Tjóðleikhúsið ongan góðan

Einaferð varð bíðað eftir Godot, men har kom nakað væl betur burturúr enn hendan úrslitaleysa og sera pínliga bíðanin eftir einum føroyskum tjóðleikhúsi. Í Degi og Viku fríggjakvøldið varð varhugin um, at ein nationalsena í høvuðsstaðnum ongan góðan eigur so dyggiliga váttaður. Tann kroysti borgarstjórin Heðin Mortensen brúkti ta at síggja til demonstrativu niðurskaleringina á fíggjarlógini ið komandi ár ætlar at flotta sær við heilum tveimum milliónum krónum uppá Tjóðpallin - sum orsøk til at hálsa um. Hann heldur nú eins og hinir kommunalu politikararnar, at hetta er tað rættasta at gera populistiskt sæð beint áðrenn eitt val. Men er tað so? Eru veljararnir í Havn veruliga so ómentaðir? Tað er ivasamt. Hinvegin kann borgarin í Havn og í Føroyum ikki longur vita hvørjum mann kann trúgva og hava álit á, men ivast í øllum glæsiligum lyftum, samtyktum, arkitektakappingum osfr. frá teimum mongu av landsins kosnu, sum hava samtykt, stungið út í kortið, sett hol í sjógv og sett gongd á byggingina av einum føroyskum tjóðleikhúsi her og har og hinastaðni.

Hetta vísir seg alt at vera lótur. Her í Havn - í Føroya lands høvuðsstaði tykist einki rúm vera fyri einari føroyskari nationalsenu. Tað er skelkandi at uppliva slíka líkasælu í samskiftinum um eitt føroyskt tjóðleikhús. Landsstýriskonan í mentamálum Sirið Stenberg gav í sjónvarpinum borgarstjóranum og Tórshanvnar kommunu alla skuld og hevði ongan hug at taka í egnan barm viðvíkjandi áðurnevndu jánkasligu upphædd og vantandi framdriftini yvirhøvur í málinum um tjóðleikhúsið. Eg veit ikki hvør eigur ábyrgdina, men í morgun áðrenn eg visti av, at eisini staðsetingin á Bursatanga fór at verða havnað, skrivaði eg niður nakrar tankar um eitt mál, sum eg og mong við mær hava verið vónbrotin av mangan.

Nýggja tjóðleikhús okkara hongur enn sum áður í klønum tráð. Tað eru vit von við og góðtaka støðuna alt meðan vit burturhugað fylgja við kjakinum sum var talan um onkran týdningarleysan venjingartennisdyst. Einasta tíðspunktið, at føroyingar ordiliga vakna við, er tá onkur í roynd og veru ætlar sær í gongd við at byggja tjóðpallin. Tá kemur øði í grindina og mótmæli, tí hvat so við parkeringsplássunum, bilunum, ferjunum, farminum, flotanum og skuldi mann ikki heldur bygt hús til tey gomlu ella tey ungu ella tey miðaldrandi, ein barnagarð ella eitt ellisheim ella meira parkeringspláss? Vit leggja heilt merkiliga lítið í henda heimsins einasta tjóðpall, har okkara mál verður tosað, har føroyskt mál og skaldskapur verður borin fram og har týdningarmikil samfelagslig evni verða viðgjørd listaliga á okkara egna máli og við føroyskum perspektivi. Leiklistin í Føroyum hevur sum mongum kunnugt verið merkt av stríði og politiskari líkasælu, sum serliga hevur gingið út yvir yrkisleiklistina bæði nú og sum mann kann ræðast fyri fer at skaða føroyska leiklist í framtíðini. Í almenna rúminum rekst Tjóðpallurin sum bukka millum sengur. Tað er lítið virðiligt. Eingin byggiætlan er so óstøðug sum Tjóðpallurin, ið verður fluttur higar og hagar eftir tilvild og eftir hvat er mest opportunt fyri ymiskar lands- og kommunalpolitikarar at halda. Hvussu er og ikki er tað skomm fyri bæði land og kommunu (og okkum øll), at vit ikki megna at taka hesa verkætlan so frægt í álvara, at vit halda fast í eini staðseting í Havn, tí eitt tjóðleikhús, ein nationalsena hevur sítt náttúrliga pláss í landsins høvuðsstaði.

Eitt er bygningurin, nakað annað er bygnaðurin. Har er eisini galið og mann ivast viðhvørt hvat tað í veruleikanum snýr seg um og hvørt tað er tilvild, ómegd ella um talan er um intentionella partískheit. Undirliggjandi er eitt stríð so djúpt, ónt og oyðileggjandi eins og í einum Shakespeare-leiki. Innan fleiri listaøki tykist okkurt slag av konsensus valda um, at mann fyri alt í verðini ikki skal sleppa teimum ordiliga dugnaligu framat – tey eru eyðsýniliga serliga vandamikil – hetta sæst serliga týðiliga á leiklistaøkinum og sjálvt um øll uppføra seg kurteisliga og hampiliga tykist einki loyst. Sjónleikarar eru sleptir upp á fjall undir dysfunktionellum viðurskiftum, har tey royna at positionera seg í óstillum sjógvi millum Scyllu og Charybdis, ið eins og óhugnaligar fíggindamyndir taka seg upp upp á báðum síðum. Støðan skilir øll - eisini tey, sum (væl skiljandi) ignorera balladuna, satsa uppá sjónleikin og halda seg uttan fyri ósemju og kegl. Støðan er ikki gagnlig fyri føroyska leiklist, sum eyðvitað hevði verið enn betur í sátt og semju. Leiklistin er heilt ómetaliga týdningarmikil fyri okkara mentan. At fara so tilvildarliga fram er lítið virðiligt. Føroysk yrkisleiklist hevur júst hesi seinnu árini gjørt sonn skarvslop á altjóða støði við altjóða framførslum. Kæru politikarar. Hugsið tykkum um. Latið ikki eitt føroyskt leikhús liggja og flóta tilvildarliga sum bukka millum sengur. Haldið tær samtyktir, sum tit sjálvi hava gjørt avtalu um. Latum okkum nú taka okkum sjálvi og føroyska tjóðpallin í álvara og gera hann til eitt veruligt vakurt tjóðleikhús í høvuðstaðnum okkum øllum at gagni.

Kinna Poulsen