Millum luft og stein

Hansina Iversen hevði sagt mær, at hon í allari óhátíðarligheit fór at heingja nakrar myndir upp í Steinprenti og tí hugdi eg inn á gólvið har seinnapartin uttan tó at vænta mær stórt annað enn okkurt hálvliðugt eiti av einum málningi ella tveimum. Innkomin stóð eg nevsligin og púra still í fleiri minuttir. Hetta er sanniliga annað og meira enn bara okkurt hissini, men ein heil framsýning, sum er komin heilt spontant. Hon er spontan í síni fyriskipan, í sínum skapi og síni kjarnu. Tað var ikki meiningin, men eg haldi, at tey í Steinprenti sjálvi halda hetta vera so mikið gott, at tað má vera okkurt slag av upplating og hon verður mikudagin komandi millum 16 og 18. Øll eru vælkomin. FRAMSÝNINGIN VERÐUR HANGANDI TIL 20.OKTOBER.

Framsýningarheitið, Millum luft og stein ber brá av, at listakvinnan hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti nakrar vikur. Hon er enn ikki heilt komin á mál, tí okkurt stórt prent er eftir at fullgera. Men fleiri av teimum nýggju steinprentunum eru við á framsýningini, har tey hanga við góðari frástøðu millum fýra málningar; tveir vatnrættar, sum báðir eru um at implodera av øllum teimum mongu rektanguleru, avrundaðu skapunum, sum liggja á myndaflatanum og umskarast í fleiri løgum av heitum reyðum, gulum og hvítum litflatum. Men har er sum altíð stýr uppá tingini hjá royndu listakvinnuni – tað sæst, tá mann hevur hugt eina løtu og eyguni samla seg um mynstur, ið fella aftur í myndbygnaðinum meðan onnur skap traðka fram alt eftir hvar vit fokusera. Eg tók myndir, men seti bara onkrar detaljur inn her, so at tit øll, sum vilja, kunna fáa somu stóru uppliving sum eg at verða tikin á bóli av framsýningini. Tað eru ikki minst teir báðir stóru málningarnir á framsýningini, sum koma óvart á. Koloristiskt og formliga eru teir garvillir við avgjørdari og sera væl eydnaðari nýtslu av spraymáling, sum sparkar nýggjan dynamikk í málaðu strokini og formarnar við assosiatiónum til okkurt vilt og stórbýarkent. Samstundis eru myndirnar framúr væl komponeraðar við ansi fyri litum og fyri figur/grund lutfallinum millum litløgini. Her henda nógvir mótsetningar, tá tveir litheimir hittast; ein jarðlittur og ein spektrallittur. Men sjálvt um stórur munur somuleiðis er millum kompaktu skapini í undirlagnum og tey dansandi luftigu, frítt fabulerandi sporini av málningapenslinum ella frá spraydósini, tykjast myndirnar visuelt samanhangandi. Eingin ivi er um, at steinprentsmannagongdin, har arbeitt verður í løgum, hevur ávirkað Hansinu eisini í hennara málningum. Tit kunnu gleða tykkum at síggja hesa framsýningina.

Kinna Poulsen