Til ungdómin

Foto Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Í innbjóðingini frá Tjóðpallinum stóð viðmerkt, at tað ikki var verri um mann hevði onkran ungan persón við sær til leikin. Tað hevði eg og rætt var, at sjálvt um tað ber til hjá øllum ungum sum gomlum (yvir 15 ár) at síggja leikin, Skeivur, sum í løtuni verður framførdur í dansistaðnum Luux, so er talan um ein ungdómsleik, sum á tremur av góðari og kenslubornari ungari orku fyrst og fremst talar til ungdómin ikki áminnandi sum í fantastisku friðaryrkingini hjá Nordahl Grieg, men á ungdómsins egna máli við einum innara sjónarhorni.

Leikurin Skeivur snýr seg um nøkur vinfólk, sum hittast í náttarlívinum og er ein roynd at viðgera ymiskar tættir av ungdómslívi so fordómsfrítt og opið sum gjørligt. Talan er um sonevnda devising mannagongd – tað er ein kollektiv skapandi tilgongd, har leikararnir sjálvir eru við til at mynda søguna. Hetta merkir sambært fyrireikarunum, at evnini, støðurnar og kenslurnar í leikinum spretta beinleiðis úr lívinum, upplivingunum og veruleikanum hjá teimum ungu sjálvum. Hetta hevur við sær ein serligan autentisitet, sum hevur fingið fleiri at rósa leikinum fyri at vera óvanliga ókeðiligur (!) Satt er tað, at hesin leikur er óvanliga dynamiskur bæði fyri leikarar og áskoðarar. Vit sleppa ikki sum vant at sessast afturi á áskoðaraplássinum í tryggari frástøðu frá tí dramatiska, sum hendir á pallinum, men eru við á dansigólvinum og øðrum útsettum støðum – tað er ein sonn royndarstund hjá onkrum áskoðara, meðan onnur fegin spæla við og hoppa út á dansigólvið.

Hugtakið at vera skeivur kann sipa til ávirkan av rúsevnum, serliga hassji, men á norskum merkir orðið nøkulunda tað sama sum kvir/queer og fevnir sostatt um LGBT+ evni. - Av tí, at leikstjórin er norskur, so hugsaði eg, at okkurt møguliga fór at benda tann vegin. Og jú, leikurin breiður skeivleikan út, so at hann fevnir um fleiri mátar, vit kunnu kenna okkum uttanfyri. Tað er eitt æviga aktuelt evni, sum ikki fer úr gildi so leingi sum ungdómur er til. At vera ungur; hetta spennandi og strævna tíðarskeið, tá tú enn ert í onkrari byggifasu, ikki barn, men heldur ikki ordiliga vaksin, tú flýtur í millum onkrastaðni, har skapið av tínum persóni enn ikki er nóg definerað til at mynda tað fótafar, sum verður títt pláss á tilverunnar stóru madrass. Eksistentielt illhirsni kemur jú mangan fyri, tá tað snýr seg um ungdóm og vit hava áður í ungdómssøguhøpi upplivað veruleikaflýggjan, rúsevnir, hóptrýst, kynsligan ágang og óviðurkendan samkyndleika, men eg minnist meg ikki at hava upplivað kristnan samleika lýstan sum ein møguligan skeivan ella subversivan samleika í føroyskum høpi  – heldur tvørturímóti. Men jú, alt valdast sjálvandi hvørjum umhvørvi tú ert í. Tað er í hvussu er frískligt at uppliva eina roynd at rúma ymiskleikunum. Sjálvt um endin á leikinum tykist eitt sindur veruleikafjarur, er glottin tiltrongdur ikki minst hjá okkara ungdómi, sum vaksur upp í einum heimi, ið tó at hann er fullur av møguleikum einamest er merktur av ófrælsi, krøvum fyri ikki at tala um øll heimsmálini, sum jú liggja og bíða eftir at verða loyst.

Devising er sum nevnt ein kollektivur arbeiðsháttur, sum í hesum føri er stýrdur og skipaður av royndum leiklistafólki á Tjóðpalli Føroya eins og scenografi, búnar, ljós, ljós osfr er í Tjóðpallsregi. Fleiri leikir bæði har og aðrastaðni hava seinastu árini tikið støði í teimum ungu og tað er tiltrongt. Eg vænti, at ein leikur sum Skeivur kann vekja áhuga fyri leiklist bæði millum ungar leikarar og áskoðarar og tað er í sjálvum sær framúr - vónandi fer tað eisini at dryppa á deknin eisini útbúgvingarliga. Uttan at avdúka ov nógv – tí hetta er ein leikur, sum skal sleppa at taka áskoðaran á bóli - kann eg stutt tríva í søgugongdina, har vit hitta nakrar ungar persónar; ið verða leiktir av Mariusi Dam Christophersen, Haraldi Egholm, Lív Bruun Müller, Kelvin Origen Mathayo og Óluvu Heidiardóttir Tvørfoss – fleiri av teimum ungu havi eg ikki sæð á leikpalli áður og tað er sum heild merkisvert avrik av leikum og lærdum ikki minst Marius Dam Christophersen, sum debuterar í einum stórum leikluti. Hann spælir Mark, hvørs uppvøkstur hevur verið merktur av harðskapi og vantandi umsorgan. Hann hevur ilt við at stýra sær og sínum kenslum og hevur tí tikið eina stóra avgerð um at stinga í sekkin, fara til Danmarkar fyri at melda seg í herin. Byrjanin uppá lívsbroytingina skal henda longu hetta kvøldið í býnum, tá Mark ætlar at halda seg edrúan, men hetta vísir seg at vera ein stór avbjóðing. Hesin leikluturin er avbjóðandi og sum heild trúgva vit uppá ólukkuliga unga menniskjað, sum ikki megnar at liva harmoniskt og ærligt, kanska tí hann, sum vinmaðurin seinni nevnir í eini bøn, hevur manglað kærleika. Onkra løtu ivist eg eitt sindur kanska av tí, at leikarin frammanundan hevur eitt slag av pall-persona sum Marius DC; ein dugnaligur og framligur rappsangari/framleiðari, hvørs tekstir eru lutfalsliga outspoken, men mann tekur hjartaliga synd í honum ikki minst tá teir somu vinirnir, sum vildu hava hann at drekka, seinni finnast at honum fyri óhóskandi atburð. Í leikinum verða eisini søgurnar hjá vinfólkunum sagdar, so at mann uppá skift flennur og tekur synd í teimum - eisini í vaksna, fulla manninum, sum er vilstur inn í Luux (nú konan var farin til ost- og vínhugna saman við bindiklubbavinkonunum) – hann verður mikið andstyggiliga portretteraður av Hjálmari Dam, sum kortini móti endanum megnar at venda óhugna og speisemi til okkurt slag av menniskjaleika í einari alt ov lítlari XXXL t-shirt.

Eri ein av teimum, sum so ógvuliga væl dámar bæði siðbundnan og slóðbrótandi, væl skrivaðan sjónleik við skaldsligari dýpd, men eg skilji væl tey, sum halda, at leikurin Skeivur er ókeðiligur. Fyri meg var syrudansitrippið so drúgvt, at leikurin misti sítt frásagnarliga flog, men tað helt sonurin, mín ungi med-áskoðari yvirhøvur ikki, so hvør veit, kanska skuldi mann verið farin uppá gólv, tá mann var boðin.

Kinna Poulsen  

HANDRIT

Even Torgan saman við leikarum

 

LEIKSTJÓRI

Even Torgan

 

LEIKARAR

Harald Egholm

Hjálmar Dam

Kelvin Origen Mathayo

Lív Bruun Muller

Marius Dam Christophersen

Óluva Heidiardóttir Tvørfoss

 

DRAMATURGUR

Barbara Hentze í Stórustovu

 

PALLSNIÐGEVI

Sámal Blak

 

BÚNASNIÐGEVI

Anna Kristin Bæk

 

LJÓÐSNIÐGEVI

Heðin Ziska Davidsen

 

LJÓSSNIÐGEVI

Villiam Soo Joensen

 

HÁR OG SMYRSL

Julia Jacobsen

 

PALLSMÍÐ

Símun Pauli Hansen

David Geyti

Birgir Djurhuus

 

LJÓS OG LJÓÐ UNDIR SÝNING

Tórálvur Tórgarð

Ása Helena Brynjarsdóttir

 

DURAVØRÐUR

Rókur Olsen

 

”FRONT OF HOUSE”

Sanna Bæk Hoydal

Elisabeth á Mýrini

Kjarta Olsen

 

FRAMLEIÐARI

Anny Leo Thorsen

 

MYNDIR

Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

VIDEO OG PLAKAT

Heiðrik á Heygum

 

PR

Allan Dalsgarð

Bogi Johansen

Barbara Hentze í Stórustovu

 

TAKK

Luux

Jákup Skovsgård Thøgersen

Lise-Lotte Vindelbo

Havnar sjónleikarfelag

Reyði krossur

Jógvan Weihe

Skálkur

Hjalti í Dali

Alda Helmsdal Benjaminsdóttir

Regin Bláhamar

Kári og Marjun Bæk

Dugni

Margarinfabrikkin

Føroya Bjór

Skúlin á Fløtum

Niels L. Arge

Fótbúni

Sverri Eriksen

Ronnie Poulsen

Havnar Dartfelag

Dartshop.fo

Deko & Print

Rógvi Helmsdal

Rógvi Joensen

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré