Hanni Bjartalíð í Steinprenti

Í morgin, fríggjadagin 25.oktober klokkan 16 letur framsýning upp í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð. Mann kann ikki siga annað enn at tað gongur væl hjá Hanna, sum í fjør var ein av trimum, ið fekk listafólkaløn játtaða. Í gjár fekk Hanni Bjartalíð Mentanarvirðisløn landsins. At Hanni fekk hesa størstu almennu viðurkenningina er fullkomiliga spot on! Fá hava uppiborið virðislønina meira enn listamaðurin úr Klaksvík, ið býr og arbeiðir í Finnlandi og livir og andar fyri síni list - hann ger eisini viðkomandi listaverk, tá hann heldur feriu! Hann fær ikki ordiliga latið vera. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd, raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella taka tilveruna í djúpasta álvara, endar áðrenn vit ætla.

Kinna Poulsen