TÍÐINDASKRIV frá LISA
LISA hevur í dag sent øllum limafeløgunum lýsing, har sóknast verður eftir leigarum til arbeiðshølini í Hoydølum. Tey, ið kunna søkja, eru limirnir í limafeløgunum hjá LISA. Tey, ið lúka treytirnar fyri limaskapi, men ikki eru limir enn, eru vælkomin at søkja um limaskap í viðkomandi felag.
LISA flytur inn í Gentukostdeildina, har ein garasja hoyrur til og sokallaða Hjallin, har húsavørðarnir húsaðust og skúlastova var uppi á. Listafólkasamband Føroya er fegið um, at limir nú kunna søkja um at fáa hølir til leigu í Hoydølum til sítt listaliga virksemi.
Um árskiftið var allur bygningurin á Lützenstrøð 4 eisini tøkur. LISA hevði tá eina lítla skrivstovu har. Nú leigar LISA nærum allan tann bygningin út til skrivstovuvirksemi hjá limum og limafeløgum í LISA.
Í 2017 sendi LISA umsókn inn, tá Mentamálaráðið bað um hugskot til, hvat Hoydalar kundi brúkast til, eftir at studentaskúlin var fluttur út í Glasir. Saman við umsóknini var ein stórur faldari, sum LISA lat gera, sum nágreiniliga lýsti, hvussu bygningar og hølir kundi verið brúkt til listaligt virksemi hjá limum í limafeløgunum í LISA. Har kundi verða pláss fyri bæði verkstøðum, venjingarhølum, skrivstovum, listabókasavni og framførslum av bæði sjónleiki, filmi, tónleiki og myndlist.
Umsóknin hjá LISA var gingin á møti og LISA kundi fáa nakrar av bygningunum í Hoydølum. Eftir drúgvar umrøður um, hvussu hetta skuldi skipast og fleiri hølissýn, er komið fram til, at LISA kann flyta inn í Gentukostdeildina, Garasjuna og Hjallin.
Við avgerðini hjá Mentamálaráðnum um, at lata listafólk flyta inn í Hoydalar, er arbeiðið byrjað til betri umstøður hjá listafólkum at virka og skapa í. Tað fegnast LISA um.
Listafólk, ið hava áhuga, kunnu venda sær til LISA.
Vegna Listafólkasamband Føroya t. 25. august 2020
Starvsnevndin
Marita S. Dalsgaard, forfólk
Hansina Iversen, næstforfólk
Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur