Inger Smærup Sørensen á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum
/Tá hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum, var Inger Smærup Sørensen í fleiri ár partur av toyminum, sum skipaði fyri bókmentafestivalinum Bókadagar. Í ár verður hon við í øðrum leikluti. Hon vitjar Bókadagar sum rithøvudur og fyri at leggja fram sína fyrstu skaldsøgu, Dødsbo, sum er róst til skýggja av ummælarum. Hetta verður 16. novembur, kl 17.
Nógv munnu minnast Inger frá tíðini, hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum sum ein av fyriskiparunum av ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, m.a. summarframsýningum og tiltøkum sum Bókadagar. Tá setan hennara gekk út í 2023 eftir 8 ár í starvi, flutti Inger aftur til Keypmannahavnar, har hon skrivaði Dødsbo. Skaldsøgan, sum er hennara fyrsta, hevur vakt stóran ans og fingið sera góð ummæli.
Nej, Inger er ikki ókend í Føroyum. Í árunum 2010 til 2014 hevði hon listabloggin, Listin, saman við Kinnu Poulsen. Eisini seta vit navn hennara í samband við nógvar greinar, tekstir til skráir og bøkur um list. Dødsbo er tó hennara fyrsta skaldskaparroynd - og hon royndist serstakliga væl. Ummælarar hava borið hana saman við so viðurkendar rithøvundar sum Helle Helle úr Danmark og Auður Ava Ólafsdóttir úr Íslandi, og í september var Inger heiðrað við Munch-Christensen virðislønini fyri skaldsøguna.
Dødsbo snýr seg um eina konu, sum velur at taka seg úr skundmikla býarlívinum; hon sigur starvið frá sær og flytir út á bygd í eitt gamalt deyðsbúgv. Har eru lutir og innbúgv eftir fyrrverandi eigaran, Elly, sum nú gerast hennara. Í hesum nýggja umhvørvinum og nýggja lívsstílinum - við burðardygd og náttúruni í miðdepli - skal hon fóta sær. Skaldsøgan spælir við temu sum umhvørvisskaldskap og at gera upp við seg sjálva, eins og skaldsøgan spyr, hvussu vit kunnu liva eitt innihaldsríkt lív í einari tíð, sum er so merkt av veðurlagsbroytingum.
16. novembur kl. 17 kunnu vitjandi á Bókadøgum hoyra Inger Smærup Sørensen greiða frá Dødsbo, um hvørt umhvørvisskaldskapur er viðkomandi, og ferð hennara frá at miðla list til at gerast rithøvundur. Hetta verður serstakt høvi at hoyra áhugaverdu nýggju røddina í norðurlendskum bókmentum. Tiltakið er ókeypis.
Bókadagar vera í Norðurlandahúsinum 16. - 17. novembur. Leygardagin eru tiltøk til bæði vaksin og børn. Sunnudagurin er serliga ætlaður barnafamiljum.
SPREK - vernissage hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti
/Í gjár fríggjadagin 25.oktober læt framsýningin Sprek upp og fitt av fólki høvdu leitað sær í Steinprent at síggja seinastu avrikini hjá Hanna Bjartalíð. Hanni Bjartalíð var mikukvøldið heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins í Varpinum í heimbýnum Klaksvík. Framsýningin í Steinprenti hevur avkláraðan dám og er væl disponerað - tað er starvsfelagi og vinkona Hanna; Hansina Iversen, sum hevur disponerað og tað er kanska ein orsøk til, at tú varnast koloristiska vakurleikan í verkunum. Framsýningarheitið Sprek er demonstrativt óhátíðarligt og leggur dent á høvuðstilfarið hjá Hanna Bjartalíð, sum er træsprekið og kortini eru verkini á hesari framsýningini eitt sindur størri í vavi enn vant við størri træpettum, sum eru virkað til á ymiskan hátt við stórum eymleika. Fotomyndir fanga als ikki allar detaljurnar á teimum fjølbroyttu flatunum í verkunum og tí kann viðmælast øllum at fara í Steinprent at hyggja. Tó at fløskur, lutir, blómur og gróður prýða fleiri av verkunum, er hetta ikki dekorativ list sum so. Her er okkurt meira í organiska viðinum og teimum livandi flatunum. Blómurnar minna um livað lív men eisini um tað øvugta. Relieffini eru figurativ og ítøkilig og tykjast kortini abstrakt, kveikt av sál og lívi og einum serligum inniligleika, ið fær meg at hugsa um lívstakksamar sálmar - eg haldi við gløggskygdu vinkonuni, sum á ferniseringini segði, at hon av verkunum kom í tankar um træmillumgerðina í gomlum føroyskum kirkjum. Eitt grátt relieff við einari gulbrúnari sofu er løtt av sama poetiska tómleika, somu ósøgdu søgum sum í málningunum hjá Steffani Danielsen og hetta sama hendir í fleiri verkum; ein fuglur situr á tekjuni meðan gyllta rúmið undir honum er tómt. Alt fyri eitt birtir verkið í søgur og ímyndir, sum kykna millum fuglin og tómrúmið, sum tá alt kemur til alt kanska ikki er tómt, men partur av sjálvum bygnaðinum, av skulpturella framburðinum á verkinum. Far og hygg í Steinprenti - har er opið í dag, leygardag til klokkan fýra. Sunnudag er stongt og mánadag - fríggjadag er opið millum 9 og 17. Her eru nakrar myndir frá upplatingardegnum.
Kinna Poulsen
Hanni Bjartalíð í Steinprenti
/Í morgin, fríggjadagin 25.oktober klokkan 16 letur framsýning upp í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð. Mann kann ikki siga annað enn at tað gongur væl hjá Hanna, sum í fjør var ein av trimum, ið fekk listafólkaløn játtaða. Í gjár fekk Hanni Bjartalíð Mentanarvirðisløn landsins. At Hanni fekk hesa størstu almennu viðurkenningina er fullkomiliga spot on! Fá hava uppiborið virðislønina meira enn listamaðurin úr Klaksvík, ið býr og arbeiðir í Finnlandi og livir og andar fyri síni list - hann ger eisini viðkomandi listaverk, tá hann heldur feriu! Hann fær ikki ordiliga latið vera. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd, raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella taka tilveruna í djúpasta álvara, endar áðrenn vit ætla.
Kinna Poulsen
Hanni Bjartalíð fekk Mentanarvirðisløn landsins 2024
/Í kvøld vóru Mentanarvirðislønirnar handaðar á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík. Tað er gleðiligt, at Sirið Stenberg valdi at geva einum ungum listafólki, Beini Bergsson virðislønina á 50.000 krónur og ikki minni gott, at Heiðursgáva Landsins á 75.000 varð latin einum týdningarmiklum yrkingatýðara og bókmentaligari sendikvinnu, Randi Ward.
At Hanni Bjartalíð fekk Mentanarvirðisløn Landsins er fullkomiliga spot on! Fá hava uppiborið virðislønina meira enn listamaðurin úr Klaksvík, ið býr og arbeiðir í Finnlandi og livir og andar fyri síni list - hann ger eisini viðkomandi listaverk, tá hann heldur feriu! Hann fær ikki ordiliga latið vera. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella eru hátíðarlig, endar áðrenn vit ætla.
Hjartaliga til lukku, Randi, Beinir og Hanni.
Kinna Poulsen
Hvíl í friði Jon
/Á myndini her omanfyri brosar ein sjáldsama fittur maður, ið mong føroysk kórfólk munu kenna sum frágera dugnaligan kór- og sanglærara. Síðan 2018 hevur Jon Hollesen hjálpt Havnarkórinum við at trimma kórpartin í ymiskum stórverkum hjá Schubert, Bach, Mendelsohn osfr, sum kórið hevur framført, men langt áðrenn tað kom Jon í samband við sangarar í føroyska kórumhvørvinum. Myndina tók eg í vár eitt sjáldsama hugnaligt og stuttligt kvøld í einum sjáldsama hugnaligum og stuttligum húsum í Havn. Nú heystið er komið, er maðurin á myndini, Jon Hollesen ikki longur okkara millum. Jon doyði sunnukvøldið á røktarstovninum hjá Diakonissestiftelsená Frederiksberg har hann hevur búð síðstu seks vikurnar. Fríggjakvøldið untist mær at vitja Jon, sum tá hevði ligið lágt leingi. Allíkavæl - og hetta er eitt lyndi, ið var ógvuliga eyðkent fyri Jon - strammaði hann seg upp, tá hann bara eyga við meg, brosaði og segði: “En overraskelse. Fra Færøerne!”. Eg játtaði og segði, at eg bar við mær inniligar heilsanir frá øllum hansara góðu føroysku kórvinum. Hann takkaði og bað meg heilsa øllum aftur og biðja tey halda fram við at syngja. Henda stutta løta saman við Jon var full av kærleika, takksemi og av styrki, men hann var troyttur og eg segði við hann, at nú skuldi hann ikki vera sterkur meira. Soleiðis var hann. Ómak til tað síðsta. Vit søgdu farvæl og avtalaðu at halda eina ordans veitslu, tá vit síggjast aftur við nógvum og góðum sangi. Eg fari ikki at gloyma Jon. Við inniligum takksemi fyri hetta serliga fitta, gløgga og musikalska menniskjað endurgevi eg her minningarorðini frá tveimum av hansara vinkonum, Thit og Mette, ið vóru partar av einum toymi, sum passaði væl uppá Jon hansara síðstu tíð, so at hann ongantíð var einsamallur.
Minningarorð um Jon:
Jon Hollesen 20.03.1967 – 16.10.2024
Jon Hollesen var et fantastisk menneske!
Jon blev født i Sønderjylland og havde det meste af sin opvækst i Haderslev. Han uddannede sig i Aarhus og flyttede senere til København, hvor han boede det meste af sit voksne liv.
Jon efterlader sig tre elskede børn, to skønne mødre, to elskede søskende, en række nære familiemedlemmer, et hav af meget nære venner, og alle deres børn og familier.
De fleste mennesker er noget for nogen, men ikke mange mennesker er noget for så mange som Jon var. Som tenorsanger, sanglærer og dirigent underviste og dirigerede han igennem sit liv tusindvis af mennesker.
Jon var uddannet cand.mag. i musikvidenskab og dramaturgi fra Aarhus Universitet, samt sangpædagog fra Det Kgl. Danske Musikkonservatorium og herudover tog han en lang række efteruddannelseskurser.
Jons sønderjyske baggrund, hans uddannelse og stærke faglighed, hans åbenlyse begavelse, hans ekstraordinært gode humor og super stærke energi, gjorde ham til en afsindig dygtig sanglærer og dirigent og også en utrolig dejlig, sjov og elskelig ven og familiemedlem.
Jon fik folk til at rette sig op og gøre sig umage, både når det gjaldt sangen og selve livet. Jon gik aldrig på kompromis med kvaliteten, og det resulterede i fantastisk dygtige kor f.eks. Panumkoret, som han dirigerede i mere end 20 år, højskoleelever, som sang så forældrene græd, medarbejdergrupper, som sang sig til nye og bedre fællesskaber, sangelever og herunder også professionelle sangere, som fik løftet niveauet gevaldigt, teatergæster på Nørrebro Teater, som sang fyraftenssang og børn som blev fyldt med musikglæde, og som spillede og sang for at gøre Jon glad. De fik alle personlig og oprigtig opmærksomhed. Jon holdt af dem alle, og selv dem, som tvivlede på at de kunne, endte med at synge højt og længe, imens de smilede eller græd, for hos Jon var alle følelser velkomne, og det gjorde både musikken og menneskerne godt.
Klassisk, pop, gospel, jazz, afrikansk og alt mulig andet. Jon elskede al slags musik, og det var en fornøjelse, når man deltog i hans undervisning over mange år, for han leverede et evigt fornyet og alsidigt repertoire.
Jon var selvstændig sanglærer i mange år og underviste privatpersoner, virksomheder, offentlige institutioner og organisationer. Tidligere var han bl.a. ansat som musiklærer på Gerlev Idrætshøjskole i 4 år. Det var en periode i hans arbejdsliv, som betød rigtig meget for ham, og han er siden løbende kommet tilbage til højskolen for at undervise kursister og elever og også denne sommer, hvor Jon på trods af svær sygdom, satte sang til sit sidste højskolekursus.
For Jon var almen- og musisk dannelse afgørende for vores fællesskaber, og han lykkedes på sin helt egen underholdende, men også dybt ambitiøse måde med at fange de fleste og også efterlade et dybt indtryk, som vi aldrig glemmer.
Jon Hollesen far til tre, vores ven, vores familiemedlem, vores sanger, vores dirigent. Du er her ikke mere, og ved din død mistede vi noget af det kæreste, vi har.
Jon er nu i gang med at dele englene op i sopraner, alter og basser og hvis I lukker øjnene og lytter godt efter, kan I høre ham;
”Brystet frem, hagen ind, noderne op - Kom så synger vi!”
Jon Hollesen er død, men han er ikke gået bort, han er taget videre.
Altid elsket, aldrig glemt!
Ære være hans minde.
Kærligst på familie og venners vegne
Mette Wolf, livslang ven og direktør på Folketeatret og Thit Aaris-Høeg, livslang ven og bestyrelsesformand på Gerlev Idrætshøjskole
Jons bisættelse finder sted fredag den 25. oktober kl. 14.30 i Vor Frue Kirke i København. Efter bisættelsen vil der være sammenkomst på Folketeatret. Har du en højskolesangbog, så medbring den meget gerne. I stedet for købte blomster og kranse ønskede Jon sig blomster og årstidens grene fra jeres egne haver. Læg meget gerne et kort og et minde om Jon ved, så børnene om føje år kan mindes deres far ved at læse dem. I stedet for at give penge til buket eller krans, så giv et bidrag til Læger uden grænser. Det ville være i Jons ånd. I kan donere til Læger uden grænser via dette link: https://indsamling.msf.dk/fundraisers/jon-hollesen
Bókadagar í Norðurlandahúsinum 15.-17.november
/Jon Fosse úr Noregi, Inger Smærup Sørensen úr Danmark, Rán Flygenring úr Íslandi og Høgni Mohr úr Føroyum. Hesi eru millum rithøvundarnar, sum verða á skrá, tá ársins bókmentafestivalur, Bókadagar, fer av bakkastokki 16. - 17. novembur í Norðurlandahúsinum. Skráin til Bókadagar er júst kunngjørd.
Aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um eitt vikuskifti við bókmentum. Omanfyri 20 tiltøk eru á skránni, sum er ætlað bæði børnum og vaksnum. Rithøvundasamrøður, verkstovur, yrkingaupplestur, barnafilmar, kjak, søgusiging, bókasøla, teknistova og nógv annað.
M.a. fer Høgni Mohr at vitja festivalin og greiða frá um autofiktión, Marjun Syderbø Kjelnæs fer at tosa um nýggju skaldsøguna, Marta, Marta. Inger Smærup Sørensen, sum er aktuell við skaldsøguni Dødsbo, vitjar úr Danmark, og Rán Flygenring, sum m.a. hevur skrivað Vígdis og Eldgos vitjar úr Íslandi. Ársins størsta navn er norska heimsstjørnan og vinnarin av Bókmentavirðisløn Nobels, Jon Fosse, sum m.a. hevur skrivað bøkurnar Morgen og aften og Hvidhed.
Til børnini er eitt søguleikhús hvønn tíma alt vikuskifti, sum Bókaklubbin hevur skipað fyri. Leygardagurin hevur eitt sindur av hvørjum til øll; men sunnudagurin er serliga ætlaður børnum og barnsligum sálum. Tá verður møguleiki hjá børnum at royna fleiri verkstovur, sum snúgva seg um at tekna, svansa, krutla, lukta, kroysta og skapa sær.
Rit & Rák stendur fyri ársins bókasølu.
Bókadagar eru skipaðir í samstarvi við føroyskar rithøvundar, útgávuforløg og felagsskapir. Øll tiltøkini eru ókeypis.
https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/bokadagar-2024
Tjóðleikhúsið ongan góðan
/Einaferð varð bíðað eftir Godot, men har kom nakað væl betur burturúr enn hendan úrslitaleysa og sera pínliga bíðanin eftir einum føroyskum tjóðleikhúsi. Í Degi og Viku fríggjakvøldið varð varhugin um, at ein nationalsena í høvuðsstaðnum ongan góðan eigur so dyggiliga váttaður. Tann kroysti borgarstjórin Heðin Mortensen brúkti ta at síggja til demonstrativu niðurskaleringina á fíggjarlógini ið komandi ár ætlar at flotta sær við heilum tveimum milliónum krónum uppá Tjóðpallin - sum orsøk til at hálsa um. Hann heldur nú eins og hinir kommunalu politikararnar, at hetta er tað rættasta at gera populistiskt sæð beint áðrenn eitt val. Men er tað so? Eru veljararnir í Havn veruliga so ómentaðir? Tað er ivasamt. Hinvegin kann borgarin í Havn og í Føroyum ikki longur vita hvørjum mann kann trúgva og hava álit á, men ivast í øllum glæsiligum lyftum, samtyktum, arkitektakappingum osfr. frá teimum mongu av landsins kosnu, sum hava samtykt, stungið út í kortið, sett hol í sjógv og sett gongd á byggingina av einum føroyskum tjóðleikhúsi her og har og hinastaðni.
Hetta vísir seg alt at vera lótur. Her í Havn - í Føroya lands høvuðsstaði tykist einki rúm vera fyri einari føroyskari nationalsenu. Tað er skelkandi at uppliva slíka líkasælu í samskiftinum um eitt føroyskt tjóðleikhús. Landsstýriskonan í mentamálum Sirið Stenberg gav í sjónvarpinum borgarstjóranum og Tórshanvnar kommunu alla skuld og hevði ongan hug at taka í egnan barm viðvíkjandi áðurnevndu jánkasligu upphædd og vantandi framdriftini yvirhøvur í málinum um tjóðleikhúsið. Eg veit ikki hvør eigur ábyrgdina, men í morgun áðrenn eg visti av, at eisini staðsetingin á Bursatanga fór at verða havnað, skrivaði eg niður nakrar tankar um eitt mál, sum eg og mong við mær hava verið vónbrotin av mangan.
Nýggja tjóðleikhús okkara hongur enn sum áður í klønum tráð. Tað eru vit von við og góðtaka støðuna alt meðan vit burturhugað fylgja við kjakinum sum var talan um onkran týdningarleysan venjingartennisdyst. Einasta tíðspunktið, at føroyingar ordiliga vakna við, er tá onkur í roynd og veru ætlar sær í gongd við at byggja tjóðpallin. Tá kemur øði í grindina og mótmæli, tí hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Vit leggja heilt merkiliga lítið í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur sum mongum kunnugt verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Í almenna rúminum rekst Tjóðpallurin sum bukka millum sengur. Tað er lítið virðiligt. Eingin byggiætlan er so óstøðug sum Tjóðpallurin, ið verður fluttur higar og hagar eftir tilvild og eftir hvat er mest opportunt fyri ymiskar lands- og kommunalpolitikarar at halda. Hvussu er og ikki er tað skomm fyri bæði land og kommunu (og okkum øll), at vit ikki megna at taka hesa verkætlan so frægt í álvara, at vit halda fast í eini staðseting í Havn, tí eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði.
Eitt er bygningurin, nakað annað er bygnaðurin. Har er eisini galið og mann ivast viðhvørt hvat tað í veruleikanum snýr seg um og hvørt tað er tilvild, ómegd ella um talan er um intentionella partískheit. Undirliggjandi er eitt stríð so djúpt, ónt og oyðileggjandi eins og í einum Shakespeare-leiki. Innan fleiri listaøki tykist okkurt slag av konsensus valda um, at mann fyri alt í verðini ikki skal sleppa teimum ordiliga dugnaligu framat – tey eru eyðsýniliga serliga vandamikil – hetta sæst serliga týðiliga á leiklistaøkinum og sjálvt um øll uppføra seg kurteisliga og hampiliga tykist einki loyst. Sjónleikarar eru sleptir upp á fjall undir dysfunktionellum viðurskiftum, har tey royna at positionera seg í óstillum sjógvi millum Scyllu og Charybdis, ið eins og óhugnaligar fíggindamyndir taka seg upp upp á báðum síðum. Støðan skilir øll - eisini tey, sum (væl skiljandi) ignorera balladuna, satsa uppá sjónleikin og halda seg uttan fyri ósemju og kegl. Støðan er ikki gagnlig fyri føroyska leiklist, sum eyðvitað hevði verið enn betur í sátt og semju. Leiklistin er heilt ómetaliga týdningarmikil fyri okkara mentan. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Føroysk yrkisleiklist hevur júst hesi seinnu árini gjørt sonn skarvslop á altjóða støði við altjóða framførslum. Kæru politikarar. Hugsið tykkum um. Latið ikki eitt føroyskt leikhús liggja og flóta tilvildarliga sum bukka millum sengur. Haldið tær samtyktir, sum tit sjálvi hava gjørt avtalu um. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til eitt veruligt vakurt tjóðleikhús í høvuðstaðnum okkum øllum at gagni.
Kinna Poulsen
Komin er heystsins hin virkna stund
/Oktober kølnar spakuliga samstundis sum litirnir umbroytast til teir heitu brúnligu og reydligu brendu. Henda mótsøgn er líka undurfull hvørt tað einasta ár; alt lívið, sum finst í deyðanum. Áðrenn ódnirnar eru fullkomiliga farnar í sjálvsving er heystið tann vakrasta og besta árstíðin og eg eri ósamd við Grundtvig, sum í fyrstu reglu í sínum praktfulla sálmi heldur, at skógurin “falmar” trindt om land - koloristiskt er tað einki, sum fánar beint nú, tvørturímóti – hygg bara at trøunum – onkrastaðni er eldur í. Meðan tindar hvítna, tekur tú sjálva í at munga eftir røstum. Soleiðis er tíðin. Alt tað góða er í umbúna. Kjøtið hongur í hjallinum. Bøkur, framsýningar, tónleikaútgávur og framførslur hanga, liggja og standa í atelierum, teldum, prentstovum, venjingarrúmum, alt flytir seg og er á veg og vit gleða okkum at taka ímóti.
Heystið er eisini tíðin, tá mentafólk verða virðislønt fyri teirra arbeiði. Herfyri fekk Inger Smærup Sørensen sum kunnugt háttvirda Munch-Christensens debutantpris fyri ta gulu skaldsøguna Dødsbo. Í rósandi røðu síni segði Anne-Marie Mai professari í bókmentum, at skaldsøgan hjá Inger er klima-litteratur uttan peikifingrar. Eg havi lisið og lænt røðuna á FB síðuni hjá ummælaranum Lars Bukdahl, har stendur m.a: “Inger Smærup Sørensens roman er et stykke klima-litteratur uden løftede politiske pegefingre. Vi har selvfølgelig brug for vildt fægtende klima-pegefingre, men vi har også brug for noget andet, et engagement, der er vildt i al sin stilfærdighed. Man kommer til at holde af de sølvfisk, man ellers bekæmper i sit eget køkken, men om jeg ligefrem ender med at slukke lyset, så møllene ikke brænder op i lyset, men får fred til at spise tøjet, er nok et spørgsmål. Fortællingen balancerer hele tiden på kanten af en klimaangst, der er på vej til at blive selvdestruktiv og sær, og en omhu og besindelse, vi alle pinedød har brug for. Det er på en måde virkelig ulækkert og mærkeligt, når kvinden i sin angst for at forbruge ressourcer lægger sig i Ellys gamle, snavsede seng. Men man tænker også: Måske er det mindre ulækkert og mindre farligt end de CO2-udledende feriefly, som vi selv gladelig og alt for tit sætter os op i. Måske skulle vi opgive at lede efter mindfulness på Bali, som en anden dansk forfatter har sagt det, og i stedet give os til at se på myrerne. Gak til myren og bliv vis, lød det i den gamle Ordsprogenes Bog. Kvinden gendanner i alt fald sig selv som menneske ved blandt andet at stirre på myrerne – det hedder om dem: ”Man måtte stirre længe på myrerne. Man måtte handle ligesom myrerne. Man måtte forstå sin rolle, mærke sine omgivelser, være der for hinanden og forstå, at man hverken var god eller ond.” (139) Og der er fine skildringer af, hvordan kvinden langsomt kommer til stede i Ellys omgivelser og får fat i sit eget liv og en menneskelighed, der ikke er ødelæggende: ”Mørket kom hurtigt nu. Hvis man lod være med at tænde lyset i Ellys hus, sivede mørket ud i alle kroge, og man kunne høre sin egen puls.” (186) Fortællingen følger landsbyens rytme, giver små portrætter af drukkammeraterne ved Brugsen, sygetransporter, kvinders og børns veje gennem landskabet og en ældre mand med sit barnebarn. Indimellem er fortællingen lige så fin og spinkel som et edderkoppespind, men sådan et er også utrolig stærkt. og det er den styrke i naturen, som romanen holder frem. Inger Smærup Sørensens roman efterlader sin læser i mange eftertanker, men også med en oprigtig og meget stor glæde over, at en debuterende forfatter kan skrive så fint og udtryksfuldt på dansk og skabe en fortælling, som ikke slipper sin læser, men åbner samtaler og giver et håb.”
Vónríkt og gleðiligt er somuleiðis at frætta, at Tjóðpallurin fer at seta ein leik hjá Jon Fosse upp; Sonurin, ið verður frumframførdur 14.november. Á heimasíðuni stendur: “Ein av okkara størstu samtíðarhøvundum í norðurlondum verður nú fyri fyrstu ferð settur á pall í Føroyum. Sonurin, eftir norska høvundin Jon Fosse, er ein dramatisk søga um alt tað, vit aldri siga hvør øðrum. Søgan hjá Jon Fosse lýsir eitt lítið samfelag har færri og færri fólk búgva, har friður, einsemi og brostnir dreymar mynda landið – og slaturin. At leikstjórna hesi hugspennandi søgu hevur Tjóðpallurin fingið Kim Dambæk at koma upp til Føroya. Kim hevur áður leikstjórnað Reinsan og Elektra á Tjóðpallinum. At sniðgeva búnar og pallmynd fer scenografurin, Anne Mette Bo Drivsholm at taka sær av. Ljóssniðgevi verður Turpin Napoleon Djurhuus. Marna Jacobsen hevur týtt leikin til Føroyskt. Leikararir í Soninum verða Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam og Elias Magnussen”.
Gott er við virksemi á Tjóðpallinum, Glasi og aðrastaðni á pallum kring landið. Nýggja tjóðleikhús okkara hongur enn sum áður í klønum tráð. Tað eru vit von við og góðtaka støðuna alt meðan vit burturhugað fylgja við kjakinum sum var talan um onkran týdningarleysan venjingartennisdyst. Einasta tíðspunktið, at føroyingar ordiliga vakna við, er tá onkur í roynd og veru ætlar sær í gongd við at byggja tjóðpallin. Tá kemur øði í grindina og mótmæli, tí hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Vit leggja heilt merkiliga lítið í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur sum mongum kunnugt verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Í almenna rúminum rekst Tjóðpallurin sum bukka millum sengur. Tað er lítið virðiligt. Eingin byggiætlan er so óstøðug sum Tjóðpallurin, ið verður fluttur higar og hagar eftir tilvild og eftir hvat er mest opportunt fyri ymiskar lands- og kommunalpolitikarar at halda. Hvussu er og ikki er tað skomm fyri bæði land og kommunu (og okkum øll), at vit ikki megna at taka hesa verkætlan so frægt í álvara, at vit halda fast í eini staðseting í Havn, tí eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði.
Mann ivast viðhvørt hvat tað í veruleikanum snýr seg um og hvørt tað er tilvild, ómegd ella um talan er um intentionella partískheit. Undirliggjandi er eitt stríð so djúpt, ónt og oyðileggjandi eins og í einum Shakespeare-leiki. Innan fleiri listaøki tykist okkurt slag av konsensus valda um, at mann fyri alt í verðini ikki skal sleppa teimum ordiliga dugnaligu framat – tey eru eyðsýniliga serliga vandamikil – hetta sæst serliga týðiliga á leiklistaøkinum og sjálvt um øll uppføra seg kurteisliga og hampiliga tykist einki loyst. Sjónleikarar eru sleptir upp á fjall undir dysfunktionellum viðurskiftum, har tey royna at positionera seg í óstillum sjógvi millum Scyllu og Charybdis, ið eins og óhugnaligar fíggindamyndir taka seg upp upp á báðum síðum. Støðan skilir øll - eisini tey, sum (væl skiljandi) ignorera balladuna, satsa uppá sjónleikin og halda seg uttan fyri ósemju og kegl. Støðan er ikki gagnlig fyri føroyska leiklist, sum eyðvitað hevði verið enn betur í sátt og semju og hetta at trívast í andróðri merkir ikki at mann er tolin, men tollut.
Aja. Á borðinum hjá mær liggur ein pakki av pensillin, sum eg eri ómetaliga glað fyri. Við síðuna av liggur nýggja bókin, sum Øssur Johannessen hevur skrivað um listamannin Frimod Joensen og undir henni liggur nýggja bókin um og við myndum hjá Rannvá Kunoy. Tvær sera ymiskar, men áhugaverdar bøkur, so her er nógv at síggja og lesa og at skriva um. Tað kemur. Í dag kl 16 letur eisini upp føðingardagsframsýning hjá Elin Josefinu Smith í Gallarí Havnará, sum tit mugu fara at síggja. Fyri fyrst fari eg yvir aftur í rekonvalescenssofuna at hvíla meg.
Kinna Poulsen
Inger Smærup Sørensen fingið danska bókmentavirðisløn
/Danska forlagið Grif hevur júst boðað frá, at Inger Smærup Sørensen hevur vunnið virðisløn fyri skaldsøguna Dødsbo. Talan er um Munch- Christensens debutantpris 2024, sum úr 30 uppskotum valdi seks bøkur, ið allar eru útkomnar í ár. Í úrvalsnevndini eru Anne-Marie Mai, Lars Bukdahl, Marie Bojsen, Lise Vandborg, Else Zakarias og Joan Høeg. Tey valdu hesar bøkurnar: Amina Elmi: Barbar (Gyldendal), Silas Toft: Solen er en fod bred (Arena), Mie Læssøe: Svalkatekster (Basilisk), Inger Smærup Sørensen: Dødsbo (Grif), Elias Sadaq : Djinn (Gyldendal), Aske Viuff: Terminaler (Gyldendal) og tá av tornaði høvdu Inger Smærup Sørensen og Silas Toft vunnið virðislønina, sum umframt heiðurin telur 50.000 krónur til hvønn. Hetta er størsta debutantvirðisløn í Danmark og verður hon latin gávuríkum debutantum. Inger Smærup Sørensen er í Føroyum mest kend sum listamiðlari og fyriskipari av framsýningum í m.a. Norðurlandahúsinum. Dødsbo er ein sera væl skrivað, áhugaverd bók við gløggskygdum eygleiðingum av okkara tíð. Virðislønin er sera væl uppiborin. Hjartaliga til lukku, Inger.
Eg síggi eisini teg - framsýning um og við grønlendskari list á Norðurbryggjuni
/DU SER MIG AN — SOM JEG SER DIG er heitið á listaframsýning við og um grønlendska list, sum letur upp á Norðurbryggjuni leygardagin 5.oktober.
Den grønlandske samtidskunstner Ivínguak’ Stork Høegh går i dialog med ældre værker af Christine Deichmann, Oda Isbrand, Ellen Locher Thalbitzer, Emilie Demant Hatt og Jette Bang 5. oktober 2024—16. februar 2025
Samtidskunstner Ivínguak` Stork Høegh (f. 1982) arbejder i digitale fotocollager med blikke på Arktis, hvor hun på humoristisk vis leger med stereotype forestillinger om det eksotiske, som stilles til skue og genforhandles.
Christine Deichmann (1869-1945), Oda Isbrand (1904-1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883-1956), Emilie Demant Hatt (1873-1958) og Jette Bang (1914-1964) rejste alle til Grønland før 1940. Som Grønlandsrejsende kvindelige kunstnere er de stort set skrevet ud af den danske kunsthistorie. Modsat deres mandlige kollegaer skildrede de ikke storslåede landskaber og inuit i folkedragt, derimod skildrede de kvinder og børn i hverdagssituationer, som ikke kun bliver set på, men som også ser tilbage på beskueren.
I en dialog mellem samtidskunst og ældre værker sætter udstillingen fokus på de Grønlandsrejsende kunstnere og udforske kunstens koloniale blikke på Grønland, samt når selvsamme blikke kastes tilbage på beskueren og genforhandles.
Udstillingen er kurateret af Laila Lund Altinbas og Stine Lundberg Hansen, og den er generøst støttet af Statens Kunstfond, Augustinus Fonden og Ny Carlsbergfondet.
Um springaradráp og serføroyska eskapismu
/Kringvarpið boðar frá í morgun, at Føroyar ikki sum ætlað verða fokusland á størsta tónleikavinnufestivalinum í Europa, The Great Escape í Brighton komandi ár. Tað er sera harmiligt, ja meira enn tað. Í okkara avmarkaða marknaði hevur tað alt at siga hjá okkara listafólkum at royna seg uttan fyri landoddarnar og hetta við grindini liggur mangan í buktini, tá føroysk mentanar- og listafólk fara út í heim - tónleikafestivalarnir kenna eisini til trupulleikan. Sum føroyingur hevur mann hug at kveistra tílíkt til viks við vanligu frágreiðingini, sum í stuttum gongur út uppá, at tey fara skeiv og vit gera rætt. At okkara grindadráp er siðbundið og burðardygt og at føroyingar annars eru eitt friðarfólk, sum kunnu vera errin av ikki at hava tikið lut í nøkrum kríggi, ongantíð lopið á onnur lond og vilja átt tey. Vit veiða djór fyri at eta tey heilt einfalt. Tað er partur av einum aldargomlum livihátti, sum og so frameftir. Í nógvum hava vit rættvísið á okkara síðu, men tað hjálpir so ikki føroyskum tónleikarum. Sambært Una L.Hansen á heimasíðu Kringvarpsins eru tað lokalir djóraverndarfelagsskapir í Onglandi, sum hava lagt trýst á The Great Escape, sum verður hildin í Brighton, ið er beinleiðis orsøk til, at festivalurin hevur valt at strika Føroyar sum fokusland, stendur í fráboðanini á heimasíðuni. Felagsskapurin Sussex Dolphine Project verður nevndur í fráboðanini, sum sæst ovast her - tað er altso ikki minst springaradráp, sum er ein trupulleiki. Sussex Dolphin Project er stovnaður í 2018 við tí góða og greiða endamáli at verja lokal springarasløg við eygleiðing, gransking, tilviti og upplýsing. Sussex Dolphine Project er partur av WCA (World Cetacean Alliance). Tónin í fráboðanini frá bretska festivalinum er yvirhøvur ovurhonds kurteisligur og nuanseraður. Føroyskur tónleikur verður róstur upp til skýggja og gjørt verður greitt, at átakið frá The Great Escape á ikki fer at raka teirra stuðul og samstarv við føroyskar tónleikarar, men tað hevur tað longu gjørt so dyggiliga og so lemjandi, at tað eigur at fáa okkum at hugsa okkum um. Kunnu vit gera nakað betur? Tað offensiva riggar ikki ordiliga og tað munar lítið at fara aftur í tíð og argumentara við tí siðbundna, at gamalt var ditt og gamalt var datt. Próvførslan tykist avoldað og óviðkomandi í einum so framkomnum samfelagi sum tí føroyska. Tað nyttar heldur ikki longur at tosa um grísar, tí øll eru samd um, at ídnaðarframleiðsla av djórum er av tí ónda og tað meinar mann bæði áðrenn og aftaná mann hevur keypt inn (kanska ikki ímeðan). Tá mann roynir at greiða frá hvussu stóran týdning grindin hevur havt, at hon eigur lívið í føroyingum, lurta útlendingar eina løtu fyri síðan at leggja aftrat, at ja, men tað ger hon ikki meira, eru tit ikki eitt tað ríkasta landi í heiminum og hvussu við the dolphins? Tá hasin springaraspurningurin kemur, verður eygnabráið á føroyingum flákrandi. Eg veit ikki hvat eg skal svara og tað er ofta eitt tekin um, at mann sjálv er varug við veikleikar í konstruktiónini, so her kemur eitt uppskot. Hvat um vit í staðin fyri at seta hart móti hørðum heldur fyrihalda okkum eitt sindur meira nuanserað til tingini og forhandla? Har er skil á grindini, tað finnast tøl og avtalur og javnan verða grindir sleptar, tí at tað verður mett, at nóg mikið er veitt av grind (og vónandi verður hetta minkað enn meira). Men hvussu við springarunum? Her tykist hugburðurin heilt øðrvísi, vit plagdu ikki at drepa springara, men seinastu árini hava fleiri størri springaradráp verið í Føroyum, sum eru føroyskari mentan, list og vinnu (ferðafólkavinnu, fiskivinnu, útflutningi osfr) - tað vil siga øllum føroyingum til alstóran skaða. Vit flenna at býttum, disneyficeraðum útlendingum og teirra skilaleysa uppbýti av elskuligum og ikki elskuligum djórum, men spurningurin er um ikki the great escape er okkara og føroyingar sjálvir eru stóreskapistar, tá tað kemur til springaradráp. Heilt erligt. Hvat fær ein meðal hampa føroyingur burtur úr springaradrápi? Nú missa vit fokus á einum týdningarmikli tónleikafestivali og harvið ein gylltan møguleika fyri tónleikari menning og -vinnu. Vilja vit okkum sjálvum tað besta eiga vit alt fyri eitt at vísa góðan vilja og seta bann fyri springaradrápi - hetta kann vera eitt fyribils bann, ið kann endurmetast javnan, men avgerðin má takast ongantíð ov skjótt.
Kinna Poulsen
Tiltrongd kvinnustandmynd í Steinatúni
/Sunnudagin 22.september 2024 var nýggja standmyndin hjá Edwardi Fuglø, sum Tórshavnar Kommuna hevur reist til minnis um undangongukvinnuna Andreu Árting, avdúkað í Steinatúni, hagar ein rúgva av fólkið var komin saman at lurta eftir tónleiki, røðum umframt at skoða verkið. Havnar Hornorkestur spældi fleiri løg - harímillum vóru tvey hjá Andreu Árting. Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu – tað sama gjørdu ommusonur Andreu; Kári Árting, Edward Fuglø og Gunvør Balle, sum tók stig til standmyndina, tá hon var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri seks árum síðani.
Standmyndin er stoypt úr bronsu, skapt sum eitt stiliserað træ við eini profilmynd av undangongukvinnuni, sum er stansað út í bulinum. Burtur úr hesum sama viðarbuli spríkja upp sjey greinar, ið eru myndaðar av ávikavist fuglum, hondum, hjørtum, krónum, nótum, bátum og fiskum, sum á lutfalsliga ítøkiligan hátt ímynda ymisk øki, har Andrea Árting hevur gingið undan og skarað framúr. Edward Fuglø greiddi gjølliga frá og grundgav fyri øllum myndevnum í standmyndini, sum hann sjálvur kallar fyri Fagnaðartræ. Havnarfólk tóktust glað fyri standmyndina, ið er dekorativ við atliti til teir mongu vøkru havarnar í Havn, sum listamaðurin tók til í røðuni. Annars vóru nógvar meiningar og hugsanir sum altíð, tá talan er um list í almenna rúminum, tær flestu spentar og fegnar, meðan onnur vóru meira ivasom. Onkur teirra hevði hug at venda sær til ummælaran við vón um ein skjótan dóm, tí er tað ikki ov galið, at eitt tílíkt konubrot skal vera avmyndað í negativum formi – sum eitt hol?
Og altso jú. Kritikarin er altíð serliga við uppá at kritisera listina í almenna rúminum, ið framvegis er tann listin, sum prinsipielt er ringast fyri í Føroyum. Sjálvt um tað viðhvørt riggar sum t.d. í Politistøðini og nú í Steinatúni, hevur almenn listprýðing í mong ár sveimað onkrastaðni fýrahundrað kilometrar aftan fyri ta samtíð, sum hon sjálv er partur av – og fyri tað allarmesta dúvar hon uppá avgerðir hjá býar- og bygdaráðslimum, sum uttan fakligheit grunda síni val á tilvildarligan áhuga og eina mangan avoldaða hugsan um hvat ein standmynd eigur og skal vera. Eitt íslendskt ummæli av eini føroyskari framsýning staðfesti um aldarskiftið, at føroysk skulpturlist er minnisvarðalist og her er í grundini ikki nógv broytt eftir standmyndunum í almenna rúminum at døma. Aftrat koma kommersielt løddu vónirnar um, at standmyndirnar gerast turistmagnetar eisini. Einki av hesum ger standmyndirnar í Føroyum listaliga áhugaverdar.
Aftur til standmyndina í Steinatúni, ið sum skilst var ein uppgáva, sum var latin Edvardi Fuglø spesifikt. Hann hevur samanumtikið fingið nógvar kommunalar prýðingsuppgávur, ið eru loystar á fjølbroyttan hátt við skiftandi tilfari, sum m.a. kann vera readymade tilfari, plexiglasi og silvurfolie. Eingin teirra minnir um standmyndina í Steinatúni, ið er tilfarsliga øðrvísi av teirri orsøk, at talan er um eina bronsustandmynd. Tað kann mann meina nógv ymiskt um, men ein tílík standmynd er í hvussu er haldgóð eins og tilfarið er vakurt. Hon kann standa leingi í Steinatúni og spakuliga gerast grøn og tað fer allarhelst at klæða henni. Hetta er neyvan tann fyrsta ella tann síðsta standmyndin, ið er formað sum eitt træ við greinum við symbolskum ímyndum. Hinvegin haldi eg, at standmyndin hjá Edwardi Fuglø tekur seg væl út upp móti gamla Føroyabankabygninginum við tess vøkru grønu bronsudetaljum og grøna bussterminalinum, sum aftur rigga væl mótvegis teimum reyðu býarbussunum.
Hatta við, at fakfelagskempan ikki er lýst naturalistiskt sum ein veruleikakendur persónur, men er myndað sum eitt hol hugsi eg ikki, at vit skulu leggja so nógv í. Uppi í plantasjuni er ein annar prominentur persónur; William Heinesen avmyndaður í negativum formi í Tarirustandmyndini og tað er heldur ikki illa meint; beint tvørturímóti. Tað er gleðiligt, at vit nú eisini hava valt at heiðra eina veruliga kvinnu við eini standmynd - tað er tiltrongt og økir um skulpturella fjølbroytnið og betrar tilvitanina um javnrættindi í samfelagnum. Tað er okkurt við mátanum, sum bronsugreinarnar taka seg upp við stiliseraðum mynstrum, ið minnir um gróðurin í klippmyndum hjá Williami Heinesen, men hyggur mann nærri, eru staklutirnir meira konkretir í standmyndini og í grundini eyðkendir fyri myndamálið hjá Edwardi Fuglø.
Kinna Poulsen
Avdúking av standmynd av Andreu Árting
/Í dag, sunnudagin 22.september klokkan tvey verður standmynd av Andreu Árting eftir Edward Fuglø avdúkað í Steinatúni í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, býráðslimur, avdúka standmyndina. Havnar Hornorkestur spælir løg hjá Andreu Árting. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Kári Árting, ommusonur Andreu Árting, heldur røðu. Edward Fuglø, listamaður, heldur røðu. Og Gunvør Balle, býráðslimur, ber fram heilsan, áðrenn standmyndin verður avdúkað. Tað var Gunvør Balle, ið var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, sum mælti til at gera standmynd av Andreu Árting. Aftan á standmyndina av Elinborg Lützen, sum Hans Pauli Olsen evnaði til og sum var avdúkað í Klaksvík í 2019, er hetta tann næsta standmyndin í Føroya søgu, sum fagnar eini veruligari kvinnu, sum hevur livað og gingið ímillum okkum. Tað blíðkar fyri hugaðum konum og monnum.
Sambært heimasíðuni hjá Demokratia: var Andrea Árting forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelagi frá 1937-1977. Hon var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelagi 1940-1958. Hon stillaði upp sum valevni fyri Loysingarflokkin í 1940, men varð ikki vald. Á fólkaatkvøðuni í 1946 talaði hon fyri loysing frá Danmark. Fólkaatkvøðan førdi til at Føroyar fingu heimastýrislógina í 1948. Misnøgdin við at Føroyar ikki fingu fullveldi frá Danmark førdi til at Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og Árting gjørdist ein teimum mest trúføstu stuðlunum. Andrea Árting vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, til hon var 11 ára gomul. Elias í Rættará var bátabyggjari og var aktivur politiskt og mentanarliga. Andrea arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirki, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn. Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá. Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelagi, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Samráðingarnar um líkaløn til kvinnur og menn vóru tær seinastu í hennara tíð sum forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum. Andrea var heiðurslimur í Havnar Arbeiðskvinnufelagi og fekk løn svarandi til forkvinnulønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988, 96 ára gomul. Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir, sum vísa hennara politisku sjónarmið.
Millum luft og stein
/Hansina Iversen hevði sagt mær, at hon í allari óhátíðarligheit fór at heingja nakrar myndir upp í Steinprenti og tí hugdi eg inn á gólvið har seinnapartin uttan tó at vænta mær stórt annað enn okkurt hálvliðugt eiti av einum málningi ella tveimum. Innkomin stóð eg nevsligin og púra still í fleiri minuttir. Hetta er sanniliga annað og meira enn bara okkurt hissini, men ein heil framsýning, sum er komin heilt spontant. Hon er spontan í síni fyriskipan, í sínum skapi og síni kjarnu. Tað var ikki meiningin, men eg haldi, at tey í Steinprenti sjálvi halda hetta vera so mikið gott, at tað má vera okkurt slag av upplating og hon verður mikudagin komandi millum 16 og 18. Øll eru vælkomin. FRAMSÝNINGIN VERÐUR HANGANDI TIL 20.OKTOBER.
Framsýningarheitið, Millum luft og stein ber brá av, at listakvinnan hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti nakrar vikur. Hon er enn ikki heilt komin á mál, tí okkurt stórt prent er eftir at fullgera. Men fleiri av teimum nýggju steinprentunum eru við á framsýningini, har tey hanga við góðari frástøðu millum fýra málningar; tveir vatnrættar, sum báðir eru um at implodera av øllum teimum mongu rektanguleru, avrundaðu skapunum, sum liggja á myndaflatanum og umskarast í fleiri løgum av heitum reyðum, gulum og hvítum litflatum. Men har er sum altíð stýr uppá tingini hjá royndu listakvinnuni – tað sæst, tá mann hevur hugt eina løtu og eyguni samla seg um mynstur, ið fella aftur í myndbygnaðinum meðan onnur skap traðka fram alt eftir hvar vit fokusera. Eg tók myndir, men seti bara onkrar detaljur inn her, so at tit øll, sum vilja, kunna fáa somu stóru uppliving sum eg at verða tikin á bóli av framsýningini. Tað eru ikki minst teir báðir stóru málningarnir á framsýningini, sum koma óvart á. Koloristiskt og formliga eru teir garvillir við avgjørdari og sera væl eydnaðari nýtslu av spraymáling, sum sparkar nýggjan dynamikk í málaðu strokini og formarnar við assosiatiónum til okkurt vilt og stórbýarkent. Samstundis eru myndirnar framúr væl komponeraðar við ansi fyri litum og fyri figur/grund lutfallinum millum litløgini. Her henda nógvir mótsetningar, tá tveir litheimir hittast; ein jarðlittur og ein spektrallittur. Men sjálvt um stórur munur somuleiðis er millum kompaktu skapini í undirlagnum og tey dansandi luftigu, frítt fabulerandi sporini av málningapenslinum ella frá spraydósini, tykjast myndirnar visuelt samanhangandi. Eingin ivi er um, at steinprentsmannagongdin, har arbeitt verður í løgum, hevur ávirkað Hansinu eisini í hennara málningum. Tit kunnu gleða tykkum at síggja hesa framsýningina.
Kinna Poulsen
Við iva og undran
/Faðir fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera – orðini kenna vit sum tey mest miskunnsomu søgd av Jesusi áðrenn hann doyði á torturinstrumentinum, sum er vorðið symbolið uppá kristindóm og frelsu. Pína, fyrigeving, ævig skuld og harav fylgjandi ring samvitska eru grundleggjandi í kristnari mentan og í modernaðari tíð eisini hetta at koma yvir tað. Altso kom yvir tað. Vit skulu øll koma yvir alt møguligt. Børn og tey í yngra ættarliðnum eru ikki komin yvir tað. Listafólk sum Dania Tausen og Jósef Zachariassen eru ikki komin yvir tað og takk fyri tað!
Við sínum sangum minnir Jósef okkum á tíðina áðrenn syndafallið og alt tað, vit vaksnu hava gjørt skeivt og framhaldandi fara at gera skeivt móti okkara børnum og alt, sum varð gjørt skeivt ímóti okkum. Tað er eitt sindur ótespiligt at uppliva ein, sum í so stóran mun insisterar uppá at standa í andgletti og at syngja um tað. Tú fært hug at bjóða honum lívdarskjól og geva honum drekkamunn við sandkøku sum vissu fyri, at alt nokk fer at ganga - tað er altíð lættari at lúgva eitt pinkalítið sindur. Løgini hjá Jósef Zachariassen fáa meg at hugsa, at tað í grundini er líka lætt at vera frelstur sum at vera heiðin. Um tú altso ert sannførdur av sonnum og veitst hvat tú ert. Svarini eru ongantið uppi men leggja seg í henta bíðirøð til at taka og tú sleppur undan at ivast í, at tað, sum tú gert er tað rætta. Tað er hinvegin ikki lætt at vera kritiskur mótvegis sínum egna upphavi og uppvøkstri, sum vit hava upplivað tað frá Jósefi Zachariassen t.d. í sanginum Human frá 2021 við teirri merkisverdu byrjanarorðunum: “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”. Orðini raktu við míni egnu minni um Zarepta, tá eg var 11 og upplivdi sama skelk um hetta lúrandi heljardýpið, sum eg áðrenn (góða og stuttliga!) uppihaldið á leguni í Vatnsloyrum ikki hevði givið nógvan ans. Jósef helt ikki tað kundi vera rætt at vísa børnum á helviti og henda ónøgd fekk hann at venda samkomulívinum bakið. Hann er síðan komin til sættis við sín uppruna og greiddi frá á konsertini hvussu stóran týdning samkoman hevur havt fyri hann menniskjaliga og tónleikaliga. Og við imponerandi avgerðini um framhaldandi at fyrihalda seg nuanseraðan til tingini, skikkar Jósef sær sum ein rættur listamaður, eitt uppreistrarfólk, ið sum Ingálvur av Reyni orðaði tað, er ein protestantur innast inni í sær sjálvum. Aftaná konsertina á Reinsarínum leygarkvøldið rokni eg við, at tað fer at gangast Jósefi væl, tí hesin gjøgnummusikalski ungi maðurin bæði hevur gott høvd at hugsa við og góðan musikalskan fylgiskap av dugnaligum tónleikarum; á konsertini hoyrdu vit Håkon Brunborg Kjenstad á bratsj, guitar og tangentar, Torjus Gravir Klykken spældi bass og Amund Kleppan spældi trummur
Ivin og undranin eru brennievni, sum Jósef Zachariassen brúkar til at siga søgur í musikalskum búna á útgávuni Fugloy, sum er eitt vakurt, ambitiøst, fjølbroytt og samanhangandi verk bæði tekstliga og tónleikaliga. Forsøgan hjá verkinum er eitt uppihald hjá listamanninum á Fugloynni í 2022, har meginparturin av løgunum á útgávuni eru skrivað í einsemi. “Kom til oyggjar at leita í mær sjálvum, at finna fjaldar tónar”. Sangurin Æviga Hvílan snýr seg um deyðan, ið bæði verður viðgjørdur beint fram og líkafram samstundis sum myrkur og disharmoni, men eisini vón og gleði fevna ein gálgaskemtiligan deyðsvals. Við sanginum Zacharias hevur Jósef laðað abba sínum ein kærleiksfullan varða, sum fær áhoyraran at koma í tankar um fleiri sovorðnar botnleyst góðar fyrimyndir sum bara eru í staðin fyri at siga hvat mann skal vera. Tónleikurin er fjølbroyttur og kortini samanhangandi í einum inntonktum universi, sum er fult av yndisligum klavertónum og spennandi elektroniskum ljóðum við vísukendum og jazzkendum brá samstundis sum mann ofta kemur í tankar um klassiskan tónleik – tað er kanska serliga í skiftandi dynamikkinum og yvirhøvur nærlagda og ótilvildarliga mátanum, sum útgávan er bygd upp við intermezzo, introum og outro´um. Í stillum løtum við turrisligum staðfestingum minnir útgávan meg um Teit Lassen meðan villskapurin fær meg at hugsa um nakrar norskar rokkarar, sum í byrjanin av øldini ætlaðu at taka kontroll på kontinente – teir eita Kaizers Orchestra og spældu eina framúr konsert á G! í 2006 haldi eg tað var. Men mest av øllum er útgávan Fugloy merkt av sínum upphavsmanni, Jósefi Zachariassen sum leitar og finnur relevantar søgur at siga okkum. How long var fyrsta lagið, sum kom út – tað hevur verið spælt í útvarpinum og er mítt yndislag beint nú. Tað er inniliga sorgblítt og vakurt og spyr: How long do you think it´s gonna last till his innocence becomes the distant past? og vendir spurninginum inneftir: “Father forgive us for we know not what we do. We take for granted a story that is yet to be told..”
Kinna Poulsen
Stór lítil framsýning um tráð og trá
/Maibritt marjunardóttir
Fríggjadagin læt framsýningin Træðrir upp í Listasavninum. Tað er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráð og trá; tilfar og longsul eftir húð og persónligum frælsi. Hetta er í útgangsstøði ein framsýning við tekstil, sum skal vísa nýggjar øðrvísi mátar at brúka tóvirki í føroyskari myndlist. Kirstin Helgadóttir hevur kuraterað framsýningina við einum listafólkaúrvali, ið gevur góða meining. Tey fimm listafólkini skara øll framúr innan nýmaterialistiska rákið - ikki minst Jóhan Martin Christiansen, ið tó ikki framsýnir tekstil á hesum sinni, men eina røð av at síggja til vøkrum klassiskum grafikki, tað eru portrettmyndir av einum sovandi manni. “Jeppe svevur” er ein vøkur og intim svita, sum hongur sum eitt samanhangandi band niðarlaga í rúminum við føstum ovara kanti, sum vóru myndirnar bundnar saman av einum ósjónligum tráði í erva sum tá mann hongur seingjarklæði út á snór. Avmyndaði maðurin svevur í einari song við kodda og dýnu og sjálvt um talan er um strikutekningar við denti á konturstrikuna kring figurin, eru myndirnar sera tilfarsligar við markantum strikum, sum næstan stinga antin talan er um skeggstubbar, hár ella kullur og rørslur í seingjarklæðunum. Myndirnar eru ómetaliga vakrar, tær minna um kendu myndina hjá Frederic Leighton, Flaming June av einari fagrari sovandi kvinnu í appilsingulum kjóla, men myndevnið við sovandi fólkum er nógv brúkt í listasøguni heilt úr fyrndini og fram til modernaða list. Goya teknaði krígsmarrur, sum leypa á, tá mann svevur, men myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru helst tættari skyldar við tær hjá David Hockney í trýssunum og hálvfjersunum. Sjálvandi eru tey, sum sova fyrimyndarlig model at tekna eftir, tí tey liggja í frið. Men tað er eisini okkurt við óseka svøvninum, sum hugtekur; tað sansaliga, men eisini afturlatna við menniskjum, sum sova. Tey eru beint hjá tær og kortini so langt burtur. Myndir av sovandi fólkum kunnu sostatt vera merktar av bæði longsli og tráan. Myndirnar í Jeppe svevur røðini tykjast kærleiksfullar, men eisini voyeuristiskar; vit hyggja at einum manni, sum ikki veit av, at vit hyggja at honum.
Framsýningin kundi væl verið fimm ferð um ikki fimmhundrað ferðir størri enn hon er, men ikki við somu staðseting, tí hon er sama stað, har Ólavsøkuframsýningin í ár varð skipað í teimum smáu klivunum. Tað er eitt sindur klaustrofobiskt í hesum partinum av okkara Listasavni, men verkini eru frálík og gera okkurt við støddarkensluna, so at tað kenst sum minimodellframsýningar av fimm risastórum framsýningum. Mann fær varhugan av, at ein listalig tsunami er farin gjøgnum alt Listasavnið, so at allir teir gomlu oljumálningarnir eru skolaðir burtur. Tað er herligt og jú, sjálvandi gleðir mann seg at síggja tey gomlu dýrabæru høvuðsverkini hjá Steffani Danielsen, Ingálvi av Reyni, Ruth Smith, Zachariasi Heinesen og øllum hinum framúr fínu listafólkunum aftur. Men har er okkurt svalandi yvir teirri nýggju listini – at uppliva eins egnu tíð eisini í hesum partinum av Listasavninum, sum er gjørt til ta gomlu listina við tess mongu málningum í sofakompatiblari stødd. Tað er ein definerandi partur av okkara listasøgu, at føroysk list einamest var stuðlað av privatfólkum, sum hava keypt list til síni heim. Í okkara øld er listin grundleggjandi broytt – tað havi eg skrivað eina heila bók um, sum kemur út næsta ár – men meðan eg nú gekk og hugdi at nýggju monumentalu verkunum í smáu klivunum hugsaði eg aftur, at Listasavnið skuldi verið varðveitt sum eitt savn hjá teirri klassisku modernistisku listini, sum savnið varð bygt til. - Nú verður tað spennandi at síggja umbyggingina, ið er tiltrongd, men eg haldi, sum eg havi skrivað áður og nú skrivi eg tað eina ferð aftrat, at Listaskálin skuldi verið varðveittur. Tað er líka mikið hvussu bygningurin lekur, tað má kunna drenast og bøtast osfr – talan er um ein fundamentalan bygning í føroyskari listasøgu, sum vit mugu virða og varðveita. Um vit sjálvi ikki taka okkara listasøgu í álvara – hvør annar skuldi gjørt tað?
Maibritt Marjunardóttir bindir við svørtum strimlum úr VHS-bondum, ið hava ein sera áhugaverdan materialitet, sum listakvinnan hevur gagnnýtt og bundið til okkurt slag av organiskum tilfari, ið tykist hanga og vaksa upp eftir veggunum eins og soppavøkstur ella sum hitt løgna svarta, livandi tilfari, sum einaferð legðist á Spiderman, so at hann bleiv óndur. Hølið skiftir huglag, verður dramatiskt og scenografiskt, tú fert inn í tað og fært hug at kroysta tilfarið fyri ordiliga at hoyra og føla tað hvasst í lógvanum, men Heðin Ziska Davidsen hevur tikið upp og ornað fyri, at vit hoyra ljóðið av tilfarinum í hátalaranum. Hetta er sum heild ein framsýning, sum í stóran mun verður sansað og føld við eygum og oyrum, húð og hár og við luktisansinum, tí verkið hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard luktar av ull. Tað er eitt áhugavert verk, Blokk keta við træðrum og vovnari føroyskari ull í teimum fimm náttúrulitunum. Samstundis sum verkið tykist sera grafiskt er tað sera fysiskt og tykist víðka um rúmið, har tað hongur.
Heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen í verkinum, When will you come to see you as I do sum einaferð stóðu hvør sær í Miklagarði og aðrastaðni í býnum eru nú savnaðar saman í einum bjørtum gulum symposion. Og kanska er tað tí teirra heimur nú er vorðin gulur, at tann lítla gula standmyndin hevur fingið dirvi til at seta seg hægst í hópinum og so mugu hinar bara lurta, men tær eru neyvan lættar at reka í rætt so ymiskar sum tær eru. Um hugsað verður um føroyskt standmyndamál bróta hesar standmyndirnar hjá Randi Samsonsen upp úr nýggjum á fleiri parametrum, tí tær eru bleytar, heklaðar, abstraktar, stuttligar, óhátíðarligar og gátuførar.
Alda Mohr Eyðunardóttir hevur nýtt sín part av framsýningini at varpa ljós á abortmálið, sum ikki varð samtykt herfyri í Løgtinginum. Hetta verkið er samfelagskritiskt og vendir sær meira til heilan enn til sansirnar og tað krevur eisini tíð um mann ætlar at lesa allan tann drúgva tekstin, sum er prentaður á verkið – til ber at taka tekstin við heim í einum hefti. Tó, at bókstavirnir eru eitt sindur ov smáir hjá mær at lesa, haldi eg meg kortini skilja listaverkið sum eitt feministiskt/mannarættindaligt mótmælisverk, ið er júst so monumentalt sum eitt tílíkt eigur at vera, tí málið krevur eftir øllum at døma, at mann rópar nokk so hart um tað vónandi skal takast upp aftur og samtykkjast ongantíð ov skjótt. Listaverkið, Ein roynd ikki at skriva í klombrum er í skapi sum ein stórur lágur rektangulerur pallur við einum teksti, sum er prentaður á eitt gjøgnumskygt pergament, sum liggur eins og ein dúkur omaná pallinum. Verkið minnir um eina uppsligna síðu í einari týdningamiklari bók í monumentalari stødd. Á flatuni síggjast nakrir hvítir togendar við knútum, sum eg orsakað av tíðindaskrivinum hugsi eru sonevndir kellingaknútar. Tað er eitt nokk so frekt heiti fyri at binda rættan knút skeivt, tvs. at binda ein óbrúkiligan knút. Orðið kelling kenna vit frá samansetta orðinum gandakelling, men kelling hevur verið brúkt niðrandi um kvinnur síðan 1700 talið, serliga um tær kjaftabreiðu, sum høvdu hug at blanda seg uppí. Verkið hjá Aldu staðfestir hvussu bráðneyðug okkara uppíblanding er í dagsins Føroyum anno 2024.
Framsýningin verður at síggja heilt fram til mars í komandi ár.
janus kamban millum tekstilverk í listaskálanum - foto ole wich úr bókini janus kamban
Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard
jóhan martin christiansen
randi samsonsen
randi samsonsen
maibritt marjunardóttir
ragnhild hjalmarsdóttir højgaard