Framúrskarandi fotomyndir av modernaðari føroyskari politiskari søgu

Í ovurmorgin eru tvær vikur síðan lagnudagin á løgtingi, tá løgmaður skrivaði út løgtingsval eftir at málið um Suðuroyartunnilin var endaliga samtykt og mann slapp undan at taka støðu til málið um at hækka pensiónsaldurin - og sum kunnugt verður eisini fólkatingsval í somu viku 13. Nú er mánakvøld og vit hava sett hol á viku 11 - valkortini eru komin í postkassan, so eg setti meg spenta at hyggja at Degi og viku, sum í staðin fyri at greina mær valstríðið, lýsti eitt rottueitursmál so gjølliga og seigliga, at tíðin líkasum steðgaði. Tó at málið um burturvilsta rottueiturskassan, sum var brúktur sum hurðarmót á Lágargarði, sanniliga er eitt álvarsmál, bar drúgva miðlingin mitt í einari politiskari háspenningstíð eitt sindur brá av dráli. Og eg sigi tað bara tí eg eri góð við Kringvarpið, sum er okkara alra public service stovnur, at nú mugu tey gjarna koma í gongd - jú eg veit av, at tolin trívst og at okkurt hevur verið (t.d. Vikan), men ov lítið. Eg gleði meg í hvussu er til valfundir, valkjak, viðgerðir, greiningar og kjak, sum kann gera okkum klókari, so at vit skilja hvat valið snýr seg um, hvat tey vilja, sum stilla upp, hví vit skulu velja tey sum okkara umboð á fólkatingi og løgtingi og hvønn, vit til dømis skulu velja, sum ynskir at styrkja ellisrøktarøkið og hevur okkurt realistiskt boð uppá fígging og sum væl at merkja ikki fatar aldurdóm sum ein óvælkomnan ekstistentiellan ampa ella okkurt slag av fíggjarligum afturstigi, men sum tað náttúrliga tilverustigið, ið er eins týdningarmikið sum øll hini - um mann er heppin at náa so mikið langt.

- Meðan vit bíða eftir at valstríðið ordiliga kemur í gongd í Kringvarpinum, kann viðmælast øllum at hyggja at myndunum, sum KVF hevur lagt út á heimasíðuna frá áðurnevnda lagnudegi á løgtingi. Hesar fotomyndir hjá Bjarna Árting Rubeksen eru heilt einfalt meistaraligar - hetta er framúrskarandi samtíðarlist, ið ímyndar modernaða føroyska politiska søgu. Í hesum fotomyndum liggur í grundini øll møgulig greining undir avgerðunum hjá fotografinum um at leggja dent á ávísar linjur og annað, sum dregur fram tað serliga við fotograferaðu støðuni. Dramaið er ítøkiligt á myndunum, bæði vónbrot og vón - idealisma og pragmatisma og tað serliga einsemið, sum fylgir við stórari ábyrgd og avgerðum og har er onkur, sum heilt týðiliga has left the building, meðan onnur trívast í tí politiska sum blomman í egginum. Kompositiónir, andlitsbrá og rørslur, litir og ljós - alt vísir so týðiligt hvat gongur fyri seg heilt frá ovastu myndini, har løgtingshúsið sæst eitt sindur úr neðra, so tað hópar seg upp og gerst monumentalt upp í móti teirri pinkalítlu konuni, niðarlaga í myndini. Hon er í reyðum, sum lýsir upp móti tí grøna grasinum eins og hópin av linjum í kompositiónini leiða eygað á hana. Hendan myndin minnir okkum á risastóra týdningin, sum tær avgerðir, ið verða tiknar á løgtingi, hava fyri tann skroypiliga einstaklingin og tað um somu tíð sterka og viðbrekna landið, sum einstaklingurin er partur av.

Kinna Poulsen