Í dag, altjóða kvinnustríðsdagin 8.mars klokkan tvey letur upp forvitnislig framsýning hjá Vígdis Petersen á Seglloftinum á Tvøroyri. Vígdis hevur arbeitt rættiliga breitt við tekning, málarí, skulptur og installatión við readymade tilfari og við keramiskum figurum, sum ofta hava verið lutfalsliga smáir í vavi. Tað var verkið, sum eg seti mynd av niðanfyri, ikki - tað minimalistiskt inspireraða monumentala verkið Kvæðabrot frá 1999, sum var eitt høvuðsverk á framsýningini við føroyskari list á Den Frie tað árið.
Kinna Poulsen