Framúrskarandi donsk debut hjá føroyskum yrkjara
/Á mítt dølska summarfrítíðarborð eru komnar tvær spildurnýggjar bøkur at liggja við permum, sum noyða eygnalokini upp frá, sjálvt um tey eru hovin/dovin av alt ov nógvum svøvni.
Tóroddur Poulsen hevur skrivað báðar bøkurnar, tær hava báðar steinprentsdetalju á permuni og sýnast onkursvegna maskulinar, men eru annars rættiliga ymiskar báðar við tað, at tann eina er føroysk og eitur BOND, meðan hin er donsk við heitinum Valseværk. Sambært yvirlitinum aftast í BOND er talan um bók nummar 43 og 44 hjá Tóroddi Poulsen.
Í brævinum frá danska forlagnum Politisk Revy, sum lá í mínum eintaki av Valseværk, stendur, at talan er um danska debut hjá yrkjaranum og myndlistamanninum TP. Hetta er altso fyrsta yrkingasavnið, Tóroddur hevur skrivað og givið út bara á donskum. Tað danska er honum ikki ókunnugt, hann hevur nú búð í Danmark í eina kvarta øld og sjálvt um poetiska málið hjá honum fyrst og fremst er føroyskt, hava vit so líðandi sæð fleiri myndevni úr danska skóginum við krúnhjørtum, trøum og fuglum, eins og fleiri søvn eru komin út á donskum forløgum sum After Hand og Politisk Revy við donskum týðingum.
Steinprentið á permuni sigur okkum møguliga eitt sindur um grundhuglagið í Valseværk – á teirri vøkru svørtu, violettu og bláu myndini síggja vit ein speglaðan bát við einum einsamøllum ovurstórum murti umborð. Heitið á prentinum er Solitude, ið sum kunnugt merkir einsemi og sum alt fyri eitt fær tankarnar at sveima við røddini hjá Billie Holiday og tónum hjá Duke Ellington í huganum: “In my solitude you haunt me / With reveries of days gone by..”.
Í byrjanaryrkingini hitta vit yrkjaraegið, sum sigur seg ikki vita hvat “hann” hevur gongd í, men at hesini onkuntíð hyggur út gjøgnum eitt lítið vindeygað. Hetta lítla opið er okkara inngongd í valsandi verkið, nýggjasta avbrigdið av poetiska universinum hjá Tóroddi Poulsen, ið tó at tað nú verður orðað á donskum, tykiskt okkum kent við síni søltu, vón- og myndríku havsuppu av sjómonnum, skógarfuglum og yrkingum, ið snúgva seg um ta sansaligu og stokkutu tilveruna, sum vit støðugt droyma og skapa alt meðan ljósið brennur og myrkrið amast.
Í heilum upploysist yrkjaraegið og verður antin partur av mammu síni aftur ella sonur eitt træ. Hesin intensi umhvørvisáhugi, ið kann tykjast heilt posthumanur og nýmodernaður, hevur verið partur av yrkingunum hjá Tóroddi heilt frá byrjanini av modernistiskari yrking einaferð afturi í átjanhundraðoggrønkál, men Tóroddur brúkar henda yrkingaleist á sín egna, sera originala hátt. Lesarin verður í heilum tikin á bóli í hesi sera undirhaldandi bókini við gongdum og lopum, sum ikki yvirhalda veruleikans bundnu treytir, men sum spreingja kronologi, stað og yrkjaraegið, so at alt syndrast og fruntur lesarans lyftist uppfrá.
Heitið Valseværk er typiskt fyri Tórodd Poulsen, tí tað hevur fleiri týdningar, ítøkiligar og myndaligar. Í roynd og veru er eitt valsiverk eitt slag av ein valsingarmaskinu tvs. eitt virki har eitthvørt verður framleitt við at valsa. At valsa er vanligasta mannagongd innan stálídnaðin til framleiðslu av plátum, rørum, stongum osfr. Men vit kunnu jú eisini dansa, tá vit valsa. Síðst men ikki minst er eitt valsiverk eitt annað heiti fyri eitt steinprent og sipar her til valsin ella rulluna, ið litografurin rullar á litografiska steinin sum part av litografisku prosessini, tá eitt litografiskt verk verður framleitt.
Í fleiri yrkingum verður sjómanslívið knýtt saman við steinprenti - stýrmaðurin og litografurin kjakast og hetta kann tykjast løgið ella óvæntað, men báðar tilverur verða jú bornar uppi av vatni og tað heilt ítøkiliga. Sameiningin er sjálvsøgd eins og í dreymi, sum framvegis tykist eiga sín týdningarmikla part av poetiska arbeiðstilfarinum og háttalagnum hjá Tóroddi Poulsen.
Ein yrking snýr seg um ein vals í runudíkinum, har tey seinni sótu í hestaskógvi og sprongdust innaní - tað var tá yrkjaraegið var tíggju, men tá hann var fjúrtan var hann tjúgu. Hesin avbjóðandi lívsins dansur endar á einum glóðheitum kjallaragólvi, har ein koppað kolspann sigur hvat tú kanst blíva, fyllti tú hana við vatnið. Hetta ljóðar kanska abstrakt ella torskilt, men framúrskarandi yrkingin á síðu 13 í Valseværk er í grundini ein tilverulýsing, sum er løtt at skilja, ikki minst um tú hevur lisið Tórodd fyrr. Sjónvarmiðið er fyrst staðfestandi um lívið ella valsin, at hann var avbjóðandi, síðani afturlítandi aftur á skúlatíð og barndóm og at enda verður orðatakið um, at tað er kalt á toppinum vent við. Her er tað heitt sum í einum kjallara ella eru vit kanska endað í helviti? Myndamálið er bæði sera ítøkiligt við vanligum veruleikakendum gerandislutum og tilfari sum runu, spann, koli og vatni, meðan tey í surrealistiskum lopum og samansetingum skapa fleirtýðugar eksistentiellar myndir í huganum meðan vit lesa.
Valseværk er ein sera væl eydnað donsk debut, hon er málsliga væl frágingin og gjølliga rættlisin og ritstjórnað, og eg vóni hon fer at økja um áhugan í heimlandi yrkjarans fyri einum einastandandi verki í føroyskari og danskari poesi.
denne
udfordrende
vals i
mudderpølen
senere sad vi
i hestesko
og sprængtes
indvendig
da jeg var ti
var jeg tolv
men da jeg
var fjorten
var jeg tyve
det er varmt
på toppen
når du står
på hovedet
men det
gør du ikke
du kravler kun af sted
på det glohede kældergulv
hvor den væltede
kulspand
fortæller dig
hvad du kan blive
hvis du fyldte den med vand
(Eigur at verða lisin í síni heild í bókini Valseværk á síðu 13-14)