SPREK - vernissage hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti

Í gjár fríggjadagin 25.oktober læt framsýningin Sprek upp og fitt av fólki høvdu leitað sær í Steinprent at síggja seinastu avrikini hjá Hanna Bjartalíð. Hanni Bjartalíð var mikukvøldið heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins í Varpinum í heimbýnum Klaksvík. Framsýningin í Steinprenti hevur avkláraðan dám og er væl disponerað - tað er starvsfelagi og vinkona Hanna; Hansina Iversen, sum hevur disponerað og tað er kanska ein orsøk til, at tú varnast koloristiska vakurleikan í verkunum. Framsýningarheitið Sprek er demonstrativt óhátíðarligt og leggur dent á høvuðstilfarið hjá Hanna Bjartalíð, sum er træsprekið og kortini eru verkini á hesari framsýningini eitt sindur størri í vavi enn vant við størri træpettum, sum eru virkað til á ymiskan hátt við stórum eymleika. Fotomyndir fanga als ikki allar detaljurnar á teimum fjølbroyttu flatunum í verkunum og tí kann viðmælast øllum at fara í Steinprent at hyggja. Tó at fløskur, lutir, blómur og gróður prýða fleiri av verkunum, er hetta ikki dekorativ list sum so. Her er okkurt meira í organiska viðinum og teimum livandi flatunum. Blómurnar minna um livað lív men eisini um tað øvugta. Relieffini eru figurativ og ítøkilig og tykjast kortini abstrakt, kveikt av sál og lívi og einum serligum inniligleika, ið fær meg at hugsa um lívstakksamar sálmar - eg haldi við gløggskygdu vinkonuni, sum á ferniseringini segði, at hon av verkunum kom í tankar um træmillumgerðina í gomlum føroyskum kirkjum. Eitt grátt relieff við einari gulbrúnari sofu er løtt av sama poetiska tómleika, somu ósøgdu søgum sum í málningunum hjá Steffani Danielsen og hetta sama hendir í fleiri verkum; ein fuglur situr á tekjuni meðan gyllta rúmið undir honum er tómt. Alt fyri eitt birtir verkið í søgur og ímyndir, sum kykna millum fuglin og tómrúmið, sum tá alt kemur til alt kanska ikki er tómt, men partur av sjálvum bygnaðinum, av skulpturella framburðinum á verkinum. Far og hygg í Steinprenti - har er opið í dag, leygardag til klokkan fýra. Sunnudag er stongt og mánadag - fríggjadag er opið millum 9 og 17. Her eru nakrar myndir frá upplatingardegnum.

Kinna Poulsen