Inger Smærup Sørensen á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum

Tá hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum, var Inger Smærup Sørensen í fleiri ár partur av toyminum, sum skipaði fyri bókmentafestivalinum Bókadagar. Í ár verður hon við í øðrum leikluti. Hon vitjar Bókadagar sum rithøvudur og fyri at leggja fram sína fyrstu skaldsøgu, Dødsbo, sum er róst til skýggja av ummælarum. Hetta verður 16. novembur, kl 17.

Nógv munnu minnast Inger frá tíðini, hon arbeiddi í Norðurlandahúsinum sum ein av fyriskiparunum av ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, m.a. summarframsýningum og tiltøkum sum Bókadagar. Tá setan hennara gekk út í 2023 eftir 8 ár í starvi, flutti Inger aftur til Keypmannahavnar, har hon skrivaði Dødsbo. Skaldsøgan, sum er hennara fyrsta, hevur vakt stóran ans og fingið sera góð ummæli.

Nej, Inger er ikki ókend í Føroyum. Í árunum 2010 til 2014 hevði hon listabloggin, Listin, saman við Kinnu Poulsen. Eisini seta vit navn hennara í samband við nógvar greinar, tekstir til skráir og bøkur um list. Dødsbo er tó hennara fyrsta skaldskaparroynd - og hon royndist serstakliga væl. Ummælarar hava borið hana saman við so viðurkendar rithøvundar sum Helle Helle úr Danmark og Auður Ava Ólafsdóttir úr Íslandi, og í september var Inger heiðrað við Munch-Christensen virðislønini fyri skaldsøguna.

Dødsbo snýr seg um eina konu, sum velur at taka seg úr skundmikla býarlívinum; hon sigur starvið frá sær og flytir út á bygd í eitt gamalt deyðsbúgv. Har eru lutir og innbúgv eftir fyrrverandi eigaran, Elly, sum nú gerast hennara. Í hesum nýggja umhvørvinum og nýggja lívsstílinum - við burðardygd og náttúruni í miðdepli - skal hon fóta sær. Skaldsøgan spælir við temu sum umhvørvisskaldskap og at gera upp við seg sjálva, eins og skaldsøgan spyr, hvussu vit kunnu liva eitt innihaldsríkt lív í einari tíð, sum er so merkt av veðurlagsbroytingum.

16. novembur kl. 17 kunnu vitjandi á Bókadøgum hoyra Inger Smærup Sørensen greiða frá Dødsbo, um hvørt umhvørvisskaldskapur er viðkomandi, og ferð hennara frá at miðla list til at gerast rithøvundur. Hetta verður serstakt høvi at hoyra áhugaverdu nýggju røddina í norðurlendskum bókmentum. Tiltakið er ókeypis.

Bókadagar vera í Norðurlandahúsinum 16. - 17. novembur. Leygardagin eru tiltøk til bæði vaksin og børn. Sunnudagurin er serliga ætlaður barnafamiljum.