Mentanarval - Javnaðarflokkurin

Marius olsen

Fáir dagar eru eftir av valstríðnum og enn hava vit næstan einki hoyrt um tað týdningarmesta, tað, sum definerar okkum; mentan og list. Í eini roynd at seta mentamál á skrá í valstríðnum, havi eg spurt politisku flokkarnar um teirra listaligu og mentanarligu raðfestingar við sjey spurningum um list, sum tey skulu svara stutt og greitt. Svarini verða almannakunngjørd í teirri raðfylgju, eg havi fingið. Hesa ferð er tað Kristianna Winther Poulsen, sum svarar vegna Javnaðarflokkin.

1.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvat fær listin ítøkiliga burturúr?

Við einum ambitiøsum politikki fyri mentan og list vilja vit, at listin skal hava góð kor. Vit vilja, at fólk kring alt landið skulu hava atgongd til góðar og fjølbroyttar lista- og mentanarupplivingar, sum eisini bjóða okkum av og fáa okkum til at hugsa sjálvstøðugt. Øll skulu við, eisini tá talan er um luttøku í tilboðum innan mentan og list.

2.Nevn eina listauppliving, sum tú ikki kundi verið fyriuttan.

Havi havt nógvar góðar listaupplivingar, bæði størri og smærri.

Filmurin Mammuskepilsið hjá Mariu Guðbrandsø Nolsøe sum eg sá til Geytan, situr í mær enn. Kærleiki millum dóttur og foreldur, skapanargleði, sálarsjúka og avleiðingar av sálarsjúku. Ein so ómetaliga vakur og sterkur filmur.

3.Nevn eitt listaslag, sum eftir tykkara tykki hevur serligan týdning.

Tað er trupult at velja eitt øki burturúr. Uttan tær nógvu upplivingarnar, skaptar av okkara fantastiska lista- og mentanarumhvørvi, vóru Føroyar ikki tær somu.

Tónleikur er ein uppliving, har øll kunnu vera við, og hvør kann syngja við sínum nevi. Vit eru glað fyri musikkskúlarnar kring landið, sum geva børnum bæði førleikar og upplivingar, og so dámar okkum, at øll kunnu vera við til tær nógvu upplivingarnar, sum okkara fjølbroytta og livandi tónleikaumhvørvið geva okkum.

4.Hvat heldur tín flokkur um, at føroysk list og mentan í vaksandi mun verður stuðlað av donskum grunnum, fyrimunir/vansar?

Tað er frálíkt, at okkara list í heimsklassa og okkara imponerandi mentanarlív fær teir møguleikar, sum fylgja við stuðlinum frá donskum grunnum. Upphæddirnar eru ofta stórar, og tað gevur mentanar- og listaumhvørvinum aðrar og betri møguleikar, enn um hesin stuðul ikki var atkomuligur. Vit halda ikki, at tað eru vansar við hesum.

5.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvørja visión hava tit fyri mentanar- og listaøkið?

Mentan og list skulu vera fyri øll, ikki bara fyri nøkur fá. Javnbjóðis atgongd til mentanarupplivingar og mentanarligt tilfar eru týðandi vælferðartænastur.

Øll børn skulu møta list og mentan í skúlanum. Tað er ein spurningur um rættvísi og trivnað.

Eitt ríkt mentanarlív krevur tryggar karmar fyri tey, sum skapa.

6. Nevn ítøkilig úrslit, sum tín flokkur hevur verið við at náa, ið er list og mentan at gagni.

Rigmor Dam innførdi sum landsstýriskvinna listafólkalønirnar, ikki uttan svørðsslag, minnist eg.

Í hesum umfarinum hava vit veitt stuðul til leiklistabólkar, til Økistónar, til Varpið, til útbygging av Listasavni Føroya, til Krígssavnið í Vágum, til Sjósavnið á Argjum, til Stórhøllina við Tjarnir.

Sum heild hava vit betrað um møguleikar hjá børnum og vaksnum kring landið at fáa atgongd til góðar og fjølbroyttar lista- og mentanarupplivingar.

7.Nevn tríggjar listaligar/mentanarligar verkætlanir, sum tit ætla tykkum at fremja í verki í komandi samgonguskeiði.

Fleiri listafólkalønir

Betri arbeiðsumstøður til yrkislistafólk, bæði arbeiðshøli og lønarviðurskifti

Halda fram at arbeiða við at byggja Tjóðpall Føroya