Nú valið nærkast, er valstríðið komið í hæddina og politiska tevið tað sama við kjaki og ósemjum millum fólk og í miðlum, men eisini við smáum glottum av semjum í ósemjunum og óvæntaðum samstarvsvilja millum tey, sum plagdu at grava djúpar gjáir millum sín. Sum í donskum politikki verður nú tosað um møguleikar á miðjuni við samstarvi millum gamlar arvafíggindar. Nógv hevur annars verið at hoyrt um høgrasnaringina, ið ikki kemur sum nakað óvæntað, tí hon plagar at vera fastur fúsur í føroyskum politikki eftir at vinstrasíðan hevur rátt fyri borgum so og so leingi og øvugt og hesa ferð hava valkanningar víst ein Fólkaflokk, sum tekur at bólgna av atkvøðum frá bæði egnum veljarum og av hørmum vinstrahallum veljarum, ið eru ónøgdir við Javnaðarflokkin, hvørs reina idealisma er dálkað av olju-/Ísraelsfegnum politikarum, men kanska eisini av tí generella sliti, sum samgongu- og løgmansábyrgd hevur við sær. Eg veit ikki hví vinstrahallin hava størri lyndi til at revsa síni egnu – kanska er tað okkurt slag av rættlæti, sum heilt vist gevur eina góða kenslu her og nú, tá mann hevur skeldað út á Facebook, men spurningurin er um nógv fæst burturúr hesum atburði, tá alt kemur til alt.
Sum vanligt tykjast politisku slagorðini heldur útvatnað ella sjálvsøgd, okkurt um at vera við og valdið til fólkið. Tað síðstnevnda “power to the people” er væl at merkja ikki slagorð hjá einum progressivum flipparaflokki, men hjá Fólkaflokkinum. Og tá ein Fólkafloksmaður í einari av fleiri útmerkaðum valsendingum í Kringvarpinum heilt upplagt verður biðin um at nágreina hetta fyri Fólkaflokkin sera óvæntaða slagorðið, vindur hesin seg upp í eini harmdarrandi verju fyri reiðarum, sum jú eisini eru fólk. Hann veit væl av hvat journalisturin meinti; tað var ikki upprunaligi týdningurin av hesum slagorði, at tey priviligeraðu skuldu hava meira makt.
Hvat er á breddanum í sambandi við valið í ár? Jú tað er sum tað altíð hevur verið her á landi, ymisk stig av úrtøkustúringum. Onkur stúrir um ovurhitaðan búskap og hækkandi húsaprísir, meðan onnur stúra um eina møguliga tilfeingisrentu ella tann í føroyskum høpi bannlýsta ognarskattin. Tað er kanska torført hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga, men tykist enn verri at rinda ognarskatt hjá teimum, ið eiga ordiliga nógvar ognir. Vit stúra um landsbúskap, bústaðarviðurskifti, komandi fíggjarligt haldføri og vælferðartænastur í eini framtíð, tá Føroyar allar sum tær eru verða eitt risthent og skallut oldingakollektiv uttan nakran at turka upp eftir sær. Er tað merkiligt um ungdómar eru eitt sindur skeptiskir um at venda heim?
Tað er mær óbegrípiligt hvussu lítið verður gjørt burtur úr mentan og list í valstríðnum. Jú, sonevnda tjóðarsemjan verður nevnd sum eitt høvuðsevni, men hon verður viðfarin sum eitt brotið egg ella sum Ruth Vang so væl orðaði tað í einum kjaki; ein skroypilig krukka, sum allir flokkar halda um bangnir at sleppa, so at krukkan brotnar. Analogiin er røtt og tað er vælgerandi, at onkur torir at siga tað. Okkara lyndi til at tiga um tað eyma er okkara størsti veikleiki; málið gerst brunafongt og ein orsøk er, at vit ikki taka mentan í nóg stórum álvara. Vit vita av, at vit eru ósamd og vilja ikki lata ósemjuna spilla okkum spælið, men í erligu ósemjuni liggja allir okkara ymisku tankar um hvat Føroyar er og skal vera. Mentan ER høvuðsevnið. Eisini í málinum um ein Suðuroyartunnil, har mentan ikki var tikið uppá tungu. Tað er ómetaliga vánaligt í hvussu lítlan mun suðuroyingar eru tiknir við í stóra mentanarliga og samtíðarlistaliga upptúrinum, sum vit hava upplivað í Føroyum í 21.øld. Mentan og list er tað, sum vit eru, tað, sum myndar okkara felags virði, samanhangsmegi, normar, atburðarmynstur og livihátt. Um ikki mentan var týdningarmikil, var eingin orsøk at broyta nakað sum helst. Um alt skuldi verið gjørt á lættasta hátt kundu vit bara meldað okkum sum eina kommunu í Danmark – tá vóru fleiri herðar og størri kassar at bera komandi útreiðslur, tunnlar osfr. Mentanarliga hava vit longu siglt við hentleikaflaggi í longri tíð; hygg bara eftir fíggingini til størri mentanarligar verkætlanir so sum Við tjarnir og umvælingin av Listasavni Føroya, sum ikki hevði rokkið á mál uttan danskar grunnar. Hjá sambandsfólkum er hetta gleðiligt, men í allar aðrar mátar er tað flóvisligt. Tað er ábyrgdarleyst av okkum at fara so lættliga um mentan og list sum tað verður, tí hetta er tað, sum alt snýr seg um; krúnan av okkara mentan; skaldskapur, sjónleikur, filmur, dansur, tónleikur, gastronomi og list av øllum slag, sum snýr seg um og fyriheldur seg til hvussu tað er at vera menniskja í Føroyum í heiminum. Listin er sum kunnugt ein serstakur, dyrkaður partur av mentanini, sum ofta speglar okkum og skapar pláss fyri hugleiðing, trivnaði og menning við nýggjum sjónarhornum. Í hesum høpi er Norðurlandahúsið okkum ein týdningarmikil stovnur, bæði tí hann er eitt bindilið millum okkum og norðurlond, men eisini, tí norðurlendska samstarvið heilt síðan Norðurlandahúsið var bygt, hevur veitt okkum veldugar mentanar- og listaupplivingar, sum gjøgnum árini hava lyft niveauið og sum vit als ikki kunnu vera fyriuttan. Vit eru takksom og tað er illa umhugsað av Miðflokkinum at harta Norðurlandahúsið fyri, at tey fylgja norðurlendskum siðvenjum, tá tað kemur til opinleika og fólkaræði.
Í eini roynd at seta mentamál á skrá í valstríðnum, havi eg spurt politisku flokkarnar um teirra listaligu og mentanarligu raðfestingar við sjey spurningum um list, sum tey skulu svara stutt og greitt. Svarin verða sett her á Listaportalin eftir teirri raðfylgju, sum eg fái tey og eg byrji í morgin við Framsókn.
1.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvat fær listin ítøkiliga burturúr?
2.Nevn eina listauppliving, sum tú ikki kundi verið fyriuttan.
3.Nevn eitt listaslag, sum eftir tykkara tykki hevur serligan týdning.
4.Hvat heldur tín flokkur um, at føroysk list og mentan í vaksandi mun verður stuðlað av donskum grunnum, fyrimunir/vansar?
5.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvørja visión hava tit fyri mentanar- og listaøkið?
6. Nevn ítøkilig úrslit, sum tín flokkur hevur verið við at náa, ið er list og mentan at gagni.
7.Nevn tríggjar listaligar/mentanarligar verkætlanir, sum tit ætla tykkum at fremja í verki í komandi samgonguskeiði.
Kinna Poulsen - Listaportal