Í kvøld vóru Mentanarvirðislønirnar handaðar á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík. Tað er gleðiligt, at Sirið Stenberg valdi at geva einum ungum listafólki, Beini Bergsson virðislønina á 50.000 krónur og ikki minni gott, at Heiðursgáva Landsins á 75.000 varð latin einum týdningarmiklum yrkingatýðara og bókmentaligari sendikvinnu, Randi Ward.
At Hanni Bjartalíð fekk Mentanarvirðisløn Landsins er fullkomiliga spot on! Fá hava uppiborið virðislønina meira enn listamaðurin úr Klaksvík, ið býr og arbeiðir í Finnlandi og livir og andar fyri síni list - hann ger eisini viðkomandi listaverk, tá hann heldur feriu! Hann fær ikki ordiliga latið vera. Hanni Bjartalíð er ein av okkara bestu og mest virknu listafólkum og tað er ein sonn fragd at fylgja við hesum lívsverkinum og síggja hvussu listamaðurin støðugt endurnýggjar sína list, hvussu nýggjar greinar leggja seg aftrat meginbulinum á einum av týdningarmestu listaavrikum í føroyskari myndlist. Hansara verk er kaleidoskopiskt og støðugt vaksandi til allar síður í teknaðum málningum, steinprentum, relieffum og í standmyndum. Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tá tú so skal lýsa tey, varnast tú hvussu kompleks og innihaldsrík tey í roynd og veru eru. Hetta eru verk, sum innihaldsliga, tilfarsliga og í mátanum, tey eru gjørd raka við ta skroypiligu og stokkutu tilveruna, ið sama hvussu vit bera okkum at, um vit flenna ella eru hátíðarlig, endar áðrenn vit ætla.
Hjartaliga til lukku, Randi, Beinir og Hanni.
Kinna Poulsen