Tvær summarframsýningar í Steinprenti

Litbráklaksvikaffærerrevisited.jpg

11.juli klokkan 15-17 lata tvær framsýningar upp í Steinprenti. Í stóru hølunum uppi yvir Østrømhandlinum verður framsýningin Litbrá og í gallarínum hjá Steinprenti verður framsýningin KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED.

Litbrá tekur støði í føroyskari kolorismu, ið hevur staðið sterkt í føroyskari myndlist síðani Birgitta Johannesen málaði sínar sevjugrønu vatnlitamyndir av regnvátari náttúru og Niels Kruse stóð niðri á Møl á Eiði og málaði sínar sólsetursmyndir. Ruth Smith sá litirnar á sín heilt serliga hátt, sum enn hugtekur og nemur okkum. Sjálvt Mikines flutti seg úr dramatiska myrkrinum til litfagrastu kolorismu. Við á Litbrá framsýningini eru nøkur av okkara bestu samtíðarlistafólkum, ið ikki firnast megina í litunum. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Tróndur Patursson, Rannva Kunoy og Hanni Bjartalíð.

Við framsýninginini KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED rør kendi danski listamaðurin Claus Carstensen aftur á evni í ymiskum verkætlanum, sum hann hevur havt í føroyskum listahøpi. Listamaðurin, ið so mangan hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk, sýnir fram 55 spildurnýggjar kollasjur/assamblasjur, ið allar taka støði í listaverkinum KLAKSVIKAFFÆRER (2010). Ítøkiliga útgangsstøðið í hesum kompositiónunum er Merkið, ið er sett saman við myndum, yrkingum og ymsum tilfari. Samansettar myndir sum kollasjur kenna vit kanska serliga frá surrealismu og popplist, har myndir verða kliptar út og settar inn í ein øðrvísi samanhang, sum gevur tí avmyndaða ein nýggjan og kanska óvæntaðan týdning. Verkini hjá Claus Carstensen, sum í fleiri førum hevur brúkt fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, eru full av innihaldsligum og formligum tilsipingum og samanhangum millum myndaliðir og orð.

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum - Upplating og røða

Listakvinnan fylgdi við á telefonini - Dávur Winther tók myndina https://nordlysid.fo/tidindi/65412/silja-strom-i-gamla-seglhusinum

Listakvinnan fylgdi við á telefonini - Dávur Winther tók myndina

https://nordlysid.fo/tidindi/65412/silja-strom-i-gamla-seglhusinum

Í dag 21.juni læt ein listaframsýning upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við verkum hjá Silju Strøm. Tað var sera hugnaligt, nógv fólk vóru møtt, blíðskapurin var stórur, Gunnar Nolsøe var frá Nón og tók upp, Teitur spældi tvey løg og eg helt røðu.

 Góðu tit øll

Hóast myndirnar kring okkum hava eitt øðrvísi og eksklusivt brá, so snúgva tær seg ofta um tað vanliga ella kanska tað óvanliga í tí vanliga. Eins og fabulerandi prentini hjá Elinborg Lützen eru hetta eisini myndir, ið siga søgur. Men har søgurnar hjá Elinborg eru tætt vovnar úr myrkri, eru hesar hjá Silju teknaðar á ljós, tær eru opnar við abstraktum strokum og tómrúmum við plássi hjá okkum áskoðarum at vinkla frásøgnina og knýta søgurnar saman.

Listakvinnan Silja Strøm er við sínum 33 árum lutfalsliga ung, men er allíkavæl ein roynd listakvinna, sum sera tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Hesin seriøsitetur hevur sera tíðliga givið henni uppmerksemi eitt nú á skúlanum í Glasgow, har hon gekk, og nú hava almennu Føroyar gjørt íløgu í hennara list við listafólkaløn, sum tryggjar henni arbeiðsfrið komandi trý árini.

Sjálvt um verkini broyta seg, er okkurt støðugt í listaheiminum hjá Silju. Nógvastaðni snýr tað seg um viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi, men eisini millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Tað kann vera viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og stýrda, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag.

Jú, tað er ringt at koma uttanum mótsetningar, tá vit tosa um hesa listina. Hon hevur okkurt estetiskt og fínligt yvir sær, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi við javnsettum myndaliðum. Í summum førum fer Silja útum tað fýrkantaða myndaformatið og tekur harvið atlit til samanhangin við onnur verk í framsýningarheildini. Her er eisini samanhangur millum abstrakt og figurativt. Fleiri staðni er tað eins og abstraktir myndaliðir blanda seg uppí søgurnar, ið verða sagdar – tað kann vera í skapi av einum figuri ella eins og málingastrok, ið knýta saman myndaliðir. Eg eigi sjálv fleiri verk hjá Silju og eg má siga, at tað er áhugavert at hava hesi hangandi, tí søgurnar broytast og flyta seg í huganum yvir tíð.

Litirnir í myndunum eru vakrir, næstan lekrir. Kring glitrandi reinar grundlitir bylgja brigdi av strálandi ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum litfarrum í eini lýsandi heild. Hesir pastellitirnir sýnast næstan kunstigir og víkja frá litdáminum í siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar. Hetta er ein nokk so coolur máliháttur í einum fløtum myndarúmi við stiliseraðum  strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum, ið minnir um popplistina hjá Hockney. Samstundis tykist listaunirversið hjá Silju passionerað og ævintýrikent við verum, sum antin nerta hvønnannan ella rætta seg út móti hvørjum øðrum. Onkra av hesum myndunum sá eg á fyrsta sinni fyri hálvum øðrum ári síðani, tá framúrskarandi framsýningin Listaleikir hjá Silju Strøm læt upp í Listasavni Føroya, m.a. ta fínu lítlu ljósareyðu myndina av einum lógvataki. Eitt og eitt hálvt ár er ikki long tíð og kortini fati eg hesar myndir heilt øðrvísi, tá eg síggi tær í Gamla Seglhúsinum í dag. Eitt lógvatak. Eitt klemm. Eitt herðaklapp. Øll møgulig fysisk tekin, sum vit hava brúkt til tess at sýna hvør øðrum virðing og viðurkenning – tey eru ikki sjálvsøgd í løtuni.

Til framsýningina Listaleikir í Listasavninum var eitt katalog givið út við tekstum og myndum. Her lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Ein inspirerandi tekstur, sum ikki er vorðin minni áhugaverdur post corona – ella millum corona? Eg siteri “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.”

Soleiðis skrivaði altso Josie More í kataloginum fyri tveimum árum síðani, tá vit øll tóku nærleikan fyri givið. Tað gera vit ikki meira – eg veit ikki hvussu tað er her um leiðir, men í Havn hava fólk verið óvanliga blíðskortað seinastu tíðina. Eg haldi, at vit kollektivt umseta tørvin at nema yvir í smíl og hesi fevna breiðari enn tey plagdu.

Listaverkini hjá Silju Strøm skulu tit sleppa at gera tykkara egnu fatan av – ella tykkara egnu søgur. Men gevið tykkum tíð. Júst sum við myndunum hjá Elinborg Lützen eru hesar myndir fullar av søgum. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum. Verkheitini eru ein søga fyri seg, summi klinga skaldsliga meðan onnur eru meira neutralar lýsingar av hvat gongur fyri seg á myndunum, t.d. Swimming studies – hetta sipar eisini til stóra áhugan, listakvinnan hevur fyri svimjing – hon luttók í svimjikappingum á elitustøði, tá hon var yngri, og fleiri av hesum kappingum vóru her í Klaksvík hevur hon fortalt mær. Eg fari at enda við eini heilsan frá Silju. Hon skrivar:

Bara ein heilt stutt heilsan úr Skotlandi. Tað er spell, at tað ikki ber til hjá mær at vera til staðar, men eg sendi eina skál og vóni, at støðan her broytist, so at vit eisini skjótt kunnu samlast og vera saman. Hopi tit hava eitt hugnaligt kvøld. – Silja

TAKK FYRI

Kinna Poulsen  

105020118_291905495271338_3410429048218653757_n.jpg
104756061_588457535428501_3674715562645332847_n.jpg
104797197_2591100491155512_3955484362272947116_n.jpg
104924135_301586660885818_5527809573919971583_n.jpg
105015085_905364983273850_8430522058767514762_n.jpg
105282115_302862317523666_5488688715562185820_n.jpg
105427196_10221681688407415_2510182805356834419_o.jpg
105212601_269800547591618_313464843646716188_n.jpg
104899035_738263856988774_9212834642791423646_n.jpg
104846524_264535484649959_2443689716148444841_n.jpg
Gunnar Nolsøe tók hesa myndina og gjørdi eitt innslag, sum byrjar 19.19 her: https://kvf.fo/non?sid=110548

Gunnar Nolsøe tók hesa myndina og gjørdi eitt innslag, sum byrjar 19.19 her: https://kvf.fo/non?sid=110548

 

 

 

Hanus G 70

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Í dag 18.juni fyllir kendi vísusangarin og tónaskaldið, Hanus G. Johansen hálvfjers ár. Síðsta ár fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins 2019 fyri sang- og tónleikaavrik síni, hann er eyðvitað ein maður við stórum mentanarligum týdningi fyri føroyingar. Men í mínari egnu privatu dannilsissøgu hevur hann eisini havt stóran týdning heilt frá eg fyrstu ferð upplivdi hann framføra í SMS, tá Sølumiðstøðin var spildurnýggj. Eg minnist ikki akkurát hvat hann sang, men eg minnist hvussu tað føldist. Tað var intensiteturin, sum rúnarbant alt fyri eitt. Seinni var eg so heppin at sleppa at vera í sama sangleiki sum hann, tað var vist áðrenn orðið sangleikur yvirhøvur var uppfunnið, men eftir sum talan var um bæði sang og leik av onkrum slagi, kann Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði helst bólkast sum sangleikur. Eg var tá ein nokk so blaðung og smæðin Maria Moy meðan Hanus G.Johansen saman við Fróða Sandoy sang og spældi Kaifas og Annas, so tað rann okkum kalt niður eftir bakinum. Tað var fullkomiliga einastandandi at hoyra teir saman við Kolbein Simonsen og hinum fínu tónleikarunum. Samstarvið við Paula í Sandagerði hevði nógv stuttligt og spennandi við sær eisini fyri mítt egna viðkomandi, m.a. sungu vit Blómubróðir saman, eg og Hanus G. á plátuni Ung 85. Tað var stórt og eitt sindur avantgarde. Tað var eisini nokk so tíðliga, at samstarvið byrjaði millum Gentukórið hjá Paula, tað sum síðan kom at eita Cantabile og Hanus G. Tær fyrstu framførslurnar standa millum bestu ungdómsminnini. Við síni innliving, intensiteti og djúpu rødd er Hanus G.Johansen ein dramatiskur performari, ið so lætt sum einki megnar at hava fastatøkur á bæði smáum samkomum og veldugum menniskjamongdum. Plátan, sum Hanus G gav út í 1988, Gaman og Álvara er ein varði í føroyskari tónleikasøgu við framúrskarandi tónleikarum umframt løgum, ið eru sannir klassikarar, og sum vit spældu og spæla aftur og aftur og sum eisini tryggjaði Poul F uppibornan endurnýggjaðan áhuga í føroyska samfelagnum. Í 2015 kom útgávan Heitur Kossur, har Hanus G. saman við Cantabile framførir 12 kærleikssangir, ið allir eru útsettir av Paula í Sandagerði. Eisini hevur Hanus G. framført barnasangir eins og hansara samstarv við Aldubáruna hevur verið gott og úrslitað í mongum framførslum og útgávum, m.a. Bouquet í 2000. í 2010 kom Hørpuspælarin og í 2012 Á fold eru túsund gudar, báðar við yrkingum eftir Poul F.Joensen. Í 2013 fekk Hanus G. Listavirðisløn Nólsoyar Páls frá heimstaðnum Klaksvík, har tey púra skilliga eru errin av honum. Hjartaliga til lukku, góði Hanus G.

Listasavnið skipað á nýggjum

82948946_3043879469052630_7231619559515514576_n.jpg

Tað er í grundini ikki serliga lætt at ummæla nýskipaðu føstu framsýning á Listasavni Føroya. Bæði orsakað av teirri heilt serligu serstøðu, henda framsýning hevur sum einasta almenna savn av føroyskari list í øllum heiminum! Men eisini tí tað av ymiskum orsøkum er ivasamt júst hvussu permanent henda framsýningin er. - Meira um hetta seinni, fyribils kunnu vit í hesi fyrstu royndini at seta orð á broytingarnar siga, at tann permanentaða, sum vit í skemti plagdu at kalla hana, av sonnum hevur fingið nýggja frisyru.

Hvørt hetta nýggja sniðið er klæðiligt kann diskuterast, men broytingin er radikal frá eini fyri tað mesta listasøguliga skipaðari framsýning til eina tematiska, har tað eisini verða framsýnd nógv fleiri verk - í løtuni ber til at síggja 265 listaverk á savninum - tað er dupult so nógv verk sum áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum og so er spurningurin um flest merkir best ella barasta flest, sum Kári P sang. Harumframt sigur stjórin, Karina Lykke Grand seg hava ynskt at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk.

Broytingin av Listasavni Føroya er neyðug og uppá tíðina. Tann permanenta var farin vorðin eitt sindur ov permanent fyri ikki at siga fullkomiliga uppsteðgað. Men teirri reint tematisku skipanini ivist eg eitt sindur meira í. Tematiskar framsýningar eru annars rættiliga vanligar á gallaríum og framsýningarstøðum, men ikki sum at kalla einastu uppheingingarmeginregla í eini permanentari framsýning í einum tjóðlistasavni. Tað er óvanligt. Uppheingingin sigst leggja dent á at geva gestinum eina uppliving av Føroyum gjøgnum myndir og tað er eisini væl hugsandi, at nógvum fer at dáma hetta. Tað er lætt og ómakaleyst at skilja eina framsýning, sum í einum rúmi t.d. tematiserar havið við myndum av uppgangi, av sjómonnum, sakni, óveðri og logn – fyri t.d. ferðafólkaídnað og upplivingarbúskapin verður broytingin ivaleyst vælumtókt.

Men at redusera føroyska listarliga hugsjón í allar tíðir til evni sum hav, landslag, dýr, portrett, interiør, ull, átrúnað, tað tykist eitt sindur ov einfalt fyri eitt tjóðlistasavn. Kanska skilja tit hvat eg meini, um eg komi við einum hugsaðum komparativum dømi. Um tit ímynda tykkum, at eg fór t.d. niður á Statens Museum for Kunst og framdi somu broyting við ætlan um at geva gestinum eina uppliving av Danmark gjøgnum myndir? So skuldi eg fyrst funnið fram dømi um tað typiskt danska í evnum. Tað kundi snúð seg um hvat? Landbúnað, hugna, fólkaræði, øl, frítt porno, Christiania, imperialismu, flatt landslag og trø ella okkurt heilt annað. Mannagongdin er síðan at blanda verk úr ymiskum tíðarskeiðum og at heingja t.d. impressionistisk verk og verk frá barokktíðini saman við romantiskum ella modernaðum myndum alt eftir tematiskari skipan. - Hetta hevði neyvan gingið á danska tjóðlistasavninum ella á nøkrum øðrum tjóðlistasøvnum. Eg hugsi, at tað beinleiðis hevði vakt eitt ramaskríggj av teimum ordiliga gjøgnumtreingjandi og snjallu. Eg haldi í grundini eisini, at tematiseringin reduserar listaverkini í sær sjálvum. Tað hendir til dømis, tá spirituellir málningar hjá Anker Mortensen við heitinum Vindurin blæsir hagar hann vil, sum er eitt bíbliusitat (Johannes 3:8) verða bólkaðir sum havmyndir heilt einfalt tí tær eru bláar.

Orsøkin til, at eg longur uppi skrivi, at mann ivast í hvussu permanent henda nýggja presentatiónin av listini er, er at ein partur av henni hongur í norðara parti av Listasavninum í gamla Listaskálanum. Mær vitandi skal hesin salur eisini framhaldandi brúkast til skiftandi framsýningar og tí kann hugsast, at stóru málningarnir hjá Ingálvi av Reyni skulu flytast inn aftur í føstu framsýningina og altso harvið aftur broyta uppheingingina har. Tær eru annars imponerandi, stóru myndirnar hjá Ingálvi av Reyni, men teir hanga við síðuna av myndum, sum ikki eru á sama støði. Júst tað sama er galdandi fleiri staðni á framsýningini, sum í nógvum tykist skipað við disharmoni í huga, har verk eru sett saman, sum er stílsligir mótsetningar ella sera ólík. Eitt serliga óheppið dømi um hetta sæst har ein stór og larmandi poppmynd av Eminem hjá Beintu av Reyni er sett beint við síðuna av einum stillførari og inniligari ikon hjá Anker Mortensen. Tíverri sæst eitt lyndi til, at fleiri týdningarmikil listafólk ikki verða raðfest sum tey eiga, meðan pláss í staðin verður brúkt uppá vánaligari list. Listamenn sum Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen eru við á framsýningini, men áttu kortini at verið betri plaseraðir á ein hátt sum svaraði seg til tann týdning og tign, sum dygdin av teirra verkum gevur teimum innan føroyska list. Tað er sera gott, at grafikkur er við á framsýningini, men eg haldi als ikki, at grafiska listin er nóg væl presenterað. Úrvalið vísir ikki, at føroyskur grafikkur hevur verið í stórari framgongd síðani Steinprent kom fyri tjúgu árum síðani. Og at ein grafiskur meistari sum Marius Olsen ikki hevur ein størri leiklut á framsýningini Listasavni Føroya, er fullkomiliga óskiljandi.

Eins og tað stendur í tíðindaskrivi frá Listasavninum, eru fleiri listafólk komin við í nýggju framsýningina. Tað er gott, men eisini ringt, tí fleiri av hesum eru ikki á einum støði, sum listin á einum tjóðlistasavni eigur at vera á. Ridlandi støðinum hevur stjórin ikki einsamøll ábyrgdina av – als ikki - hetta hevur verið ávegis leingi og kemst m.a. av, at innkeypspolitikkurin hjá savninum hevur verið í besta føri tilvildarligur og ofta ikki eksisterandi m.a. orsakað av fíggjarligum trupulleikum og troti. Hetta er ein stórur trupulleiki. Tá dygdin er so svingandi sum hon er í løtuni á Listasavni Føroya missir savnið sín status í samfelagnum sum tann stovnur, ið avger hvussu ein føroysk ”listakanon” sær út. Hetta kann tó eisini setast í sambandi við ein ávísan tíðaranda í løtuni, sum er antihierarkiskur og vendir sær ímóti kanonisering og sum heldur fagnar hvørvileika og tilvild. Kanska er tað eisini onkrastaðni innan hetta rákið, at vit finna orsøkina til, at dýrabærir listasavnsveggir standa tómir– tað eru teir í norðasta endanum, har sum Steinprent húsaðist. Hetta hølið verður eyðsýniliga brúkt til skúlaflokkar og onnur, sum kunnu eta matpakka herinni. Eg veit ikki hvat eg hugsi um hetta, jú tað er sjálvsagt gott, at børnini sleppa til. Men vónandi fara tey at heingja list upp á veggirnar til børnini at hyggja at. Har sær út at vera ovmikið til - eisini av sovorðnum, sum uttan trupulleikar man tola eina svansuta barnahond.

Sonevnd salongheinging í fleiri løgum á vegginum kann væl brúkast á einum listasavni, og riggar kanska serliga væl til heilt nýggjar og heilt gamlar myndir, men hon er torfør, tí hon má gerast soleiðis, at hon ikki er til ampa fyri tey einstøku verkini. Ikonisk portrett í føroyskari listasøgu sum Rosa hjá Torbirni Olsen og Liffa hjá Ingálvi av Reyni skulu t.d. hanga fyri seg sjálvi og ikki í einum trunka av portrettmyndum hjá ymiskum listafólkum.

Men annars riggar tað í einstøkum førum á Listasavninum t.d. í lítla hølinum har ein stórur svartur ódnarmálningur hjá Ingálvi av Reyni víðkar bæði rúm og sinn. Ta listasøguligu byrjanina, har elsta listin er umboðað, dámar mær eisini væl og somuleiðis er tað frálíkt, at veggurin er tikin niður í einari pyramidu soleiðis, at ljósið úr erva í pyramiduni geislar út í ta myrku gongina soleiðis sum hetta var upprunaliga hugsað arkitektoniskt. Umframt umheinging eru eisini nýggir tekstir skrivaðir og prentaðir, sum taka samanum evnini - tá eg sá framsýningina vóru allir ikki hongdir upp. Tað var sera áhugavert og stuttligt at síggja ymisk verk, t.d. eina landslagsmynd frá 1977 hjá Eyðuni av Reyni, ið er ógvuliga øðrvísi frá tí, vit kenna hjá honum, gott at síggja, at Hansina Iversen og Rannvá Kunoy eru væl umboðaðar og eisini var tað fínt at síggja gomul verk aftur hjá t.d. Ruth Smith, Steffan Danielsen, Ingálvi av Reyni, sum mann ikki hevur sæð leingi.

William Heinesen uttanfyri og innií pyramiduni snýr tað seg um landsløg

William Heinesen uttanfyri og innií pyramiduni snýr tað seg um landsløg

Ruth Smith

Ruth Smith

Anker Mortensen, Janus Kamban og Ruth Smith

Anker Mortensen, Janus Kamban og Ruth Smith

Ingálvur av Reyni

Ingálvur av Reyni

Anker Mortensen og Beinta av Reyni

Anker Mortensen og Beinta av Reyni

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Sigrun Gunnarsdóttir og Anker Mortensen

Sigrun Gunnarsdóttir og Anker Mortensen

Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy, Jón Sonni Jensen og Annika á Lofti

Rannvá Kunoy, Jón Sonni Jensen og Annika á Lofti


Kyrrlutamynd

Kyrrlutamynd

Randi Samsonsen og Tita Vinther

Randi Samsonsen og Tita Vinther

Ingálvur av Reyni

Ingálvur av Reyni

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Eyðun av Reyni

Eyðun av Reyni

Jóna Rasmussen

Jóna Rasmussen

Veggur við grafikki

Veggur við grafikki

Jóna Rasmussen

Jóna Rasmussen

Rannvá Kunoy og Jóhan Martin Christiansen

Rannvá Kunoy og Jóhan Martin Christiansen

Sámal Joensen-Mikines

Sámal Joensen-Mikines

Í portrettrúminum

Í portrettrúminum

Koronologar 2020

nlh.jpg

Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið bjóða: Koronologar 2020 - Einrøður á palli og á filmi, skapaðar gjøgnum samstarv millum rithøvundar, sjónleikarar, leikstjórar og filmsfólk.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug vegna smittuslóð. Uppstillingin í hølinum er við 1m frástøðu.

Nýggjasta verkætlan Tjóðpallsins, er ein tvørlistarlig verksmiðja, ið hevur savnað listafólk innan ymsar listagreinar, og sett teimum stevni við avbjóðingum, ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti:

Rithøvundar, ið eru vanir at skriva bøkur, stuttsøgur, teigar og yrkingar, hava skrivað einarøður til pall.

Leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum í salinum, hava tulkað og framført hesar tekstir framman fyri einum sjónbandsupptøkutóli.

Og myndatakarar hava, saman við leiklistafólkunum, loyst uppgávuna, at samantvinna rit-, pall- og filmslistina.

Nú verður høvi at síggja partar, av hesi tvørlistaligu verksmiðjuni í Norðurlandahúsinum, tá Tjóðpallur Føroya saman við Norðurlandahúsinum, fer at sýna fram nakrar av hesum nevndu filmum. Umframt sýningina av framleiddu filmunum, fara leikarar at bera fram fleiri nýskrivaðar tekstir, ið fara at verða grundarlag undir enn fleiri filmum av hesum slag.

Korona gav flest øllum nakrar avmarkingar. Tjóðpallurin tók tó broyttu umstøðurnar, sum eina avbjóðing, og fór undir hesa tvørlistarliga leiklistasmiðju. 

Tey, ið skrivað hava, eru Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrún Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen og Oddvør Johansen.

Leikarar og leikstjórar eru Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.

Staðið fyri upptøkum og eftirviðgerð, hava Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær og Jónfinn Stenberg.

PERSONA GRATA upplating

104024470_312194199943896_3419441137312274283_n.jpg

Veðrið var við uppá tað í gjár, so vit endaðu øll úti í vakra hátúninum í Víngarðinum. Upplatingin gekk væl, har var nógv fólk, upplesturin hjá Carl Jóhan Jensen var framúr og tað sama kann sigast um blíðskapin hjá vertinum. Tað er tað menniskjaliga, sum er í fokus á framsýningini við verkum eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen. Orðingina í framsýningarheitinum, PERSONA GRATA kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað familju, starvsfelagar, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og/ella ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað coronafría føroyska andingaropið. Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen. Umframt ein serstakan nýggjan málning, sum er eitt portrett av kuratorinum (portrettið er lýst í grein í Dimmalætting), framsýnir Torbjørn Olsen tekningar á framsýningini. Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá onnur børn løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Hann lærdi nógv tey árini, hann gekk á tekniskúlanum hjá Robert Askou-Jensen á Glyptotekinum, men tað týdningarmesta er at tekna nógv, heldur hann. Mann skal tekna hvønn dag. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini. Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar. Portrett vóru høvuðsmyndevnið hjá fotografinum Ásmund Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist. Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella annað. Hesi verk eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjølbroytni og tykjast tískil uppløgd at hava við á eina framsýning um tað menniskjaliga. Her eru nakrar myndir, men farið sjálvi og hyggið! Har er opið frá klokkan fimm hósdag, fríggjadag og leygardag. Hansina Iversen hevur málað ein stóran flottan veggjamálning á ljósa og fagra sólhátúni í Víngarðinum í Tróndargøtu.

103983521_307864200216445_3813070485537195514_n.jpg
103349355_245146480116427_3320498735955249341_n.jpg
82971757_2498792057100244_2514730646446469538_n (1).jpg
torbjørn tekning.jpg
103954447_877618012733782_1015634966616172326_n.jpg
103937983_2328430874130139_3100547280967580725_n.jpg
84283348_249745899653440_6638433353446704368_n.jpg
Persona grata.jpg
103859507_732426767505352_2496439023603719593_n.jpg
82266628_277412603376462_7662623406775706473_n.jpg
103977358_1151341265222339_6680724559548171619_n.jpg


Kenslubornar tekningar í Víngarðinum

torbjørn tekning.jpg

At tekningin er sjálvur grundarsteinurin undir myndlistini verður ofta framført eisini um myndlistaverkið hjá Torbirni Olsen. Bárður Jákupsson greiðir í bók síni um Torbjørn frá um hvussu stóran týdning tað at tekna hevur fyri Torbjørn og hvussu væl tað liggur fyri hjá honum at tekna. Á framsýningini PERSONA GRATA sýnir Torbjørn Olsen m.a. fram tekningina ovast her á Listaportalinum. Hon eitur Svøvnur og vísir eitt ungt menniskja í fasta svøvni. Hon er eitt gott dømi um hvussu væl tað liggur fyri hjá Torbirni Olsen at tekna, ikki minst at tekna fólk, sum hann hevur gjørt mangan. Í klassiskari listaskúling er tekning umráðandi partur av undirvísingini. Í sambandi við tekning, so tosar mann um, at listafólk hava eina ávísa striku ella teknihátt. Hjá onkrum krúllast strikan í livandi endurgeving av andlitum ella hondum, hjá onkrum øðrum er konturstrikan rein og klár. Onkur teknari miðsavnar seg um ljós og skugga meðan onkur annar ynskir at bera fram rørslur og drama í tekningini. Í tekningunum hjá Torbirni er stórt kenslusemi. Tað er næstan sum hevur hann teknað við eyganum í beinleiðis kontakt við tað kærleiksfulla hjartað uttan nakra stórvegis analytiska frástøðu. Tekningarnar, sum verða framsýndar á PERSONA GRATA, eru í fleiri førum yvir tretivu ára gamlar. Áhugavert er at síggja hvussu haldgóðar hesar tekningar eru og hvussu frískar, fjálgar og fínar tær eru enn í dag. Komið og hyggið at PERSONA GRATA - hon letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í morgin 12.juni klokkan 17-19.

Dømi um framúrskarandi tekningar - hvør hevur teknað hesar?

Dømi um framúrskarandi tekningar - hvør hevur teknað hesar?


Fingrarnar vekk frá Nólsoyarpáll

nolsopalli.jpg

Nú skilst, at Zeta Architects vunnu kappingina hjá Tórshavnar Kommunu um skipan av torginum í Vágsbotni. Myndin hjá teimum er ein av hesum arkitektasimuleraðu ímyndunum, har sólin skínur hvønn dag í Havn, har øll eru fitt og vinarlig. Tað er fínt og Havnafólk eru av fittastu fólkum. Og Vágsbotnur trongir til eitt andlitslyft, sum kanska hevði komið av sær sjálvum um eingir bilar vóru har, men uttan bilar kunnu vit ikki liva (og hetta meini eg ikki ironiskt). Men á myndini manglar altso fyrst og fremst standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll. Hendan spektakulera, sera umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða kitsch-standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur nú uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har! Tað besta við býarplássum eru í grundini standmyndirnar. Við heilsanum úr fortíðini ríka tær okkum nútíðina. Eg havi leitað, men tað sær út til, at Nólsoyarpáll manglar á arkitektatekningini og tí havi eg sett hana inn á myndina í erva. Hon fær sólina at skína eyka nógv, sum tit síggja. Hetta er ikki fyrstu ferð standmyndin av Nólsoyarpáll er í vanda. Spurningurin er hví í allari víðu verð kommunan vil av við standmyndina. Er tað í sympati fyri politiskt korrekta og søgukorrigerandi rákinum, sum tekur niður standmyndir kring allan heim, tí tær á onkran hátt ikki passa til nútíðarinnar hetjumyndir? Neyvan! Er tað so tí, at kommunan gjarna vil leiga plássið út til stór kommersiel tiltøk sum t.d. Vágsbotnkonsertirnar? Tað kann væl vera, í niðurstøðu sigur dómsnevndin í hvussu er, at uppskotið hjá Zeta gevur møguleika til ómakaleyst at skipa og innrætta torgið til nærum eitthvørt virksemi. -Soleiðis er kapitalisman freistast mann til at murra meðan man umhugsar ein lítlan protestmarsj rundan um standmyndina í Vágsbotni.

google_place_photo (1).jpg


Eitt listarligt vikuskifti í Havn

1750 Bjørg 100x120 cm, 15.000,-.jpg

Her gongur fyri seg í løtuni og er komandi vikuskiftið ein fyriboðan um hvussu føroyska summarið fer at vera, ja so verður tað gott og listarliga fjøltáttað. Fleiri framsýningar lata upp í vikuskiftinum. Í Galerie Focus í Dr Jacobsensgøtu letur ein blandað framsýning upp fríggjadagin klokkan 16-18 við m.a. Arnold Vegghamar, hvørs málningur er avmyndaður ovast. Samstundis letur Listasavn Føroya upp við eini nýggjari uppheinging av permanentu framsýningini, har dupult so nógv verk eru við í nýggju uppheingingini enn áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum - og at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk. Nýggja uppheingingin er sett saman av eldri og nýggjari verkum, frálíkum listaverkum úr goymsluni, sum ikki hava verið sýnd fram leingi, og læntum listaverkum, sum eru komin heim. Uppheingingin er tematisk, verkini eru evnisliga skipað kring havið, landslagið, dýr, portrett, ull, átrúnaður og fleiri afturat. Uppheingingin leggur dent á at geva gestinum eina uppliving av Føroyum gjøgnum myndir.

Savnsstjóri Karina Lykke Grand sigur: “Tað er týdningarmikið at gera øllum greitt, at savnið hjá Listasavni Føroya er sett saman av listaverkum, sum hava serstakan tjóðskaparligan týdning. Við nýskipaðu framsýningini vilja vit vísa, at søgan, menningin og mentanin speglast í myndunum hjá listafólkunum. Listin á Listasavni Føroya er okkara tjóðararvur, og tí skal listin miðlast so, at hon talar til okkum øll.”

Seinni sama fríggjadag, 12.juni letur framsýningin PERSONA GRATA upp í Víngarðinum í Tróndargøtu við verkum eftir Torbjørn Olsen, Hanna Bjartalíð, Fríðu Matras Brekku og Carl Jóhan Jensen. Tá taka vit ein listarligan fimmara í víngarðinum og gleðast yvir, at nýggja terassan við veggjaprýði hjá Hansinu Iversen, letur upp. Nú er eitt sindur síðani, at framsýningin hjá Tóroddi Poulsen læt upp í Steinprenti, men her koma støðugt nýggjar myndir á veggin, so her loysir tað seg eisini at fara á framsýning.

Leygardagin 13. juni kl. 14.00 letur summarframsýningin 2020 Klæði upp í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar við at Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, bjóðar vælkomin og okkurt gott í glasið. Síðani síggja vit eina videoheilsan frá listakvinnuni Kari Ann Helleberg Bahri (NO), umframt at tóvirkislistakvinnan Randi Samsonsen, sum hevur samskipað framsýningina, greiðir frá. Klæði eru nær knýtt at kroppinum og hava á tann hátt eitt beinleiðis samband við menniskjað. Klæði eru tí ein góður vegur til mannasøgur. Kari Ann Helleberg Bahri arbeiðir í síni list mest við klædnalutum og innsetingarlist. Listaverk hennara snúgva seg um menniskjastøður, sum endurspeglast í klæði – antin í skapi, tilfari ella báðum. Helleberg nýtir klæðir og tóvirki sum samskiftishátt, og sleppur teimum leysum frá teirra upprunaliga endamáli – at fjala kroppin og líva honum. Framsýningin er opin, tá Norðurlandahúsið er opið. Vegna smittuslóð ynskir Nlh, at gestir melda seg til á teirra heimasíðu.

Bjarne Werner Sørensen seksti

bws2.jpeg

Í dag fyllir Bjarne Werner Sørensen runt. Mamma Bjarne var úr Froðba, men hetta er ikki einasta orsøk til at vit telja hann uppí ta føroysku listasøguna. Hann hevur havt fleiri stórar týdningarmiklar framsýningar í Føroyum, í Steinprenti, Listahøllini og í Listasavninum og í ymsum føroyskum og norðurlendskum høpi t.d. í Norðurbryggjuni. Í 1996 skipaði hann saman við Listasavninum og Goethe Instituttinum fyri progressivu framsýningini FAR OUT - Natur arbeitet für die Kunst við týskari installatiónslist í Listasavni Føroya. Bjarne Werner Sørensen hevur fleiri ferð samstarvað við Tórodd Poulsen, teir hava t.d. gjørt eina mappu, Otium við yrkingum hjá Tóroddi og myndatilfari hjá Bjarne, sum Jan Andersson prentaði í Grafiska Verkstaðnum í Hjørring. Hetta samstarvið helt fram í Grafiska Verkstaðnum í Listasavninum í Havn við upprunagrafiska yrkingasavninum Villvísi, sum Tóroddur skrivaði og sum Bjarne myndprýddi. Bjarne Werner Sørensen er útbúgvin á Det Jyske Kunstakademi. Hansara listarliga tilgongd er sera fjølbroytt; hann málar og fotograferar, hann er dugnaligur grafikari og fæst bæði við tann siðbundna grafikkin og hann hevur eisini fyritøkuna Fluxprint, har hann prentar fyri listafólk og listastovnar. Í mong ár var hann formaður fyri BKF, Billedkunstnernes Forbund. Listarliga er Bjarne Werner Sørensen upptikin av tí, hann nevnir samanførdir koordinatar, hetta at tvær myndir, ið verða settar saman úrslita í eini triðju, sum oftast ófyrisíggjandi mynd. Í steinprentsrøðini Matrix, sum var partur av framsýningini Tíðarrúm í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST hevur Bjarne arbeitt við hesi tilgongd á ein rættiliga skipaðan, matematiskan hátt, har hann við at kombinera litografisku steinarnar á ymsan hátt hevur fingið eina rúgvu av litografiskum prentum burturúr, ið verða sett upp í eini rektangulerari installatión. Skipanin er fleksibul og kann broytast frá framsýning til framsýning alt eftir stødd av vegginum osfr. Áhugin fyri skipanum av linjum, organiskum samanhangum, viðurskiftum millum litir, skap og millum myndaflata og grund hava yvirhøvur stóran týdning í listini hjá Bjarne Werner Sørensen. Hetta sæst bæði í teimum einstøku verkunum, men eisini í millum verkini á framsýningum og í bókum. Hjartaliga til lukku, Bjarne Werner Sørensen.

*Fotomyndina tók Kim Kristensen í framsýningini Tíðarrúm

PERSONA GRATA - Listaframsýning í Víngarðinum

Persona grata.jpg

Tað menniskjaliga er í fokus á framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 12.juni í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í Havn við verkum eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen. Orðingina í framsýningarheitinum, PERSONA GRATA kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað starvsfelagar, familju, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað coronafría føroyska andingaropið. Á upplatingini á PERSONA GRATA fer Carl Jóhan Jensen at siga nøkur orð. Hann hevur eisini til framsýningina skrivað eina áhugaverda yrking við heitinum Gilgamesh. Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen. Umframt ein serstakan nýggjan málning framsýnir Torbjørn Olsen tekningar á framsýningini. Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá onnur børn løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Hann lærdi nógv tey árini, hann gekk á tekniskúlanum hjá Robert Askou-Jensen á Glyptotekinum, men tað týdningarmesta er at tekna nógv, heldur hann. Mann skal tekna hvønn dag. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini. Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar. Portrett vóru høvuðsmyndevnið hjá fotografinum Ásmund Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist. Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella annað. Hesi verk eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjølbroytni og tykjast tískil uppløgd at hava við á eina framsýning um tað menniskjaliga. Framsýningin PERSONA GRATA letur upp fríggjadagin 12.juni klokkan 17-19. Samstundis verður terassan í Víngarðinum latin upp við nýggjum veggjaprýði eftir Hansinu Iversen. Okkurt gott verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin.  

Hjálparpakki 3 - eisini til listafólkini

slamm.jpg

Á tíðindafundi fyri løtu síðani var boðað frá, at landsstýrið hevur valt, at listafólk, ið kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av koronu, kunnu søkja um endurgjald via sonevnda hjálparpakka 3. Hetta er eitt týdningarmikið signal um, at listafólkini verða fatað sum partur av føroyska samfelagnum, og er okkum øllum til gagns. Boðað var eisini endaliga frá, at tað ikki ber til at halda festivalar ella stevnur í summar, hetta gevur festivalfyrireikarum neyðugt grundarlag fyri avlýsingum og at arbeiða fram móti komandi ári og tað er gott sjálvt um uppáhaldið um at ungum ikki tørvar tónleikafestivalar á sama hátt sum børnum tørvar Zarepta, er nakað fjas. Og tað er ikki bara ung - vit hava øll larmandi tørv á G!Festival og bókmenta- og Lista-G! ólavsøku osfr. og sjálvandi skal atlit takast til krúnusóttina bæði á Vatnsoyrum, í Gøtu, í Havn og alla aðrastaðni.

Barbara í Gongini fingið arbeiðslegat frá Statens Kunstfond

24794_383504578969_3842315_n.jpg

Barbara í Gongini er ein av fimm, sum hevur fingið tað stóra og prestisjumikla arbeiðslegatið á 250.000 DKK. Hetta er í dag kunngjørt á heimastíðuni hjá danska almenna listagrunninum kunst.dk, har greitt verður frá, at ársins arbeiðsstyrk fáa listhandverkarar og designarar, sum hava havt dirvi at gera nakað út yvir tað vanliga. Tað hevur Barbara í Gongini og í 2018 fekk hon ta føroysku mentanarvirðislønina. Barbara í Gongini er altjóða kend sum avantgardedesignari, hennara design eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan hevur hon samstarvað við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Við fíggjarligum styrki frá Statens Kunstfond sleppur henda skapanarkeldan nú at flóta frítt og ótarnað. Hjartaliga til lukku, Barbara og blíðan byr.

Nú líður móti endanum á GIRLTALK framsýningini

98955793_10223273867577975_2099047094189817856_o.jpg

Hesin fíni málningurin We Are Yellow hjá Silju Strøm er partur av framsýningini GIRLTALK, sum eisini fevnir um verk hjá Hansinu Iversen og Randi Samsonsen í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Silja Strøm hevur júst fingið Listafólkaløn. We are Yellow er ein at síggja til yndisligur málningur við fínligari abstraktión og ráum abstraktum strokum. Hesar myndir tykjast relevantar í løtuni, tí tær snúgva seg um einstaklingin og tað kollektiva. Bygnaðurin er sosialt hugsaður soleiðis, at listakvinnan letur myndaliðirnar breiða seg kring allan myndaflatan í eini einstakari flá heldur enn sum vanligt er at skipa myndina í forgrund, miðgrund og bakgrund.

Í Víngarðinum er opið Kristi Himmalferðardag, fríggjadagin og leygardagin - har ber væl til at fara inn at hyggja uttan at keypa nakað sum helst, men mann kann eisini njóta eitt víntilboð saman við listini. Mann kann velja millum ein reyðan ella hvítan vínpakka við 3 ymiskum vínum fyri kr. 200,- (10 cl pr glas). Reytt: Malbec, Valpollicella og Pinot Noir. Hvítt: Grüner Veltliner, Riesling og Muscadet (turr).

GIRLTALK er ein søluframsýning, sum orsakað av farsóttini er longd, men nú fara vit spakuliga at runda framsýningina av. Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt heldur niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn á vesinum ella lítilsverdur slatur og tvætl uppi yvir endaleysum drekkamunnum. Men sum allar gentur munu vita og onnur helst við, so er júst hetta prátið ofta viðkomandi, spennandi, fjølbroytt umframt, at tað er týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði.

Listaverkini á Girltalkframsýningini eru bæði sosial og ikki sosial – tey eru sera ymisk, men eru øll merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum, ið tó at tey at síggja til eru brúsandi og skemtilig, kortini bera okkurt fyri brósti. Ein litur, sum er afturvendandi á framsýningini, er tann ljósareyði, ið kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur í grundini sína egnu mentanarsøgu frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum kjólalitur í dárandi kvinnulýsingum. Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva ælabogalitskemanum við grundlitum og blandingslitum, men at liturin er blandaður upp úr reyðum og hvítum, ja,so verður hann fataður sum onkursvegna uttanfyristandandi og sofistikeraður. Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í teirra stríði fyri javnrætti. Ljósareytt er eisini brúktur sum feministiskur eyðkennislitur.

Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Hon bindur, heklar, broderar og seymar síni verk, sum skulu fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, men hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum relieffum. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list.

Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum eins og eitt loyndarfult tekin, ið væl at merki ikki skal greinast og týðast við heilanum - tað skal sansast og fatast við øllum kroppinum. Aðrar myndir eru meira samansettar við fleiri formum, sum bylgja fram og aftur í myndarúminum. Myndirnar hjá Hansinu Iversen eru sum heild sera sansaligar, tær eru meira maksimalar enn minimalar, og tykjast í fleiri førum at vera við at bresta av ekspanderandi litflatum og djarvari kolorismu sum í myndini her niðanfyri

Hansina Iversen

Hansina Iversen

C5FDEDB2-B313-4FA1-A8E5-680391556B41 - Kopi.jpeg

Randi Samsonsen

Kurator: Kinna Poulsen

Listafólkalønin í ár fór til tríggjar dugnaligar og royndar listakvinnur

GEM.jpg

Nevndin hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við yrkislist innan myndlist, bókmentir og sjónleik: Silja Strøm, Rakel Helmsdal og Gunnvá Zachariasen.

Grundgeving frá faknevnd innan sjónleik til Gunnvá Zachariasen er soljóðandi: Gunnvá Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt málrættað og heilhugað við leiklistini. Gunnvá er best kend sum sjónleikari, ið ber fram á pall menniskjað við øllum sínum brigdum og fjølbroytni, og bera listarligu avrik Gunnvu boð um djúptøkni og hegni í hennara arbeiðslag. Gunnvá hevur nakrar áhugaverdar og fjølbroyttar verkætlanir fyri framman, ið bæði innibera útlendsk samstørv eins og eina leiklistastevnu ið, eins og undanfarin avrik Gunnvu, bæði eru áskoðaranum og leiklistini í Føroyum til frama. Hon hevur drúgvar royndir at fyriskipa verkætlanir og leikir á høgum listarligum støði á sínum egna leikhúsi, TVAZZ, sum hevur verið við til at gera føroysku leiklistina meira fjøltáttaða. At geva Gunnvá listafólkaløn í trý ár, meta vit er ein góð íløga, sum fer at geva Føroyum áhugaverd og øðrvísi nýskrivað verk.

Í nevndini sótu: Kristina Sundar Hansen og Barbara Hentze í Stórustovu.

Grundgeving frá faknevnd innan bókmentir til Rakel Helmsdal er soljóðandi: Rakel Helmsdal hevur eina drúgva og greiða lýsing av sínum verkætlanum. Tær eru partvíst framhald av ymiskum træðrum, sum longu eru í ritverkinum, men boða eisini frá nýggjum. Og fakliga og listarliga dygdin tykist høg - og realistisk. Rakel er fyrst og fremst barna- og ungdómsrithøvundur, og á hesum økinum verður hon neyvan tikin av nøkrum. Skal ein føroyskur rithøvundur, sum í høvuðsheitinum vendir sær til yngri lesarar hava listafólkalønina, er ilt at koma í tankar um nakran frægari. Vð atliti til alt tað, sum Rakel Helmsdal longu hevur avrikað er eingin ivi um, at her fer at spyrjast fitt burturúr. Hartil er hennara verkætlanarlýsing tann, sum er best úr hondum greidd. Og Rakel er tann umsøkjarin í umsøkjarahópinum, sum hevur fingið flest virðislønir og størst viðurkenning.

Í nevndini sótu: Dorit Hansen og Jógvan Isaksen.

Grundgevingin frá faknevnd innan myndlist til Silju Strøm er soljóðandi: Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung listakvinna, víst sans fyri originalum kompositiónum, sjálvstøðugum brúki av litum, og einum sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum. Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.

Í nevndini sótu: Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.

Umsóknir á høgum støði

Inn komu 22 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar ímillum dygdargóðu listafólkini, ið arbeiða á høgum støði. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og grøði sum er innan tey ymsu yrkislistaøkini.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig og faklig dygdareyðkenni.Tey skulu í einum trý ára skeiði, arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Listarlig metamorfosa

95262357_667078237449323_4412646011181203456_n.jpg

Eg var fyri aðru ferð í Steinprenti í gjár og hugdi at framsýningini hjá Tóroddi Poulsen. Tað loysti seg bæði tí myndirnar gerast betri, tá tú sært tær aftur, men eisini tí at framsýningin í roynd og veru er metamorfisk í støðugari broyting. Onkur mynd er horvin, tí keyparin hevur fingið hana heim við, nýggjar eru komnar fram, aðrar eru á veg. Hesar myndir eru allar partar av einum støðugt ekspanderandi verki, tær eru stuttligar, speiskar, poetiskar, frekar, inniligar og vakrar. Leivur Thomsen prátaði við Jan Andersson um framsýningina

https://kvf.fo/netvarp/uv/2020/05/15/troddur-poulsen-snir-fram-steinprenti

IMG_20200507_130109.jpeg
96084749_534302947254245_7906995870942363648_n.jpg
97227409_1130621143965334_2292652297064284160_n.jpg
97005698_3009827509109547_3268281013435891712_n (1).jpg
95614159_566125860977028_3093606364249849856_n.jpeg



Forvitnislig listverkætlan í Salt

97703822_1320714861458012_167487553992130560_o.jpg

Salt Jarðarinnar - Jarðarinnar Salt er heitið á eini listaframsýning og performance hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen, sum verður í SALT á Drelnesi 21.mai klokkan 14-16. Smyril fer av Havnini kl 11 og aftur norður aftur kl 17.30

Skrá

Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin.
Hornorkestrið spælir.
Rannvá og Guðrið bjóða fólki til “Langborðsperformance”
Frá kl 14:00 til 14:30 biða framsýnarir um fulla attentión.
SALT bjóðar ókeypis pinnamat og katalogið fæst til keyps fyri 50 kr.

Ókeypis atgongd.

Vit fylgja almennu tilmælinum um í mesta lagi 50 fólk. Fyri at tryggja áskoðarunum atgongd til framsýningina, verður, um neyðugt, ferniseringin endurtikin, so at øll sleppa inn. Hjartaliga vælkomin.

Um framsýningina

Saltjavnvágin er avgerandi fyri, um náttúran livir ella oyðist. Á framsýningini taka vit støði í serligu funktiónini, sum húsið hevur havt. Við heitinum sipa vit eisini til spirituellu dimensjónina, menniskjans serliga perspektiv á síni ferð frá upphavi til týning. Vit taka støði í tilfarinum salt, og í serligu staðsetingini hjá siluni við sjóvarmálan.

Verkið er ein installatión, sum hevur skap av eini stórari, trívíðari salttinnu. Ein konstruktión úr viði umleið 5lx 5b x 4h m., sum man kann fara inn í, og sostatt gerast partur av við sínum egna kroppi. Tá ein kemur nærri at skulpturinum/installatiónini finnur ein smærri verk úr blandaðari tøkni, sum lýsa hesi evni úr ymsum sjónarhornum: saltjavnvágina, vistskipanina, (dýr)gripir,kropp og náttúrunnar viðbrekni. Perspektivið er uppá tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.

dagurin

letur seg úr sínum kjóla

av bláum vindi

ráari mjólk

og salti



Tvær turrar saltrípur eftir kjálkunum

Vindblást oyðumørk um ennið

Upp úr einseminum veksur ein tistilblóma

Undrandi kørg

Purpurreyðu trevsurnar leita blint í kring eftir ljósi

Tóroddur Poulsen sýnir fram í Steinprenti

96239591_856473938186677_2456810315099144192_n.jpg

Avbyrgingageddon og aðrar frástøður er heitið á listaframsýning hjá Tóroddi Poulsen, sum kann síggjast í Steinprenti nú í mai. Talan er um eina ordans kraftprestatión við eini ørgrynnu av myndum í fleiri ymiskum tøknum. Sambært listamanninum sjálvum eru myndirnar gjørdar við vatnlitum, oljukriti, koli, penni, tussj, spritttusj, blýanti og livralýsi. Framsýningarheitið sipar til helst til støðuna, vit hava verið í seinastu mánaðarnar, har vit hava verið fongd við covid-19 farsótt, virusótta og harav fylgjandi avbyrgingum og varhugum um heimsins enda.

Listin hjá Tóroddi Poulsen er um somu tíð einføld og kompleks, stuttlig og álvarslig, vøkur og speisk. Myndlist, yrkingar, performance, installatiónir, tónleikur - alt verkið hjá Tóroddi Poulsen er fjølbroytt men samanhangandi við yrkingum, sum eru fullar av myndum meðan myndirnar eru fullar av poesi. Vit kenna fleiri av myndevnunum aftur, hugfarsligu víntrøini og tær grínandi beinagrindirnar. Ein tysjandi riðil av menniskjum og øðrum myndaliðum, sum standa so tætt so tætt, at mann næstan verður øvundsjúk. Vatnlitamálningurin har beinagrindir eru málaðar í ymsum litum í einum ringi, har skapini umskarast og skapa nýggjar formar, er eitt høvuðsverk hjá Tóroddi Poulsen. Í fleiri av myndunum eru myndevni endurtikin í mynstrum á sama seriella hátt, so at tað næstan sær út sum um, at tey eru gjørd við stempli, men allar detaljur eru hondteknaðar og málaðar - tað er heilt ófatiligt, tá hugsað verður um neyvleikan og um mongdina av myndum og av detaljum í myndunum. Eitt tysjandi ævintýr av dreymakendari surrealismu av figurativum og abstraktum myndaliðum og av orðum og setningum, sum viðmerkja listina ella veruleikan, dreymar, poesi ella profeti - her eru t.d. virusmyndir, sum eru málaðar fyri fleiri árum síðani. Hetta er slow art, tú kanst ganga leingi og hyggja at myndunum, granska staklutir, lesa orð og njóta staklutir og heild. Tað er ikki keðiligt! Her eru nakrar myndir, men framsýningin sæst best í Steinprenti.

95614159_566125860977028_3093606364249849856_n.jpeg
96378816_1684833751640524_5308299107901636608_n.jpg
96170754_530484950951539_3035915358507630592_n+%281%29.jpg
96079757_244905619953608_3637075492772773888_n.jpg
96084749_534302947254245_7906995870942363648_n.jpg
96005964_926201374507219_1208820293510889472_n.jpg
96122252_1515715228603419_4766456281630244864_n.jpg
96142823_255870975784203_6352022683915386880_n.jpg
96376950_1525562610945006_7034148857290162176_n.jpg


Aldubáran, Jákup og Sunleif stórliga fagnaði í altjóða miðlum

thumbnail_Cover ultimo.jpg

Tónleikabólkurin Aldubáran og Jákup Lützen góvu 1. mars út fløgu við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Heitið á fløguni er Andalag.

Miðlar uttanlands hava tikið sera væl móti hesi útgávu, ið danska plátufelagið DACAPO gav út.

- Bretska BBC, spældi av fløguni, og hevði langt ummæli fyri páskir á BBC3, útvarpsrásini, ið er halgað klassiskum tónleiki. Ummælarin er ovfarin av tónleikarunum, og sigur, at tað er undrunarvert, at ein so lítil tjóð kann framleiða sovorðna góðsku, og at her er talan eitt sera musikalskt fólkaslag. Um Sunleif sum tónaskald sigur hann, at tónleikurin og hátturin hann er settur saman á, í fyrstani kann tykjast klombrutur, men tað skerst ikki burtur, at Sunleif skapar sín tónleik á ein sera listinlærdan hátt, stillar og setir saman heilt annarleiðis, so úrslitið er sera egið og nýskapandi.

- Danska tíðarritið Politiken, samanlíknar í yvirskriftini Sunleif Rasmussen við William Heinesen. Eisini sigur ummælarin, at Sunleif nú - í búnum aldri, skapar tónleik eftir vælgrundaðum skipanum, og við eyga fyri tónleikaligum bygnaði skrivar nágreinligan tónleik, ið hann letur víðari til framúrskarandi tónleikarar, ið geva tónunum lív.

- Music-web-international, ið er ein av størstu klassisku ummælarasíðum á alnótini, rósar eisini ljómburðinum í Hoyvíkar kirkju, har ið tónleikurin varð spældur inn í 2018. Umframt, at tað er eyðsýnt, at tónleikararnir í Aldubáruni skilja og virða tónleikin hjá Sunleifi. Spælið hjá Jákupi Lützen á fløguni, er stórfingið.

- Ummælarin Josep Bosch á Sonograma úr Barcelona metir, at Sunleif er ein týðandi rødd á norðurlendska tónleikapallinum, og at spælið hjá Aldubáruni er framúrskarandi.

- Kendi danski ummælarin Gregers Dirckink-Holmfeld skýrir á bloggi sínum útgávuna fyri eina føroyska, musikalska perlu.

Aldubáran fegnast um, at útgávan er komin so víða, og at so nógvar rósur koma um bólkin, Jákup Lützen og tónleikin hjá Sunleifi Rasmussen.

Í ár eru tað 25 ár síðani, at Aldubáran var sett á stovn. Framvegis er nógv ferð á.

Stór stroymikonsert verður úr Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla við Hanusi G. Johansen og Aldubáruni. Hanus fyllir 70 ár 18. juni. Konsertin verður kl. 20.00. Kringvarpið sendir beinleiðis frá hesum føðingardagstiltaki.

Okkurt at gleða okkum til

95383797_2916237861764306_3806401992847261696_n.jpg

Í dag gekk eg mær ein túr í vakra várljósinum oman gjøgnum ta blómuskrýddan Havnina, har eg møtti hópin av menniskjum, menniskjum, sum eg billi mær inn vóru eitt sindur blíðari og fittari á at líta enn vanligt. Á Skálatrøð ljómaði tónleikur úr einum trailara á parkeringsplássinum - tað er Teitur, sum hevur konsert har í kvøld. Sum so nógv onnur, havi eg fyri tað mesta verið á mínum egna matrikli hesa seinastu tíðina. Tí var tað praktfult at kunna hyggja inn til tey í Steinprenti í dag. Har var Zacharias Heinesen í ferð við at skapa nøkur vøkur steinprent saman við Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Hetta eru stillar, fínar summarmyndir, merktar av eini at kalla boblandi kolorismu og einum serligum ansi fyri grafikki og tess møguleikum. Tann niðasta myndin er ein vatnlitamálningur, sum verður við á framsýning hjá Tóroddi Poulsen í Steinprenti í nærmastu framtíð. Vit hava okkurt at gleða okkum til.

95453695_683543512407620_8782951925520793600_n.jpg
95302072_591585485043209_1127238227241992192_n.jpg
95608236_256981659041404_8654281615935012864_n.jpg
95206139_241115223641939_4806626294705946624_n.jpg
95252386_268783830966229_5993001570164277248_n.jpg
95267389_4376550579037082_6079306674529632256_n (1).jpg
95627690_668240803744624_4977148685474332672_n.jpg
95260456_232989064679468_3136487322028081152_n.jpg
95381121_268826524158617_5401610313244082176_n.jpg