Listin verður forsømd í føroyska skúlaverkinum

handaverk og list.jpg

Í Skúlablaðnum hevur Birgir Kruse fyri Nám skrivað eina áhugaverda grein um verkætlan hjá Katrin Bech, ið staðfestir tørvin á, at raðfesta handaverk og list í skúlaverkinum. Verkætlanin byggir á niðurstøður hjá Anne Bamford, sum í 2012 gjørdi eina kanning fyri Mentamálaráðið, har hon kannaði teir kreativu møguleikarnar hjá føroyskum børnum í barnagørðum og í fólkaskúlanum. Ann Bamford legði m.a. dent á, at “Dygdargóð undirvísing í list ávirkar barnið, læringina, læruumhvørvið og samfelagið, men hesir fyrimunir eru bara eyðsýndir, har skipað, dygdar­góð undirvísing verður framd...”  Tí heldur hon, at tað er: “...týdningarmikið, at orðingarnar í lógarverkinum, sum birta upp undir, at undirvísing í list verður roknað við í samlaðu undir­vísingina hjá føroyska barninum, og at hesar verða fylgdar upp við haldgóðari íverksetan og eftirlitsmannagongdum, sum tryggja, at børn fáa dygdargóða undirvísing.”

Útgangsstøðið hjá Katrin Bech er avgerðin hjá samgonguni um at styrkja kreativu lærugreinirnar “– Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. – Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á PISA– kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinirnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinirnar til viks. “

Sum skilst á greinini í Skúlablaðnum er ikki nógvur bati í eygsjón og áhugin sýnist sera lítil fyri listini á Læraraskúlanum. Tað er sera óheppið og her hugsi eg ikki bara um trivnaðella ávirkan á børn og allar teir fyrimunir, sum listlærugreinin hevur fyri innlæring og fjølbroytnið í læringini. Eg hugsi eisini breiðari um okkara visuellu mentan og um tað breiða teksthugtakið í føroysku undirvísingarskipanini. Í føroyskum skulu lærarar t.d. undirvísa í myndagreining, men nógvir hava ikki førleikar til tess. Hetta eigur ikki at halda fram soleiðis. Tá fleiri kanningar nú hava víst trupulleikan, eigur politiskur vilji at vera til at broyta støðuna og í hesum sambandi at hugsa gjølliga um hvussu tað skal gerast. Ein av millumyvirskriftunum í greinini í Skúlablaðnum er ógvuliga sigandi, at listin blómar, men ikki í fólkaskúlanum. Eg kann leggja aftrat, at í miðnámsskúlaskipanini er tað bara í Havn, at tað ber til at velja myndlist. Kann tað bera til, at suðuroyingar, klaksvíkingar og tey á Kambsdali ikki listarliga áhugað? Nei, tað er ikki rætt. Har er okkurt annað, sum er heilt galið.

Okkara skúlaskipan avspeglar føroyska samfelagið og manglandi útbúgvingin innan tað kreativa, handaliga og visuella merkir ikki bara skúlan, men alt samfelagið og okkara fatan av listini.