Páskaferia og høgtíð í hondum. Brún sós í langar banar, gular gardinur, friðsæla og takksemi og sum um tað ikki var nóg mikið, so er klassiskt tónlistastórverk á skrá um páskirnar nú Havnarkórið uppførir Messu í f-moll eftir Anton Bruckner. Tað verður Skírishósdag kl. 16.00 í Varpinum, Klaksvík. Langafríggjadag kl. 17.00 í Vesturkirkjuni. Dirigentur er Leif Hansen, konsertmeistari Atli Ellendersen. Framførslan í kirkjuni er ókeypis, men tað er gott at hava nakrar seðlar uppiá sær at leggja í kórbússuna, tí slíkar verkætlanir eru dýrar. Aftur hesa ferð hava fyrireikararnir gjørt nógv burturúr og prentað konsertskrá - hesa ferð við einari mynd hjá Hansinu Iversen og einum teksti hjá mær um hesa myndina:
Kanska er tað meira munur enn líkheit, sum kemur tær til hugs, um tú samanber stóru messuna hjá Anton Bruckner frá 1868 við lítla steinprentið hjá Hansinu Iversen frá 2021, sum er endurgivið á konsertskránni. Men hetta er væl at merkja bara so leingi sum tú enn ikki hevur tendrað móttakaran í heilanum, sum í mynstrum av litum og tónum støðugt kennir aftur, finnur samanhangir og knýtir hugasambond millum ótálmaðar kenslur og listarligt tamarhald. Prentmyndin er at síggja til lutfalsliga myrk og tung við hópin av skapum og litum, ið tykjast pressað niður í tað avmarkaða og kompakta myndarúmið, har tey eru við at spreingja myndaflatan. Dimmbrún skap daga undan bæði ovarlaga og niðarlaga í kompositiónini, ið er er sett saman av fleirlittum formum og strokum, sum í skiftum leggja seg inn undir og út yvir onnur litløg. Fótafarið av penslastrokum setir ferð á – tað er eins og alt møguligt gongur fyri seg aftanfyri í myndarúminum, ið tó verður stabiliserað av einum stórum avlongum skapi, sum úr erva strekkir seg niður yvir myndina og býtir hana í tríggjar lodrættar høvuðsformar. Myndin er abstrakt og tríbýtti bygnaðurin kann fevna um eina og hvørja søgu, sum hevur eina byrjan, eina miðju og ein enda, men trítalið hevur eyðvitað serligan týdning innan kristindómin við tríeindini, teimum trimum krossunum á Golgata, Jesu uppreisn á triðja degi osfr. Í myndini hjá Hansinu eru søgurnar ikki ítøkiligar, men dramaið er tað sama; kompleksi monumentaliteturin og bygnaðurin, sum smalkar uppeftir eins og leitar myndin til himmals. Tá tú hevur hugt eina løtu og eyguni hava vant seg við monumentala myrkrið í myndini, varnast tú hvussu litrík hon er og hvussu violetta heildin fær sublimt aftursvar frá einum darrandi gulum tóna.
Kinna Poulsen