Sofía Nolsøe við í fagnaðari Tjekhov-uppseting

-Talan er um pallist, tá hon er allarbest. Soleiðis stendur í einum af fleiri hugtiknum ummælum av Tjekhov-klassikaranum, Onkel Vanja, sum í løtuni verður leiktur á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn við føroyska sjónleikaranum Sofíu Nolsøe í einum høvuðsleikluti. Hjá føroyskum leiklistafjepparum, sum kanska sakna at uppliva klassikarauppsetingar, ber til at fara til danska høvuðsstaðin fram til 8.mai at síggja leikin við framúrskarandi sjónleikaranum Nicolas Bro í høvuðsleiklutinum. Onkel Vanja verður framførdur í Skuespilhuset. Store Scene og varir hálvantriðja tíma inkl steðgi. Luttakarar eru Nicolas Bro, Jens Jørn Spottag, Sofía Nolsøe, Mathilde Arcel, Tina Gylling Mortensen, Mads Rømer Brolin-Tani, Morten Brovn. Leikrit: Anton Tjekhov. Pallseting: Yana Ross. Scenografi og kostumedesign: Bettina Meyer. Assisterende instruktør: Matilda Belin Larsson. Ljósdesign: Michael Breiner. Ljóðdesign: Jonas Vest. Koreografi: Mia Hellberg. Umseting: Niels Brunse.

https://www.kulturbunkeren.dk/onkel-vanja/

https://pov.international/onkel-vanja-begynder-i-moerke-med-grisegrynt/

https://kglteater.dk/det-sker/sason-20252026/skuespil/onkel-vanja