Stór lítil framsýning um tráð og trá

Maibritt marjunardóttir

Fríggjadagin læt framsýningin Træðrir upp í Listasavninum. Tað er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir. Í hvør sínum rúmi og við hvør sínari tilgongd sýna tey fram listaverk, ið viðgera tráð og trá; tilfar og longsul eftir húð og persónligum frælsi. Hetta er í útgangsstøði ein framsýning við tekstil, sum skal vísa nýggjar øðrvísi mátar at brúka tóvirki í føroyskari myndlist. Kirstin Helgadóttir hevur kuraterað framsýningina við einum listafólkaúrvali, ið gevur góða meining. Tey fimm listafólkini skara øll framúr innan nýmaterialistiska rákið - ikki minst Jóhan Martin Christiansen, ið tó ikki framsýnir tekstil á hesum sinni, men eina røð av at síggja til vøkrum klassiskum grafikki, tað eru portrettmyndir av einum sovandi manni. “Jeppe svevur” er ein vøkur og intim svita, sum hongur sum eitt samanhangandi band niðarlaga í rúminum við føstum ovara kanti, sum vóru myndirnar bundnar saman av einum ósjónligum tráði í erva sum tá mann hongur seingjarklæði út á snór. Avmyndaði maðurin svevur í einari song við kodda og dýnu og sjálvt um talan er um strikutekningar við denti á konturstrikuna kring figurin, eru myndirnar sera tilfarsligar við markantum strikum, sum næstan stinga antin talan er um skeggstubbar, hár ella kullur og rørslur í seingjarklæðunum. Myndirnar eru ómetaliga vakrar, tær minna um kendu myndina hjá Frederic Leighton, Flaming June av einari fagrari sovandi kvinnu í appilsingulum kjóla, men myndevnið við sovandi fólkum er nógv brúkt í listasøguni heilt úr fyrndini og fram til modernaða list. Goya teknaði krígsmarrur, sum leypa á, tá mann svevur, men myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru helst tættari skyldar við tær hjá David Hockney í trýssunum og hálvfjersunum. Sjálvandi eru tey, sum sova fyrimyndarlig model at tekna eftir, tí tey liggja í frið. Men tað er eisini okkurt við óseka svøvninum, sum hugtekur; tað sansaliga, men eisini afturlatna við menniskjum, sum sova. Tey eru beint hjá tær og kortini so langt burtur. Myndir av sovandi fólkum kunnu sostatt vera merktar av bæði longsli og tráan. Myndirnar í Jeppe svevur røðini tykjast kærleiksfullar, men eisini voyeuristiskar; vit hyggja at einum manni, sum ikki veit av, at vit hyggja at honum.

Framsýningin kundi væl verið fimm ferð um ikki fimmhundrað ferðir størri enn hon er, men ikki við somu staðseting, tí hon er sama stað, har Ólavsøkuframsýningin í ár varð skipað í teimum smáu klivunum. Tað er eitt sindur klaustrofobiskt í hesum partinum av okkara Listasavni, men verkini eru frálík og gera okkurt við støddarkensluna, so at tað kenst sum minimodellframsýningar av fimm risastórum framsýningum. Mann fær varhugan av, at ein listalig tsunami er farin gjøgnum alt Listasavnið, so at allir teir gomlu oljumálningarnir eru skolaðir burtur. Tað er herligt og jú, sjálvandi gleðir mann seg at síggja tey gomlu dýrabæru høvuðsverkini hjá Steffani Danielsen, Ingálvi av Reyni, Ruth Smith, Zachariasi Heinesen og øllum hinum framúr fínu listafólkunum aftur. Men har er okkurt svalandi yvir teirri nýggju listini – at uppliva eins egnu tíð eisini í hesum partinum av Listasavninum, sum er gjørt til ta gomlu listina við tess mongu málningum í sofakompatiblari stødd. Tað er ein definerandi partur av okkara listasøgu, at føroysk list einamest var stuðlað av privatfólkum, sum hava keypt list til síni heim. Í okkara øld er listin grundleggjandi broytt – tað havi eg skrivað eina heila bók um, sum kemur út næsta ár – men meðan eg nú gekk og hugdi at nýggju monumentalu verkunum í smáu klivunum hugsaði eg aftur, at Listasavnið skuldi verið varðveitt sum eitt savn hjá teirri klassisku modernistisku listini, sum savnið varð bygt til. - Nú verður tað spennandi at síggja umbyggingina, ið er tiltrongd, men eg haldi, sum eg havi skrivað áður og nú skrivi eg tað eina ferð aftrat, at Listaskálin skuldi verið varðveittur. Tað er líka mikið hvussu bygningurin lekur, tað má kunna drenast og bøtast osfr – talan er um ein fundamentalan bygning í føroyskari listasøgu, sum vit mugu virða og varðveita. Um vit sjálvi ikki taka okkara listasøgu í álvara – hvør annar skuldi gjørt tað?  

Maibritt Marjunardóttir bindir við svørtum strimlum úr VHS-bondum, ið hava ein sera áhugaverdan materialitet, sum listakvinnan hevur gagnnýtt og bundið til okkurt slag av organiskum tilfari, ið tykist hanga og vaksa upp eftir veggunum eins og soppavøkstur ella sum hitt løgna svarta, livandi tilfari, sum einaferð legðist á Spiderman, so at hann bleiv óndur. Hølið skiftir huglag, verður dramatiskt og scenografiskt, tú fert inn í tað og fært hug at kroysta tilfarið fyri ordiliga at hoyra og føla tað hvasst í lógvanum, men Heðin Ziska Davidsen hevur tikið upp og ornað fyri, at vit hoyra ljóðið av tilfarinum í hátalaranum. Hetta er sum heild ein framsýning, sum í stóran mun verður sansað og føld við eygum og oyrum, húð og hár og við luktisansinum, tí verkið hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard luktar av ull. Tað er eitt áhugavert verk, Blokk keta við træðrum og vovnari føroyskari ull í teimum fimm náttúrulitunum. Samstundis sum verkið tykist sera grafiskt er tað sera fysiskt og tykist víðka um rúmið, har tað hongur.

Heklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen í verkinum, When will you come to see you as I do sum einaferð stóðu hvør sær í Miklagarði og aðrastaðni í býnum eru nú savnaðar saman í einum bjørtum gulum symposion. Og kanska er tað tí teirra heimur nú er vorðin gulur, at tann lítla gula standmyndin hevur fingið dirvi til at seta seg hægst í hópinum og so mugu hinar bara lurta, men tær eru neyvan lættar at reka í rætt so ymiskar sum tær eru. Um hugsað verður um føroyskt standmyndamál bróta hesar standmyndirnar hjá Randi Samsonsen upp úr nýggjum á fleiri parametrum, tí tær eru bleytar, heklaðar, abstraktar, stuttligar, óhátíðarligar og gátuførar.

Alda Mohr Eyðunardóttir hevur nýtt sín part av framsýningini at varpa ljós á abortmálið, sum ikki varð samtykt herfyri í Løgtinginum. Hetta verkið er samfelagskritiskt og vendir sær meira til heilan enn til sansirnar og tað krevur eisini tíð um mann ætlar at lesa allan tann drúgva tekstin, sum er prentaður á verkið – til ber at taka tekstin við heim í einum hefti. Tó, at bókstavirnir eru eitt sindur ov smáir hjá mær at lesa, haldi eg meg kortini skilja listaverkið sum eitt feministiskt/mannarættindaligt mótmælisverk, ið er júst so monumentalt sum eitt tílíkt eigur at vera, tí málið krevur eftir øllum at døma, at mann rópar nokk so hart um tað vónandi skal takast upp aftur og samtykkjast ongantíð ov skjótt. Listaverkið, Ein roynd ikki at skriva í klombrum er í skapi sum ein stórur lágur rektangulerur pallur við einum teksti, sum er prentaður á eitt gjøgnumskygt pergament, sum liggur eins og ein dúkur omaná pallinum. Verkið minnir um eina uppsligna síðu í einari týdningamiklari bók í monumentalari stødd. Á flatuni síggjast nakrir hvítir togendar við knútum, sum eg orsakað av tíðindaskrivinum hugsi eru sonevndir kellingaknútar. Tað er eitt nokk so frekt heiti fyri at binda rættan knút skeivt, tvs. at binda ein óbrúkiligan knút. Orðið kelling kenna vit frá samansetta orðinum gandakelling, men kelling hevur verið brúkt niðrandi um kvinnur síðan 1700 talið, serliga um tær kjaftabreiðu, sum høvdu hug at blanda seg uppí. Verkið hjá Aldu staðfestir hvussu bráðneyðug okkara uppíblanding er í dagsins Føroyum anno 2024.

Framsýningin verður at síggja heilt fram til mars í komandi ár. 

janus kamban millum tekstilverk í listaskálanum - foto ole wich úr bókini janus kamban

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

jóhan martin christiansen

randi samsonsen

randi samsonsen

maibritt marjunardóttir

ragnhild hjalmarsdóttir højgaard