Endaspurturin av valstríðnum er í gongd. Í eini roynd at seta mentamál á skrá í valstríðnum, havi eg spurt politisku flokkarnar um teirra listaligu og mentanarligu raðfestingar við sjey spurningum um list, sum tey skulu svara stutt og greitt. Svarini verða almannakunngjørd í teirri raðfylgju, eg havi fingið tey. Hesa ferð er tað Sirið Stenberg, sum svarar vegna Tjóðveldi.
1.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvat fær listin ítøkiliga burturúr?
Við Tjóðveldi í samgongu fara vit at halda fram við áhaldandi at styrkja og menna listaøkið við at gera íløgur í frælsa list og í mentan.
2.Nevn eina listauppliving, sum tú ikki kundi verið fyriuttan.
Nýggjárskonsertin hjá Symfoniorkestrinum var einastandandi, men tað eru eisini nógvar aðrar góðar listaupplivingar at taka fram t.d. Lykkenborg.
3.Nevn eitt listaslag, sum eftir tykkara tykki hevur serligan týdning.
Øll list er týdningarmikil, men skal eg velja, so er tað bókmentir og tónleikur.
4.Hvat heldur tín flokkur um, at føroysk list og mentan í vaksandi mun verður stuðlað av donskum grunnum, fyrimunir/vansar?
Ein fyrimunur kann vera, at meira list verður skapað, men um bindingar eru við, kann tað ávirka frælsu listina. Ein vansi kann vera, um tað ger, at vit sjálvi fara at halda aftur, tí peningur kemur uttaneftir. Ein annar vansi kann vera, um raðfestingarnar vera stýrdar uttaneftir og ikki koma úr okkara egna samfelag. Stuðul úr grunnum er ikki óvanligur á mentanarøkinum, men stuðul á útlendskum fíggjarlógum er ikki nøkur gongd leið. Vit skulu sjálvi raðfesta lista- og mentanarøkið høgt.
5.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvørja visión hava tit fyri mentanar- og listaøkið?
So fara vit framhaldandi at raðfesta mentan og list. Tað er neyðugt at styrkja Mentanargrunnin meira og at tryggja armslongd. Somuleiðis vilja vit raðfesta filmin, leiklistina og søvnini.
6. Nevn ítøkilig úrslit, sum tín flokkur hevur verið við at náa, ið er list og mentan at gagni.
Mentanarøkið hevur fingið sera stóra og tiltrongda raðfesting í samgonguskeiðnum. Tað fara vit at halda fram við. Vit hava raðfest føroyska málið og tilfar á føroyskum til børn. Vit hava fingið nýggja bókasavnslóg og Landsbókasavnið er nú Universitetsbókasavn. Filmurin er raðfestur og lagdur í armslongd í Mentanargrunnin. Listasavnið hevur fingið játtað 24 mió. til útbyggingina. Goymsla verður bygd til Tjóðsavnið. Bæði Tjóðsavnið og Listasavnið hava fingið játtan at reinsa og konservera myndir og lutir fyri. Føroya Symfoniorkestur er raðfest. Tónleikur sum heild er raðfestur, Aldubáran og Big Band, Tutl og Økistónar komnir á fíggjarlógina. Rundskriv um listprýði av almennum bygningum komið. KVF og privatu miðlarnir raðfestir. Tjóðpallurin hevur fingið hægri játtan og játtanin til yrkisleiklistina er hækkað. Fleiri privat søvn hava fingið stuðul. Eftirløn er løgd omaná listafólkalønirnar. Skjalasøvnini eru raðfest. Mentanarsøgulig skip hava fingið hægri játtan eins og UNESCO arbeiði.
7.Nevn tríggjar listaligar/mentanarligar verkætlanir, sum tit ætla tykkum at fremja í verki í komandi samgonguskeiði.
Raðfesta Musikkskúlan. Styrkja Mentanargrunnin. Gera eina ætlan fyri hvussu vit fáa føroyska list og mentan út í heim. Vit hava ómetaliga stórt ríkidømi, sum vit heilt víst eisini kunnu bjóða heiminum, og soleiðis eisini geva okkara lista- og mentafólkum ein størri altjóða pall at virka á.