Tiltrongd kvinnustandmynd í Steinatúni

Sunnudagin 22.september 2024 var nýggja standmyndin hjá Edwardi Fuglø, sum Tórshavnar Kommuna hevur reist til minnis um undangongukvinnuna Andreu Árting, avdúkað í Steinatúni, hagar ein rúgva av fólkið var komin saman at lurta eftir tónleiki, røðum umframt at skoða verkið. Havnar Hornorkestur spældi fleiri løg - harímillum vóru tvey hjá Andreu Árting. Borgarstjórin, Heðin Mortensen helt røðu – tað sama gjørdu ommusonur Andreu; Kári Árting, Edward Fuglø og Gunvør Balle, sum tók stig til standmyndina, tá hon var forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fyri seks árum síðani.

Standmyndin er stoypt úr bronsu, skapt sum eitt stiliserað træ við eini profilmynd av undangongukvinnuni, sum er stansað út í bulinum. Burtur úr hesum sama viðarbuli spríkja upp sjey greinar, ið eru myndaðar av ávikavist fuglum, hondum, hjørtum, krónum, nótum, bátum og fiskum, sum á lutfalsliga ítøkiligan hátt ímynda ymisk øki, har Andrea Árting hevur gingið undan og skarað framúr. Edward Fuglø greiddi gjølliga frá og grundgav fyri øllum myndevnum í standmyndini, sum hann sjálvur kallar fyri Fagnaðartræ. Havnarfólk tóktust glað fyri standmyndina, ið er dekorativ við atliti til teir mongu vøkru havarnar í Havn, sum listamaðurin tók til í røðuni. Annars vóru nógvar meiningar og hugsanir sum altíð, tá talan er um list í almenna rúminum, tær flestu spentar og fegnar, meðan onnur vóru meira ivasom. Onkur teirra hevði hug at venda sær til ummælaran við vón um ein skjótan dóm, tí er tað ikki ov galið, at eitt tílíkt konubrot skal vera avmyndað í negativum formi – sum eitt hol?

Og altso jú. Kritikarin er altíð serliga við uppá at kritisera listina í almenna rúminum, ið framvegis er tann listin, sum prinsipielt er ringast fyri í Føroyum. Sjálvt um tað viðhvørt riggar sum t.d. í Politistøðini og nú í Steinatúni, hevur almenn listprýðing í mong ár sveimað onkrastaðni fýrahundrað kilometrar aftan fyri ta samtíð, sum hon sjálv er partur av – og fyri tað allarmesta dúvar hon uppá avgerðir hjá býar- og bygdaráðslimum, sum uttan fakligheit grunda síni val á tilvildarligan áhuga og eina mangan avoldaða hugsan um hvat ein standmynd eigur og skal vera. Eitt íslendskt ummæli av eini føroyskari framsýning staðfesti um aldarskiftið, at føroysk skulpturlist er minnisvarðalist og her er í grundini ikki nógv broytt eftir standmyndunum í almenna rúminum at døma. Aftrat koma kommersielt løddu vónirnar um, at standmyndirnar gerast turistmagnetar eisini. Einki av hesum ger standmyndirnar í Føroyum listaliga áhugaverdar.

Aftur til standmyndina í Steinatúni, ið sum skilst var ein uppgáva, sum var latin Edvardi Fuglø spesifikt. Hann hevur samanumtikið fingið nógvar kommunalar prýðingsuppgávur, ið eru loystar á fjølbroyttan hátt við skiftandi tilfari, sum m.a. kann vera readymade tilfari, plexiglasi og silvurfolie. Eingin teirra minnir um standmyndina í Steinatúni, ið er tilfarsliga øðrvísi av teirri orsøk, at talan er um eina bronsustandmynd. Tað kann mann meina nógv ymiskt um, men ein tílík standmynd er í hvussu er haldgóð eins og tilfarið er vakurt. Hon kann standa leingi í Steinatúni og spakuliga gerast grøn og tað fer allarhelst at klæða henni. Hetta er neyvan tann fyrsta ella tann síðsta standmyndin, ið er formað sum eitt træ við greinum við symbolskum ímyndum. Hinvegin haldi eg, at standmyndin hjá Edwardi Fuglø tekur seg væl út upp móti gamla Føroyabankabygninginum við tess vøkru grønu bronsudetaljum og grøna bussterminalinum, sum aftur rigga væl mótvegis teimum reyðu býarbussunum.

Hatta við, at fakfelagskempan ikki er lýst naturalistiskt sum ein veruleikakendur persónur, men er myndað sum eitt hol hugsi eg ikki, at vit skulu leggja so nógv í. Uppi í plantasjuni er ein annar prominentur persónur; William Heinesen avmyndaður í negativum formi í Tarirustandmyndini og tað er heldur ikki illa meint; beint tvørturímóti. Tað er gleðiligt, at vit nú eisini hava valt at heiðra eina veruliga kvinnu við eini standmynd - tað er tiltrongt og økir um skulpturella fjølbroytnið og betrar tilvitanina um javnrættindi í samfelagnum. Tað er okkurt við mátanum, sum bronsugreinarnar taka seg upp við stiliseraðum mynstrum, ið minnir um gróðurin í klippmyndum hjá Williami Heinesen, men hyggur mann nærri, eru staklutirnir meira konkretir í standmyndini og í grundini eyðkendir fyri myndamálið hjá Edwardi Fuglø.  

Kinna Poulsen