Í gjár var fernisering í Steinprenti og í hølinum uppiyvir Østrømhandlinum og har var heilt fitt av fittum fólki og fleiri vóru ikki, tí tey vóru á bygd og aðrastaðni. Tey eiga upplivingina á. Framsýningarnar hanga í ein knappan mánaða. Eg havi skrivað grein um framsýningarnar, sum stendur í Dimmu. Her greiði eg frá um teir mongu samanhangir, sum mynda KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED hjá Claus Carstensen. Framsýningin í gallarínum í Steinprenti tykist minimalistisk og seriel, men hyggur tú at teimum einstøku kollasjunum í røðini, so sæst, at tær eru fullar av innihaldsligum og formligum samanhangum. Eg haldi, at nógv fólk vóru bilsin av Litbrá, tí tey eru ikki von við framsýningar inni í ljósa stóra rúminum. Rói Patursson setti framsýningina við eini góðari inspirerandi røðu. Seinni spældi Dávur Birgisson eina vælumtókta guitarkonsert í gallarínum í Steinprenti. Eg seti nakrar myndir her frá upplatingini og røðan hjá Róa er her:
Steinprent 1107/2020 – 03 post meridiem.
1.
Einastaðni uttan fyri Havnina fyri nógvum árum síðani, var eg - útgjørdur við haka og spaka - við í onkrum vegarbeiði. Eitt dren var høgt tvørtur ígjøgnum ein bygdaveg og nú skuldi tað fyllast aftur við gróti, sandi og eyri. Tá eg skumpi nakrar av teimum størru steinunum niður í veitina kemur arbeiðsformaðurin til mín og sigur: “Nei! Grótið skal leggjast ordiliga – hetta skal gerast ordiligt!” Heldur forsyndaður havi eg hug at mótmæla: “Kann tað ikki vera líkamikið – her kemur hálvurannar metur av sandi og eyri útyvir – tað er eingin sum nakrantíð fer at síggja hvussu hatta grótið liggur!” “Jú!” svaraði formaðurin : “Um onkur um hundrað ár gravar hetta upp aftur skulu tey síggja, at vit dugdu at arbeiða!”
Tað snýr seg ikki bara um tyngd og nøgd. Tað snýr seg eisini um góðsku og dygd.
2.
Tað er hetta við, at menniskju gjøgnum øldirnar við kynstri og hugflogi hava myndað so listiliga úr tí nyttuga og neyðuga. At tey hava dugað at gjørt sær vakurleikar, stuttleikar og søgur um tilveruna.
Áðrenn abstraktar hugmyndir um list vóru uppfunnar hava fólk um allan heim ríka og prýtt gerandislívið uppá ymiskar mátar.. Tey hava eksperimenterað við øllum hugsandi materiellum og andligum møguleikum. Tey hava avdúkað og dyrka tað hugfangandi í liti, ljóði, smakki, rørslum og samtíðis – kunnu vit ímynda okkum- hava tey samskift um alt hetta við snildum orðum. Og soleiðis hava tey eisini lagt fram sín annars ósjónliga subjektivitet
Eins og tað talaða málið broytist í munnium, broytist tað listaliga í tí skapandi tilgongdini. Ein støðug framleiðsla av broytandi speglingum, av øðrvísi lesilagi av nýggjum stevi.
Listaheimurin, sum vit halda okkum kenna hann í dag, er í so máta sum ein meldur av viðspæli, undanspæli og mótspæli til ta verð vit halda okkum skilja. Listafólk fara út um kend mørk í villum spæli og koyra viðhvørt enntá grús í maskinaríið so at vit ørkymlaðu spyrja um alt ella einki nú er list.
Listin er sjálvræðin, samtíðis kann hon bara skiljast í givnum samanhangi. Listin er óheft, samtíðis er hon óloysandi partur av samfelagsskipanini. Listin skal liva upp til gamlar virðismetingar og samtíðis vera nýggj og sermerkt.
Vit eru blivin von við at traditionellar listafatanir alsamt niðurbrótast og upploysast fyri síðani at sjóðast saman aftur við nýslignum ella hálvgloymdum orðafari. Tann listaligi heimurin ger allatíð upp við seg sjálvan, sum ein á av oyðing og kreativiteti.
Sum ein hamskiftandi vera ið leitar eftir sínum gamla skinni.
3.
Teir flestu náttardreymarnir eru lættir at gloyma, men onkrar merkisverdar myndir hanga nú og tá eftir í degningini.
Herfyri droymdi eg meg á einum grønum bøi einastaðni uttan fyri Havnina:
Nógv fólk eru rundanum meg. Tey vála aftur og fram og práta ótýðiliga sínámillum. Nú eru tað nøkur sum skimast upp í luftina og peika so ivriga og so hyggja tey spyrjandi uppá meg. Eg síggi at tann myrkablái himmalin myrknar meir og meir. Ein rødd ljóðar onkunstaðni frá:”Tað er okkurt galið við sólskipanini!” Ein kvinna rættir mær eitt glas, eg drekki og ein djúpur og veldiga fínur kaffismakkur breiðir seg út í allan kroppin.
Og aftur ljóðar røddin: ”Vit eru tey síðstu menniskjuni.” Eg føli meg einsamallan og haldi tað vera óendaliga syrgiligt at ein so eittans fínur smakkur ikki sleppur at yvirliva sólskipanina.
4.
Tað kann oftani vera okkurt dreymakent bæði í tí listaligu skapani og í tí estetisku upplivingini.
Eg haldi ikki tað er nakað yvirnatúrligt ella mystiskt sum so - tað er bara hetta, at tann veruliga listin er eitt sindur veruligari enn hon er.