Altjóða bókmentafestivalur fyri framman

Mikudagin 25.februar verður Altjóða Føroyski Bókmentafestivalurin settur á Býarbókasavninum í Havn. Vónbjørt Vang, yrkjari, vinnari av norðurlendsku bókmentavirðislønini og leiðari á Býarbókasavninum bjóðar vælkomin og síðan heldur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum upplatingarrøðu. Festivalstjórin og yrkjarin Kim Simonsen fer síðan at greiða frá festivalinum og evninum geopoesi og síðan eru vit í gongd. Tað vil siga, at tey ordiliga ídnu longu eru í gongd við innleiðandi fyrireikingum. Undirritaða er farin at í holtur at lesa og endurlesa Tomas Espedal, sum flaksar undirhaldandi runt við sínum skiftandi sjangrum, flykrandi eygleiðingum og setningum, ið eins og tungir viðabular detta niður yvir lesaran alt meðan teir rudda sær slóð.

Skráin:

https://www.faroeislandsfestival.net/

Hvar: Býarbókasavninum – Reinsarínum – Listasavninum - Gallarí Havnará - HNJ Bókhandli - Við Løkin Runavíkar Kommuna

LUTTAKARAR

• Thomas Espedal – NO

• Vónbjørt Vang – FO

• Norman Bissell – SCT

• Damion Searls – US

• Taylor Strickland – SCT

• Kristín Eiríksdóttir – IS

• Anna Fohlin Mattsson – SE

• Maja Lucas – DK

• Mathilde Walter Clark – DK

• Ida Börjel – SE

• Rannvá Holm Mortensen – FO

• Guðrið Poulsen – FO

• Oddfríður Marni Rasmussen – FO

• Lív Maria Róadóttir Jæger – FO

• Bergur Djurhuus Hansen – FO

• Jóanes Nielsen – FO

• Kim Simonsen – FO

• Sidse Laugesen – DK

• Jon Ståle Ritland – NO

• Dennis Maloney – US

• Beinir Bergsson – FO

• Ivan Niclasen – FO

• Heðin Ziska Davidsen – FO

• Vivian Begerau – FO

• Sanna Maria Klein – FO

• Marna Jacobsen – FO

• Thomas Koba – FO

• Guðrun í Jákupsstovu – FO

Kinna Poulsen