Í eini vínbarr er vínið eyðvitað av stórum týdningi, antin tú fært eitt svalligt glas av broysknum Grüner Veltliner ella lagið er meira til tað sangvinskt svirrandi Sancerre, ið av mongum verður hildið at vera tað besta franska sauvignon blanc vínið. Summi elska reyðvínið úr Rhonedalinum, ið fløvar kropp og kjálkar og loysir láturin. Í Víngarðinum verður hjúklað um vínið, ið verður valt og skonkt við bæði kærleika og vitan og tað sama er galdandi fyri myndlistina, sum á vegginum hongur. Komandi vikuskiftið letur ein nýggj framsýning upp: So gjørdi hann vatnið til perlandi vín upp í Víngarðinum við framúrskarandi samtíðarlist eftir Hanna Bjartalíð, Silju Strøm, Marius Olsen, Tórodd Poulsen og Zven Balslev. Heitið á framsýningini kenna vit – tað er ein regla úr einum kendum veitslusangi um brúdleypið í Kána, tá drykkjuvørurnar vóru uppi og Jesupápin sambært Bíbliusøguni loysti støðuna við at gera vatn til vín. Eitt heldur váttligt undur, sum hevur verið mongum alkoholandstøðingi til fortreð. Men tað vóru aðrar tíðir tá sum nú. Vit hava júst upplivað aðru bylgju av krúnusóttini, ið aftur hevur gjørt bæði perlandi vín og felagsskap til nakað forkunnugt og eftirstundað. Vit gleðast tessvegna serliga nógv um at kunna fara út (við varsemi og skili) og hitta fólk og uppliva list. Hanni Bjartalíð er ómetaliga fjølbroyttur listamaður, sum bæði arbeiðir tvey- og trídimensjonalt við myndum og standmyndum og so við nøkrum mitt í millum, sum vit kanska kunnu nevna relieff. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við fløskuskapinum, sum bæði er eitt sera vakurt, einfalt skap, eins og tað kann innihalda nógv bæði ítøkiligt og myndaligt. Hesi verk eru dekorativ og hugfarslig og so er tað jú altíð gott at eiga nakrar fløskur inni um onkur skuldi komið á gátt. Tað vóna vit, at tit gera í Víngarðinum leygardagin 5.september klokkan 15-17.