Vit vóru ein heil lítil listadelegatión, sum fyrradagin bóðu æviga andvekursbýnum farvæl, hesum tivandi beistinum av einum stórbýi, ið ongantíð svevur, men kortini tykist nokk so friðarligur ein sunnumorgun í apríl. Til New York vóru vit boðin at verða við á eini vesturnorðurlendskari listaframsýning í Scandinavia House, sum liggur á Park Avenue á Manhattan - eg kurateraði framsýning har við føroyskari list í 2024, ið nevndist Fog Swept Cargo.
Føroysku listafólkini hesa ferð eru Rannva Kunoy, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen – undirritaða og tey bæði síðstnevndu vóru í New York, har listafólkini skaptu síni verk á staðnum í framsýningarhølinum í Scandinavia House. Tað var imponerandi at uppliva. Jóhan Martin Christiansen gjørdi eina standmynd av tí slagnum, sum vit hava upplivað á framsýningum sum Lonely Hearts, Samrøður um Mjørka o.a. Tað er eitt skapilsi úr jarni og gipsi, sum verður boygt, brotið og viðgjørt til ein struktur, ið kann snúgva seg um nógv ymiskt, men sum myndar eitt egið rúm av skapan og oyðilegging, av upp- og afturlating. Meðan Jóhan Martin arbeiddi við gipsi á gólvinum, stóð Hansina høgt uppi í einum stiga og málaði. Eisini hon hevur mentalt fyrireikað seg í mánaðar uppá at mála á veggin í Scandinavia House og eg eygleiddi, tá hon við penslinum legði fyri við einum longum, smølum, gulum stroki, ið onkursvegna tóktist vera í samljóði við tey mjáu høghúsini á Manhattan, sum uttan fyri vindeygað strektu seg upp í ský. Tó at akrylmálingin ikki er tann sama, sum Hansina plagar at brúka og veggurin føldist sera turrur at mála á, myndaðist kortini skjótt eitt orkumikið listaverk á vegginum, sum í framsýningarheildini gjørdist ein vónrík byrjan. Eisini amerikanska listakvinnan, Camille Norment, sum býr í Oslo, gjørdi sítt verk á staðnum. Listafólkini arbeiddu miðvíst ímeðan fólk rokast aftur og fram í hølunum, tosa um el-installatiónir osfr. Tað var so flott at síggja og fylgja við hvussu verkini mentust inntil tey vóru liðug. Framsýningin læt alment upp 18.apríl, men longu dagin fyri var rundvísing og VIP móttøka umframt pallborðskjak við kuratorunum. Høvuðskurator er Emily Stoddart, leiðari fyri framsýningum í Scandinavia House, við stuðuli frá trimum ráðgevum: Karin Hellandsjø (Noreg), Kinna Poulsen (Føroyar) og Pari Stave (Ísland). Eisini upplatingardagin var ein heil skrá, sum umframt sjálva framsýningina fevndi um sýning av filminum The Green Land hjá Inuk Silis Høegh, framløgu av bókini At Eye Level On 21st Century Contemporary Art in the Faroe Islands og pallborðskjak um bókina og um føroyska list við Emily Stoddart, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen og undirritaðu. Stórur áhugi var og fleiri áhugaverdir spurningar vórðu spurdir um listaverkini m.a.
Framsýningin er partur av 25 ára jubileum hjá Scandinavia House, sum ynskti, at nøkur listafólk skuldu hava framsýnt í húsinum áður meðan onnur skuldu vera nýggj har. Framsýningin, sum hevur heiti frá eini útgávu hjá íslendska yrkjaranum Sigurði Pálsson; Inside Voices, Outside Light: Perspectives on West Nordic Art – fevnir um verk hjá tilsamans 21 listafólkum/bólkum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Noreg: Morten Andenæs (NO), The Arctic Creatures (IC), Per Barclay (NO), Ask Bjørlo (NO), Jóhan Martin Christiansen (FO), Helgi Þorgils Friðjónsson (IC), Inuk Silis Høegh (GL), Hansina Iversen (FO), Rannva Kunoy (FO), Nils Erichsen Martin (NO), Trine Lise Nedreaas (NO), Camille Norment (NO), Lisbeth Karline Poulsen (GL), Ragna Róbertsdóttir (IC), Agnieszka Sosnowska (IC), Inuuteq Storch (GL), Silja Strøm (FO), Steina og Woody Vasulka (IC), og Jens Dam Ziska (FO). Eitt katalog er komið út um framsýningina við tekstum og myndum. ASF (American Scandinavian Foundation) hevur skipað fyri framsýningini í Scandinavia House undir leiðslu av Emily Stoddart við stuðli frá Monika and Charles Heimbold Fund for Exhibitions and Programs. Harumframt er stuðul veittur frá Barbro Osher Pro Suecia Foundation og Norsku Sendistovuni í New York. Stuðul er eisini veittur frá fylgjandi ASF-grunnum: The Bonnier Family Fund for Contemporary Art, The F. Donald Kenney Fund for Visual Arts, og The Kronquist Mesaros Memorial Endowment Fund. Føroysku luttakararnir eru stuðlaðir av Listaflog, Mentanargrunninum og Statens Kunstfond. Framsýningin heldur fram til 20.juni og hevur higartil verið umrødd á Arctic Today, Artforum, ArtRabbit, City Guide New York og AllArts eins og møgulig ummæli eru í væntu. Her eru nakrar myndir frá framsýning og prátum – Maria Melin og Suman Tripathy tóku myndir og onkrar tók undirritaða sjálv.
Kinna Poulsen