Nú tilnevningarnar til Reumert-virðislønina, sum verður latin bestu leiklistavrikum í Danmark – vóru almannakunngjørdar, var ein føroyskur leikari millum tey trý tilnevndu. Tað er Durita Dahl Andreasen, sum er tilnevnd fyri høvuðsleiklutin í leikinum Den Fremmede eftir Albert Camus, sum Teatret Møllen setti upp. Tann leikin havi eg tíverri ikki sæð, men havi upplivað Duritu á pall fleiri ferð m.a. í framúrskarandi uppsetingini av leikinum Lortið í Norðurlandahúsinum, sum var ummæltur á Listaportalinum (sí niðast) – Reumert-virðislønirnar verða handaðar 7.juni, vit heppa og fegnast um tilnevningina, sum í sær sjálvum er eitt bragd! Hini tilnevndu í høvuðsleikarakategoriini eru Maria Rossing og Thorbjørn Hedegaard. Til lukku øll trý við tilnevningini.