Eitt ódnartak

Bókmentafestivalar eru í roynd og veru eitt løgið fyribrigdi, tí eru bøkur ikki bestar við hús í einsemi, tá tú ódarvað sleppur at kava niður í síður og setningar, sum lata upp nýggjar heimar fyri tær. Á henda hátt verður tín egna verð víðkað, men tað er kanska eisini tað sama, sum hendir, tá skipað verður fyri bókmentafestivali sum hesum, vit hava upplivað seinastu dagarnar, har høvundar, yrkjarar, listafólk, frøðingar og bókmentaáhugað koma saman um skaldskapin. Tað hevur alstóran týdning at samskifta um bókmentir og at meta um hvar vit sjálvi eru stødd í rákinum í samtíðarskaldskapinum.

Tað er altíð forvitnisligt at uppliva giraffin; skaldið, menniskjað, sum situr í hinum endanum og skrivar, men tað besta við bókmentafestivalinum er púra grundleggjandi tað, at hann varpar ljós á nakrar áhugaverdar bøkur og ritverk, sum mann altso eg ikki var varug við frammanundan. Í hesum sambandi er tað eitt sera gott hugskot við samstarvinum við Gamla Bókhandil, ið hevði við sær, at vit kundu keypa okkum bøkur hjá teimum ymisku rithøvundunum har. Føroyski Bókmentafestivalurin er tó ikki á nakran hátt eitt kommersielt tiltak - tvørturímóti og tíbetur. Her kemur skaldslig dygd og listaligt flog fram um sølutøl og tessvegna krevur ein tílíkur festivalur dyggan stuðul, sum hann eisini hevur fingið.

Útsýnið í nýggja bókmentafestivalinum, sum byrjaði í fjør, fevnir víða og nertur bæði altjóða og lokalt – vit hava havt høvi at hitta yrkjarar úr Sørvági og Shanghai og alla møguliga aðrastaðni. Vit hava upplivað upplestur, samrøður, røður og annað mangt. Fýra dagar við upplestrum og samrøðum í Havn og í Runavík bleiv tað til við virðisløntum yrkjarum, rithøvundum og týðarum úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Skotlandi, Kina og USA. Sjálv var eg til tvey av tiltøkunum, til setanina á Býarbókasavninum og leygardagin á Reinsarínum, sum bæði vóru góð og áhugaverd tiltøk við áhugaverdum og inspirerandi samrøðum.

Fyriskipari av tiltakinum er Kim Simonsen, yrkjari og bókmentalig eldsál, sum samstarvar við stovnar og frøðingar um at skapa bókmentafestivalin. Mann kann siga, at tiltakið er sprottið úr bókmenta- og listafestivalinum, sum Kim Simonsen saman við Vónbjørt Vang, Forlagnum Eksil og fleiri skiftandi samsvarvsfelagum hava havt koyrandi á G!Festivalinum í Gøtu í nógv ár. Í ár var geopoesi eitt høvuðsevni á bókmentafestivalinum, sum kortini var lutfalsliga spjaddur evnisliga sæð.

Samanumtikið er Føroyski bókmentafestivalurin eitt ódnartak av einum tiltrongdum festivali, sum hevur fleiri vakstrar- og menningarmøguleikar í sær um mann t.d. í enn størri mun og við longri skotbrái samstarvar við skúlar, stovnar og mentanarumhvørvið – hinvegin var tað fyri mítt viðkomandi ein nokk so herlig og forkelað kensla at kunna taka lut í einum bókmentafestivali uttan at hava nakra aðra skyldu enn at lata seg hugtaka av bókmentum. Hjá mær gjørdist ársins bókmentafestivalur høvi at lesa og endurlesa partar av serstaka ritverkinum hjá norska rithøvundinum Tomas Espedal. Tað var stuttligt at uppliva mannin, sum á ein hátt líkist sínum markleysa, sjangrusprongjandi skaldskapi. Ein stuttligur maður í góðum vandristivlum, sum longu hevur válað Havnina tunna og onga camelsigarett funnið. Ein ófriðaligur maður, sum í heilum reisir seg, tá hann verður serliga upptikin av onkrum - tað verður hann ofta. Eitt spruttandi her og nú eldverk av einum høvundi, ið sum eitt snarljós flytir seg millum banalar og filosofiskar eygleiðingar, so tað er ein fragd at lesa og eisini at uppliva. Ein gráhærdur maður, sum ikki hevur verið til lækna í 27 ár og ikki ætlar sær, tí læknin heilt víst fer at siga honum, at hann er sjúkur. Sum Rainer Maria Rilke ynskir hann doyggja sín egna deyða og eg hugsi við mær sjálvari, at hann man hava verið forskánaður fyri bløðrubruna, millumoyrabruna fyri ikki at tala um tann serliga pínufulla nýrabrunan, sum kann fáa eina og hvørja hampakonu at skrála eftir antibiotika og doyving í stundini - jú sterkari tess betur. Men annars skilji eg væl Espedal - deyðin er persónligur og vónandi gevur hann sær góða tíð. - Tað man vera ein avbjóðing at royna at stýra einum sovorðnum livandi menniskja sum Tomas Livandi, men tað kláraði Marna Jacobsen við hóskandi humor. Marna týddi Ævisøgu, dagbók og brøv hjá Tomas Espedal, sum Sprotin gav út í 2017.

Føroyski bókmentafestivalurin 2026 er av – mangatakk - nú gleða vit okkum til næsta ár!

Kinna Poulsen