Ólavsøkuframsýningin FOREVER

ÓF 2014.png

Grein, sum eg skrivaði til Ólavsøkudimmuna (Greinin er skrivað áðrenn ólavsøku).

Tó at okkara tjóðarhátíð í ár verður øðrvísi enn hon hevur verið, letur Ólavsøkuframsýningin upp í Listaskálanum 28.juli júst sum hon plagar. Í skrivandi stund er framsýningin ikki sett upp enn, men tað forðar okkum ikki í at kava niður í søguna hjá Ólavsøkuframsýningini og minnast aftur á sýningar og verk.

Hugleiðing: Kinna Poulsen Myndir: Eiler Fagraklett, Birgir Kruse, infomedia og KP

Ólavsøkuframsýningin 1958 er hongd upp í fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum. Frá vinstru síggja vit William Heinesen, Hanus við Høgadalsá, Steffan Danielsen og Janus Kamban

Ólavsøkuframsýningin 1958 er hongd upp í fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum. Frá vinstru síggja vit William Heinesen, Hanus við Høgadalsá, Steffan Danielsen og Janus Kamban

Byrjan

Listafelag Føroya byrjaði siðvenjuna í 1948 og síðani 1950 hevur Ólavsøkuframsýningin verið fastur táttur í ólavsøkuhaldinum. Hjá mær og mongum øðrum við hevur tað verið siður at fara til upplatingina ólavsøkuaftan. - Her byrjaði ólavsøkan, her var rómur og veitsluklødd fólk. Her møtti tú vinum og listafólkum, sum tú kanska fylgdist við víðari oman gjøgnum býin og inn á gólvið hjá blíðum Havnafólkum at fáa ein bita og okkurt afturvið; breyð við skerpikjøti og eina góða øl ella kanska var tað ísakalt hvítvín við heimagjørdari hylliblómusaft. Har sótu vit og hugnaðu okkum í ólavsøkuglæmuni, og tá vertirnir fregnaðust um ólavsøkuframsýningina, vóru vit fús at greiða frá og geva framsýningini skotsmál antin hendavegin ella hin. Ikki sjáldan stóðst gott og hugaligt kjak burturúr, tí ósemja var um hvat var gott og minni gott. Tað var herligt og júst sum tað eigur at vera.

Seinnu árini havi eg ikki altíð verið til upplatingina av Ólavsøkuframsýningina, men havi tó aloftast nátt at sæð hana, eg havi ofta ummælt hana og havi somuleiðis verið við til at kuratera tríggjar. Men eg haldi, at Ólavsøkuframsýningin er ein heilt serlig framsýning hvørs status og týdningur hevur verið avgerandi í føroysku listasøguni. Mong eru listafólkini, ið hava framsýnt á fyrsta sinni á Ólavsøkuframsýningini, og sum síðani hava valt sær listina sum lívsleið. Henda framsýning hevur sostatt listasøguliga tign sum eitt byrjanarstað hjá týdningarmiklum listafólkum sum til dømis Zacharias Heinesen, ið sjálvur debuteraði her blaðungur.

Ólavsøkuframsýningin ikki longur tann einasta

Um vit sláa Ólavsøkuframsýningina upp á internetinum og hyggja í gamlar blaðgreinar og lesarabrøv, síggja vit, at henda framsýning ikki sjáldan hevur elvt til ónøgd serliga millum tey, ið eru onkursvegna ónøgd við at verk eru sáldað frá. Støðið í kjakinum er ofta so sum so og snýr seg sjáldan so nógv um tað listarliga. Javnan verða limir í úrvalsnevndini ákærdir fyri at lata verk vera fyri vanbýti og fyri at taka síni egnu lakari verk framum. Eg veit eisini um navnleysar hóttanir og níðingsbrøv, ið eru send limum í úrvalsnevndum. Í dag verða slíkar illsintar meiningar kanska mest luftaðar á Facebook og við vanda fyri teim  avmarkingum, sum eitt egið priviligerað ekkókamar hevur við sær, so ivist eg í um hesar meiningar eru eins avgjørdar longur. Orsøkirnar eru fleiri.

Ólavsøkuframsýningin er ikki longur einaráðandi lopfjøl hjá føroyskum listaspírum. Várframsýningin framsýnir eisini debutantar og yvirhøvur eru nógvar ymiskar listaframsýningar serliga í Havn. Men kanska er ein orsøk til broytingina eisini, at vit í roynd og veru eru komin eitt vet longur og betri duga at góðtaka tær avgerðir, sum fakfólkini taka, tí oftast eru tað listafólk og onnur fakfólk innan myndlistina, ið verða biðin sum kuratorar. Hetta, at tað eru skiftandi fólk, ið skipa fyri, hevur við sær eina umskiftiliga ólavsøkuframsýning, sum er meira og minni eliter ella fólkslig alt eftir hvør ger av hvussu framsýningin skal skipast.

Tita Vinther

Tita Vinther

Listarlig nýbrot

So nógvar eru upplivingarnar á Ólavsøkuframsýningini, at tað kennist ómøguligt at skula velja burturúr rúgvuni, men tann fyrsta, sum eg ummælti í útvarpinum í 1996 hevur sjálvsagt eitt serligt pláss. Tá var eg tikin á bóli av tekningini Vøtn, hyljar og varðar uppi á Reynsmúlalág hjá Anker Mortensen, ið var øðrvísi sjálvt í mátanum, hon var monterað ovarlaga á einum veggi, har hon sá út sum var hon sjálv flogin upp hagar av einum tilvildarligum vindblaki. Hetta var av sonnum verk, sum provokeraði og tað hoyrdist í tí annars so hátíðarliga og stilla framsýningarrúminum. Fleiri hildu verkini hjá Anker Mortensen vera greið dømi uppá nýggju klæði keisarans; ljót, skeivt skrødd pappírspetti við ófantaligum pennastrikum, so ljótt, at eitt barn kundi gjørt tað betri. - Jú, hetta vóru verk, ið flutti seg undan ráðandi rákinum í føroysku listini av litríkum náttúrutulkingum í málningum og vóru dømi um eitt annað slag av estetikki enn vit vóru von við.

Áhugaverd verk

Í fjør tók Listafelag Føroya tað óvanliga stig at sýna fram list hjá listafólkum yvir seksti ár, tey skuldu senda inn fyrstu myndina, tey høvdu havt á Ólavsøkuframsýning og so eitt nýtt verk. Ætlanin við hesum tiltakið var helst at eggja teimum eldru listafólkunum til líkasum at koma afturíaftur. Eitt áhugavert verk, sum var við á hesi framsýning var Segl hjá Titu Vinther sálu, ið stóð miðskeiðis í framsýningarrúminum. Talan var um seglskap, ið eru vovin úr menniskjahári og sum strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru tungt groundaði, fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum. Eitt ómetaliga vakurt og hugtakandi verk, lætt og tungt við áhugaverdum religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.

Elin Josefina Smith

Elin Josefina Smith

Eitt annað øðrvísi verk á Ólavsøkuframsýningini, sum eg komi í tankar um er Yvirgangsaldur frá 2012 hjá Elin Josefinu Smith. Myndevnið er serligt og sjáldsamt, tí ikki eru tey strævnu skiftisárini serliga væl viðgjørd í føroyskari list, sjálvt um tey hava verið mangari konu til stóran ampa. Føroysk list hevur sum heild ikki tikist tað stóra við likamligt forfall og tí er myndin hjá Elin Josefinu Smith áhugaverd. Myndamálið er skemtiligt, avgjørt og einfalt. Vit síggja eitt kvinnuskap, sum er avmyndað í køkinum ella har á leið og allarhelst stákast hon við onkrum húsligum. Í øllum førum haldi eg meg síggja umhvarvið av einum komfýri vinstrumegin í myndini, har sæst eisini ein skrubba og vaskispann. Vit eru ongantíð í iva um hvat myndin snýr seg um eftir sum heitið á myndini Yvirgangsaldur sæst skrivað á myndaflatan við týðiligum stórum stavum. Høgrumegin á myndini síggja vit, at avmyndaða karikeraða kvinnan hevur ein ordans hitatúr, sum hon sveittar uppí eina heila vaskispann.

Silja Strøm

Silja Strøm

Eitt triðja verk, sum kemur fram fyri meg er Bigger Than Yours hjá Silju Strøm, sum var við á Ólavsøkuframsýningini í 2016 og sum rørdi meg so inniliga, at eg mátti keypa tað. Verkið, sum er ein lítil málningur á plátu, er á so mangan hátt eyðkent fyri listakvinnuna, ið ofta ger tílíkar smáar, lýsandi myndir við góðvarnum næstan barnsligum brá, har tað kortini býr annað og meira undir. Vit síggja eina gentu, sum við einum skálkabrosi lyftir kjólan hjá sær upp. Við síðuna av síggja vit part av einum fimleikara ella svimjara. Myndin er figurativ, men við abstraktum detaljum, sum blanda seg uppí søgugongdina og ørkymla áskoðaran. Hvat er tað gentan vil og er yvirhøvur nakað samband millum hana og hin figurin á myndini?

Edward Fuglø

Edward Fuglø

Tøkniliga fylgir Ólavsøkuframsýningin menningini í føroysku listini. Tað plagdi at vera mest málningar og standmyndir, men seinni er framsýningin vorðin meira fjølbroytt. Í 2016 framsýndi Edward Fuglø verkið Ólavsøkugestur  – tað var ein heil rúminstallatión, ið varð bygd in situ í rúminum við síðuna av Bládýpinum hjá Tróndi Patursson. Eitt sera autentiskt, eitt sindur gamaldags rúm við innbúgvi, hurð, vindeyga við gardinum - fullt av sporum av livaðum lívi. Við hesum verki fingu vit karmar og staklutir til eina ólavsøkusøgu, sum vit sjálvi máttu hyggja, lukta og hugsa okkum fram til. Uttanfyri eina wc-hurð hekk ein reyður stakkur og ein leðurjakki. Á seingini silkisokkar frá Dior, á borðinum var ein kvinnuparykkur, gamalt putur og ymiskt nýtiligt til damufríðkan. Her lá eisini ein opin ítróttartaska við mannfólka-klæðum. Ólavsøkugestur var eitt sera hugtakandi og ørkymlandi verk á tremur í fleirtýddum søgum og ósamsvarandi sporum.

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Skap og grund

Í 2013 átti eg sjálv heiðurin at standa fyri Ólavsøkuframsýningini. Tá valdi eg at biðja nøkur etablerað listafólk vera við, men samstundis lata tað vera frítt hjá øllum at senda inn verk til framsýningina. Hetta av tí, at eg framvegis haldi blandið millum leik og lærd vera áhugavert og mennandi á Ólavsøkuframsýningini. Av hesari framsýningini stendur ein málningur hjá Hansinu Iversen klárur í minninum. Ein glógvandi gul, reyð, grá, blá og reyð mynd við ferðmiklum strokum, ið at síggja til mynda ein kross miðskeiðis í myndaflatanum við gulum skapum báðumegin. Hesi hava eitthvørt menniskjakent yvir sær eins og tvær gular menniskjaverur, ið nærkast og verða drignar at hvørjari aðrari í blindum sum tey elskandi í kendu myndini hjá Magritte. Men hyggur tú nærri, er talan kortini bara um nonfigurativ, organisk skap, sum í klárum litflatum taka seg fram og aftur, liva og danda á myndaflatanum - okkurt tykist vera undir og okkurt liggur omaná. Hetta lutfallið skiftir alt eftir hvar eygað fokuserar - eitt sindur á sama hátt sum við kendu myndini av einum vasa, ið danski sálarfrøðingurin Edgar Rubin lýsti í bókini Synsoplevede figurer í 1915, tá hann gjørdi vart við at eygað av sær sjálvum leitar eftir at skyna á millum figur og grund á myndaflatuni og at lutfallið millum figur og grund er grundleggjandi eintýðugt. Tað merkir, at menniskjað í øllum sínum veldi ikki megnar at uppfata vasan og andlitini samstundis. Okkara perseptión er soleiðis háttað, at vit síggja bara annað í senn og sostatt er tað eins og myndin flytur seg alla tíðina. Tað sama hendir við myndini hjá Hansinu Iversen, men uttan at myndin verður avmarkað av av einum ávísum myndevni, eini sagdari søgu, og tessvegna endurnýggjar myndin seg alla tíðina í huganum hjá áskoðaranum.

Jóhan Martin Christiansen/Ingálvur av Reyni

Jóhan Martin Christiansen/Ingálvur av Reyni

Uppreisn og framtíð

Eitt áhugavert verk á hesi somu framsýning æt Lazarus. Eg veit ikki um øll varnaðust verkið, tí tað hekk ikki inni í framsýningarrúminum, men í táverandi Ingálvspyramiduni. Tað var Jóhan Martin Christiansen, sum hevði vent eini lítlari mynd hjá Ingálvi av Reyni við, so at hon hekk øvugt. Upprunaliga er hetta ein kyrrlutamynd, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1973, ein vakur lítil málningur við einari geometriseraðari uppstilling av ymsum lutum á eini flatu. Grundhugskotið við at listafólk á henda hátt brúka verk hjá hvørjum øðrum er als ikki nýtt, og innan modernistiska list, har intertekstualitetur, tilsipingar og negatión eru megintættir, finst ein meginrørsla við ikonoklastiskum listaverkum, sum oyðileggja ella "defaca" eksisterandi verk. Eitt av kendastu dømunum er verkið hjá Robert Rauschenberg Burturviskaður De Kooning frá 1953. Umvendingin av myndini hjá Ingálvi av Reyni var framd við miklari virðing og við loyvi frá familju og listasavni. Kortini virkaði verkið ágangandi fyri summi. Mær dámdi sera væl intelligentu og humoristisku tilsipingina hjá Jóhan Martini Christiansen til alla mytologiina kring Ingálv av Reyni, hvørs abstraktu verk jú í roynd og veru javnan vóru fyri at verða hongd upp á høvdinum. Hetta var eitt spennandi konseptlistaverk, hvørs innihald og boðskapur í grundini mest gekk fyri seg í huganum á áskoðaranum.

Jú, minnini um Ólavsøkuframsýningina eru nógv fleiri enn hesi nevndu. Mann kann altíð kjakast um dygd og innihald, men sýningin hevur týdning og verður sædd av mongum. Eg gleði meg til at síggja ársins sýning, sum Annika á Lofti skipar fyri. Evnið í ár er aktuella støðan, vit eru í orsakað av covid-19 farsóttini. Framsýningin letur upp 28. juli kl. 15.00. Framsýningin heldur fram til tann 16. august 2020.

Katrin í Gongini selur atgongumerki

Katrin í Gongini selur atgongumerki

Harra Hol/ Tóroddur Poulsen

Harra Hol/ Tóroddur Poulsen

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Ruth Smith

Ruth Smith

Tóroddur Poulsen og Lukas

Tóroddur Poulsen og Lukas