Hon er eitt djór. Hon hevur tenn. Hon lúrir í myrkrinum sum ein krokodilla í díkinum, tá bara ansnu eyguni daga undan vatnskorpuni. Hon er fjøldin, sum er komin í Norðurlandahúsið at lurta eftir Eivør, at tyggja hana við øllum sínum vónum og væntanum um at uppliva Eivør júst soleiðis sum mann kennir hana best. List er á ein hátt tað øvugta av tí, sum mann kann forvænta. List er at leypa á bláman uttan trygdarnet. At selja bláseym, tá tú ætlaði at keypa smør. Tað er ein avbjóðing - ikki minst tá vígvøllurin er tann áh so lætta og grunna poppsjangran. Tú heldur teg hava bílagt ein ljósareyðan candyfloss og fært ein bunka av mold og ein spaka, sum av sær sjálvum fer í gongd við at grava djúpt. Ein poppkonsert sum tann í gjár var eitt sjangruspreingjandi trojanskt ross, fult innan av samtíðarlist. Eivør og hennara fólk leveraðu einki minni, tá tey framførdu tey átta løgini á nýggju útgávuni ENN. Tað er djarvt og dirvi krevst somuleiðis til tess at vera upphitari hjá einari livandi legendu sum Eivør. Tað møtumikla jobbið var hesa ferð latið upp í hendurnar á Jógvani Joensen, ið saman við góðum tónleikarum legði fyri við at spæla nøkur løg av útgávuni Tøgn. Hon kom út í fjør og var mikið fagnað við at kalla fullum stjørnutali í Kvørnini. Sangirnir eru sera álvarsligir fyri ikki at siga daprir við tekstum um angist, longsul og einsemi. Tað er djarvt at seta orð á tílíkar kenslur og standa við sinnisligt viðkvæmi, bundinskap og eksistentielt broyskni. Sangirnir, sum eru einfaldir og í støðum eitt sindur ágangandi við tungari weltschmerz í fremstu røð, eru í vøkrum løtum sálmakendir.
Álvarsliga huglagið heldur á eftir steðgin, tá Eivør byrjar við tí stórfingna Ein Klóta, sum er fyrsti sangur á ENN og mítt yndislag higartil, so konsertin byrjaði við einum hæddarpunkti. Tað er eitt brak av einari yrking hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, ið er tulkað við so intensari empati við so framúrskarandi musikaliteti, at hárini reisast um allan kroppin og tú ert um at bresta í sjóheitan grát. Tað er “Ein klóta/ í leysum lofti/ rekandi/ rekandi/ uttan meg.” Huglagið er máttmikið, rúmdarkent við stórum rúmklangi - tað er okkara lítla jørð í endaleysum universi, men perspektivið er centrallyriskt grundað í tí einstaka menniskjanum og teirri syrgiligu syrgiligu sannroynd, at jørðin einaferð skal reka uttan meg og teg.
Huglagið í hesi nýggju plátuni minnir í støðum um atmosferisku introina í leikinum Tóm rúm frá 2014, har Eivør sang eina yrking úr Rót Trip hjá Marjun Syderbø Kjelnæs um óttan, sum er bundin í longsulin, sum er bundin í sálina, sum er bundin í kjøtið, sum er bundið í moldina... osfr. Nú er óttin miðsavnaður um okkara egnu jørð, men har er okkurt slag av ugga ella lykt í lívsandanum. Tað var forrestin sama triumvirat, sum stóð fyri áðurnevndu Tóm Rúm introini, ið er skapandi megin í Enn og sum skilst á plátuhúsanum eru Eivør og maður hennara, Tróndur Bogason felags um tað musikalska. Dugnaligu, topproffessionellu tónleikararnir, sum spældi saman við Eivør í gjárkvøldið og sum eisini hava framleitt plátuna saman við Eivør og Tróndi eru Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Mikael Blak, Mattias Kapnas og Theodor Kapnas (ljóð).
At siga, at Eivør Pálsdóttir er dugnalig og syngur væl er sum at siga, at Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci er ein pen mynd ella at Eiffeltornið er ein ókey skeg bygningur. Tað er í grundini ein avbjóðing at lýsa hvussu framúr væl Eivør syngur. Hon hevur altíð sungið fantastiska væl og nú ber av. Hon tykist markleys. Røddin er monumental og verður brúkt við hugtakandi fjølbroytni og við so perfektari javnvág millum tey ymisku avrikini, at mann ikki leggur merki til skiftini. Antin hon syngur orðini fram ella improviserar við tónum er hon eitt einastandandi instrument henda røddin, sum flýgur himmalhøgt og kavar niður í djúpastu avgrundir alt meðan hon ótarnað skiftir millum luftmiklan klang, klokkukláran tóna og sterkt fullregistar. Røddin er mjúkasta silki, ið legst eins og balsam um sálina eisini í støð, har tú ikki visti, at tær tørvaði mýkjandi viðgerð. Røddin er júst sum Eivør, yndislig, men torir til alla eydnu eisini at vera ljót, óklár, løgin og rá – tað ger alt hetta musikalska universið ómetaliga fjølbroytt og listaliga relevant. Egil Barclay Høgenni Hansen stóð fyri vøkru ljósunum á framførsluni, men út yvir tað var visuelli framburðurin lutfalsliga einfaldur og tað var gott. Máttmikla musikkuniversið hjá Eivør & Tróndi hevði væl klárað at borið eitt øgiligt pallshow – tað kundi í hesum sambandi verið áhugavert at sæð t.d. eina scenografi hjá Barbaru í Gongini. – Nåh, men aftur til Norðurlandahúsið í gjárkvøldið, har eg stóð og lurtaði og lat meg rúnarbinda av Enn. Einaferð helt eg meg vera á klassiskari klaverkonsert. Tað var fantastiskt og als eingi mørk millum klassiskt og rútmiskt, bara tað besta úr báðum heimum, minimalt og maximalt alt í einum. Marjun Syderbø Kjelnæs eigur allar teir fínu tekstirnar á útgávuni uttan “Hugsi bert um teg”, sum Eivør sjálv hevur skrivað. Tað er aftur ein av teim vælsignaðu svøvnleysu náttum, ið eisini hevur kastað av sær perlur sum Morning Song (2015). Huglagið er eitt sindur lættari og meira popput á hesum kærleikssanginum, sum er fullur av longsli, men góða slagnum av longsli, sum jú er, tá mann hevur onkran at leingjast eftir. Ljós er neyðugt eisini tá tú skalt miðla myrkur, sum aleina og í sjálvum sær verður ja, perspektivleyst. Fyri meg var framførslan av nýggju útgávuni nóg mikið í sjálvum sær, men eg haldi nógv vóru glað fyri, at Eivør eisini spældi gamalt tilfar. Eivør er ikki gírig ella afturhaldin á nakran hátt og framførdi hugaliga eldri løg, My true love, Gullspunnin og í Tokuni. Vit fingu eisini eina framførslu av mest spælda sanginum hjá henni á Spotify; Trøllabundin. Tá nýtti eg høvi at hvíla mær oyruni og fór á ves. Tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt. Konan á vesinum høgrumegin floytaði Trøllabundin meðan tann vinstrumegin murraði sama sang og tær vóru hvørki í synk ella stemmaðu, so tað var ein heldur óvæntað næstan avantgardukend uppliving har á vesinum í Norðurlandahúsinum. Endasangurin var aftur hesa ferð tann framúrskarandi flotti Falling Free - tá var einki eyga turt. Útgávan Enn kom í juni í ár og konsertirnar í Norðurlandahúsinum er byrjanin til eina ordans konsertferð við 38 konsertum í ár. Konsertferðin fevnir millum annað um spælingar í Europa, Nýsælandi og Australia - Hepnu tey í Australia og hepnu tit, sum fara til eina útselda konsert í kvøld.