Kenna tit ljósins málara, Zacharias Heinesen? Soleiðis kundu vit við eini tilsiping til eina yrking hjá Jens August Schade spurt, tó at spurningurin í roynd og veru er óneyðugur. Dagsins føðingardagsbarn, Zacharias Heinesen munnu tey flestu kenna. Eg kenni hann væl, bæði listaverkini og mannin – foreldur míni kendu hann eisini og konuna Sylviu, sum doyði fyri tíggju árum síðan og er mann sum eg so heppin at hava fingist við list seinastu tretivu árni, so hevur mann eisini hitt Zacharias bæði í álvara og gaman.
Tær stuttligu løturnar eru mangar, summar tykjast vera úr sama tilfari sum dreymar og fara ikki lætt úr aftur huganum t.d. ein sólfylltan leygardag í Keypmannahavn í hálvfemsunum, tá vit vóru til eftirfernisering av eini Føroyaframsýning á Den Frie síðst í hálvfemsunum á Hotel Østerport - beint við síðuna av framsýningarstaðnum. Har sótu vit í góðum lag við svalandi øli í gløsunum og mangt var reypað og gjørt við. Eg hevði saman við einari vinkonu sett meg eitt sindur burtur frá rokmikla Føroyaborðinum og hagar kom ein lítillátin maður, sum kurteisliga spurdi um hann kundi seta seg hjá okkum og tað kundi hann og tað var Zacharias, sum á sín stilla hátt fór at fortelja søgur úr Keypmannahavn so skemtiliga og spennandi, at tað var ein fragd at lurta. M.a. tosaði hann um fyrstu ferð, hann var í Tivoli við pápa sínum. – Hann mann have verið ógvuliga góður við pápa sín” staðfesti vinkonan, tá vit seinni sótu tværeinar og gjørdist bilsin, tá eg nevndi hvør víðagitni pápin var, men tað er nokk so eyðkent fyri Zacharias Heinesen at fara lættliga um tað stórfingna snobbaríið og heldur miðsavna seg um tað hugnaliga og hjartaliga millum fólk. Listina hevur Zacharias Heinesen lært frá barnsbeini, tí hann er uppvaksin í einum listaheimi og debuteraði longu 15 ára gamal á Ólavsøkuframsýningini í 1951. Tað vil siga, at hann hevur verið virkin listamaður í 75 ár. Tað er fantastiskt!
Zacharias Heinesen er útbúgvin fyrst á Myndlistaskúla Íslands í Reykjavík og síðani á Kunstakademinum í Keypmannahavn, har serliga Niels Lergaard professari gjørdi honum stóran mun. Men listin er honum í holdi borin og gjøgnum tíðina hevur Zacharias Heinesen gjørt stórar prýðingar bæði saman við pápa sínum, Williami Heinesen og einsamallur, og Zacharias hevur eisini verið fagnaður á ymiskan hátt, í 2011 kom portrettsending um hann í Kringvarpinum (Tá litirnir dansa) og í 2006 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Hansara vatnlitamyndir prýða føroyskar pengaseðlar. Eisini í Danmark hava tey heiðrað Zacharias, t.d. Ny Carlsbergfondet eins og hann hevur móttiki Henry Heerups Æreslegat. Tá hann fyllir runt sum í dag, verður hann fagnaður í donskum bløðum.
Sjálvt um eg í grundini fati Zacharias sum ein abstraktan koloristiskan málara, hevur hann hildið lutfalsliga fast í tí figurativa myndamálinum, har ikki minst landslagið hevur havt ein høvuðsleiklut, men ofta eru myndirnar hjá honum nógv meira abstraktar enn vit kanska gera okkum far um – eisini landslagsmyndirnar. Hetta kemst kanska av, at hansara máti at síggja okkara land, hevur havt so mikið grundleggjandi ávirkan, at vit halda Føroyar síggja út sum í hansara málningum. Soleiðis er ikki. Heilt so bjartlitt eru húsini ikki og skapini eru heldur ikki eins geometrisk, kubistisk ella flykrandi í veruleikanum. Í grundini eru myndirnar hjá Zachariasi Heinesen so mikið abstraktar, at tað í grundni er langt úti, tá fólk tosa um akkurát hvar í landinum, vit eru landafrøðiliga, tá tey standa og skoða eina av hansara litkompositiónum. Sjálvt um tað byrjar við figurativum, impressionistisku skitsum úti í náttúruni, so kunnu málningarnir heldur samanberast við frítt improviserandi jazztónleik enn við fosturlandssangir – tað heldur hann eisini sjálvur. Men so fast situr myndevnið av bygdini við havið í okkara huga frammanundan og tað er Zacharias Heinesen, ið hevur sett tað har. Tí er tað eisini gleðiligt, at listamaðurin ikki hevur lagt frá sær, sjálvt um hann av sonnum hevur uppiborið hvíld oman á laurberunum. Í staðin heldur hann fram við at mála oljumálningar og vatnlitamyndir, at gera grafisk verk í Steinprenti og at sýna fram. Síðstu árini hevur hann framsýnt í Gallarí Havnará á Mentanarnáttini og fer eisini at sýna fram har í ár. Fyri tveimum árum síðani imponeraði hann við einari stórari framsýning av nýggjum málningum, sum eisini tóktust merkiliga órutineraðir, sum um hann byrjar av nýggjum hvørja ferð hann málar ein málning. Teir tóktust í øllum førum ómetaliga frískligir, málningarnir, har teir hingu og glógvaðu og glitraðu við óteljandi litbrigdum. Eg rósti listamanninum fyri hansara einastandandi koloristiska sans - “Eg elski litir” segði hann og brosaði lukkuliga meðan hann við aðrari hondini nart varisliga við óslætta yvirflatan á einum málningi við nógvum marglittum kvadratiskum skapum. Eg kenni hansara myndaheim og veit, at myndevnisliga støðið á júst hesum málninginum er útsýnið úr stovuni hjá listamanninum uppi á Varða í Havn - eitt útsýni, sum saman við máliháttinum hjá Zachariasi Heinesen hevur dannað skúla hjá mongum, ið royna at gera honum kunstin eftir. Ljósið hevur alstóran týdning hjá einum koloristi og hjá Zachariasi er tað sum um tað júst hevur regnað og droparnir gera litirnar sevjumiklar og klárar. Tá føroysk list fyri nøkrum árum síðani var framsýnd í París var filmur gjørdur um listafólkini - tá spurdi eg Zachariast um hetta við ljósáhuganum mundi merkja, at hann málar minni um veturin. Hann hugsaði seg um, brosaði, legði hondina á bringina og helt seg hava uppmagasinerað ljós í hjartanum. Tað er kanska ein orsøk til, at ein sera hugtikin franskur ummælari mælti áskoðarum at stilla seg framman fyri hansara verkum fyri at meditera. Tó at ljósið hesi seinnu árini er vorðið alsamt gyltari, lýsir tað enn við ótamdari megi - takk fyri ljósið og hjartaliga til lukku, Zacharias.