Nógv fólk hava verið á gátt í Steinprenti í summar og hava nýtt høvið at síggja framsýningarnar í gallarínum og uppi yvir Østrømhandlinum á Skálatrøð. Men hesa vikuna er síðsti kjansur at síggja framsýningarnar, sum lata aftur leygardagin. Talan er um søluframsýningar.
Við KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED rør kendi danski listamaðurin Claus Carstensen aftur á evni í ymiskum verkætlanum, sum hann hevur havt í føroyskum listahøpi. Listamaðurin, ið so mangan hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk, sýnir fram 56 spildurnýggjar kollasjur/assamblasjur, ið allar taka støði í listaverkinum KLAKSVIKAFFÆRER (2010). Ítøkiliga útgangsstøðið í hesum kompositiónunum er Merkið, ið er sett saman við myndum, yrkingum og ymsum tilfari. Samansettar myndir sum kollasjur kenna vit kanska serliga frá surrealismu og popplist, har myndir verða kliptar út og settar inn í ein øðrvísi samanhang, sum gevur tí avmyndaða ein nýggjan og kanska óvæntaðan týdning. Verkini hjá Claus Carstensen, sum í fleiri førum hevur brúkt fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, eru full av innihaldsligum og formligum tilsipingum og samanhangum millum myndaliðir og orð.
Litbrá merkir spektrum og tekur støði í føroyskari kolorismu, ið hevur staðið sterkt í føroyskari myndlist heilt frá byrjan síðani Birgitta Johannesen málaði sínar sevjugrønu vatnlitamyndir av regnvátari náttúru og Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði sínar sólsetursmyndir. Ruth Smith sá litirnar á sín heilt serliga hátt, sum enn hugtekur og nemur okkum og sjálvt Mikines flutti seg úr dramatiska myrkrinum til litfagrastu kolorismu. Við á Litbrá framsýningini eru nøkur av okkara bestu samtíðarlistafólkum, ið ikki firnast megina í litunum, men sum bjóða henni av.
Tey ið sýna fram á Litbrá eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Tróndur Patursson, Rannva Kunoy og Hanni Bjartalíð.