betri í einum trongum hølum í Gallarí Havnará, har tað klaustrofobiska árinið ordiliga fær foldað seg út, so mann næstan fær spontan herðindi av allahanda fobium og angist inni í teirri skróandi, kolasvørtu installatiónini. Fleiri av standmyndunum hjá Maibritt Marjunardóttir minna um trídimensionaliserað krutl ella doodles, formað av koparrørum, ið eru vundin við svørtum ullintum tilfari. Tað minnir í støðum eitt sindur um eina framsýning hjá Christopher Wool, sum eg sá í New York í fjør, men kanska er tað meira á la Barbara í Gongini enn Wool og kortini einfaldari, rátt og egið við serstøkum materialiteti. Tey organisku, ójøvnu og snaraðu skapini eru næstan svartari enn svørt og hava eina heilt serliga myrka nærveru í rúminum, sum næstan er ræðandi. Eitt slag av venomum organismum, sum hótta við at leggja alt undir seg við myrkri so tøttum, at tað kann lita sólina svarta í allar ævir. Maibritt Marjunardóttir hevði væl klárað eina serframsýning einsamøll, men riggar eisini væl sum partur av eini duett við Fríðu Berg, ið veruliga spennir seg út á framsýningini við sannførandi verkum. Í tíðindaskrivi verða hesi eisini innskrivað í nýmaterialismuna, men sjálvt um akryl/akvarelverkini hjá Fríðu Berg bera brá av kollasju, er hetta mest av øllum abstrakt málarí, sum eg haldi vera eitt tað torførasta listaslagið av øllum. Tað verður so ógvuliga lætt til vandaleyst pynt við lekrum litum og smørtum effektum uttan nakra dýpd yvirhøvur. Soleiðis er ikki við málningunum hjá Fríðu Berg, ið eru bygdir upp lag oman á lag við skapum, sum um somu tíð tykjast sterk og skroypilig. Fríða Berg er útbúgvin møbulsnikkari og arkitektur á Det kongelige Akademi í Keypmannahavn. Sum listafólk er hon serliga áhugaverd, tá hon leggur alla arkitektoniska uppbyggiligheit og stringens til síðis og torir at vera í einum darrandi óavkláraðum, leitandi kenslubornum rúmi við skapum og litum, sum eru í ferð við at orða okkurt á nýggjum. Framsýningin er disponerað á gløggan og kenslubornan hátt við ansi fyri hvussu verkini samskifta – ta uppgávuna lyfti listamaðurin Jón Sonni Jensen. Framsýningin letur aftur sunnudagin 16.november - tað er eitt sindur ov stutt framsýningarperioda eftir mínum tykki. Tí tá listafólk hava gjørt sær so góðan ómak og tað riggar so væl, mugu fólk flest hava ein møguleika at síggja framsýningina. Tað er jú soleiðis, at góð list forpliktar! Har er opið í Gallarí Havnará hvønn dag frá klokkan 16-18.

Kinna Poulsen 

Nýggja útgávan hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger BÓK á Kondittarínum

Forlagið Eksil gevur út yrkingasavnið BÓK eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger.

Útgávutiltak verður fríggjakvøldið 14. november kl. 19 á gamla Kondittarínum, sum liggur á horninum millum Niels Finsens gøtu og Sverrisgøtu í Havn. Til tiltakið framføra hesi saman ein felagsupplestur úr BÓK: Rannvá H. Glerfoss, Lasse T. Jæger, Beinir Bergsson, Lív Maria Róadóttir Jæger.

BÓK er eitt savn við 54 yrkingum, har kroppur, náttúra og sálarlív renna saman til eina poetiska rørslu. Í savninum kemur orðið “eg” ikki fyri (ella rættari, einans eina ferð sum eitt ljóð ella eitt ”signal”). Ístaðin møta vit einum “tey” – eini ónevndari rødd í eini roynd at lýsa eina lívsverð í brotum og speglingum. Fráveran av orðinum ”eg” ger, at bókin flytur seg út um karmarnar av klassiskum sentrallyrikki. “Er tað so, at bókin als ikki hóskar inn í kategoriina sentrallyrikkur?” spurdi yrkjarin og høvundurin Anna Fohlin Mattsson, tá hon las bókina fyrstu ferð. Her finnast orð og myndir av kroppinum og náttúruni: nalvi, lær, vørr, negl, kjálki, smíl, apublóma, á, ivi og fyrigeving, psyka, seksualitetur og sambond eru flættað saman óloysiliga. Yrkingarnar eru intimar, kropsligar og djúpt eksperimenterandi – skrivaðar, sum um tær vóru partur av einum kollektivum ella pluralum minni, eitt ekkó frá einum heimi, sum annaðhvørt er farin undir ella nýliga blivin til í tilvitinum.

"Jag ser den här lyriska ”berättelsen” som en modern skapelseberättelse. [...] Jag hör författarrösten, och det är en suverän författares röst [...] Detta är på något sätt öppna dikter. Dikter som får ta sin början hos läsaren. Här finns språklig stringens och språklig skönhet. Men diktens ärende göms inte bakom metaforer och bildspråk. Det synliga finns där för att förmedla och förkroppsliga, så starkt som det genomförs i dikterna som berör sexualiteten [...] En suverän och krutstark bok. En skildring av oss alla som är svidande klar, en bok att ständigt vända tillbaka till. ”Bók”." (Anna Fohlin Mattsson, rithøvundur og lesari fyri Forlagið Eksil)

Til útgávutiltakið bjóðar Kim Simonsen vælkomin vegna Forlagið Eksil, og møguleiki verður at keypa yrkingasavnið. Forlagið bjóðar eisini okkurt at drekka.

ØLL eru hjartaliga vælkomin.

Mynd: Erla Ziskasen (myndaviðgerð: LTJ)

BÓK
Forlagið Eksil
Útgávudagur: 14. november 2025
Sniðgeving: Lasse Thorning Jæger
Prent: Føroyaprent
Rættlestur: Sanna Andrassdóttir Dahl
Prísur: 220 kr.

 

Ein døpur dreingjabók úr 21.øld

Eitt pinkalítið hey við lítlum umframt kolon og parantes sum í einum ætlaðum brostekni er eitt trojanskt ross av lítillæti á permuni á nýggju útgávuni hjá Trygva Danielsen, ið er eitt stórt og ambitiøst beist av einari bók. Tá er meira stórlæti og schwung í undirheitinum TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGS-MANIFESTIÐ ANNO DOMINI MMXXV ET IN FUTURUM, ið eisini hóskar nógv betri til monstrøsa vavið á bókini. Hon sigst vera útivið 900 síður til longdar – (allar uttan síðutal!). Sprotin gevur út. Men sjálvt um bókin altso er tjykkri enn Ó, er hon ikki eins drúgv ella orðarík - verri enn so. Og tó at hon verður setursliga presenterað sum ein hybrid samrøðuskaldsøga og ein metamodernistiskur dialogur við samtíðina, so er hon ógvuliga líkatil og løtt at lesa, pallsett sum hon er eins og eitt kjattsamskifti á netinum – tað, sum flest okkara taka lut í dagliga og møguliga eisini duga betri at lesa enn tjúkkar bøkur.

Tann skrivandi persónurin í bókini er ein ungur maður á Argjum, ið skrivar til sín javngamla vinmann. Men mann kann kanska siga, at samskiftið fyri tað nógva er einvegis – t.e. um mann fatar fyribrigdið samskifti sum nakað, ið gongur fyri seg millum í minsta lagi tveir persónar – tí tann eini skrivar ikki nógv. Men í tekstinum hendir so líðandi okkurt samanfall millum persónin, sum skrivar og tann, hann skrivar til, so at lesarin at enda ivast í hvør er maður og hvør er skuggi - “eg var hálvur í tínum skugga”.

Teksturin líkist sera væl kjatt-tekstaslagnum, sum hann hermir eftir. Reglurnar eru grafiskt settar á ein gráan skugga á sama hátt sum tá tú prentar eitt kjattsamskifti út og onkuntíð sæst ein regla av prikkum eins og teir, mann sær á messenger, tá onkur er í ferð við at skriva. Stílsliga líkist teksturin eisini slíkum boðum við rættiliga skiftandi framburði, ið valdast nær mann skrivar og undir hvørjum umstøðum og ofta ber teksturin brá av at vera skrivaður í skundi uttan serlig málslig atlit og við talimáli, stavi- og slávillum. Onkuntíð við stuttum staðfestingum, meðan teksturin aðrastaðni blæsist upp. Tað merkist hvussu tann skrivandi skiftir sinnalag, at hann er fullur viðhvørt meðan hann meira og minni desperat roynir at fáa vinmannin í talu. Summastaðni eru youtube-leinki sett inn við (veruligum) sangbrotum, ið kunnu lýsa hvat mann hugsar um og okkurt gamalt ballvideo, har ein ungur og fullur Trygvi Danielsen ger seg fyri skommum. Ella tað hevði mann møguliga hildið fyrr í tíðini. Nú er alt partur av eini listaligari verkætlan og tað er ikki til at siga hvar hon byrjar og hvar hon endar.

Eitt metamodernistiskt manifest. Tað ljóðar øgiligt og kanska er tað eyðkent fyri tann til tíðir stóra í ondini skuggapersónin, sum skrivar. Men manifestið er eisini eitt serliga bombastiskt tekstaslag, ið ofta verður skrivað av ungum fólkum, sum kortini ikki eru púra blaðung; Filippo Tommaso Marinetti var 33 ár, tá hann skrivaði futuristiska manifestið. Karl Marx var 29 ár, tá hann skrivaði kommunistiska manifestið saman við Friedrich Engels, sum tá var 28 ár. Jesus var 33. Mina Loy var 31 ár, tá hon skrivaði feministiska manifestið. Andre Breton var 28, tá hann skrivaði tað surrealistiska manifestið. Trygvi Danielsen er 34 nú hann hevur skrivað metamodernistiska manifestið. Sum skilst tekur metamodernisman bæði støði í og ger upp við postmodernismuna við eini samtíðarlist og ástøði, sum savnar sjónarmið frá modernismu og postmodernismu. Tað serliga við metamodernismuni er viljin til at sveiggja ímillum modernaða idealismu og postmodernað speisemi, millum reinlyndi og mistrúgv. Hetta hugtak rakar nokk so væl á listaliga framburðin hjá fleiri ungum nú í tíðini, ið seta uppá at vera bæði góðtrúgvin og besnissað. Tey gera verk, sum eru speisk og fitt í senn, relativistisk og sannleikasøkjandi, ivasom og optismistisk alt í einum. Men kanska er metamodernisma gamalt vín í nýggjum fløskum? Tað skuldi undra meg um góða gamla og rúmliga modernismudefinitiónin ikki megnaði at fevna bæði meta og mótsetninginum millum tað góðviljaða og kyniska.

Teksturin í bókini klingar heldur dapurt – tað er ikki óvæntað í einum dómadagsmanifesti um okkara tíð. Alt gongur av skriðuni, alt doyr alla tíðina og so og so nógv doyggja um sekundið. Hugburðurin er kolasvartur hjá eg-persóninum, ið hartil tykist sera einsamallur, har hann býr í einari kjallaraíbúð á Argjum. Hansara samskifti við onnur menniskju tykist avmarkað – hann møtir onkrum tilvildarligum rasistiskum kunda á einum pitsaria og sín egna útleigara kennir hann ikki á annan hátt enn, at hann hoyrir onkuntíð hoyrir hann gráta uppiá. Tað er so ússaligt og syndarligt tað heila.

Gjøgnum frásøgnina hjá hesum samtíðarliga kjallaramenniskjanum birtist fyri okkum ímyndin um tveir vinmenn, sum vaksa upp í Havn í byrjanini av 21.øld. Onkrastaðni í hugarenslinum rennur eitt flogfar á háhús og vit skilja, at vit nú eru við yvirgangsálopið í New York 11.september í 2001. Í millum endurminningarbrotini verður hugleitt um m.a. átrúnað, filosofi, sálarfrøði, vísindi og søguna hjá menniskjanum og tess forfedrum. Hesin streymur av staðfestingum er strævin at lesa ikki tí hann er óvitandi - als ikki, men tí persónurin aftanfyri tykist vita alt og ikki ivast í nøkrum samstundis sum hann er perspektivleyst negativur. Tað er strævið at hoyra uppá (lesa) - og mann kennir hendan hugburðin aftur, fullur sum hann er av paratvitan og amerikaniseringum av europeiskum hugtøkum sum t.d. “hubris”. Púff. Ein keðiliga nalvaskoðandi hugsunarháttur - púra øvugtur av akademiskum idealum, har tað gongur út uppá at kanna málið frá fleiri síðum og kortini ivast í øllum.

Vit hoyra um happing, rasismu, drekkarí umframt annað skrambul og eitt ójavnt vinarlag, har tann eini skrivandi er meira áhugaður enn hin og eisini hevur verið meira áhugaður í bæði vinarlagi og møguliga eisini meira enn tað, meðan passivi móttakarin eftir øllum at døma hevur verið meira svinnur og eisini hevur førkað seg úr sugguni, hevur fingið damu, er hildin uppat at drekka osfr. Nokk so leingi tykist tað sum um, at hesin síðstnevndi er ein fittari, klókari og betri persónur enn kjallaramenniskjað. Teir eru mótsetningar sum Frodo og Voldemort ella Luke Skywalker og Darth Vader, men hava kortini verið sera góðir vinir sum í fellowship of the ring og vit hoyra ymiskar søgur um allar møguligar støður og typur og ungdómslív á festivalum við rúsi og rokilsi. Í fyrstani er tað “túið”, sum stamar, men seinni er tað egpersónurin, sum hevur ilt at fáa orð av munni júst sum veruleikans rithøvundur Trygvi Danielsen, ið einaferð skrivaði eina grein í Dimmalætting um at koma út úr skápinum sum stamari.

Sálarfrøðiliga verður serligur dentur lagdur á Jung og hansara tankar um menniskjans skuggasíðu, ið ikki má hyljast ella skotrast burtur, tí at skuggin tá blæsir seg upp og gerst ov stórur. Tá vinnur tann ónda síðan – tá freistast Boromir og tað er hartil, vit eru komin, skilja vit, umgyrd sum vit eru av skotgrøvum: “tí vinstravongurin er smildraður í túsund ymiskar/ peikifingar// sum peika á alt sum skilir okkum sundur// meðan høgrademagogar samla fólkið//..”.

Mitt í orðastreyminum í bókini eru fleiri tílíkar oasur, smáar perlur av gløggskygdum orðingum, sum raka samtíðina á høvdið, hugleiða um polariseringina og vaknaða fascismuspøkilsið :“tað byrjaði við covid, ha?/ vit mistu álitið/ býttu okkum sundur/ teknaðu strikur/ í sannleikan/ sum bleiv so fløktur/ at tað sum fyrr ljóðaði sum okkara hassjaravinir/ í kjallaranum hjá mammuni/ kom nú úr foreldrunum við døgverðaborðið..”.

Tá eg havi lisið síðstu reglu í bókini, melur tað fyri mær. Og meðan høvdið følist sum ein uppsteðgað samtíðarsentrifuga á tremur í løgnum googlaðum orðum sum soyboy, small dick energy, incel og doomfluencer, taki eg meg í at droyma ein lítlan dreym um, at bókin var eitt komprimerað (og genialt) lítið yrkingasavn við síðutølum, sum mann kundi notið. Men tað er ikki ætlanin við dómadags-manifestinum hjá Trygva Danielsen, sum ístaðin hevur skrivað eina sjáldsama, stóra generatiónsskaldsøgu um vinarlag, um uppvøkstur og um skuggar í okkara tíð - eina dapra dreingjabók úr 21.øld. Tá H.C. Andersen á sinni í 1847 skrivaði um Skuggan, lá sjónarhornið og samhugin hjá lærda manninum, sum skrivaði um tað góða, tað sanna og tað vakra – alt til onga nyttu, tí tíðin var sjálvsøkin og býtt. Tað er hon enn í 2025 og framvegis er tað tey óndu, sum vinna. Men í staðin fyri at siga søguna við tryggari frástøðu frá øllum tí býtta, ótilpassaða, ússaliga og flóvisliga, verður rithøvundurin eitt við síni skuggasíðu, sum hann endurgevur solidariskt og við eymleika, so at vit føla við skugganum, har hann situr í kjallaranum og blæsur seg upp í bláu skýggjaglæmuni, sum blaktrar í myrkrinum.

Kinna Poulsen

Standmyndaferð í Havn

Fyri ein listmiðlara kunnu uppgávurnar vera ymiskar. Ofta er talan um ummæli og greinar, sum skulu orðast, men fríggjadagin fekk eg eina meira óvanliga uppgávu og høvi at fara eina standmyndarundferð við starvsfólkunum á Tjóðsavninum, sum samstundis var ein rundferð í føroyskari listasøgu. Standmyndaferðin, sum byrjaði við Móðirmálið (1948) hjá Janusi Kamban og endaði við Fagnaðartrænum (2024) hjá Edward Fuglø, var síðsti partur av starvsfólkatiltaki hjá Tjóðsavninum. Fleiri tílíkir minnisvarðar vóru í hópinum umframt tað fyrsta verkið, sum var gjørt til minnis um V.U.Hammarshaimb og hundrað ára minningarhaldið hjá skriftmálinum eins meðan síðsta standmyndin er til minnis um Andreu Árting og eitt fagnaðartræ til kvinnurnar.

Hetta var eitt áhugavert høvi hyggja eitt sindur neyvari eftir listaverkum, sum vit annars ofta ganga framvið í almenna rúminum.

Sjálvt um dømi um skulpturella list finnast í Føroyum í krossteinum og religiøsum figurum úr miðøld og renesansu, minnir gongdin innan modernaða føroyska standmyndalist um restina av føroysku listasøguni; vit komu seint í gongd og fleiri av teimum eldru verkunum eru skapt av útlendingum. Men standmyndalistin víkir kortini frá málningalistini í tøkni, týdningi, funktión og innihaldi. Skulu vit seta tað eitt sindur á spíssin, so hevur einki annað listaslag so tengt at og definerað av makt sum standmyndalistin. Av tí, at standmyndir ofta standa úti, má tilfarið tola veður og vind, tað ger t.d. bronsa, bronsa er sera dýr – hartil hava standmyndir í almenna rúminum eina lutfalsliga tunga prosess og skulu góðtakast av nevndum við politikarum uttan ta stóru listaligu ráðgevingina. Hetta er so ein orsøk til, at listalig menning ikki sæst so væl aftur á standmyndaøkinum.  

Í einum atfinningarsamum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning í 1999 stóð, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða – okkurt um, at hon var tung, afturlítandi, heroisk, maskulin, konservativ, monumental. Tað var nokk so frekt skrivað, hildu vit, men kanska var tað ikki av leið. Føroysk myndlist hevur frá byrjan verið eitt ideologiskt tjóðskaparligt projekt – og hetta er í enn størri mun galdandi fyri tær dýru standmyndirnar, ið støðugt draga á konservativan bógv. Í londunum kring okkum hevur eitt ávíst lyndi verið til, at onnur listafólk enn tey, ið eru útbúgvin innan ta trídimensjonalu listina, gera standmyndir. Hetta hongur saman við gongdini hjá konseptlistini, sum støðugt hevur máað av  handverkliga grundarlagnum hjá myndlistini. Tú kanst hugsa eina standmynd, tekna hugskotið, meðan onnur stoypa tað - hetta hevur í ein ávísan mun verið galdandi fyrr, tá t.d. leirstandmyndir hava verið stoyptar í bronsu á bronsustoyparí, men nú kann tilfarsliga frástøðan millum listafólk og verk vera enn størri. Júst av hesi orsøk kann tað undra, at listaligu gjøgnumbrotini í føroyskari list hesa øldina innan konseptlist, abstrakta list og nýmaterialismu ikki síggjast aftur í almenna rúminum.

Kinna Poulsen

Í góðum veðri í miðbýnum við ta merkiligu standmyndina hjá Janusi kamban maður og kona 1972

Brotamynd úr relieffmynd á basaltminnisvarðanum Móðurmálið hjá Janusi Kamban - ein vakur unglingi.

Ein mynd av netinum av Hans paula olsen við væl eydnaðu standmyndina við listasavnið 1990-92

norski listamaðurin kåre orud við skitsu til minnisvarða teirra sjólætnu í plantasjuni í havn 1956

Dansiringur á aðrari síðuni á Móðurmálinum - á hinari er søgusigarnin lýstur - tvær grundsúlur undir føroyska málinum eru kvæðini og søgurnar

fyrsta lýsingin við áheitan um at reisa Rasmusi Effersøe ein minnisvarða sæst í føroyskum bløðum beint eftir, at Effersøe doyði í 1916. Standmyndin kom í 1933.

Ein søgulig standmynd og monument fyri Andreu árting (2024) hjá edwardi fuglø - sum altíð við standmyndum var hendan nógv umdiskuterað, men hvussu er og ikki, er hetta ein standmynd, sum viðger eitt veruligt konubrot, sum verður lýst í klæðum sum vanligt (óvanligt) menniskja.

Teitur fær stóra danska mentanarvirðisløn

Nú danski Wilhelm Hansen grunnurin í dag kunngjørdi hvørjir teir fimm móttakararnir eru, sum 18.november fara at fáa ársins Wilhelm Hansen mentanarvirðisløn, var føroyski Teitur millum móttakararnar. Tey fimm listafólkini (leiklist, dans, tónleik) fáa 200.000 krónur í part. Virðislønin er latin lista- og mentanarfólki á hvørjum ári síðan 1995. Tilsamans letur grunnurin 8 milliónir krónur til pallistafólk. Umframt Teitur eru ársins móttakarar: Jørgen Carlslund, Sophia Mage, Ina-Miriam Rosenbaum og Tine Rehling. Hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Kelda: https://wilhelmhansenfonden.dk/

Tað er í Stokkhólmi, tað gongur fyri seg...

Tað er í Stokkhólmi, tað gongur fyri seg. Tað sóu vit á viðtali við løgmann í Degi og viku mánakvøldið, har hann stóð í bláum blunkljósum í svenska høvuðsstaðnum og svaraði tunnilsspurningum. Ársfundur er í Norðurlandaráðnum, sum í hesum sambandi fer at handa sínar fimm háttvirdu virðislønir; barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønina, filmsvirðislønina, bókmentavirðislønina, tónleikavirðislønina og umhvørvisvirðislønina og tvær av hesum verða sum kunnugt latnar føroyskum listafólkum. Hurrá. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá tiltakinum, tey byrja at senda klokkan 16.50.

Bókmentavirðislønina fær Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé og Sakaris Stórá o.o. fáa Filmsvirðislønina fyri filmin Seinasta paradís á jørð, Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin fer til Svøríkis til Saru Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag. Tónleikavirðislønin verður latin íslendska klaverleikaranum Víkingi Ólafsson og umhvørvisvirðislønina fáa Grønne Nabofællesskaber í Danmark.

Brot úr ummæli av Seinasta paradís á jørð:

“..Kári er bæði ov ábyrgdarfullur og ov sjálvstøðugur til at fylgja rákinum í okkara tíð við andstyggiliga kravinum um æviga optimering og at vera besta útgáva av sær sjálvum (púff). Kári stríðir og strevast og eina løtu hugsar áskoðarin kanska sum gentan, honum dámar, at hann er “ov góður til hatta”, men spakuliga broytist hesin varhugi. Tað er mamma gentuna, leikt við fjálgari nærveru av Anniku Johannessen, ið staðfestir ta sannroynd, sum spakuliga birtist fyri okkum, at orsøkin til, at Kári heldur so fast í heimbygdini sum hann ger, hevur við kærleikan til ta deyðu mammuna at gera. Bygdin minnir hann um mammuna og Kári minnir bygdina um mammuna, tá hann gongur við konfirmatiónskortum. Ein rørandi ringrás av kærleika. Eisini sjálvt um hann ger tað við ringum tannabiti.

Í hesum filmi er kærleikin størstur. Ikki tann romantiski kærleikin við sínum egomaniska forelskilsi, men meira kærleikin sum fyribrigdi og lívstreyt. Tað er kærleikin millum systkin, kærleikin til heimbygdina og kærleikin frá mammuni, sum seyrar ígjøgnum øll løgini í filminum. Tá konurnar leypa á bláman, er tað sum eitt satt undur av vakurleika, av kvinnuligum hita og kærleika, sum vit uppliva gjøgnum eyguni á systrini, so at vit sansa hennara miss og missa ondina av samkenslu - Bjørg B. Egholm spælir so sannførandi, at vit trúgva uppá hennara persón. Ígjøgnum hana skilja vit næstan tann ófatiliga missin. Somuleiðis trúgva vit uppá Kára í fálátaða men kensluborna persóninum, sum Sámal H.Hansen myndar og koma eisini til at halda nógv av lívliga vinmanninum soleiðis sum Bjørn M.Mohr spælir hann. Tað er sum heild gott at uppliva so góðar leiklistagávur millum tey ungu (eisini Esther á Fjallinum) og at síggja, at okkara eldru sjónleikarar megna skiftið frá leikpalli til film og at alt filmskollektivið megnar sína uppgávu.

Nú eru nøkur ár liðin síðan síðsta filmin frá Sakarisi Stórá, ið framvegis er sum skaptur til at gera film. Tað ger hann aftur hesa ferð saman við fotografinum Virginie Surdej, hvørs myndamál næstan er vorðið eitt náttúrligt forleingilsi av hansara leikstjórapersona so at tað er ilt at siga hvar ein byrjar og hin endar. Eingin ivast kortini í, at Seinasta paradís á jørð er eitt filmsligt listaverk, sum skal upplivast í biografinum.

https://www.listaportal.com/tidindi/2025/4/11/ein-ringrs-av-krleika

“...Bogens magi opstår i mellem dens mange lag i kraft af dens fragmenterede karakter, der afspejler moderens fortvivlelse og angst for at miste sønnen, samt det uoverskuelige i projektet at finde en person, der ikke vil findes - I et interview i de færøske tv-nyheder tirsdag aften fortalte den nyslåede vinder af Nordisk Råds litteraturpris, at Sort orkidé bestemt ikke var nogen let bog at skrive. Bogen startede oprindeligt som en akademisk BA-afhandling, som Vónbjørt Vang skrev på kunstuddannelsen på Fróðskaparsetur Føroya (Færøernes Universitet). I løbet af den træge tekstskrivning begyndte hun at lave billedcollager som en form for kreativ overspringshandling. Det er en god beslutning, at disse billeder er medtaget i bogen, for de udtrykker meget af det uudsigelige, som bogen kredser omkring, den enorme kærlighed og den ufattelige angst. Collagerne er abstrakte med figurative naturglimt. De består alle af udklip fra to færøske naturvidenskabelige bøger. Den ene omhandler Færøernes geologi, imens den anden handler om planter, økosystemer og om sammenhængen imellem alt levende på jorden...”

https://www.dagogtid.no/kultur/ei-mors-historie/652171

 Kinna Poulsen

Bárður Jákupsson í Steinprenti leygardagin

Leygardagin 25.oktober klokkan 15 letur framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Steinprenti. Upplatingin skuldi vera fríggjadag, men er útsett vegna jarðarferð hjá ediliga menniskjanum og Steinprentvininum Hans Paula Strøm, sum nú fer at mangla so forferdiliga illa á ferniseringini. Hann hevði annars heilt vist møtt upp sum vant, tí hansara óvanliga rúmliga hjarta brendi eisini fyri listini.

Skalt tú lýsa listina hjá Bárði Jákupsson tørvar tær stórar handarørslur, men eisini rúkandi mótsetningar. Í hansara ljómandi myndum býr minnið um ein fagran summardag við mjúkum fleyri og summardáum, onkra aðrastaðni leggjast vit skerfløt á sjóvarstrond sum tonglar í brimi við veldugum tindum í erva. Talan er ikki um landsløg sum so, men um málarí; listaverk, sum Bárður hevur málað út frá kenslum og minnum um náttúruupplivingar. Bárður Jákupsson hevur eina heilt serliga støðu í føroyskari myndlist. Eg gleði meg at síggja hansara nýggjastu verk. Til várs kemur út ein bók um listamannin, sum verður lýstur í kringsýni av fróðarfólki. Hetta fara tit at hoyra nógv meira um í næstum.

Kinna Poulsen

Virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin eru handaðar

Á hátíðarhaldi í Müllers Pakkhúsi vóru virðislønir M.A.Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin handaðar. Elin á Rógvu, Marjun Syderbø Kjelnæs, Kinna Poulsen og Hans Tórgarð vóru heiðrað. Grundgevingar hjá virðislønarnevndini kunnu lesast her:

Elin á Rógvi

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2025 verður latin Elini á Rógvi fyri bókina Fornt.

Fornt er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, Fornt.

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. Fornt dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir Fornt brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

Fornt er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.

Marjun Syderbø Kjelnæs

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2025 verður latin Marjuni Syderbø Kjelnæs fyri skaldsøguna Marta Marta.

Høvundurin gevur svørt/hvítum myndum lit við erligum, rannsakandi lýsingum av menniskjum á tremur við vilja og óvilja, trauma og trúgv, og av einum lovaðum landi, sum ikki livir upp til øll lyftir.

Bókin leggur upp til, at vit hyggja við kritiskum eygum at tí, sum hevur mest at siga fyri okkum, og at vit tora at taka eina støðu, meðan vit alsamt eru opin fyri øðrum sjónarmiðum og øðrum søgum.

Ivin er tekin um eitt hugsandi menniskja, men eigur ikki at leggja okkum lamin í einum heimi, sum vit øll eiga lut í.

Kinna Poulsen

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.

Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list. Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi. Keðiligt er tað ongantíð. Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran. Í nýggju bók síni Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð. Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg. Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið. Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum. Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.

Hans Tórgarð

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður latin Hansi Tórgarð, sum í mong ár hevur verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.

Hans Tórgarð telist millum fremstu listafólk, ið Føroyar hava fostrað. Vitborin og eldhugaður bæði sum sjónleikari, leikstjóri og týðari hevur hann sett djúp spor eftir seg í føroyskari leiklist og týðing.

Sum sjónleikari er hann fjølbroyttur og megnar at rúnabinda áskoðaran við sínum meistaraliga spæli. Sum týðari hevur hann flutt heimsbókmentir og leikrit yvir í eitt leikandi lætt føroyskt mál.

Týðingin av stórverkinum Hamlet skarar framúr og stendur eftir hann sum ein sannur varði.

Hóast avbjóðingar og truplar umstøður innan føroyska leiklist megnar eldhugin og kærleikin hjá Hansi til listina at sannføra okkum um, at yrkisleiklistini er lív lagað í Føroyum.

Kelda: www.torshavn.fo


DUPULT FØROYSK LISTASENSATIÓN

Føroyar fáa tvær av virðislønum Norðurlandaráðsins

Nú Norðurlandaráðið týsdag fyrrapart avdúkaði árligu virðislønirnar, eru ikki minni enn tvey føroysk listaverk millum vinnararnar.

Tvær stórar virðislønir!!!

Vit vilja svíma og detta uppeftir í senn.

Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt Orkidé og filmurin Seinasta Paradís á Jørð v/ Sakarisi Stórá (leikstjórn og handrit), Mads Stegger og Tommy Oksen (handrit) umframt Jón Hammer (framleiðsla) hevur vunnið filmsviðursløn Norðurlandaráðsins.

At vinna ella ikki at vinna..l

-“At vinna er ikki tað týdningarmesta” og “Vit vinna bara av at vera við” – soleiðis hava vit upp í saman roynt at ugga hvønn annan, tá vit ár eftir ár hava ásannað, at tað heldur ikki hesa ferð bar á mál og at tað heldur ikki á hesum sinni var okkara túrur at vinna ta stóru Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Ein týdningarmikil oasa birtist fyri okkum, tá Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin varð sett á stovn í 2013 og longu í 2013 vann Bárður Oskarsson hesa virðisløn fyri sína framúrskarandi myndabók, Træið. Eivør Pálsdóttir vann somuleiðis Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021. Men við Bókmentavirðislønini hevur tað gingið heldur trekari. Í skjótt hálva øld hava skiftandi nevndir við væl lisnum føroyskum bókmentafólkum lisið allar bókaútgávur, sum koma á føroyska marknaðin, kjakast um bøkurnar fyri síðani at velja eina bók, ið verður mett at hava ein kjans fyri at kappast á jøvnum føti við bøkur hjá høvundum í okkara norðurlendsku brøðratjóðum. Í áratíggju hava vit trúliga skotið upp eina bók fyri og aðra eftir. Góðar føroyskar bøkur, fleiri teirra framúr og nú var mann farin at halda, at hetta snøgt sagt ikki bar til, at hetta bara var okkurt, sum kundi henda í fyrru øld. Nei, tað er ikki at taka munnin ov fullan at staðfesta, at okkara luttøka í virðislønarkapping Norðurlandaráðsins hevur verið ein oyðimarkargongd av bíbilskum dimensiónum. Sum kunnugt stríddist Móses í fjøruti ár áðrenn hann hómaði lovaði landið, men í ár, nú 39 ár eru liðin síðan Rói Patursson vann virðislønina fyri frálíka yrkingasavnið Líkasum, hendi tað loksins aftur, at ein føroyingur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og aftur hesa ferð er talan um eitt yrkingasavn. Tað eru stórtíðindi av sonnum.

Fimm virðislønir

Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári fimm virðislønir; Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin, filmsvirðislønina, bókmentavirðislønina, tónleikavirðislønina og umhvørvisvirðislønina. Virðislønirnar frá Norðurlandaráðnum eru háttvirdar og virðismiklar - eisini peningaliga eru tær javnt stórar og fevna um 300.000 danskar krónur hvør. Tær verða allar handaðar, tá Norðurlandaráðið kemur saman – virðislønarhaldið verður hesa ferð í Stokholm 28.oktober klokkan 18 og eg giti, at tað man fara at verða sent í sjónvarpinum. Barna- og ungdómsbókmentanarvirðislønin fór í ár til Svøríkis til Saru Lundberg fyri myndabókina Ingen utom jag. Tónleikavirðislønin var latin íslendska klaverleikaranum Víkingi Ólafsson og umhvørvisvirðislønin varð latin Grønne Nabofællesskaber í Danmark.

Fyrsta filmuppskotið vann

Bókmentavirðislønin er tann elsta av virðislønunum frá Norðurlandaráðnum og hevur verið latin síðan 1962, meðan hol ikki varð sett á filmsvirðislønina fyrr enn í 2002/2005. Í ár høvdu Føroyar sína fyrstu tilnevning av einum føroyskum filmi, sum gjørdi bart og vann. Tað er søguligt, men als ikki løgið, tí talan er um ein framúr góðan og rørandi film, sum samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum. Norðurlendska dómsnevndin rósar filminum Seinasta Paradís á Jørð fyri autentiska tónan, tey framúr góðu sjónleikaraavrikini hjá bæði ungum og tilkomnum leikarum (Sámal H.Hansen, Bjørg B. Egholm, Bjørn M. Mohr, Esther á Fjallinum, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Kristina Sørensen Ougaard, Annika Johannesen, Noomi Kunoy Heradóttir, Vivian Sjóklett, Ísak Vest, Ketty Maria Nielsen, Eyð Matras, Lukas Niclasen, Elsebeth Haraldsen og Rókur Olsen) og fyri sína stillisligu, men neyvu lýsing av sterka stríðnum fyri familju og tilveru og at hóra undan. Tónleikurin (Hettarher) verður róstur eins og filmsfotograferingin (Virginie Surdej) er fantastisk sambært dómsnevndini, ið heldur Seinasta Paradís á Jørð vera ein varða í bæði føroyskum og norðurlendskum filmi.

Sakaris Stórá: “Tað kennist púra óveruligt”

Hetta eru av sonnum føgur og flott orð. Tá eg spyrji leikstjóran, Sakaris Stórá hvussu tað følist at vinna Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, hevur hann ikki ordiliga skilt tað enn: “Tað kennist púra óveruligt. Eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri sjálvandi ótrúliga glaður og eisini heilt ómetaliga takksamur. Nógv fólk hava lagt nógva orku í filmin og uttan tey, hevði filmurin ikki veri tað hann er. Heiðurin er ein viðurkenning av teirra evnum og teirra arbeiði. Alt filmsliðið og ikki minst leikararnir. Men eg eri eisini takksamur fyri, at dómsnevndirnar valdu ein film sum sigur akkurát hesa søguna. Tí eg haldi hana vera týdningarmikla”.

Týdningarmikil virðisløn

Men hvønn týdning hevur virðislønin sambært leikstjóranum? – Hetta er størsti heiður, sum ein filmur kann fáa í Norðurlondum yvirhøvur, staðfestir Sakaris Stórá, og ein stórur heiður: “Fleiri av teimum, sum áður hava vunnið hesa virðislønina, eru nøvn, sum eg havi sæð upp til, líka síðan eg byrjaði at fáa áhuga fyri filmi. Eg og Jón vóru so glaðir fyri sjálva tilnevningina, tí hon onkursvegna var við til at javnseta okkum við okkara grannalond, eins og hon prógvar at vit í Føroyum hava evnini, at siga okkara egnu søgur á filmi. Tað var eitt av okkara hjartamálum. At okkara filmur  vinnur, undirstrikar hetta og tað letur eisini nakrar dyr upp fyri føroyskum filmi. Vónandi kann hetta eisini vera við til at fáa okkum, og ikki minst - politisku skipanina, at fáa eyguni upp fyri týdninginum av søgunum, ið vit hava í Føroyum og okkara førleika til at siga hesar søgur.

Svørt Orkidé

Svørt Orkidé er eitt vakurt, brotakent bókaverk, sett saman av lyriskum og essayistiskum tekstum, minnisbrotum og staðfestingum við sitatum úr bókmentasøguni, sum evnisliga snýr seg um mammuleiklutin og hvussu tað er at vera mamma, tá alt ikki gongur sum eftir ánni. Brotakendi bygnaðurin leggur dent á, at upplivingarnar hjá mammuni eru syndraðar og leitandi og lýsir hennara roynd at finna mál fyri tí, sum ikki kann sigast. Verkið viðger óttan hjá mammuni fyri at missa sonin, tá hann er um at snáva í tilveruni. Sambært norðurlendsku dómsnevndini er bókin visuelt sterk, samanhangandi og háaktuel á tann hátt, at hon snýr seg um ólukkuligan ungdóm eins og hon skrivar seg inn í eina bylgju av móðurbókmentum. Um Vónbjørt Vang sigur dómsnevndin, at hon er ein týdningarmikil rødd á føroyska bókmentapallinum, men hvussu hevur høvundin tað sjálv við stóra heiðrinum? Eg havi spurt hana.

Vónbjørt Vang: “Eg føli meg sædda sum rithøvund”

Vónbjørt Vang er sera kensluborin av heiðrinum, greiðir hon frá, men hon er eisini sera takksom: “Fyri at vera púra erlig so havi eg grátið nógv seinastu tíðina, síðani eg fekk tað at vita. Hetta hevur bara verið ov nógv fyri mítt system at rúma, og so havi eg grátið meir saman við mínum nærmastu, sum so við og við hava fingið tað at vita. Hetta er jú kempistórt og eingin, og so slett ikki eg, høvdu ímyndað okkum, at hetta fór at henda. Vit hava jú vant okkum við, at føroysk verk ikki vinna hesa stóru og heiðurligu virðisløn, eingin hevur vunnið í 39 ár og bara tvær ferðir frammanundan hevur nakar føroyingur vunnið, hóast at fleiri verk, sum seinastu árini hava verið tilnevnd eru fult á hædd við tey verk, sum okkara norðurlendsku kollegar hava skrivað, so hinvegin er tað kanska heldur ikki løgið at mín bók nú vinnur. Eg føli meg á eygnahædd sum rithøvundur í einum norðurlendskum høpi. Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur. Tað eri so ómetaliga glað fyri, at ein norðurlendsk nevnd nú hevur fingið eyga á. Eg eri eisini serstakliga glað fyri vinnaramotiveringina, sum juryin kom við. Eg havi ongantíð fyrr følt meg so sædda sum rithøvund, so nú tá eg havi havt tíð og rúmd at latið hetta sodna, so er bara gleði og takksemi eftir. Eg vóni at hendan virðisløn eisini kann vera við til at seta fokus á aðrar bókmentir úr Føroyum, og at vit í størri mun verða inkluderað í norðurlendska bókmentaalmennið.”

Norðurlendsku virðislønirnar eru væl uppiborin heiður hjá nøkrum ávísum, dugnaligum einstøkum listafólkum, sum skara framúr, men heiðurin fevnir eisini breiðari í føroyska listaumhvørvinum til einstaklingar, stovnar og feløg, sum javnt og samt arbeiða fyri listini. Á ein hátt kann mann siga, at ein tílík viðurkenning sum tann, føroyskar bókmentir og filmur hava fingið, nertur alt økið sum tað er. Listútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur til dømis týdning, tí Svørt Orkidé var upprunaliga ein BA-ritgerð í ritlist. Allir einstaklingar í føroysku filmsvinnuni kunnu bretta sær á – eisini tey, sum í mong ár hava stuðlað og fjølgað um filmslist og bókmentir m.a. Filmshúsið, Klippfisk, forløg og í hesum føri serliga Forlagið Eksil, føroyska listastuðulskipanin umframt aðrir stuðlar umframt øll tey mongu, sum hjálpa til fyri ikki at tala um innstillingarnevndirnar bæði tær føroysku og tær norðurlendsku, sum við at velja føroysku verkini ikki bara gleða ein gamlan, rutineraðan undirhund. Merkisverda valið vísir eisini dirvi og vilja til í eini larmandi tíð at raðfesta tvey stillfør listaverk, sum varpa ljós á tað vakra, skroypiliga menniskjað á tremur av ótta, iva og kærleika.

Føroysku vinnararnir og føroysku uppskotini til at vinna virðislønir Norðurlandaráðsins verða fagnað í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin. Skráin sæst her: https://www.nlh.fo/?event=11844/hatidarhald-av-foeroysku-tilnevningunum-til-virdisloenir-nordurlandaradsins-2025

Kinna Poulsen