Danska forlagið Grif hevur júst boðað frá, at Inger Smærup Sørensen hevur vunnið virðisløn fyri skaldsøguna Dødsbo. Talan er um Munch- Christensens debutantpris 2024, sum úr 30 uppskotum valdi seks bøkur, ið allar eru útkomnar í ár. Í úrvalsnevndini eru Anne-Marie Mai, Lars Bukdahl, Marie Bojsen, Lise Vandborg, Else Zakarias og Joan Høeg. Tey valdu hesar bøkurnar: Amina Elmi: Barbar (Gyldendal), Silas Toft: Solen er en fod bred (Arena), Mie Læssøe: Svalkatekster (Basilisk), Inger Smærup Sørensen: Dødsbo (Grif), Elias Sadaq : Djinn (Gyldendal), Aske Viuff: Terminaler (Gyldendal) og tá av tornaði høvdu Inger Smærup Sørensen og Silas Toft vunnið virðislønina, sum umframt heiðurin telur 50.000 krónur til hvønn. Hetta er størsta debutantvirðisløn í Danmark og verður hon latin gávuríkum debutantum. Inger Smærup Sørensen er í Føroyum mest kend sum listamiðlari og fyriskipari av framsýningum í m.a. Norðurlandahúsinum. Dødsbo er ein sera væl skrivað, áhugaverd bók við gløggskygdum eygleiðingum av okkara tíð. Virðislønin er sera væl uppiborin. Hjartaliga til lukku, Inger.