Í komandi viku skulu vit tvær ferðir útinna okkara fólkaræðisliga rætt og velja okkum politisk umboð fyrst á fólkating og síðani løgting. Fáir dagar eru eftir av valstríðnum og enn hava vit næstan einki hoyrt um tað týdningarmesta, tað, sum definerar okkum; mentan og list. Í eini roynd at seta mentamál á skrá í valstríðnum, havi eg spurt politisku flokkarnar um teirra listaligu og mentanarligu raðfestingar við sjey spurningum um list, sum tey skulu svara stutt og greitt. Svarini verða almannakunngjørd í teirri raðfylgju, sum eg havi fingið tey og vit byrja við Karlot Hergeirsson, sum svarar vegna Framsókn.
1.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvat fær listin ítøkiliga burturúr?
Serliga films og tónleika-listin átti at fingið hægri raðfesting, tí um rætt verður borið at, so kunna hesar listagreinar geva eitt munandi íkast til búskapin.
2.Nevn eina listauppliving, sum tú ikki kundi verið fyriuttan.
Sjónleik
3.Nevn eitt listaslag, sum eftir tykkara tykki hevur serligan týdning.
Aftur sjónleikur. Hann er ikki bara ein listauppliving, sum ein ikki kann verða fyri uttan, men hann gevur eisini stóran sosialan kapital
4.Hvat heldur tín flokkur um, at føroysk list og mentan í vaksandi mun verður stuðlað av donskum grunnum, fyrimunir/vansar?
Men skal vera varin at pengarnir ikki ávirka listina ein ávísa veg. Listin eigur at hava sítt egna “persónliga” frælsi. Hetta er bæði um pengarnir er føroyskir ella útlendskir
5.Um tín flokkur sleppur í samgongu, hvørja visión hava tit fyri mentanar- og listaøkið?
Vísi til svar nr. 1. Vit hava ikki ein ótømandi landskassanum p.t., tí muga vit brúka teir pengar sum vit stuðla við klókt. Men gera vit tað, og tað gevur eitt íkast til búskapin, so vil tað, alt annað líka, blíva meira til hinar listagreinarnar í síðsta enda eisini.
6. Nevn ítøkilig úrslit, sum tín flokkur hevur verið við at náa, ið er list og mentan at gagni.
LM-095/2022: Betra afturberingarmøguleikarnar munandi hjá filmsvinnuni í Føroyum.
LM-064/2025: Verklagslóg at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya
7.Nevn tríggjar listaligar/mentanarligar verkætlanir, sum tit ætla tykkum at fremja í verki í komandi samgonguskeiði.
Ringt at svara uppá, tí vit kenna ikki hvørjar verkætlanir liggja í framtíðini, men havi huga at venda aftur til tað sum eg byrjaði við, um tónleikurin, sjónleikurin og filmur verður stuðlaður rætt, so kann hetta, ikki bara geva “andaliga” vinning, men eisini cool cash til land og fólk.