Við iva og undran

Faðir fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera – orðini kenna vit sum tey mest miskunnsomu søgd av Jesusi áðrenn hann doyði á torturinstrumentinum, sum er vorðið symbolið uppá kristindóm og frelsu. Pína, fyrigeving, ævig skuld og harav fylgjandi ring samvitska eru grundleggjandi í kristnari mentan og í modernaðari tíð eisini hetta at koma yvir tað. Altso kom yvir tað. Vit skulu øll koma yvir alt møguligt. Børn og tey í yngra ættarliðnum eru ikki komin yvir tað. Listafólk sum Dania Tausen og Jósef Zachariassen eru ikki komin yvir tað og takk fyri tað!

Við sínum sangum minnir Jósef okkum á tíðina áðrenn syndafallið og alt tað, vit vaksnu hava gjørt skeivt og framhaldandi fara at gera skeivt móti okkara børnum og alt, sum varð gjørt skeivt ímóti okkum. Tað er eitt sindur ótespiligt at uppliva ein, sum í so stóran mun insisterar uppá at standa í andgletti og at syngja um tað. Tú fært hug at bjóða honum lívdarskjól og geva honum drekkamunn við sandkøku sum vissu fyri, at alt nokk fer at ganga - tað er altíð lættari at lúgva eitt pinkalítið sindur. Løgini hjá Jósef Zachariassen fáa meg at hugsa, at tað í grundini er líka lætt at vera frelstur sum at vera heiðin. Um tú altso ert sannførdur av sonnum og veitst hvat tú ert. Svarini eru ongantið uppi men leggja seg í henta bíðirøð til at taka og tú sleppur undan at ivast í, at tað, sum tú gert er tað rætta. Tað er hinvegin ikki lætt at vera kritiskur mótvegis sínum egna upphavi og uppvøkstri, sum vit hava upplivað tað frá Jósefi Zachariassen t.d. í sanginum Human frá 2021 við teirri merkisverdu byrjanarorðunum: “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”. Orðini raktu við míni egnu minni um Zarepta, tá eg var 11 og upplivdi sama skelk um hetta lúrandi heljardýpið, sum eg áðrenn (góða og stuttliga!) uppihaldið á leguni í Vatnsloyrum ikki hevði givið nógvan ans. Jósef helt ikki tað kundi vera rætt at vísa børnum á helviti og henda ónøgd fekk hann at venda samkomulívinum bakið. Hann er síðan komin til sættis við sín uppruna og greiddi frá á konsertini hvussu stóran týdning samkoman hevur havt fyri hann menniskjaliga og tónleikaliga. Og við imponerandi avgerðini um framhaldandi at fyrihalda seg nuanseraðan til tingini, skikkar Jósef sær sum ein rættur listamaður, eitt uppreistrarfólk, ið sum Ingálvur av Reyni orðaði tað, er ein protestantur innast inni í sær sjálvum. Aftaná konsertina á Reinsarínum leygarkvøldið rokni eg við, at tað fer at gangast Jósefi væl, tí hesin gjøgnummusikalski ungi maðurin bæði hevur gott høvd at hugsa við og góðan musikalskan fylgiskap av dugnaligum tónleikarum; á konsertini hoyrdu vit Håkon Brunborg Kjenstad á bratsj, guitar og tangentar, Torjus Gravir Klykken spældi bass og Amund Kleppan spældi trummur

Ivin og undranin eru brennievni, sum Jósef Zachariassen brúkar til at siga søgur í musikalskum búna á útgávuni Fugloy, sum er eitt vakurt, ambitiøst, fjølbroytt og samanhangandi verk bæði tekstliga og tónleikaliga. Forsøgan hjá verkinum er eitt uppihald hjá listamanninum á Fugloynni í 2022, har meginparturin av løgunum á útgávuni eru skrivað í einsemi. “Kom til oyggjar at leita í mær sjálvum, at finna fjaldar tónar”. Sangurin Æviga Hvílan snýr seg um deyðan, ið bæði verður viðgjørdur beint fram og líkafram samstundis sum myrkur og disharmoni, men eisini vón og gleði fevna ein gálgaskemtiligan deyðsvals. Við sanginum Zacharias hevur Jósef laðað abba sínum ein kærleiksfullan varða, sum fær áhoyraran at koma í tankar um fleiri sovorðnar botnleyst góðar fyrimyndir sum bara eru í staðin fyri at siga hvat mann skal vera. Tónleikurin er fjølbroyttur og kortini samanhangandi í einum inntonktum universi, sum er fult av yndisligum klavertónum og spennandi elektroniskum ljóðum við vísukendum og jazzkendum brá samstundis sum mann ofta kemur í tankar um klassiskan tónleik – tað er kanska serliga í skiftandi dynamikkinum og yvirhøvur nærlagda og ótilvildarliga mátanum, sum útgávan er bygd upp við intermezzo, introum og outro´um. Í stillum løtum við turrisligum staðfestingum minnir útgávan meg um Teit Lassen meðan villskapurin fær meg at hugsa um nakrar norskar rokkarar, sum í byrjanin av øldini ætlaðu at taka kontroll på kontinente – teir eita Kaizers Orchestra og spældu eina framúr konsert á G! í 2006 haldi eg tað var. Men mest av øllum er útgávan Fugloy merkt av sínum upphavsmanni, Jósefi Zachariassen sum leitar og finnur relevantar søgur at siga okkum. How long var fyrsta lagið, sum kom út – tað hevur verið spælt í útvarpinum og er mítt yndislag beint nú. Tað er inniliga sorgblítt og vakurt og spyr: How long do you think it´s gonna last till his innocence becomes the distant past? og vendir spurninginum inneftir: “Father forgive us for we know not what we do. We take for granted a story that is yet to be told..”

Kinna Poulsen