Vín og list í Víngarðinum

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Í eini vínbarr er vínið eyðvitað av stórum týdningi, antin tú fært eitt svalligt glas av broysknum Grüner Veltliner ella lagið er meira til tað sangvinskt svirrandi Sancerre, ið av mongum verður hildið at vera tað besta franska sauvignon blanc vínið. Summi elska reyðvínið úr Rhonedalinum, ið fløvar kropp og kjálkar og loysir láturin. Í Víngarðinum verður hjúklað um vínið, ið verður valt og skonkt við bæði kærleika og vitan og tað sama er galdandi fyri myndlistina, sum á vegginum hongur. Komandi vikuskiftið letur ein nýggj framsýning upp: So gjørdi hann vatnið til perlandi vín upp í Víngarðinum við framúrskarandi samtíðarlist eftir Hanna Bjartalíð, Silju Strøm, Marius Olsen, Tórodd Poulsen og Zven Balslev. Heitið á framsýningini kenna vit – tað er ein regla úr einum kendum veitslusangi um brúdleypið í Kána, tá drykkjuvørurnar vóru uppi og Jesupápin sambært Bíbliusøguni loysti støðuna við at gera vatn til vín. Eitt heldur váttligt undur, sum hevur verið mongum alkoholandstøðingi til fortreð. Men tað vóru aðrar tíðir tá sum nú. Vit hava júst upplivað aðru bylgju av krúnusóttini, ið aftur hevur gjørt bæði perlandi vín og felagsskap til nakað forkunnugt og eftirstundað. Vit gleðast tessvegna serliga nógv um at kunna fara út (við varsemi og skili) og hitta fólk og uppliva list. Hanni Bjartalíð er ómetaliga fjølbroyttur listamaður, sum bæði arbeiðir tvey- og trídimensjonalt við myndum og standmyndum og so við nøkrum mitt í millum, sum vit kanska kunnu nevna relieff. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við fløskuskapinum, sum bæði er eitt sera vakurt, einfalt skap, eins og tað kann innihalda nógv bæði ítøkiligt og myndaligt. Hesi verk eru dekorativ og hugfarslig og so er tað jú altíð gott at eiga nakrar fløskur inni um onkur skuldi komið á gátt. Tað vóna vit, at tit gera í Víngarðinum leygardagin 5.september klokkan 15-17.  

Kári P 70

Ein tokutan týsdag í sjeytiárunum gekk eg leiðina av Lützenstrøð oman í plátuhandilin yvir av Smæruni. Eg minnist ikki hvat hann æt, var tað Radiohandilin og var tað kanska fríggjadag? Nåh, men eg hevði pengar í lummanum og í staðin fyri sum vant at fara í Smæruna at keypa mær hindbersaftpulvur, sneiddi eg til høgru inn í plátuhandilin. Eg minnist ikki hví, men eg minnist týðiliga eina kurv við einum bunka av smáum plátum, sum vóru í einum húsa við nógvum svarthvítum myndum á. Eg keypti plátuna, sum onkur Debess & Petersen hevði gjørt. Eg veit ikki hví, men tað var eitt gott keyp, tí ljóðsíðan vísti seg at vera akkurát líka pinnpakkað av innihaldi sum myndasíðan. Eg lurtaði eftir sangunum og lærdi teir so mikið væl uttanat, at tað mesta situr enn. Serliga dámdi mær heitislagið Mitt í eini meining - tað var fyri meg ein føroyskur variantur av A day in the life hjá Beatles. Seinni, tá vit gingu í Hoydølum, var ikki minst Gullkálvavalsurin ljóðtapet kring ballaríið og lestrarárini, tá Langabrúgv longdist av longsli lógu Vælferðavísur á plátuspælaranum. - Hóast Mitt í eini meining ikki var mín fyrsta pláta, so var hon fyrsta plátan, sum eg sjálv keypti. Tað hevði týdning, tað hevur týdning og í dag, 22.august fyllir ein av teimum síðhærdu á plátuhúsanum runt. Kári Leivsson eitur maðurin, sálarfrøðingurin og listamaðurin, sum vit í listahøpi kenna sum Kára P(etersen). Útgávulistin hjá honum er ikki stórur í nøgd, men um vit hugsa um dygd og týdning, so fyllir Kári P ótrúliga nógv í okkara tilvitsku. Og tað er helst ein orsøkin til, at hann fyri tíggju árum síðani fekk Mentanarvirðisløn Landsins.

Ein fyrimunur, sum troubadurar hava fram um t.d. yrkjarar er, at teirra list kann framførast í útvarpi og tann vegin breiðast út til fólkið. Tá so sangir sum Kalli Katt ella Sálarhirðin verða tráspældir, verða hesar lagnusøgur varpaðar út í køkar og stovur, so at sjálvt eitt lítið barnahøvd fær við, at eins egna púra vanliga nútíðarføroyska tungumál eisini kann brúkast at lýsa lagnur og samfelag við - enntá so at tað situr og ber uppá rím bæði hendanvegin og hin ”minnist tú hitt kvøldið, tá vit í berúsilsi søgdu hvat vit føldu” ella ”sum slímharður sannleiki skreiðir um svingið”. Hesar reglur vóru nokk so væl slitnar í húgvuveitslunum. Tá meistaraverkið, Hinumegin Ringvegin, kom út í 1991, átti eg heiðurin at syngja tvær reglur í Ringulrímu. Tað var fantastiskt og eg eri enn pávastolt av at vera við har.

Ivin er drívkraftin hjá listafólkinum, heldur Kári P í eini útvarpssending frá 1992. Hansara tekstir liva í glæmuni av hesum leitandi opinleikanum, ivanum og trúnni uppá menniskjað í sjálvum sær við øllum tess lýtum og veikleikum ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Í áðurnevndu útvarpsupptøku sigur Kári P ”Um mínir sangir kunnu kallast skaldskapur ella ikki, tað haldi eg at eg fari eg yvirlata til onnur at døma um, tey, sum njóta hesar sangirnar, tí eg havi havt tað áskoðan, at tá í tú gevur nakað út, so hevur tú latið tað frá tær og yvirgivið tað til onnur at eiga” – Túsund takk fyri, Kári P og hjartaliga til lukku.

mitt i eini meining.jpg

Listin verður forsømd í føroyska skúlaverkinum

handaverk og list.jpg

Í Skúlablaðnum hevur Birgir Kruse fyri Nám skrivað eina áhugaverda grein um verkætlan hjá Katrin Bech, ið staðfestir tørvin á, at raðfesta handaverk og list í skúlaverkinum. Verkætlanin byggir á niðurstøður hjá Anne Bamford, sum í 2012 gjørdi eina kanning fyri Mentamálaráðið, har hon kannaði teir kreativu møguleikarnar hjá føroyskum børnum í barnagørðum og í fólkaskúlanum. Ann Bamford legði m.a. dent á, at “Dygdargóð undirvísing í list ávirkar barnið, læringina, læruumhvørvið og samfelagið, men hesir fyrimunir eru bara eyðsýndir, har skipað, dygdar­góð undirvísing verður framd...”  Tí heldur hon, at tað er: “...týdningarmikið, at orðingarnar í lógarverkinum, sum birta upp undir, at undirvísing í list verður roknað við í samlaðu undir­vísingina hjá føroyska barninum, og at hesar verða fylgdar upp við haldgóðari íverksetan og eftirlitsmannagongdum, sum tryggja, at børn fáa dygdargóða undirvísing.”

Útgangsstøðið hjá Katrin Bech er avgerðin hjá samgonguni um at styrkja kreativu lærugreinirnar “– Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. – Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á PISA– kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinirnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinirnar til viks. “

Sum skilst á greinini í Skúlablaðnum er ikki nógvur bati í eygsjón og áhugin sýnist sera lítil fyri listini á Læraraskúlanum. Tað er sera óheppið og her hugsi eg ikki bara um trivnaðella ávirkan á børn og allar teir fyrimunir, sum listlærugreinin hevur fyri innlæring og fjølbroytnið í læringini. Eg hugsi eisini breiðari um okkara visuellu mentan og um tað breiða teksthugtakið í føroysku undirvísingarskipanini. Í føroyskum skulu lærarar t.d. undirvísa í myndagreining, men nógvir hava ikki førleikar til tess. Hetta eigur ikki at halda fram soleiðis. Tá fleiri kanningar nú hava víst trupulleikan, eigur politiskur vilji at vera til at broyta støðuna og í hesum sambandi at hugsa gjølliga um hvussu tað skal gerast. Ein av millumyvirskriftunum í greinini í Skúlablaðnum er ógvuliga sigandi, at listin blómar, men ikki í fólkaskúlanum. Eg kann leggja aftrat, at í miðnámsskúlaskipanini er tað bara í Havn, at tað ber til at velja myndlist. Kann tað bera til, at suðuroyingar, klaksvíkingar og tey á Kambsdali ikki listarliga áhugað? Nei, tað er ikki rætt. Har er okkurt annað, sum er heilt galið.

Okkara skúlaskipan avspeglar føroyska samfelagið og manglandi útbúgvingin innan tað kreativa, handaliga og visuella merkir ikki bara skúlan, men alt samfelagið og okkara fatan av listini.

Listafólk í LISA kunnu nú søkja um høli í Hoydølum

118100750_1653975628110719_1318645721088551309_o.jpg

TÍÐINDASKRIV frá LISA

LISA hevur í dag sent øllum limafeløgunum lýsing, har sóknast verður eftir leigarum til arbeiðshølini í Hoydølum. Tey, ið kunna søkja, eru limirnir í limafeløgunum hjá LISA. Tey, ið lúka treytirnar fyri limaskapi, men ikki eru limir enn, eru vælkomin at søkja um limaskap í viðkomandi felag.

LISA flytur inn í Gentukostdeildina, har ein garasja hoyrur til og sokallaða Hjallin, har húsavørðarnir húsaðust og skúlastova var uppi á. Listafólkasamband Føroya er fegið um, at limir nú kunna søkja um at fáa hølir til leigu í Hoydølum til sítt listaliga virksemi.

Um árskiftið var allur bygningurin á Lützenstrøð 4 eisini tøkur. LISA hevði tá eina lítla skrivstovu har. Nú leigar LISA nærum allan tann bygningin út til skrivstovuvirksemi hjá limum og limafeløgum í LISA.

Í 2017 sendi LISA umsókn inn, tá Mentamálaráðið bað um hugskot til, hvat Hoydalar kundi brúkast til, eftir at studentaskúlin var fluttur út í Glasir. Saman við umsóknini var ein stórur faldari, sum LISA lat gera, sum nágreiniliga lýsti, hvussu bygningar og hølir kundi verið brúkt til listaligt virksemi hjá limum í limafeløgunum í LISA. Har kundi verða pláss fyri bæði verkstøðum, venjingarhølum, skrivstovum, listabókasavni og framførslum av bæði sjónleiki, filmi, tónleiki og myndlist.

Umsóknin hjá LISA var gingin á møti og LISA kundi fáa nakrar av bygningunum í Hoydølum. Eftir drúgvar umrøður um, hvussu hetta skuldi skipast og fleiri hølissýn, er komið fram til, at LISA kann flyta inn í Gentukostdeildina, Garasjuna og Hjallin.

Við avgerðini hjá Mentamálaráðnum um, at lata listafólk flyta inn í Hoydalar, er arbeiðið byrjað til betri umstøður hjá listafólkum at virka og skapa í. Tað fegnast LISA um.

Listafólk, ið hava áhuga, kunnu venda sær til LISA.

Vegna Listafólkasamband Føroya t. 25. august 2020

Starvsnevndin

Marita S. Dalsgaard, forfólk

Hansina Iversen, næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

PESTIN & LISTIN

Tóroddur Poulsen: Ólavsøka (2020)

Tóroddur Poulsen: Ólavsøka (2020)

Covid-19 er hvørki tann fyrsta ella tann síðsta sóttarplágan, sum hevur herjað her á foldum. Og meðan vit bíða eftir munagóðum koppingarevni, býðst høvi til at gera sær tankar um mentan og list og hvønn týdning hesi hava í eini sóttartíð.

Sóttirnar eru nógvar, vit hava hoyrt um svartadeyða, um sponsku sjúku, barnalamning, koppar, fuglakrím og so framvegis og allar hava tær havt størri og minni ávirkan á menniskjað í skiftandi tíðarskeiðum bæði heilsuliga og mentalt. Summar sóttir hava havt sannar slóðir av elendigheit og deyða í kjalarvørrinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri svarta deyða, sum tók lívið av milliónatals menniskjum.

Jú, pestin er aftur aktuel í ólukkumát, krúnukrímið er afturíafturkomið her hjá okkum og tað so dyggiliga. Og meðan starvsfólk á sjúkrahúsunum og aðrastaðni við pota við sveittabroti og vit aftur síggja smittutalið kvinka uppeftir, vaksur kenslan av maktarloysi og angist. Tí hóast vit liva í einum á so mangan hátt priviligeraðum landi við góðari heilsuskipan og vælferð, so elvir sóttin til einsemi og ótta millum fólk. Og meðan vit við bivandi hjarta kaga inn á corona.fo at kanna tey týdningarmiklu tølini, sum í skrivandi stund – lov og tøkk – eru tvey vøkur og oval null, vaksur tørvurin á meining og samanhangi. Á útsagnum, ið onkursvegna kunnu viðgerða og greina okkum støðuna.

Føroya biskupur í SVF helt, at tíðin er at taka lógvatak (smb. Jóannes Patursson: Nú er tann stundin komin til handa/ á hesum landi,/ at vit skulu taka lógvatak saman/ máli til frama)

Føroya biskupur í SVF helt, at tíðin er at taka lógvatak (smb. Jóannes Patursson: Nú er tann stundin komin til handa/ á hesum landi,/ at vit skulu taka lógvatak saman/ máli til frama)

Frá politiskari síðu er tað ikki longur nóg mikið bara at mæla til frástøðu og minna á reinføri hvussu so stóran týdning hetta hevur. Móti mentala máttloysinum í kjalarvørrinum av aðru sóttarbylgjuni krevst andalig føði. Tí kendist tað styrkjandi, tá Føroya biskupur Jógvan Fríðrikson á sín serstaka fevnandi og humanistiska hátt í Degi&Viku gjørdi greitt, at vit øll eru í sama báti, sama um vit eru barrvørar, prædikufólk, LGBT´arar ella ólavsøkufólk. Biskupur er lærdur maður og sjálvt um hann ljóðar til at vera nokk so langt niðri á jørðini, tá hann prátar, er hansara boðskapur bókmentaliga grundaður á Jóannes Patursson, Kierkegaard, Bíbliuna og Luther við serligum atliti til Jesus og næstakærleikan - eitt óvanliga meiningsfult sjónvarpsinnslag var tað.

Brot úr La Peste eftir Albert Camus

Brot úr La Peste eftir Albert Camus

Tá menniskjað verður tikið á bóli av álvarsligum sjúkum og sóttum, verður eisini hetta tulkað av listafólkunum. Og sjálvt um stórur munur er á bæði læknavísindi og heilsuverki nú og fyrr, er menniskjað enn grundleggjandi menniskjaligt. Hetta universalt menniskjaliga ger verk sum t.d. La Peste hjá Albert Camus viðkomandi í 2020. Verkið kom út í 1947 og var sum so ein viðgerð av fascismuni og øðrum veraldarbardaga, men allíkavæl raka greiningarnar av menniskjasinninum okkum í mun til farsóttarstøðuna í dag t.d. tá frásøgumaðurin staðfestir: ”Okkara kærleiki var framhaldandi har, púra ivaleysur, men hann var heilt einfalt óbrúkiligur, tungur at bera, óvirkin í okkum eins og lógarbrot ella fordøming. Tað var einki annað enn eitt tol uttan framtíð og ein bíðan uttan íhald..”.

Nuremberg_chronicles_-_Dance_of_Death_(CCLXIIIIv).jpg

Longu í miðøldini koma listarligar tulkingar av herjandi sóttum t.d. í kálkmálningum og í bókmentum hjá t.d. Petrarch og Boccacio. Vit kenna flest øll til myndir av deyðadansinum, dance macabre, har beinagrindir lystiliga troða dansin og ikki sjáldan er onkur ávarandi peikifingur uppií, sum minnir á óstøðugleika lívsins: ”Leikum fagurt á foldum/ eingin treður dansin undir moldum” ljóðar tað í kvæðinum”.

Salvator_Rosa_-_Human_Fragility_-_WGA20047.jpg

Í 1656 doyði meir enn helmingurin av fólkinum í Napoli av herviligari sótt. Italski barokkmálarin Salvator Rosa var persónliga hart raktur, tí sóttin tók fleiri av hansara systkjum og børnum. Í brævi til vinmannin Ricciardi lýsir Rosa máttloysiskensluna av at allur menniskjaligur kunnleiki er til einkis og kann gera tað sama. Sama ár málaði Rosa dapra málningin L'Umana Fragilita, ið viðger stokkuta og skroypiliga mannalívið. Málningurin er eyðkendur barokkmálningur - ein myrk og dramatisk lýsing av eini kvinnu við blómum og børnum. Tað skuldi verið ein ímynd av eydnu og fruktbari. Men myndin er full av óhugna og memento mori deyðasymbolum. Vinstrumegin blæsur ein drongur sápubløðrur – sápubløðran er eyðsýnt og ofta brúkt symbol fyri jarðartilveruna, sum hvussu vøkur hon tekur seg út, kann bresta hvørja løtu. Ein grínandi beinagrind við veingjum heldur í hondini á einum pinkubarni, ið verður tvungið at skrivað á eitt skjal lagnutungu staðfestingina: 'Conceptio Culpa, Nasci Pena, Labor Vita, Necesse Mori', ið merkir nakað tað sama sum, at gitnaður er ein synd, føðing er pína, lívið er stríð og deyðin neyðugur.

rosa-scroll-detail.jpg

Í sóttartulkingum hjá øðrum gomlum meistarum sum Tizian og Poussin er tað somuleiðis ræðuleikin, deyðshóttanin og ávirkan deyðans á tey livandi, sum er í fokus.

Munch Sjálvsmynd við sponsku sjúku.jpg

Men um vit flyta okkum nærri okkara egnu tíð, málaði Edvard Munch eina sjálvsmynd, meðan hann var sjúkur av sponsku sjúku. Tað er listamanninum líkt ein djørv konfrontatión av einsemi og likamligum veikleika. At hann hevur opnan munn á myndini kemst møguliga av, at sjúkan rakti lungu og andaleið og gjørdi tað tungt at anda, men opni muðurin hevur í grundini sína egnu listasøgu t.d. í lýsingum av Kristusi á krossinum, har opni muðurin er visuelt tekin um pínu, ið er so ring, at hon má spýggjast út úr kroppinum. Mikines, sum hevði Munch sum fyrimynd, upplivdi tuberklarnar sum eina sótt, og hansara myndevni í 1930´unum eru í stóran mun myndir av sorgini, ið stóðst av teimum mongu andlátunum í kjalarvørrinum av hesi ringu sjúku. Eitt av høvuðsmyndevnunum hjá Ejnar Nielsen, lærara Mikinesar, var somuleiðis deyðasjúk fólk. Hetta ljóðar kanska øgiliga syrgiligt, tungt og einstáttað, men er í veruleikanum fjølbroytt og listarliga áhugavert. Um vit t.d. hyggja at myndini hjá Mikines Fyri deyðanum (1940) er deyðin ikki eintýðugt negativt lýstur, men er kanska meira tað øvugta av tí, vit sambinda við lív. Her standa fólk kring eina song. Vit síggja ikki persónin, sum liggur fyri deyðanum, men hóma deyðan í tómleikanum og gulu ljósglæmuni ovarlaga í myndini.

Vi%C3%B0+dey%C3%B0asongina.jpg

Okkara núverandi plága, COVID-19 verður sjálvandi lýst í samtíðarlistini, bókmentum, sjónleikum osfr. Enn havi eg ikki sæð óhugnaligar, ekspressivar lýsingar av pínu og deyða og opnum munnum (uttan kanska í fotomyndum á Facebook, ið skulu ávara okkum um vandan í COVID-19. Gøtulistin er full av hetjulýsingum av sjúkrastarvsfólkum, parafrasurnar eru óteljandi, har Mona Lisa og øll møgulig onnur kend portrettmyndevni hava fingið munnbind, men annars tykjast samtíðarligar coronamyndir mest merktar av tómleika. Ein riðil av myndum av manntómum býum, torgum og gøtum, ið plagdu at vera tysjandi fullar av fólkum og lívi.

Einsemi tykist eisini vera høvuðsevni sum í hugtakandi monumentalu myndini hjá Paul Bloomer. Hann hevði fyrr í ár framsýningina How Then Shall We Now Live í digitala framsýningarrúminum projectroom2020.org, sum ArtNorth-Magazine hevur stovnað orsakað av farsóttini. Bloomer er bretskur listamaður, sum í mong ár hevur búleikast í Skotlandi. Hann greiðir í framsýningarkataloginum frá, at hann eisini áðrenn sóttina hevur undrað seg yvir okkara livihátt, at vit dálka umhvørvið og ikki ansa nóg væl eftir hvørjum øðrum. Heitið á myndini av eini mannamúgvu við maskum, er sigandi í so máta “When we poison the air we poison our selves”.

tove.jpg

Eisini í Føroyum eru dømi um samtíðarlist, ið snýr seg um sóttina. Á Ólavsøkuframsýningini hongur t.d. ein málningur hjá Tove Askham av einari gentu í føroyskum klæðum, sum hevur turriklæðið fyri munn og nøs sum smittuverju. Myndin er tíðarbær og áhugaverd orsakað av mótsetninginum millum høgtíðarhugnaligu klæðini og so smittuvandan. Vit síggja ikki munnin á gentuni, men eyguni eru víðopin og stúrin.

Tummas Jákup Thomsen 2020

Tummas Jákup Thomsen 2020

Higartil hevur tónalagið sum heild verið lutfalsliga lætt og skemtiligt í teirri føroysku corona-listini, sum serliga tykist viðmerkja okkara verimáta og reaktiónir í mun til smittuna. Surrealisturin í Gøtu, Tummas Jákup Thomsen teknar stuttligar maskumenn, syrutar frástøður og lemjandi frástøður og einsemi.

Tummas Jákup Thomsen 2020

Tummas Jákup Thomsen 2020

Tað er somuleiðis maskan, sum er útgangsstøði í coronaverkinum hjá Randi Samsonsen. Hon er annars kanska serliga kend fyri síni antropomorfu tekstilverk, sum hanga og standa eins og bundnir ella heklaðar standmyndir. Men Randi Samsonsen hevur eisini gjørt fleiri verk, sum á skemtiligan ella satiriskan hátt viðmerkja ella finnast at. Hennara groteska coronamaska er sett saman av tveimum pørtum, eini ljósari neutralari bakgrund, sum er heklað og so einum risastórum, reyðum, hyldligum munni, sum er fullkomiliga yvirdrivið herligur.

Randi Samsonsen 2020

Randi Samsonsen 2020

Tað er somuleiðis tað groteska, ið merkir sóttarmyndirnar hjá Tóroddi Poulsen, ið fyri ólavsøku hevði framsýningina Armageddon og aðrar frástøður í Steinprenti. Fleiri av hesum vatnlitamyndunum og tekningunum minna í myndamáli um miðaldarmyndir við dansandi, grínandi deydningum. Eisini hevur Tóroddur Poulsen málað eina rúgvu av pizzamyndum, harav fleiri fáast við corona, so tað er so deiliga vemmiligt. Men fleiri av hesum myndum tykjast eisini framman fyri sína egnu tíð og lýsa t.d. ólavsøkuna sum eina bjartlitta smittufest, har alt kribblar og krabblar sum vit síggja á ovastu myndini.

98416140_3060708107329956_1527966875051360256_n.jpg

Tjóðpallurin hevur framleitt eina langa røð av stuttfilmum um sóttina, og sum føroyskir høvundar hava skrivað, t.d. Trygvi Danielsen. Eg havi enn ikki sæð allar, men havi við stórari fragd lisið Mitt í hesi krónutíð við undirheitinum Ein fáveldisdagbók hjá Carl Jóhan Jensen, ið sum heitið bendir á, snýr seg um farstóttina. Bókin byrjar sum harmaljóð frá einum vónbrotnum veljara, ið harmast um sonevnda fáveldið, at landsins virði verða býtt út millum fáar reiðarar at ráða yvir. Dagbókatekstirnir, ið eru skrivaðir frá 25.desember 2019 til 12.apríl 2020, eru flest allir bygdir upp eftir einum føstum leisti, har byrjað verður við at staðfesta veður og vind og vikudag. Síðan verður dagfest sambært nýggju tíðarrokningini, ið er grundað á byrjanardagin hjá sitandi samgongu. Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen enn sum áður stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunum, ið ikki beinleiðis prædika fyri teimum frelstu, men sum heldur lýsa aðrar partar av samfelagnum í eygleiðingum og endurminningum. Ikki minst eru hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum viðurskiftum, sera áhugaverdar. Tó, at bókin hevur ein lættan tóna, er hon skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna. Nakað av tí mest áhugaverda við hesari bókini er hennara tíðarbærið. At vit saman við høvundanum uppliva hvussu coronasóttin stingur seg upp sum ein óviðkomandi skuggi fjart frá Føroyum og hvussu hon spakuliga vaksur, nærkast og gerst ein verulig hóttan eisini hjá okkum ella sum íspegilin orðar tað: Jú, snoddast tey angist og ivi,/ ið alt so forkrónað er blivið,/ nú sálirnar telva/ við deyðan og skelva/ og verðin øll ein fangaklivi// livst, so rópast…” (s.162 Mitt í hesi krónutíð).

117333513_306116314032316_7376273356821088069_n.jpg
Tummas Jákup Thomsen 2020

Tummas Jákup Thomsen 2020

Tóroddur Poulsen 2020

Tóroddur Poulsen 2020

p08d5w0p.jpg
Tóroddur Poulsen 2020

Tóroddur Poulsen 2020

Tummas Jákup Thomsen 2020

Tummas Jákup Thomsen 2020

Leik Holm: Virusdráp 2020 (parafrasa av Grindadrápi hjá Mikines)

Leik Holm: Virusdráp 2020 (parafrasa av Grindadrápi hjá Mikines)

 

Nýggja framsýningin í Víngarðinum útsett vegna corona

Portrettið hongur á núverandi framsýning í VG: Persona Grata

Portrettið hongur á núverandi framsýning í VG: Persona Grata

Arbeitt verður við eini nýggjari framsýning í Víngarðinum, men orsakað av íkomnu korona-støðuni er Víngarðurin stongdur fyribils inntil støðan aftur er undir kontrol. Úr Víngarðinum siga tey, at tey gleða seg at síggja viðskiftafólkini aftur, tá vit kunnu fegnast um, at vit enn einaferð megnaðu at basa krúnusóttini.

Sum kurator kann eg leggja aftrat, at tit kunnu gleða tykkum til komandi framsýningina við heitinum “So gjørdi hann vatnið til perlandi vín”.

Ansið eftir tykkum.

Samanhald við frástøðu!

OPEN CALL - myndir

Performance

Performance

24.juli var ein forkunnug open call framsýning upp á Frælsinum á bønum framman fyri Læraraskúlan. Við á framsýningini vóru spennandi ung listafólk sum t.d. Anný Djurhuus Øssursdóttir og Alda Mohr Eyðunardóttir, ið báðar ganga á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Tíverri eydnaðist mær ikki at uppliva framsýningina, men eg havi fingið nakrar myndir frá Aldu Mohr Eyðunardóttir - tað sær herliga avantgardistiskt út!

Luttakarar:

ANNÝ DJURHUUS ØSSURSDÓTTIR

ALDA MOHR EYÐUNARDÓTTIR

DAVID SEBASTIAN LOPEZ RESTREPO

HÚS (https://www.facebook.com/musikkur/)

HØGNI JÁKUPPSON

HØGNI EGHOLM MAGNUSSEN

PLANTULITIR (ANNA ELISABETH, KATRIN OG KATARINA)

MARJUN DRÓS TAUSEN POULSEN

MAGNUS KING

GUNNVØR HOYDAL BRIMNES

RASMUS HURTIG

SJÚRÐUR TRÓNDHEIM

JENS L. THOMSEN

KIRSTIN HELGADÓTTIR

VÁR SAMUELSEN

117039082_296902175083637_1081406638398184339_n.jpg
117125626_223829055522790_134235438844748162_n.jpg

Síðsti kjansur at síggja summarframsýningarnar í Steinprenti

Hansina Iversen framman fyri einum av sínum málningum á LITBRÁ

Hansina Iversen framman fyri einum av sínum málningum á LITBRÁ

Nógv fólk hava verið á gátt í Steinprenti í summar og hava nýtt høvið at síggja framsýningarnar í gallarínum og uppi yvir Østrømhandlinum á Skálatrøð. Men hesa vikuna er síðsti kjansur at síggja framsýningarnar, sum lata aftur leygardagin. Talan er um søluframsýningar.

Við KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED rør kendi danski listamaðurin Claus Carstensen aftur á evni í ymiskum verkætlanum, sum hann hevur havt í føroyskum listahøpi. Listamaðurin, ið so mangan hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk, sýnir fram 56 spildurnýggjar kollasjur/assamblasjur, ið allar taka støði í listaverkinum KLAKSVIKAFFÆRER (2010). Ítøkiliga útgangsstøðið í hesum kompositiónunum er Merkið, ið er sett saman við myndum, yrkingum og ymsum tilfari. Samansettar myndir sum kollasjur kenna vit kanska serliga frá surrealismu og popplist, har myndir verða kliptar út og settar inn í ein øðrvísi samanhang, sum gevur tí avmyndaða ein nýggjan og kanska óvæntaðan týdning. Verkini hjá Claus Carstensen, sum í fleiri førum hevur brúkt fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, eru full av innihaldsligum og formligum tilsipingum og samanhangum millum myndaliðir og orð.

Litbrá merkir spektrum og tekur støði í føroyskari kolorismu, ið hevur staðið sterkt í føroyskari myndlist heilt frá byrjan síðani Birgitta Johannesen málaði sínar sevjugrønu vatnlitamyndir av regnvátari náttúru og Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði sínar sólsetursmyndir. Ruth Smith sá litirnar á sín heilt serliga hátt, sum enn hugtekur og nemur okkum og sjálvt Mikines flutti seg úr dramatiska myrkrinum til litfagrastu kolorismu. Við á Litbrá framsýningini eru nøkur av okkara bestu samtíðarlistafólkum, ið ikki firnast megina í litunum, men sum bjóða henni av.

Tey ið sýna fram á Litbrá eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Tróndur Patursson, Rannva Kunoy og Hanni Bjartalíð.

107549018_2632756187053114_1945252237088483126_n.jpg
IMG_4648.jpg
107462378_622620711687836_4641195094314545695_n.jpg

Status Quo - Ólavsøkuframsýningin 2020

115745085_606347220301704_1041959336998921259_n.jpg

Á Ólavsøkuframsýningini 2020 eru fleiri góð verk umboðandi bæði eldri og yngri listafólk í Føroyum. Teir tríggir fínu, litríku, náttúrutulkandi málningarnir hjá Bárði Jákupsson hanga sera væl á grámálaða norður-vegginum. Niðri í salinum hanga verk hjá nøkrum av okkara royndastu málarum sum áðurnevndi Jákupsson og hjá Zachariasi Heinesen og Arnold Vegghamar saman við spírum, sum leita eftir eini egnari listaligu leið. Her eru lærd og leik, ung og gomul. Tað er sum tað eigur at vera á ólavsøku.

Málningarnir hjá Finleif Mortensen eru tó heldur øðrvísi enn teir plaga at vera. Abstraktir og kaotiskir og líkjast ikki málningunum hjá Zachariasi Heinesen hesa ferð. Zacharias Heinesen framsýnir fimm málningar, harav fleiri eru merktir av einum serstøkum pastelkendum litavali og ljósi, ið vísir impressionistiska alsk málarans til ljósárin.

Fleiri av framsýnarunum hava tikið atlit til temaið á framsýningini, sum er tann globala støðan í løtuni. Turið Teitsdóttir framsýnir smáar naivistiskar vatnlita- og tusjmyndir við heitum sum Vónloysi, Reinføri, Stúran og Einsemi. Hetta eru góðar og inniligar myndir, ið hanga eitt sindur ófantaligt og skeivt í bíligum rammum - tær kundu eins væl verið framsýndar uttan rammu. Fleiri onnur framsýna áhugaverd verk, m.a. Gwenaél Akira Helmsdal Carré, Marianna Beritardóttir Egholm, Tove Durita Askham, Jana Jonhardsdóttir, James Paul Clarke og Kirstin Helgadóttir. Summi teirri høvdu notið gott av um hjúklað var um teirra listarliga áhuga, um tey fingu hjálp at finna sína egnu leið í listini og um myndlist var sett á skrá í Listaútbúgvingini á Setrinum. Eingin ivi er um, at alstórur tørvur er á myndlistarligari útbúgving og umhvørvi í Føroyum.

Ólavsøkuframsýningin 2020 er sum heild væl skipað og sera ruddilig við denti á kommersiella list, tvs. list, sum kann seljast og keypast. Tað av sjónvarpinum sera gjølliga formidlaða verkið hjá Ole Wich við fleirtýdda heitinum, Løsslupne Præster er sett upp ymsastaðni uttanfyri Listasavnið.

Við fáum undantøkum er tað mesta á Ólavsøku-framsýningini annars tveydimensjonal myndlist, málningar, tekningar ella steintoyslutir, sum fólk kunnu hava hangandi ella standandi sum prýði. Eingin ivi er um, at kuratorurin, Annika á Lofti hevur stýr uppá sína framsýning. Í útvarpinum greiddi hon frá, at hon í síni kuratering hevur lagt dent á kommersiella list til tess, at Listafelag Føroya skal fáa nakað av peningi burturúr, sum tey kunnu keypa list fyri. Eg eri ikki greið yvir hvørt hetta er sambært ynski hjá Listafelagnum ella tað er kuratorurin sjálv, sum hugsar hendan vegin. Men við einari tílíkari rættiliga opinskáraðari kommersialismu skrivar Ólavsøkuframsýningin 2020 seg inn í aktuella rákið við upplivingar-búskapi og ferðafólkaídnaði, sum tíverri eisini hómast í Listasavni Føroya, har føroysk list í støðum verður miðlað við einum heldur foreinklandi ferðafólka-perspektivi.

Fleiri áhugaverd listafólk sýna fram á Ólavsøkuframsýningini, t.d. Hjørdis Haack, sum er ein framúr dugnaligur listamálari. Hennara málningar við heitinum Behind hava ein at síggja til konseptlistarligan vinkul, ið hevur við sær, at málningaflatarnir eru málaðir næstan heilt yvir við ráhvítari máling, so at bara partar av einum landslags/bygdamotivi hómast í rípum. Eg haldi eg skilji ætlanina hjá listakvinnuni, men tað er kortini spell, at Haack á henda hátt arbeiðir móti sær sjálvari - hon er heilt einfalt áhugaverdari málari enn konseptlistafólk.

JUST THE WAY IT IS - Randi Samsonsen hugleiðir um Status Quo ella støðuna, sum hon nú einaferð er við tveimum verkum, ið umframt tilfarsligt velourblídni eisini hevur eitt sjangruspæl koyrandi onkrastaðni millum tveydimensjonala málningalist, skulptur og design. Hetta hevur yvirhøvur ikki nakað sum helst við føroyskt ullavirki at gera og er meira í familju við altjóða listarák. Tað sama er galdandi fyri installatiónir við lutum í búrum, sum hjá Rannvá Holm Mortensen verða til søgur um innilæst kvinnulív.

Ólavsøkuframsýningin heldur áfram í Listasavni Føroya til 16.august.

*Av tí, at ein sikkring var farin í einum videospælara, sá eg ikki verkið hjá Jens L.Thomsen

Arnold Vegghamar

Arnold Vegghamar

Finleif Mortensen

Finleif Mortensen

Hjørdis Haack

Hjørdis Haack

Hjørdis Haack - brot

Hjørdis Haack - brot

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Alma á Lava

Alma á Lava

Brot úr framsýning

Brot úr framsýning

Tove D.Askham

Tove D.Askham

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Elin Josefina Smith

Elin Josefina Smith

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Google strikar allan danskan tónleik frá YouTube


pressebillede.jpg

Sambært donskum miðlum ætlar Google at strika allan danskan tónleik frá YouTube. KODA umboðar donsk og altjóða rættindi fyri komponistar, sangskrivarar og tónleikaforløg, tá tónleikur verður spældur alment í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Hervið kann hugsast, at hóttanin hjá Google eisini umfatar føroyskan og grønlendskan tónleik.

Samráðingar hava verið eina tíð um eina felagsnorðurlendska avtalu, men verandi avtalur eru fyribils longdar. Sum treyt fyri fyribils forleinging av verandi avtalum er kravið frá Google nú, at upphæddin, sum YouTube rindar fyri brúk av tónleiki, minkar við útivið 70 prosentum. Hesum hevur Koda víst aftur og undrar seg í tíðindaskrivi um aggressivu og fyrilitarleysu framferðina hjá Google. - Tað er eingin loyna, at limir okkara í mong ár hava verið stak ónøgdir við gjaldsstøðinum hjá YouTube, skrivar Gorm Arildsen, stjóri í Koda í tíðindaskrivi og heldur fram, at tað somuleiðis ikki er nøkur loyna, at Koda hava verið aktivir fortalarar fyri eini uppgerð móti støðugu undirbetalingini hjá Tøknirisum sum Google.

https://www.koda.dk/om-koda/nyheder/google-fjerner-al-dansk-musik-fra-youtube



Ólavsøkuframsýningin FOREVER

ÓF 2014.png

Grein, sum eg skrivaði til Ólavsøkudimmuna (Greinin er skrivað áðrenn ólavsøku).

Tó at okkara tjóðarhátíð í ár verður øðrvísi enn hon hevur verið, letur Ólavsøkuframsýningin upp í Listaskálanum 28.juli júst sum hon plagar. Í skrivandi stund er framsýningin ikki sett upp enn, men tað forðar okkum ikki í at kava niður í søguna hjá Ólavsøkuframsýningini og minnast aftur á sýningar og verk.

Hugleiðing: Kinna Poulsen Myndir: Eiler Fagraklett, Birgir Kruse, infomedia og KP

Ólavsøkuframsýningin 1958 er hongd upp í fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum. Frá vinstru síggja vit William Heinesen, Hanus við Høgadalsá, Steffan Danielsen og Janus Kamban

Ólavsøkuframsýningin 1958 er hongd upp í fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum. Frá vinstru síggja vit William Heinesen, Hanus við Høgadalsá, Steffan Danielsen og Janus Kamban

Byrjan

Listafelag Føroya byrjaði siðvenjuna í 1948 og síðani 1950 hevur Ólavsøkuframsýningin verið fastur táttur í ólavsøkuhaldinum. Hjá mær og mongum øðrum við hevur tað verið siður at fara til upplatingina ólavsøkuaftan. - Her byrjaði ólavsøkan, her var rómur og veitsluklødd fólk. Her møtti tú vinum og listafólkum, sum tú kanska fylgdist við víðari oman gjøgnum býin og inn á gólvið hjá blíðum Havnafólkum at fáa ein bita og okkurt afturvið; breyð við skerpikjøti og eina góða øl ella kanska var tað ísakalt hvítvín við heimagjørdari hylliblómusaft. Har sótu vit og hugnaðu okkum í ólavsøkuglæmuni, og tá vertirnir fregnaðust um ólavsøkuframsýningina, vóru vit fús at greiða frá og geva framsýningini skotsmál antin hendavegin ella hin. Ikki sjáldan stóðst gott og hugaligt kjak burturúr, tí ósemja var um hvat var gott og minni gott. Tað var herligt og júst sum tað eigur at vera.

Seinnu árini havi eg ikki altíð verið til upplatingina av Ólavsøkuframsýningina, men havi tó aloftast nátt at sæð hana, eg havi ofta ummælt hana og havi somuleiðis verið við til at kuratera tríggjar. Men eg haldi, at Ólavsøkuframsýningin er ein heilt serlig framsýning hvørs status og týdningur hevur verið avgerandi í føroysku listasøguni. Mong eru listafólkini, ið hava framsýnt á fyrsta sinni á Ólavsøkuframsýningini, og sum síðani hava valt sær listina sum lívsleið. Henda framsýning hevur sostatt listasøguliga tign sum eitt byrjanarstað hjá týdningarmiklum listafólkum sum til dømis Zacharias Heinesen, ið sjálvur debuteraði her blaðungur.

Ólavsøkuframsýningin ikki longur tann einasta

Um vit sláa Ólavsøkuframsýningina upp á internetinum og hyggja í gamlar blaðgreinar og lesarabrøv, síggja vit, at henda framsýning ikki sjáldan hevur elvt til ónøgd serliga millum tey, ið eru onkursvegna ónøgd við at verk eru sáldað frá. Støðið í kjakinum er ofta so sum so og snýr seg sjáldan so nógv um tað listarliga. Javnan verða limir í úrvalsnevndini ákærdir fyri at lata verk vera fyri vanbýti og fyri at taka síni egnu lakari verk framum. Eg veit eisini um navnleysar hóttanir og níðingsbrøv, ið eru send limum í úrvalsnevndum. Í dag verða slíkar illsintar meiningar kanska mest luftaðar á Facebook og við vanda fyri teim  avmarkingum, sum eitt egið priviligerað ekkókamar hevur við sær, so ivist eg í um hesar meiningar eru eins avgjørdar longur. Orsøkirnar eru fleiri.

Ólavsøkuframsýningin er ikki longur einaráðandi lopfjøl hjá føroyskum listaspírum. Várframsýningin framsýnir eisini debutantar og yvirhøvur eru nógvar ymiskar listaframsýningar serliga í Havn. Men kanska er ein orsøk til broytingina eisini, at vit í roynd og veru eru komin eitt vet longur og betri duga at góðtaka tær avgerðir, sum fakfólkini taka, tí oftast eru tað listafólk og onnur fakfólk innan myndlistina, ið verða biðin sum kuratorar. Hetta, at tað eru skiftandi fólk, ið skipa fyri, hevur við sær eina umskiftiliga ólavsøkuframsýning, sum er meira og minni eliter ella fólkslig alt eftir hvør ger av hvussu framsýningin skal skipast.

Tita Vinther

Tita Vinther

Listarlig nýbrot

So nógvar eru upplivingarnar á Ólavsøkuframsýningini, at tað kennist ómøguligt at skula velja burturúr rúgvuni, men tann fyrsta, sum eg ummælti í útvarpinum í 1996 hevur sjálvsagt eitt serligt pláss. Tá var eg tikin á bóli av tekningini Vøtn, hyljar og varðar uppi á Reynsmúlalág hjá Anker Mortensen, ið var øðrvísi sjálvt í mátanum, hon var monterað ovarlaga á einum veggi, har hon sá út sum var hon sjálv flogin upp hagar av einum tilvildarligum vindblaki. Hetta var av sonnum verk, sum provokeraði og tað hoyrdist í tí annars so hátíðarliga og stilla framsýningarrúminum. Fleiri hildu verkini hjá Anker Mortensen vera greið dømi uppá nýggju klæði keisarans; ljót, skeivt skrødd pappírspetti við ófantaligum pennastrikum, so ljótt, at eitt barn kundi gjørt tað betri. - Jú, hetta vóru verk, ið flutti seg undan ráðandi rákinum í føroysku listini av litríkum náttúrutulkingum í málningum og vóru dømi um eitt annað slag av estetikki enn vit vóru von við.

Áhugaverd verk

Í fjør tók Listafelag Føroya tað óvanliga stig at sýna fram list hjá listafólkum yvir seksti ár, tey skuldu senda inn fyrstu myndina, tey høvdu havt á Ólavsøkuframsýning og so eitt nýtt verk. Ætlanin við hesum tiltakið var helst at eggja teimum eldru listafólkunum til líkasum at koma afturíaftur. Eitt áhugavert verk, sum var við á hesi framsýning var Segl hjá Titu Vinther sálu, ið stóð miðskeiðis í framsýningarrúminum. Talan var um seglskap, ið eru vovin úr menniskjahári og sum strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru tungt groundaði, fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum. Eitt ómetaliga vakurt og hugtakandi verk, lætt og tungt við áhugaverdum religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.

Elin Josefina Smith

Elin Josefina Smith

Eitt annað øðrvísi verk á Ólavsøkuframsýningini, sum eg komi í tankar um er Yvirgangsaldur frá 2012 hjá Elin Josefinu Smith. Myndevnið er serligt og sjáldsamt, tí ikki eru tey strævnu skiftisárini serliga væl viðgjørd í føroyskari list, sjálvt um tey hava verið mangari konu til stóran ampa. Føroysk list hevur sum heild ikki tikist tað stóra við likamligt forfall og tí er myndin hjá Elin Josefinu Smith áhugaverd. Myndamálið er skemtiligt, avgjørt og einfalt. Vit síggja eitt kvinnuskap, sum er avmyndað í køkinum ella har á leið og allarhelst stákast hon við onkrum húsligum. Í øllum førum haldi eg meg síggja umhvarvið av einum komfýri vinstrumegin í myndini, har sæst eisini ein skrubba og vaskispann. Vit eru ongantíð í iva um hvat myndin snýr seg um eftir sum heitið á myndini Yvirgangsaldur sæst skrivað á myndaflatan við týðiligum stórum stavum. Høgrumegin á myndini síggja vit, at avmyndaða karikeraða kvinnan hevur ein ordans hitatúr, sum hon sveittar uppí eina heila vaskispann.

Silja Strøm

Silja Strøm

Eitt triðja verk, sum kemur fram fyri meg er Bigger Than Yours hjá Silju Strøm, sum var við á Ólavsøkuframsýningini í 2016 og sum rørdi meg so inniliga, at eg mátti keypa tað. Verkið, sum er ein lítil málningur á plátu, er á so mangan hátt eyðkent fyri listakvinnuna, ið ofta ger tílíkar smáar, lýsandi myndir við góðvarnum næstan barnsligum brá, har tað kortini býr annað og meira undir. Vit síggja eina gentu, sum við einum skálkabrosi lyftir kjólan hjá sær upp. Við síðuna av síggja vit part av einum fimleikara ella svimjara. Myndin er figurativ, men við abstraktum detaljum, sum blanda seg uppí søgugongdina og ørkymla áskoðaran. Hvat er tað gentan vil og er yvirhøvur nakað samband millum hana og hin figurin á myndini?

Edward Fuglø

Edward Fuglø

Tøkniliga fylgir Ólavsøkuframsýningin menningini í føroysku listini. Tað plagdi at vera mest málningar og standmyndir, men seinni er framsýningin vorðin meira fjølbroytt. Í 2016 framsýndi Edward Fuglø verkið Ólavsøkugestur  – tað var ein heil rúminstallatión, ið varð bygd in situ í rúminum við síðuna av Bládýpinum hjá Tróndi Patursson. Eitt sera autentiskt, eitt sindur gamaldags rúm við innbúgvi, hurð, vindeyga við gardinum - fullt av sporum av livaðum lívi. Við hesum verki fingu vit karmar og staklutir til eina ólavsøkusøgu, sum vit sjálvi máttu hyggja, lukta og hugsa okkum fram til. Uttanfyri eina wc-hurð hekk ein reyður stakkur og ein leðurjakki. Á seingini silkisokkar frá Dior, á borðinum var ein kvinnuparykkur, gamalt putur og ymiskt nýtiligt til damufríðkan. Her lá eisini ein opin ítróttartaska við mannfólka-klæðum. Ólavsøkugestur var eitt sera hugtakandi og ørkymlandi verk á tremur í fleirtýddum søgum og ósamsvarandi sporum.

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Skap og grund

Í 2013 átti eg sjálv heiðurin at standa fyri Ólavsøkuframsýningini. Tá valdi eg at biðja nøkur etablerað listafólk vera við, men samstundis lata tað vera frítt hjá øllum at senda inn verk til framsýningina. Hetta av tí, at eg framvegis haldi blandið millum leik og lærd vera áhugavert og mennandi á Ólavsøkuframsýningini. Av hesari framsýningini stendur ein málningur hjá Hansinu Iversen klárur í minninum. Ein glógvandi gul, reyð, grá, blá og reyð mynd við ferðmiklum strokum, ið at síggja til mynda ein kross miðskeiðis í myndaflatanum við gulum skapum báðumegin. Hesi hava eitthvørt menniskjakent yvir sær eins og tvær gular menniskjaverur, ið nærkast og verða drignar at hvørjari aðrari í blindum sum tey elskandi í kendu myndini hjá Magritte. Men hyggur tú nærri, er talan kortini bara um nonfigurativ, organisk skap, sum í klárum litflatum taka seg fram og aftur, liva og danda á myndaflatanum - okkurt tykist vera undir og okkurt liggur omaná. Hetta lutfallið skiftir alt eftir hvar eygað fokuserar - eitt sindur á sama hátt sum við kendu myndini av einum vasa, ið danski sálarfrøðingurin Edgar Rubin lýsti í bókini Synsoplevede figurer í 1915, tá hann gjørdi vart við at eygað av sær sjálvum leitar eftir at skyna á millum figur og grund á myndaflatuni og at lutfallið millum figur og grund er grundleggjandi eintýðugt. Tað merkir, at menniskjað í øllum sínum veldi ikki megnar at uppfata vasan og andlitini samstundis. Okkara perseptión er soleiðis háttað, at vit síggja bara annað í senn og sostatt er tað eins og myndin flytur seg alla tíðina. Tað sama hendir við myndini hjá Hansinu Iversen, men uttan at myndin verður avmarkað av av einum ávísum myndevni, eini sagdari søgu, og tessvegna endurnýggjar myndin seg alla tíðina í huganum hjá áskoðaranum.

Jóhan Martin Christiansen/Ingálvur av Reyni

Jóhan Martin Christiansen/Ingálvur av Reyni

Uppreisn og framtíð

Eitt áhugavert verk á hesi somu framsýning æt Lazarus. Eg veit ikki um øll varnaðust verkið, tí tað hekk ikki inni í framsýningarrúminum, men í táverandi Ingálvspyramiduni. Tað var Jóhan Martin Christiansen, sum hevði vent eini lítlari mynd hjá Ingálvi av Reyni við, so at hon hekk øvugt. Upprunaliga er hetta ein kyrrlutamynd, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1973, ein vakur lítil málningur við einari geometriseraðari uppstilling av ymsum lutum á eini flatu. Grundhugskotið við at listafólk á henda hátt brúka verk hjá hvørjum øðrum er als ikki nýtt, og innan modernistiska list, har intertekstualitetur, tilsipingar og negatión eru megintættir, finst ein meginrørsla við ikonoklastiskum listaverkum, sum oyðileggja ella "defaca" eksisterandi verk. Eitt av kendastu dømunum er verkið hjá Robert Rauschenberg Burturviskaður De Kooning frá 1953. Umvendingin av myndini hjá Ingálvi av Reyni var framd við miklari virðing og við loyvi frá familju og listasavni. Kortini virkaði verkið ágangandi fyri summi. Mær dámdi sera væl intelligentu og humoristisku tilsipingina hjá Jóhan Martini Christiansen til alla mytologiina kring Ingálv av Reyni, hvørs abstraktu verk jú í roynd og veru javnan vóru fyri at verða hongd upp á høvdinum. Hetta var eitt spennandi konseptlistaverk, hvørs innihald og boðskapur í grundini mest gekk fyri seg í huganum á áskoðaranum.

Jú, minnini um Ólavsøkuframsýningina eru nógv fleiri enn hesi nevndu. Mann kann altíð kjakast um dygd og innihald, men sýningin hevur týdning og verður sædd av mongum. Eg gleði meg til at síggja ársins sýning, sum Annika á Lofti skipar fyri. Evnið í ár er aktuella støðan, vit eru í orsakað av covid-19 farsóttini. Framsýningin letur upp 28. juli kl. 15.00. Framsýningin heldur fram til tann 16. august 2020.

Katrin í Gongini selur atgongumerki

Katrin í Gongini selur atgongumerki

Harra Hol/ Tóroddur Poulsen

Harra Hol/ Tóroddur Poulsen

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Ruth Smith

Ruth Smith

Tóroddur Poulsen og Lukas

Tóroddur Poulsen og Lukas

 

 

 

Tíðarbærur summarferiulesnaður mitt í hesi krónutíð

csm_kronutid_b9a020c4cf.jpg

Bókin Mitt í hesi krónutíð er upplagdur summarferiulesnaður. Tað uppdagaði eg úti í sólini fyrr í vikuni, tá eg sat og las í nýggju bókini hjá Hinum Føroyska Skjaldraveldinum, sum er alter ego hjá rithøvundinum Carl Jóhan Jensen. Tí bókin myndar ikki ta somu krevjandi heildina sum ein skaldsøga ella yrkingasavn - hon er eitt savn av stuttum og longri dagbókakendum tekstum, ið eru skrivaðir frá jóladegi í fjør fram til páskadag í ár. Tú kanst bæði lesa tekstirnar í tíðarrøð frá byrjan til enda, men tað ber eisini væl til at blaða aftur og fram í bókini. Tíðarbæri dámurin er serliga áhugaverdur hjá okkum tíðinda-narkomanum og multitaskum, ið helst lurta og hyggja at fleiri rásum í senn, alt meðan vit lesa og skriva.

Av allari list í øllum tíðum man samtíðarlistin vera mest hugtakandi. Henda hættisliga listin full av lýtum og ivamálum, ið enn ikki hevur lagt seg á eina ávísa hill ella er vorðin kategoriserað ella góðskustemplað á nakran  hátt. Herliga kenslan av, at her kann alt henda. Gott sum ringt. Samstundis er tað samtíðarlistin, ið fær okkum at hugsa heilt nýggjar tankar og har hóma ymiskt, sum vit ongantíð hava hugsað áður.

Tørvurin at føla nútíðina og uppliva hana í journalistiskari og listarligari viðgerð er ikki minkaður við árunum. Nú eri eg eisini farin at hyggja at sendirøðum á ymsum stroymingstænastum – ikki tí, at tær, sum síggjast á DR og KVF er nógv verri, men tí tær ofta eru so ómetaliga óaktuellar antin tær eru søguliga vinklaðar ella bara kriminellar. Leygarkvøld situr mann tungt í sofuni meðan John Barnaby ella er tað Tom uppklárar morð nummar sjeyhundraðogsjeyogtjúgu í teirri lítlu og skjótt minkandi Midsomerbygdini, meðan varhugin av at hava sæð hetta fyrr vaksur og ørkymlar. - Nei, so er tað eitt sindur minni støvut á Viaplay ella hvat tað eitur, har eg beint í løtuni hyggi at eini røð, sum m.a. lýsir ávirkanina, valið av Trump hevur á amerikanska samfelagið. Eg veit ikki hvussu góð tann røðin er, men í øllum førum er hon tíðarbær og snýr seg um heimin her og nú. Og júst tað sama er galdandi fyri bókina Mitt í hesi krónutíð, hvørs fleirtýdda heiti sæst avmyndað á permuni, har krúnuvirussurin umbroytist til eina danska krónu við Margretu drottning. Tí pengar mala klótuna runt - eisini í hesum døgum.

Hitt føroyska skjaldraveldið sá dagsins ljós á Facebook í 2009 í sambandi við, at fyrsta sonvenda nýskjaldrasavnið kom út, sum æt Fótatraðk. Skjaldraveldið hevur ikki sjáldan lisið upp á fólkafundi á Doktaragrund og tykist annars serliga virkið, tá Fólkaflokkurin situr við maktini.

Bókin, ið hevur undirheitið Ein fáveldisdagbók, byrjar sum eitt sorgarkvæði hjá einum vónbrotnum veljara, ið harmast um sonevnda fáveldið, har landsins virði verða býtt út millum fáar reiðarar at ráða yvir. Hetta evnið er afturvendandi og sæst m.a. í byrjanini av dagbókstekstunum, sum flest allir eru bygdir upp eftir einum føstum leisti, har byrjað verður við at staðfesta veður og vind og vikudag og við eini nýggjari tíðarrokning, ið er grundað á byrjanardagin hjá nýggju samgonguni. Umframt Carl Jóhan Jensen og Skjaldraveldið er eisini ein triðja rødd við í bókini – tað er íspegilin, sum leggur aftrat tí skrivaða við stuttligum og fløtum yrkingum. Tað fleirræddaða er afturvendandi í skaldskapinum hjá Carl Jóhan Jensen, ið er rættiliga fjølbroyttur stílsliga. Har er t.d. langt ímillum logandi ekspressiva og í støðum kryptiska málið í t.d. Eg síggi teg betri í myrkri og so eyðskilda málið í Mitt í hesi krónutíð.

Sum samfelagsviðmerkjari er Carl Jóhan Jensen partískur – eingin kann ivast í, at høvundurin er eldhugaður tjóðveldismaður við sosialistiskari sympati og borgarligari (serliga fólkafloksligari) antipati. Sambandið heldur hann so lítið um, at tess tingfólk umframt at verða hildin til gjøldur næstan eisini verða lýst við einum slagi av samkenslu.

Samanumtikið er Mitt í hesi krónutíð ein sera undirhaldandi bók, ið snýr seg um ymisk aktuel samfelagslig og mentanarlig evni. Facebookvinir hjá Carl Jóhan Jensen hava kanska lisið tekstirnar áður - tað havi eg og eg má siga, at eg ivaðist eitt sindur um hesir løtubæru tekstir fóru at hóska til eina bókaútgávu, ið jú er ein meira støðugur miðil enn tann talgildi. Og tað kann væl vera, at tú sum lesari troyttast eitt sindur av endurtøkunum í tekstunum, sum flest allir byrja við ljóðorðinum ”hmm” og enda við eini snaring av flegmatiska orðatakinum um at ”livst so spyrst”, sum Carl Jóhan Jensen longu í blaðnum Fregnum vendi við til tað meira aktivistiska ”spyrst so livst”. Men eg hugsi, at ljóðorðið ”hmm” verður brúkt bæði fyri at fáa tekstin óhátíðarliga talimálsligan og fyri at vísa á eitt hugsunarsamt skjaldraveldi, sum soleiðis hissini skrivar hvat hann hugsar.

Tað áhugaverda við hesi bókini er, at hon gjøgnum ymishættaðar eygleiðingar og í brotum gevur lesaranum eina hóming av teirri samansettu heildini, sum er okkara samtíð. Hetta hevur verið og er ein serlig og ørkymlandi tíð, ikki minst við alheims farsóttini, sum vit í fyrstani skúgvaðu til viks, men sum síðani er vorðin høvuðstíðindi eisini her í Føroyum.

Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunumm, ið ikki beinleiðis prædika fyri teimum frelstu, men sum lýsa aðrar partar av samfelagnum. Ikki minst eru eygleiðingar og hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum, áhugaverdar. Bókin er løtt men hon er skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna.

OPEN CALL listaframsýning letur upp klokkan fimm

open call.jpg

Klokkan fimm í dag letur ein sonevnd open call framsýning upp á Frælsinum á bønum framman fyri Læraraskúlan. Við á framsýningini eru spennandi ung listafólk sum t.d. Anný Djurhuus Øssursdóttir og Alda Mohr Eyðunardóttir, sum báðar ganga á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Klokkan 17.30 verður performance við Anný Djurhuus Øssursdóttir og Sjúrði Tróndheim. Fransýningin er liðug í morgin.

Luttakarar:

ANNÝ DJURHUUS ØSSURSDÓTTIR

ALDA MOHR EYÐUNARDÓTTIR

DAVID SEBASTIAN LOPEZ RESTREPO

HÚS (https://www.facebook.com/musikkur/)

HØGNI JÁKUPPSON

HØGNI EGHOLM MAGNUSSEN

PLANTULITIR (ANNA ELISABETH, KATRIN OG KATARINA)

MARJUN DRÓS TAUSEN POULSEN

MAGNUS KING

GUNNVØR HOYDAL BRIMNES

RASMUS HURTIG

SJÚRÐUR TRÓNDHEIM

JENS L. THOMSEN

KIRSTIN HELGADÓTTIR

VÁR SAMUELSEN

Nýggj tónleikaútgáva frá Eli Tausen á Lava

lava.jpg

Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla frá heimsins støðuga meldri og traðka inn í tær dvøljandi minimalu atmosferurnar hann hevur skapt í Impressions, hansara fyrstu tónleikaútgávu, sum kemur út 24. juli ígjøgnum plátufelagið TUTL.

Impressions gevur lurtaranum høvið at uppliva tónleik, uttan at fáa at vita hvat hann skal føla. Útgávan er samansett av trimum tematiskt samanknýttum klaververkum: In Fog, Ripples og Bells. Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Impressions bleiv til undir teirri fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini. Tørvurin at kopla frá tí støðugu bombarderingini av upplýsingum um farsóttina myndaði útgávuna, sum á ein hátt kom at spegla tann uppsteðgaða heimin menniskjan brádliga var í.

Eli Tausen á Lava hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eli varð nevndur Ársins Nýggja Navn á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin

 

En udfordrende og fremragende vals

109053297_300992197918412_1791353904077653612_n.jpg

Anmeldelse: Kinna Poulsen

Han er ikke nogen novice, digteren og billedkunstneren, Tóroddur Poulsen, hvis lyriske debut ligger tilbage i 1984. Dengang udgav han digtsamlingen Botnfall (Bundfald) - den første i et vægtigt forfatterskab, der indtil videre har resulteret i 42 udgaver med lyrik og prosa. Tóroddur Poulsen har i 25 år været bosiddende i Danmark, men har alligevel skrevet bøgerne på sit færøske modersmål, lige som et par stykker er udgivet med danske oversættelser eller i dansksprogede opsamlinger. Grunden til, at forlaget Politisk Revy nu præsenterer Tóroddur Poulsens nye digtsamling, Valseværk som en dansk debut er altså, at bogen rent faktisk er den første og hidtil eneste, som Tóroddur Poulsen har skrevet på dansk. Valseværk udkom nogenlunde samtidig med BOND, der er udgivet på det færøske forlag Sprotin og selv om der er store forskelle på de to udgaver, er der også ligheder eksempelvis på omslaget, som i begge tilfælde synes omhandle den for tiden noget uglesete maskulinitet.

Omslaget på Valseværk er et uddrag af et litografi, som Tóroddur Poulsen har fremstillet i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted i Tórshavn. Da billedet er bøjet i en for- og bagside og iøvrigt kun vises i uddrag, er det ikke så let at se, at det skønne sorte, violette og blå billede rent faktisk forestiller en båd indeholdende en stor, strunk og ensom erektion. Litografiets titel er da også Solitude, der som bekendt betyder ensomhed og som får vores indre nynnen i gang med Billie Holidays stemme og Duke Ellingtons toner: “In my solitude you haunt me / With reveries of days gone by..”.

Indledningsvist møder vi digterjeget, der siger sig ikke vide hvad ”han” har gang i, men at han til tider kigger ud et lille vindue. Dette koøje er vores åbning ind i det valsende værk, den nyeste variant i Tóroddur Poulsens lyriske univers, der straks forekommer bekendt med sin særlige håbefulde og salte havsuppeblanding af sømænd, skovfugle og digte, der glimtvis åbenbarer hele den sanselige og kortvarige eksistens, som vi drømmer og skaber, imens lyset brænder hastigt ned og mørket ivrigt kærtegner os. Der er ganske mange digte, der handler om at komme i havn og en tør advarsel om, at når man først har sat trillebøren fra sig, er alle grave fyldt. I et andet digt frabeder jeget sig høreapparat, da det ikke ønsker at høre døden komme.

Stadigt opløses digterjeget og bliver enten en del af sin mor igen eller søn til et træ. Interessen for miljøets ve og vel kan næsten forekomme helt posthuman og nymodens, men har rent faktisk været del af Poulsens digte helt fra begyndelsen. Det samme er gældende for stilen, der skifter imellem virkelighed og det surreale og hvor læseren bestandigt overraskes af uventede forløb og spring, der ikke overholder virkelighedens fysiske betingelser, men som derimod sprænger kronologi, personer, sted og tid.  

Titlen Valseværk er typisk for Tóroddur Poulsen i og med, at den er flertydig med flere konkrete og billedlige betydninger. Rent faktisk er et valseværk jo en form for anlæg, hvori noget forarbejdes ved valsning, eksempelvis et anlæg, der fremstiller plader, stænger eller brugsgenstande af metal. At valse er en forholdsvis almindelig fremgangsmåde inden for stålindustrien, men vi kan også danse, når vi valser. Sidst men ikke mindst er et valseværk et andet udtryk for et litografi med henvisning til valsen eller den rulle, som litografen ruller hen over den litografiske sten som del af den litografiske proces. I flere digte knyttes sømandsliv sammen med netop litografi – det er flere steder styrmanden og litografen, der taler sammen, imens det er noget sværere at komme i kontakt med kaptajnen, der har vagt på broen. Sammenstillingen kan forekomme mærkelig eller uventet, men præges af et materialemæssigt sammenfald, der er typisk i Tóroddur Poulsens digte. For både styrmandens og litografens professioner bæres oppe af vand og det i en helt konkret forstand. Styrmanden styrer som bekendt sit skib i søen, imens litografen ligeledes er ganske afhængig af vand i skabelsen af litografiet, der er baseret på det kemiske princip, at fedt skyr vand. Sammenstillingen præsenteres med en drømmeagtig selvfølgelighed – drømmene udgør fremdeles en betydningsfuld del af Tóroddur Poulsens materiale og metode.

Et af digtene handler om en udfordrende vals i mudder, hvor de senere sad i hestesko og sprængtes indeni – det var dengang digterjeget var ti år, men da han var fjorten, var han i virkeligheden tyve år. Dansen slutter på et glohedt kældergulv, hvor en væltet kulspand siger, hvad du kan blive hvis du fyldte den med vand. Det lyder jo ganske abstrakt, men digtet på side 13-14 er som så mange af de andre digte i Valseværk en form for levnedsbeskrivelse, der i grunden er let at forstå, især hvis man har læst andre værker af Tóroddur Poulsen. Digtet lægger ud med at konstatere, at valsen eller livet var udfordrende. Siden skifter digtet til datid med en tilbageskuende vinkel og erindringer om folkeskoletiden. Barndommen fylder godt i Poulsens kunstneriske univers - også barndommens fortællinger om himmel og helvede. Til sidst i digtet bliver der vendt om på ordsproget om, at der er koldt på toppen, hvilket leder digterjeget videre ind i en kælder, hvor der er glohedt som i helvede. Billedsproget består af håndgribelige hverdagselementer og materiale som mudder, en spand, kul og vand, imens de surrealistiske spring og uventede sammensætninger skaber flertydige eksistentielle billeder i læseren. Og midt i drømme og digte om at dø, står det urolige jeg op på grund af en uhyggelig drøm om, at nogen har slugt et kompas nordvest for opvæksten, men beroliges af duften af bøgetræer og kronhjorte og lægger sig derfor ned igen for at sove.

Valseværk er en stærkt underholdende og rørende bog, som jeg håber vil blive læst i landet med bøgetræer og kronhjorte, hvor digteren og billedkunstneren Tóroddur Poulsen hidtil har fået for lidt opmærksomhed.

denne

udfordrende

vals i

mudderpølen

senere sad vi

i hestesko

og sprængtes

indvendig

da jeg var ti

var jeg tolv

men da jeg

var fjorten

var jeg tyve

det er varmt

på toppen

når du står

på hovedet

men det

gør du ikke

du kravler kun af sted

på det glohede kældergulv

hvor den væltede

kulspand

fortæller dig

hvad du kan blive

hvis du fyldte den med vand

(Skal læses i sin helhed i digtsamlingen Valseværk, side 13-14. Forlaget politisk revy)

 

Litbrá - KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED upplating

107734294_734993787260433_1734081282419681612_n.jpg

Í gjár var fernisering í Steinprenti og í hølinum uppiyvir Østrømhandlinum og har var heilt fitt av fittum fólki og fleiri vóru ikki, tí tey vóru á bygd og aðrastaðni. Tey eiga upplivingina á. Framsýningarnar hanga í ein knappan mánaða. Eg havi skrivað grein um framsýningarnar, sum stendur í Dimmu. Her greiði eg frá um teir mongu samanhangir, sum mynda KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED hjá Claus Carstensen. Framsýningin í gallarínum í Steinprenti tykist minimalistisk og seriel, men hyggur tú at teimum einstøku kollasjunum í røðini, so sæst, at tær eru fullar av innihaldsligum og formligum samanhangum. Eg haldi, at nógv fólk vóru bilsin av Litbrá, tí tey eru ikki von við framsýningar inni í ljósa stóra rúminum. Rói Patursson setti framsýningina við eini góðari inspirerandi røðu. Seinni spældi Dávur Birgisson eina vælumtókta guitarkonsert í gallarínum í Steinprenti. Eg seti nakrar myndir her frá upplatingini og røðan hjá Róa er her:

Steinprent 1107/2020 – 03 post meridiem.

1.

Einastaðni uttan fyri Havnina fyri nógvum árum síðani, var eg - útgjørdur við haka og spaka - við í onkrum vegarbeiði. Eitt dren var høgt tvørtur ígjøgnum ein bygdaveg og nú skuldi tað fyllast aftur við gróti, sandi og eyri. Tá eg skumpi nakrar av teimum størru steinunum niður í veitina kemur arbeiðsformaðurin til mín og sigur: “Nei! Grótið skal leggjast ordiliga – hetta skal gerast ordiligt!” Heldur forsyndaður havi eg hug at mótmæla: “Kann tað ikki vera líkamikið – her kemur hálvurannar metur av sandi og eyri útyvir – tað er eingin sum nakrantíð fer at síggja hvussu hatta grótið liggur!” “Jú!” svaraði formaðurin : “Um onkur um hundrað ár gravar hetta upp aftur skulu tey síggja, at vit dugdu at arbeiða!”

Tað snýr seg ikki bara um tyngd og nøgd. Tað snýr seg eisini um góðsku og dygd.

2.

Tað er hetta við, at menniskju gjøgnum øldirnar við kynstri og hugflogi hava myndað so listiliga úr tí nyttuga og neyðuga. At tey hava dugað at gjørt sær vakurleikar, stuttleikar og søgur um tilveruna.

Áðrenn abstraktar hugmyndir um list vóru uppfunnar hava fólk um allan heim ríka og prýtt gerandislívið uppá ymiskar mátar.. Tey hava eksperimenterað við øllum hugsandi materiellum og andligum møguleikum. Tey hava avdúkað og dyrka tað hugfangandi í liti, ljóði, smakki, rørslum og samtíðis – kunnu vit ímynda okkum- hava tey samskift um alt hetta við snildum orðum. Og soleiðis hava tey eisini lagt fram sín annars ósjónliga subjektivitet

Eins og tað talaða málið broytist í munnium, broytist tað listaliga í tí skapandi tilgongdini. Ein støðug framleiðsla av broytandi speglingum, av øðrvísi lesilagi av nýggjum stevi.

Listaheimurin, sum vit halda okkum kenna hann í dag, er í so máta sum ein meldur av viðspæli, undanspæli og mótspæli til ta verð vit halda okkum skilja. Listafólk fara út um kend mørk í villum spæli og koyra viðhvørt enntá grús í maskinaríið so at vit ørkymlaðu spyrja um alt ella einki nú er list.

Listin er sjálvræðin, samtíðis kann hon bara skiljast í givnum samanhangi. Listin er óheft, samtíðis er hon óloysandi partur av samfelagsskipanini. Listin skal liva upp til gamlar virðismetingar og samtíðis vera nýggj og sermerkt.

Vit eru blivin von við at traditionellar listafatanir alsamt niðurbrótast og upploysast fyri síðani at sjóðast saman aftur við nýslignum ella hálvgloymdum orðafari. Tann listaligi heimurin ger allatíð upp við seg sjálvan, sum ein á av oyðing og kreativiteti.

Sum ein hamskiftandi vera ið leitar eftir sínum gamla skinni.

3.

Teir flestu náttardreymarnir eru lættir at gloyma, men onkrar merkisverdar myndir hanga nú og tá eftir í degningini.

Herfyri droymdi eg meg á einum grønum bøi einastaðni uttan fyri Havnina:

Nógv fólk eru rundanum meg. Tey vála aftur og fram og práta ótýðiliga sínámillum. Nú eru tað nøkur sum skimast upp í luftina og peika so ivriga og so hyggja tey spyrjandi uppá meg. Eg síggi at tann myrkablái himmalin myrknar meir og meir. Ein rødd ljóðar onkunstaðni frá:”Tað er okkurt galið við sólskipanini!” Ein kvinna rættir mær eitt glas, eg drekki og ein djúpur og veldiga fínur kaffismakkur breiðir seg út í allan kroppin.

Og aftur ljóðar røddin: ”Vit eru tey síðstu menniskjuni.” Eg føli meg einsamallan og haldi tað vera óendaliga syrgiligt at ein so eittans fínur smakkur ikki sleppur at yvirliva sólskipanina.

4.

Tað kann oftani vera okkurt dreymakent bæði í tí listaligu skapani og í tí estetisku upplivingini.

Eg haldi ikki tað er nakað yvirnatúrligt ella mystiskt sum so - tað er bara hetta, at tann veruliga listin er eitt sindur veruligari enn hon er.

107715821_919605345180688_1259667376992833675_n.jpg
107717674_291590092191028_6859297694353319015_n.jpg
107737925_831705020692018_3658876350142544832_n.jpg
107804857_960459104393581_4091738349091484688_n.jpg
107695646_862909944235588_6417038601480825421_n.jpg
107753672_3679694732059926_8185895549223916239_n.jpg
107752155_616787455710004_7808527551093515969_n.jpg
IMG_4659.jpg
107600351_1211841492486145_945696756743378931_n.jpg
107519933_2643469532531681_2123225798037503795_n (1).jpg



Tvær framsýningar lata upp í Steinprenti/ Østrøm í dag

107462378_622620711687836_4641195094314545695_n.jpg

Í dag, leygardagin 11.juli klokkan 15-17 lata tvær framsýningar upp í Steinprenti. Í stóru hølunum uppi yvir Østrømhandlinum verður framsýningin Litbrá og í gallarínum hjá Steinprenti verður framsýningin Klaksvikaffærer Revisited. Rói Patursson setir framsýningarnar.

Litbrá tekur støði í føroyskari kolorismu, ið hevur staðið sterkt í føroyskari myndlist síðani Birgitta Johannesen málaði sínar sevjugrønu vatnlitamyndir av regnvátari náttúru og Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði sínar sólsetursmyndir. Ruth Smith sá litirnar á sín heilt serliga hátt, sum enn hugtekur og nemur okkum. Sjálvt Mikines flutti seg úr dramatiska myrkrinum til litfagrastu kolorismu. Við á Litbrá framsýningini eru nøkur av okkara bestu samtíðarlistafólkum, ið ikki firnast megina í litunum. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Tróndur Patursson, Rannva Kunoy og Hanni Bjartalíð.

Við framsýninginini KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED rør kendi danski listamaðurin Claus Carstensen aftur á evni í ymiskum verkætlanum, sum hann hevur havt í føroyskum listahøpi. Listamaðurin, ið so mangan hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk, sýnir fram 56 spildurnýggjar kollasjur/assamblasjur, ið allar taka støði í listaverkinum KLAKSVIKAFFÆRER (2010). Ítøkiliga útgangsstøðið í hesum kompositiónunum er Merkið, ið er sett saman við myndum, yrkingum og ymsum tilfari. Samansettar myndir sum kollasjur kenna vit kanska serliga frá surrealismu og popplist, har myndir verða kliptar út og settar inn í ein øðrvísi samanhang, sum gevur tí avmyndaða ein nýggjan og kanska óvæntaðan týdning. Verkini hjá Claus Carstensen, sum í fleiri førum hevur brúkt fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, eru full av innihaldsligum og formligum tilsipingum og samanhangum millum myndaliðir og orð.

107535736_287357759043027_8555998342529540516_n.jpg
107530057_2606516262949265_5175852575437778690_n.jpg
107607117_476299353229796_1777308507788623973_n.jpg
107695646_862909944235588_6417038601480825421_n.jpg
Bárður Jákupsson .png
107549018_2632756187053114_1945252237088483126_n.jpg
IMG_4648.jpg

Framúrskarandi donsk debut hjá føroyskum yrkjara

valseværk.jpg

Á mítt dølska summarfrítíðarborð eru komnar tvær spildurnýggjar bøkur at liggja við permum, sum noyða eygnalokini upp frá, sjálvt um tey eru hovin/dovin av alt ov nógvum svøvni.

Tóroddur Poulsen hevur skrivað báðar bøkurnar, tær hava báðar steinprentsdetalju á permuni og sýnast onkursvegna maskulinar, men eru annars rættiliga ymiskar báðar við tað, at tann eina er føroysk og eitur BOND, meðan hin er donsk við heitinum Valseværk. Sambært yvirlitinum aftast í BOND er talan um bók nummar 43 og 44 hjá Tóroddi Poulsen.

Í brævinum frá danska forlagnum Politisk Revy, sum lá í mínum eintaki av Valseværk, stendur, at talan er um danska debut hjá yrkjaranum og myndlistamanninum TP. Hetta er altso fyrsta yrkingasavnið, Tóroddur hevur skrivað og givið út bara á donskum. Tað danska er honum ikki ókunnugt, hann hevur nú búð í Danmark í eina kvarta øld og sjálvt um poetiska málið hjá honum fyrst og fremst er føroyskt, hava vit so líðandi sæð fleiri myndevni úr danska skóginum við krúnhjørtum, trøum og fuglum, eins og fleiri søvn eru komin út á donskum forløgum sum After Hand og Politisk Revy við donskum týðingum.

Steinprentið á permuni sigur okkum møguliga eitt sindur um grundhuglagið í Valseværk – á teirri vøkru svørtu, violettu og bláu myndini síggja vit ein speglaðan bát við einum einsamøllum ovurstórum murti umborð. Heitið á prentinum er Solitude, ið sum kunnugt merkir einsemi og sum alt fyri eitt fær tankarnar at sveima við røddini hjá Billie Holiday og tónum hjá Duke Ellington í huganum:  “In my solitude you haunt me / With reveries of days gone by..”.

Í byrjanaryrkingini hitta vit yrkjaraegið, sum sigur seg ikki vita hvat “hann” hevur gongd í, men at hesini onkuntíð hyggur út gjøgnum eitt lítið vindeygað. Hetta lítla opið er okkara inngongd í valsandi verkið, nýggjasta avbrigdið av poetiska universinum hjá Tóroddi Poulsen, ið tó at tað nú verður orðað á donskum, tykiskt okkum kent við síni søltu, vón- og myndríku havsuppu av sjómonnum, skógarfuglum og yrkingum, ið snúgva seg um ta sansaligu og stokkutu tilveruna, sum vit støðugt droyma og skapa alt meðan ljósið brennur og myrkrið amast.

Í heilum upploysist yrkjaraegið og verður antin partur av mammu síni aftur ella sonur eitt træ. Hesin intensi umhvørvisáhugi, ið kann tykjast heilt posthumanur og nýmodernaður, hevur verið partur av yrkingunum hjá Tóroddi heilt frá byrjanini av modernistiskari yrking einaferð afturi í átjanhundraðoggrønkál, men Tóroddur brúkar henda yrkingaleist á sín egna, sera originala hátt. Lesarin verður í heilum tikin á bóli í hesi sera undirhaldandi bókini við gongdum og lopum, sum ikki yvirhalda veruleikans bundnu treytir, men sum spreingja kronologi, stað og yrkjaraegið, so at alt syndrast og fruntur lesarans lyftist uppfrá.

Heitið Valseværk er typiskt fyri Tórodd Poulsen, tí tað hevur fleiri týdningar, ítøkiligar og myndaligar. Í roynd og veru er eitt valsiverk eitt slag av ein valsingarmaskinu tvs. eitt virki har eitthvørt verður framleitt við at valsa. At valsa er vanligasta mannagongd innan stálídnaðin til framleiðslu av plátum, rørum, stongum osfr. Men vit kunnu jú eisini dansa, tá vit valsa. Síðst men ikki minst er eitt valsiverk eitt annað heiti fyri eitt steinprent og sipar her til valsin ella rulluna, ið litografurin rullar á litografiska steinin sum part av litografisku prosessini, tá eitt litografiskt verk verður framleitt.

Í fleiri yrkingum verður sjómanslívið knýtt saman við steinprenti - stýrmaðurin og litografurin kjakast og hetta kann tykjast løgið ella óvæntað, men báðar tilverur verða jú bornar uppi av vatni og tað heilt ítøkiliga. Sameiningin er sjálvsøgd eins og í dreymi, sum framvegis tykist eiga sín týdningarmikla part av poetiska arbeiðstilfarinum og háttalagnum hjá Tóroddi Poulsen.

Ein yrking snýr seg um ein vals í runudíkinum, har tey seinni sótu í hestaskógvi og sprongdust innaní - tað var tá yrkjaraegið var tíggju, men tá hann var fjúrtan var hann tjúgu. Hesin avbjóðandi lívsins dansur endar á einum glóðheitum kjallaragólvi, har ein koppað kolspann sigur hvat tú kanst blíva, fyllti tú hana við vatnið. Hetta ljóðar kanska abstrakt ella torskilt, men framúrskarandi yrkingin á síðu 13 í Valseværk er í grundini ein tilverulýsing, sum er løtt at skilja, ikki minst um tú hevur lisið Tórodd fyrr. Sjónvarmiðið er fyrst staðfestandi um lívið ella valsin, at hann var avbjóðandi, síðani afturlítandi aftur á skúlatíð og barndóm og at enda verður orðatakið um, at tað er kalt á toppinum vent við. Her er tað heitt sum í einum kjallara ella eru vit kanska endað í helviti? Myndamálið er bæði sera ítøkiligt við vanligum veruleikakendum gerandislutum og tilfari sum runu, spann, koli og vatni, meðan tey í surrealistiskum lopum og samansetingum skapa fleirtýðugar eksistentiellar myndir í huganum meðan vit lesa.

Valseværk er ein sera væl eydnað donsk debut, hon er málsliga væl frágingin og gjølliga rættlisin og ritstjórnað, og eg vóni hon fer at økja um áhugan í heimlandi yrkjarans fyri einum einastandandi verki í føroyskari og danskari poesi.

denne

udfordrende

vals i

mudderpølen

senere sad vi

i hestesko

og sprængtes

indvendig

da jeg var ti

var jeg tolv

men da jeg

var fjorten

var jeg tyve

det er varmt

på toppen

når du står

på hovedet

men det

gør du ikke

du kravler kun af sted

på det glohede kældergulv

hvor den væltede

kulspand

fortæller dig

hvad du kan blive

hvis du fyldte den med vand

(Eigur at verða lisin í síni heild í bókini Valseværk á síðu 13-14)