Nær: Mikudag, 25.mars kl.17.00
Hvar: Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14
Í Føroyum er list ein virkin partur av samfelagnum – Hon ávirkar,
hvussu vit hugsa, kenna og virka – og hevur beinleiðis týdning fyri trivnað, sálarheilsu og kensluna av at hoyra til.
Men list er eisini ein demokratisk kraft.
Hon gevur pláss til fleiri røddir, skapar rúm fyri ósemju og nýggjum sjónarhornum, og styrkir okkara evni at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt. Eitt livandi fólkaræði krevur eitt livandi listarligt rúm. Á hesum pallborðsfundi verður listin sett á breddan, har valevni frá øllum flokkunum koma siga frá teirra hugsanum um tað listarliga øki.
Orðstýrari verður Barbara Holm.
Tiltakið er alment og ókeypis
Møtið fjølment