Vónbjørt Vang fekk virðisløn M.A.Jacobsens

M.A.Jacobsens virðislønir og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs vóru latnar í dag. Handanin gekk sum vant fyri seg í Müllers Pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé. Her eru grundgevingarnar frá nevndini.

Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð.

Svørt orkidé er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av.

Við Svørt orkidé fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er Svørt orkidé ein sjálvstøðug eind. Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld.

Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.

Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp.

Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar.

Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu. Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.

Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar.

Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu.

Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.